http://www.youtube.com/watch?v=saSxzy1ot_s

 

Menniskju hava altíð havt stóran áhuga fyri framtíðini. Hesin áhugin hevur skapað nógvar spurningar, so sum: Endar alt við deyðanum? Hvar eru tey deyðu? Hvat kunnu vit vita um Himmal og Helviti? Tað er ikki løgið, um tú hugsar soleiðis, tí Bíblian sigur, at hesir tankar koma frá Gudi (Præ.3,11)

“Alt hevur Hann gjørt vakurt á tíð síni, ja ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra.”

 Vit skulu fyrst av øllum kanna, hvat Bíblian sigur um hesar spurningar:

 .

Hvat verður av menniskjanum í deyðastundini?

Fyrst mugu vit minnast til, at menniskjað er ein trífaldað vera. Tað vil siga, at tað er samamsett av trimum pørtum – likam, anda og sál (1.Mós.2,7; 1.Tess.5,23). Vit kunnu síggja og nema við likamið, men ikki ber til at síggja og nema sála og anda. Við andanum kunnu vit kenna Gud ella hava Guds-medvitan. Við sálini hava vit sjálvs-medvitan og gjøgnum likamið er menniskjað ført fyri at hava heims-medvitan. Bert orð Guds, Bíblian, er ført fyri at skilja millum sál og anda (Hebr.4,12).

Í deyðastundini fara andi og sál burtur úr likaminum, og likamið verður jarðað.

Um likam hansara, sum doyr í Kristusi, verður sagt, at tað svevur (Áp.7,59-60; Áp.8,2). Meðan tað verður sagt um likam hins ófrelsta, at tað er deytt. Sálin og andin sova aldri. Er tann, sum doyr, frelstur fer andi og sál hansara til hitt gleðiríka og sæla plássið – Himmalin (2.Kor.5,8; Fil.1,21-23). Er tann, ið doyr ófrelstur, fer andi og sál hansara til staðið har sorg og straff valdar – Hades (deyðaríkið, sum er forstaðurin til Helviti, ið vit skulu umtala seinni). Í Lukasar evangeliium kap.16, vers 19-31 lærir Jesus greitt, at tey sum deyð eru, vita til sín. Eg vil viðmæla tær at seta tíð av at lesa hettar skriftstaðið.

 . 

Hvat vita vit um Helviti?

Vit hava júst sæð, at í deyðastundini fer andi og sál hins vantrúgvandi til deyðaríkið (Hades). Í deyðaríkinum kenna tey vantrúgvandi bæði straff og pínu (Luk.16,23-25). Sálin í deyðaríkinum verður umtalað í skriftini sum ein persónur, ið hevur bæði eygu, tungu, oyru, fingrar og minni. Øll, ið har eru, hava sítt fulla vit og kenslur, og eru var við alt, ið har fer fram.

Bíblian talar um eitt annað pínustað umframt deyðaríkið, og tað er Helviti – Eldsjógvurin. Táið dómurin av hinu vantrúgvandi (fortaptu) fer framvið hitt stóra hvíta hásætið, verða sálirnar í deyðaríkinum aftur sameintar við likam teirra, ið tá verða reist upp aftur úr gravunum. Tá skal Jesus fella hin endaliga dómin yvir tey gudleysu, og tey verða kastað í eldsjógvin, æviga bústað teirra fortaptu (Op.20,11-15). Hades ella deyðaríkið kann verða samanborið við býarfongslið á staðnum, meðan syndarin bíðar eftir sínum endaliga dómi. Men Eldsjógvurin ella Helviti er at meta við statsfongslið, har hin dømdi situr fyri lívstíð (allar ævir), og eingin sleppur út aftur haðani. Tá ið Jesus umtalar Helviti, tosaði Hann um ormin, sum ikki doyr, og eldin, sum ikki sløknar (Mar.9,43-48). Tað merkir, at tey við fullum viti lýða æviga pínu.

 .

Er straffin fyri synd ævig?

Skriftinar brúka orðini: “í aldur og allar ævir”, táið tær lýsa ræðuligu neyð teirra fortaptu (Op.14,11).

 

Kann Gud, sum er kærleiki, loyva nøkum menniskja at koma í Helvitið?

  • Gud vil ikki, at nakar skal fortapast. (Matt.18,14) Hann hevur útvegað alt, ið neyðugt er, fyri at menniskju kunnu verða frelst gjøgnum tað verk, sum Sonur Hansara gjørdi á Golgata krossi (Rómbr.5,6-8). Tann, ið vrakar Frelsaran og verk Hansara, kemur av egnum ávum í Helvitið.
  • Gud er kærleiki (1.Jóh.4,8). Men Hann er eisini heilagur og rættvísur (1.Pæt.1,16), og tí má straffa synd.
  • Vit drála ikki at fáa smittuberandi sjúklingar avbyrgdar og undir læknaviðgerð ella vandamiklar brotsmenn í fongsul og deyð menniskju jarða vit so skjótt sum møguligt. Slíkt er tó ikki prógv fyri, at okkum fattast kærleika. Tað er einfalt eitt tekin um skil, ordan og rættvísi.

Hvussu við teimum, ið ongantíð hava hoyrt evangeliið?

Tey eru fortapt eins og allir aðrir syndarar og bert Jesus kann frelsa tey. Hesi menniskju hava tó møguleikan at koma at kenna Gud. Tí Gud talar gjøgnum skapanarverk Sítt (Rómbr.1,20; Sálm.19,2) og til samvitsku teirra (Rómbr.2,15). Liva tey eftir tí ljósi, tey hava, fer Gud at geva teimum størri ljós. Les søguna um Kornelius í Áp. 10 og 11

 .

Hvat vita vit um Himmalin?

Skriftin lærir greitt, at øll tey, sum kenna Jesus Kristus og trúgva á tað verk Hann gjørdi fyri tey, eiga eina góða framtíð eftir deyðan í einum signaðum og eydnuríkum staði, sum eitur Himmalin.

Orðið Himmal er í skriftini nýtt í trimum ymiskum týdningum. Fyri tað fyrsta verður tað nýtt um himmalhválvið (1.Mós.1,8). Har næst um stjørnuhimmalin (1.Mós.1,17), og síðani er orðið nýtt um bústað Guds. Hettar kallar Paulus fyri “hin triðja Himmalin” og “Paradís” (2.Kor.12,2-4). Himmalin er altíð umtalaður sum nakað, ið ein fer “upp” til (Es.14,13-14).

 .

Vit vita, at Harrin Jesus er í Himlinum í dag!

Eftir uppreisn sína fór Hann upp til Himmals í uppreisnar likami sínum. Hann fór í sínum dýrdar likami inn í sjálvan Himmalin. Les Luk.24,38-39; Luk.24,51; 1.Pæt.3,23; Hebr.1,3.

 .

Ein stórur skari av trúgvandi er longu í Himlinum!

Tí táið ein trúgvandi doyr er hann “burtur úr likaminum – heima hjá Harrranum.” (2.Kor.5,8). Hesi trúgvandi liva í nærveru Jesusar, “sum er mangan, mangan betri.” (Fil.1,23)

Duga vit at ímynda okkum Himmalin?

Tey, ið hava skrivaðu Bíbliuna, innblást av Gudi, duga ikki at finna orð til at lýsa hetta fyri okkum. Í Opinberingini kap.21,10-27 roynir Jóhannes at siga okkum frá tí himmalska staðnum og nevnir grundvøllin, múrar, portur og gøtur staðarins, sum høvdu ósigiliga dýrd og vakurleika. Vit vita, at tað verður eingin sjúka, sorg, tár, pína ella deyði í hesum dýrdarríka stað (Op.21,4). Men tað, sum ber av øllum, er tað at Harrin Jesus er sjálvur har. Tey trúgvandi vera æviga eydnurík og sæl í samveru Hansara.

 .

Ert tú til reiðar at møta Gudi tínum?

Tú veitst ikki, nær tú skalt doyggja, ella nær Jesus kemur aftur, tí er tað so týdningarmikið, at tú ert til reiðar at møta Gudi.

Jesus brúkar eitt líknilsi fyri at lýsa munin á teimum, sum eru til reiðar, og teimum, sum ikki eru til reiðar. Les Matt.25,1-3.

 “Tit vita jú hvørki dagin ella tíman,” sigur Jesus.

Tí mást tú vera til reiðar eins og hesar fimm moyggjarnar, sum høvdu nóg mikið av olju í lampunum, og ikki vera ein dári sum hinar fimm, sum fóru at leita og vilja lænu olju, tá ið ov seint var hjá hesum himm, at Jesus má siga við teg, tann dag, tú møtir Honum: “Eg kenni teg ikki.”

 .

Kom til Jesus í dag!

Í einum av teimum síðstu versunum í Bíbliuni stendur henda innbjóðingin til tín og sjálvt um hon er skrivað fyri næstan 2000 árum síðani, er hon galdandi enn í dag (Op.22,17):

“Andin og brúðurin siga: “Kom!” Tann, ið hoyrir, sigi “Kom!” Tann, ið tystir, Komi! Og tann, ið vil, taki vatn lívins fyri einki!”

Vilt tú?

 .

“Hann er eingin dári, sum sleppur tí, hann ikki kann vinna, fyri at vinna tað, hann ikki hann missa.” – Jim Elliot.

 .

Jesus hevur goldið og bílagt tær ein ferðaseðil til Himmals, tekur tú ímóti honum ella vrakar tú Hann, og velur at halda á í tokinum/flogfarinum, ið ferðast til Helviti?

Skriva viðmerking