Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, tað er Dina Bech, sum situr her. Í dag so fara vit at tosa um evnið, sum eg havi glett meg so nógv til: Hjúnabandið!

Ja, eg eri støk/single, men eitt tað besta eg veit er at lesa um hjúnabandið í Bíbliuni. Eg elski at granska Guds ætlan við hjúnabandinum. Tað er mær ein so stóra troyst, tað hjálpir mær at halda fokus á Gud, og tað fær meg onkursvegna eisini at hvíla og tæna Gudi á henda undurfulla og gleðiliga hátt sum ógift.

Í síðstuni so hava vit tosa um kyn, kenslur og kærleika, og nú eri vit til reiðar at tosa um evnið hjúnaband! Hetta er 5.partur um kyn,

Tað er mong evnir, ið hoyra til hetta práti, sum hjúnaskilnaður, forlovilsi, holdligi kærleikin millum mann og kvinnu (sex) osv. – Men vit fara at byrja við at tosa um hjúnabandið, tí tað er júst tað, sum Bíblian byrjar við. Og tá Jesus var spurdur um ymisk viðvíkjandi hjúnabandinum, fór Hann til 1.Mós.1 (Matt.19,2-12). Legg merki til, Jesus spyr ikki hesar menn um samfelagsáskoðanina ella hvat rabbinarnir lærdu. Jesus endurgav beinleiðis úr Bíbliuni. Tí fara vit at gera júst tað.

Legg merki til, at Bíblian byrjar við einum brúdleypi og endar við einum brúdleypi. Í 1.Mósebók lesa vit um fyrsta brúdleypið, fyrsta hjúnabandið, millum Ádam og Evu. Og í Opinberingini lesa vit um hitt síðsta brúdleypið, brúdleyp lambsins. Tað er tá hini trúgvandi, brúðurin, flyta til Himmals og verða saman við Gudi í allar ævir. Og Gud, sum hevði tí fyrstu vígsluna í 1.Mósebók, skal eisini hava tí síðstu í Opinberingini.

.

Nógv av okkum vita hvat hjúnabandið er, men fá av okkum hava hugsa um hvat hjúnabandið er skapt til. Ella, hvør ætlan Guds við hjúnabandinum er?

.

Hjúnabandið er ein partur av skapanini – Ein maður og ein kvinna

Frásøgnin í 1.Mósebók sigur heilt greitt, at hjúnabandið var partur av upprunaliga skapanarverkinum (1.Mós.1,27). Hjúnabandið var ikki menniskjaliga upphugsað, nei tað var Gud hugskot, Guds skapanarverk og Guds ætlan. Gud skapti ikki ein mann og tríggjar kvinnur (ella tveir menn og tvær kvinnur ella onkra aðra samanseting av kvinnum og monnum). Hetta vísir greitt Guds ætlan við hjúnabandinum. Gud skapti ein mann og eina kvinnu. Hetta hjúnabandið var ein fyrimynd fyri øll hjúnabond. Hetta er ikki eitt eindømi. 

Kynini eru serlig hvør á sínum økið, og júst tað eyðkennir bíbilska hjúnabandið. Tað rákið í dag, sum roynir niður at bróta niður eyðkennini millum kynini, er eisini við til at bróta niður bíbliska hjúnabandið. Gud ætlaði, at kynini skulu verða javnsett, hava sama virði fyri Gudi, men vera ymiskt. Gud hevur eina ætlan við tí. Ætlan Guds er, at maðurin og kvinnan skulu hava hvør sínar uppgávur og ábyrgdir í hjúnabandinum og familjuni.

Í 1.Mós.1,28 stendur: “Og Gud signaði tey.” Gud skapti hjúnabandið millum ein mann og eina kvinnu og Hann signaði tað hjúnabandið. Vit lesa ongastaðni í Bíbliuni, at Gud broytti meining aftaná Hann hevði signað tey. Mong hjúnabond líða misnøgd og neyð í dag, hví? Jú tí tey njóta ikki signing Guds. Gud signaði hjúnabandið millum ein mann og eina kvinnu, og tað er okkara ábyrgd at uppfylla endamál Guds við hjúnabandinum og fylgja boðum hansara. Gud hevur víst okkum á eina leið, fylta við signing, men vit gera sjálvi av, um vit vilja ganga hesa leiðinga ella fara eina aðra leið og samstundis missa signing Hansara.   Nøkur hjúnabond í Bíbliuni fella uttan fyri tað Guds skapta hjúnabandið. Úrslitið er at tey missa signingina, og tað endar altíð galið. Ábraham, Sára og Hagar. Ísakur, Rebekka, Lea og hjákonurnar. Hesi hjúnabondini enda í einum ruðuleika, tí tey gingu ikki tað leiðina Gud hevði fyrisett fylta við signing. Gud signar lýdni, ikki ólýdni.

 

Gud skapti menniskja við tørvi á samfelag

1.Mós.2,18-25. Vit síggja tíðiligt í hesum skriftborið, at Gud tekur stigið. Sagnorðini í hesum versum, lýsa alt tað Gud ger: “falla, tók, myndaði, leiddi.” Vit síggja, at GUD var tann, sum at Ádam var einsamallur. Vit lesa einki um, at Ádam kendi seg einsamallan ella sang: “I am so lonely, I am mr. lonely!” NEI! Ádam gramdi seg ikki og bað ikki um tað. Kortini so gav Gud Ádami tað, sum honum tørvaði eftir vísdómi Sínum. Gud segði “Ikki er manninum gott at vera einsamallur.” Hetta vóru Guds orð – ikki Ádams. Tað sum Ádam tørvaði var ikki at finna í djóraheiminum. Eingin gorilla og eingin hundur kundi uppfylla hjálpina og samfelagið, sum Ádam tørvaði. Hóast Ádam hevði óbrotið samfelag við Gud, so segði Gud, at Ádam hevði tørv á samfelag, sum Gud ikki kundi fylla. Gud skapti menniskjað við tørvi á samfelag við onnur menniskju. Hetta er ein undurfull mynd av Gudi. Vit hava øll tørv á samfelag, um tað er gjøgnum ein maka, familju ella vinir. Gud er ein Gud, sum livir í samfelag. Gud segði: “Latið okkum”. Gud er jú Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin. Tríggir, men ein. Á sama hátt er eitt hjúnband millum tvey ymisk menniskju. Tey hava ymisk kyn, ymiskar eginleikar og uppgávum, men saman eru tey eitt. 

Gud skapti tí, eina kvinnu, ein felaga, úr síðu Ádams. Samfelagið í hjúnabandinum er ein partur av ætlan Guds við hjúnabandinum. Klára tit at ímyndað tykkum, hvussu glaður Ádam hevur verið at sæð lívsfelaga sín? Vit síggja í 1.Mós.2,23, at Ádam beinanvegin visti og skilti, hví Gud hevði skapt henda serliga, nýggja og fantastiska skapning. Hann skilti Guds endamál við hjúnabandinum. Við hesari opinbering, lovprísaði Ádam Gudi fyri vinabandið og hjúnabandið við Evu hann nú hevði fingið í Gudi og frá Gudi.

 

Gud setir hjúnabandið á stovn:

“Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.” (1.Mós.2,24)

Hetta versið er eitt av teimum mest endurtiknu versunum í allari Bíbliuni.

“at fara frá.” Hetta merkir, at maðurin fer frá og knýtir seg til kvinnuna. Tvs. tá kvinna og maður eru bundin saman, so stovna tey eina nýggja eind í samfelagnum. Í hesum kunnu tey fylgja ætlan Guds við røkka einstaklingar, teirra lítla húskið kemur í samband við og bera teimum gleðiboðini um Jesus. 

“Halda seg til“, merkir at “halga seg til”, halda fast í og aldri sleppa. Tvs. tað merkir at halga og yvirgeva seg í hjúnaband til ein persón restina av lívinum, til deyðin tey skilir. Hetta er sera álvarsamt, og nakað, sum Jesusar lærusveinar undraðust á (Matt.19,10). Ætlan Guds er, at vit sum trúgvandi skulu líkjast meira Jesusi, og í hjúnabandinum kunnu vit læra hetta við at halda okkum til hjúnafelagan. Hjúnafelagin hevur nevniliga tveir eginleikar.1)  At síggja tínar góðu kvalitetir og draga teir fram. 2) Og vísa á tínar ringu vanar. Tað góða er, at hjúnafelagin hevur givið tær lyftið um at elska teg treytaleyst. Hjúnabandið er tí eitt trygt umráði at vaksa andaliga, dyrka góðar vanar og leggja av ringar vanar, til besta fyri teg og makan. Tað er tí at hjúnabandið er hart arbeið, men ein sonn njóting og signing. Hjúnabandið er jú millum tvey brotin fólk, sum bæði hava tørv á Jesusi. Nærri vit tí koma Jesusi sum einstaklingar, nærri koma vit hvørjum øðrum í einum hjúnabandið.

“og tey bæði skulu verða eitt hold” (1.Mós.2,24; Matt.19,2). Hesi versini sipa til tvey persónar. Men í hjúnabandinum er talan um eitt samband, sum hevur ein einleika, sum ikki kann upplivast við bert at vera saman. Tað ber til hjá tveimum at verða saman, men bert ein kvinna og maður, sum verða bundin saman í einum hjúnabandi í bíbilskum týdningi, kunnu verða eitt. (venda aftur til). 

Upprunaliga orðið “echad”, eitt, her, merkir ein samansett eind. Sama verður nýtt um Gud “HARRIN er ein” (5.Mós.6,4). Á føroyskum hava vit einir skógvar, einar hosur, eini hjún. Tað merkir eitt “par av” ella “eitt sett.”  Tað hjálpir okkum at skilja týdningin, men at vera eitt í einum hjúnabandið er so nógv djypri enn bara at vera eitt par. Orðið “echad” á hebraiskum, merkir smeltað saman á hægsta støði.

Undurfulla orðið echad “eitt hold” merkir sameining á tann hátt, at tey skulu hava umsorgan fyri hvørjum øðrum sum sínum egna holdi (Ef.5,28-29). Harafturat, at tey sum eitt hold, kunnu tæna Gudi. Eitt sunt hjúnaband er nevniliga grundað á eitt kall, um at tæna Harranum. Endamálið við hjúnabandinum er ikki hjúnabandið sjálvt. Er hjúnabandið endamálið við hjúnabandinum, so leggur tað seg sjálvt í oyði. Hjúnabandið er skapt til nakað størri, enn hjúnabandið sjálvt.

Harafturat merkir “eitt hold” (echad), at gerast eitt kynsliga (1.Kor.6,15-20). Kynsligt samband, sex, hoyrir nevniliga hjúnabandinum til.  Gud skapti hjúnabandið, sum rammuna fyri kynslívið (Hebr.13,4). Tað er límið, sum heldur hjúnabandinum saman. Hetta sambandið millum mann og kvinnu kom ikki aftaná syndafallið. Nei, tað var ein partur av ætlan Guds við hjúnabandinum. Gud ætlaði, at hetta skuldi njótast millum ein mann og eina kvinnu. 

Afturat at halda hjúnabandinum saman, so ger sex eisini, at menniskjan kann nørast, eiga børn og vaksa í talið. Hetta er alt ætlan og vilji Guds(hetta fara vit at koma meira inn á)

 

Hjúnabandið er ein sáttmálið

(Mal.2,10-17). Hesi vers minna okkum á, at hjúnabandið er heilagt og bindandi. Í eygum Guds er tað eitt samband, sum verður bundið saman við einum sáttmála. Hesin sáttmálið var kunngjørdur alment í Gamla- og Nýggja Testamenti, áðrenn kvinna og maður livdu saman. Hjúnabandið var bundið saman í samkomuni ella við einum hátíðarhaldið. At giftast í loynd er ikki bíbilski mátin at stovna eitt hjúnaband. Í dag verður hesin sáttmálin kunngjørdur alment við einum hátíðarhaldi og løgfrøðiligum hjúnabandsskali. 

Almenni sáttmálin í samband við hjúnabandið hevur eisini við kynsligu sameiningina, sex, at gera. Bæði í Gamla- og Nýggja testamenti er tað synd ella hor at hava kynsligt samband uttanfyri hjúnabandið (1.Mós.34,7; 1.Tess.4,3). At hava samlegu, sex, leiðir ikki saman í hjúnaband. Sjálvt um tað passar, at kynsliga sameiningin (sex) er uppfylling av hjúnabandinum (1.Mós.2:24; 1.Kor.6,15-20), so lærir Bíblian, at sex uttanfyri hjúnaband er ólógligt, skeivt og synd.

.

Hjúnabandið er eitt val

Tað stendur: (1.Kor.7,39). Hetta versið og onnur minna okkum á, at tá tvey finna saman, so er tað ikki bara nakað, sum “bara hendir” í bíbilskum hjúnabandið. Gud vil, at mennsikja kann velja at fara inn í hjúnaband tilætlað og av fríum vilja. Hóast foreldrini í Gamla Testamenti høvdu nógv at siga, tá talan var um at velja ein hjúnafelaga, so lærir Bíblian greitt, at tað er upp til tann einstaka hvønn hann ella hon vil giftast við. Tað er í ímóti Bíbilsku læruni, at menniskju skulu noyðast inn í eitt hjúnaband, tað er frívillugt.

Ógiftir persónar eiga ikki at lata nakran persón ella nøkur viðurskifti noyða tey inn í eitt hjúnaband, sum viðkomandi er ímóti. Hjúnaband er ov heilagt til tað.

Men Bíblian lærir eisini, at Gud hevur sett eina avmarking, tá ein trúgvandi skal velja sær ein hjúnafelaga. 1.Kor.7,39, at hon kann velja, “bert tað verður gjørt í Harranum.” Eitt er eitt av teimum mongum versum, sum vísa á, at ein trúgvandi ikki kann giftast við einum vantrúgvandi. Í einum slíkum hjúnabandið kemur andaliga sameiningin at mangla, sum er felags trúgv á Jesus.

 

Kærleiki í hjúnabandinum:

Eitt hjúnaband uttan kærleika er óbíbilskt. (Ef.5,25-33; Kol.3,19; Tit.2,3-4). Vit hava tosað um kærleika síðstu tvær ferðirnar, og tá vit meina við kærleika í hjúnabandið, so er tað serliga ein agápe ella ahava kærleiki. Tann treytaleysi kærleikin. Bíblian gevur okkum ongantíð boð um, at maðurin skal verða forelskaður í konu síni. Tað er tí, Gud gevur okkum ongantíð boð um at hava kenslur, men hann gevur okkum boð at akta, velja og tæna. Hann biðjur okkum elska. Hetta er ein frívillur og sjáluppofrandi kærleiki. Tað merkir at geva seg sjálvan til besta fyri ein annan. Fylgja vit hesum, so geva vit av okkum sjálvum, tæna, til besta fyri hjúnafelagan, so fylgja kenslurnar aftaná. Hugsa tær, hvussu vakurt ein hjúnaband verður, tá bæði eru villig at velja at elska og tæna hvørjum øðrum, eisini teir stravnu dagarnar! Wauw!

.

Endið:

Bíblian sigur, at hjúnabandið er millum ein mann og eina kvinnu og eigur at halda til deyðin tey skilir. Bíblian lærir, at giftast er eitt egið val, sum verður gjørt í valinum og tænastuni kallað “sjálvuppofrandi-kærleiki”. Gud gevur hin trúgvandi boð, um ikki at giftast við einum vantrúgvandi, men trúgvandi, soleiðis ein sonn sameiningin kann henda.

Gud skapti hjúnabandið at virka fyri nakað størri enn seg sjálvt. Gud skapti hjúnabandið, so vit kunnu njóta samfelag, vinaband, so vit kunnu tæna Gudi, tæna makanum, fylgja Guds kallið, njóta seksualitet, skapa eina familju, og koma at líkjast Jesusi meira og meira.

Hetta er sjálvan orsøkin fyri fólk giftast. Tey giftast mangan fyri at verða “glað”, men “gleði” er eykaframleiðslan av einum sunnum hjúnabandið. Tað er ikki orsøkin fyri at giftast. 

.

 Ung og børn í dag leita mangan eftir svarið uppá hesar spurningar: hjúnaband, forlovilsi, sex o.a. Og heimurin er altíð klárur við einum svari, sum mangan er villleiðandi og skeivt, sum hava skaðiliga ávirkan á lívið hjá hinum trúgvandi. Eg vil bara áminna tykkum, at Bíblian hevur svarið uppá allar spurningar sum tit sita við og stríðast við. Leita tit í Bíbliuni eftir svarið so finna tit frið og grøðing eisini viðvíkjandi hesum evnum. Annars so skal eg viðmæla tykkum at spyrja. Torið at spyrja trúgvandi foreldur, samkomuleiðarar, álítandi vinir, heldur enn at spyrja google. Hesir spurningar, sum tit sita við eru tit ikki einsamøll um, og teir eru ikki løgnir. Tit eru altíð vælkomin at skriva til mín sjálvandi.

 Næstuferð fara vit at tosa um einleikan í hjúnabandinum, og so fara vit at tosa meira um, hví Gud sigur, at sex hoyrir hjúnabandinum til. Bei.

Skriva viðmerking