Hey vinir!
Eg havi hugsa nógv um, hvat eg skal hava um hesa vikuna. Eg fekk ein spurning sendan inn um happing ella haters í summar. Og eg haldi tað er so viðkomandi nú.
Hesa vikuna hava nógv av tykkum sæð keðiligar kommintarir, sum eg havi fingið á ymsu miðlunum. Og, eg haldi tað er als ikki nakað at skammast við. Eg havi valt ikki at sletta kommintarir, so tey, sum skriva hava ábyrgd av tí tey skriva. Men tað kemur fyri at menniskju síggja at tað tey skriva ikki er langt úti, so nógv sum skriva sletta kommintarirnar sjálvi. Tað er faktiskt nokkso stuttligt at síggja, at fólk broyta meining.
Men fólk spyrja, Dina, hvussu gert tú? Tit spyrja uttan iva, tí tit hava upplivað at verið særd av menniskjum. Særd av vinum, trúgvandi vinum, familju og kanska enntá fólkum, sum tit ikki ein gongd kenna. Løgið nokk, haldi eg, at eg kenni ikki eingongd hesi fólkini, sum skriva keðiligar kommintarir. Men eg haldi tað sigur mega nógv. Tey sum kenna meg veruliga, práta við áhuga um míni sjónarmið, sum eru annaðleiðis enn teirra.
Men eg haldi tað botnar í, at tað menniskju siga ella skriva ímóti mær, gera tey ikki móti mær, men í uppreistur móti Gudi. Tey hata ikki meg, men tey hata Gud.
Hetta er ikki fyrstu ferð, eg havi upplivað hetta. Tá eg var yngri og gekk í fólkaskúla, so var eg rættiliga illa viðfarin bæði munnliga men eisini skrivliga yvir netið, og eg endaði faktiskt við at skifta skúla. Gjøgnum tað tíðina, sum var umleið 3 ár, lærdi eg nøkur sera umráðandi ting, sum vóru gullverd. Eg fekk nøkur amboð í lívsins-tasku, sum eg brúki enn í dag.
- Eitt tað fyrsta eg lærdi var, at eg kendi mítt virði, sum er í Gudi. Gud hevði skapt meg og var deyður fyri meg. Náði Guds gav mær virðið mítt. Mín familja kendi meg, og tey vistu hvat var satt og ósatt, sum menniskju søgdu um meg. At enda, so legði eg einki í, hvat onnur menniskju søgdu, tí eg visti hvør eg var. So eg bleiv immun fyri keðiligum kommintarum. Og mínir sannu vinir, kendu meg so væl, at teir vistu, nær okkurt slatur var ósatt um meg. Tit sum kenna meg vita, hvat er satt og ósatt, sum onnur menniskju siga um meg, og tað er upp til tykkum at taka støðu til slatur.
- So lærdi eg, at Jesus hevði upplivað júst tað sama sum eg. Bara verri. Jesus, sum syndaði ongantíð, hjálpti menniskjum var hataður. Hann hevði nøkur fullkomiliga annaðleiðis sjónarmið, sum ikki samsvaraðu við tað menniskju tá hildu. Vit síggja tað í, hvussu farisearnir reagera, hvussu teir hata hann og leggja ráð um fella hann og at enda drepa hann. Tá eg hevði tað ringt, og onnur fóru illa við mær, so læs eg nógv í Bíbliuni. Eg fann troyst í Bíbliuni, og eitt vers, sum eg elskaði tá var: Jóh.15,18-20b. Og eg visti, at hetta, sum Jesus segði tá, var til mín.
- Gjøgnum hesa tíðina, eg bleiv illa viðfarin, so bleiv eg sterkari. Og aftaná lærdi at síggja virði í nøkrum øðrum tingum. Eg tordi at standa einsamøll. Eg tordi at fara ímóti streyminum. Tað merki, at forsvara onnur, sum blivu illa viðfarin. Eg tordi at vera vinur teirra, sum ongan høvdu. Eg tordi at fara yvir og tosa við fremmand og skapa nýggj vinabond. Eg setti prís uppá daglig dagin og kundi smílast meira enn áður.
- Tá man blívur illa viðfarin, so blívur man særdur og illur, og man vil forsvara seg og hevna seg. Hetta skapar eina serliga orku. Hendan orkan verður ofta vend aftur ímóti teimum sum happa í form av hevnd. Men eg lærdi, at man kann brúka orkuna annaleiðis. Tú kanst brúka orkuna fornuftina og uppbyggja teg sjálvan, uttan at hevna teg aftur. So tá eg gekk í fólkaskúla, so fór eg at renna. Eg trenaði nógv og fór til kappingar. So eg trenaði hart og uppbyggdi meg sjálva við hesi orkuna. Síðstu vikurnar nú, tá menniskju hava sagt særandi ting, so havi eg valt at lagt orkuna í at rudda. So tá eg eri blivin kedd ella ill, so eri eg farin at rudda. Rudda, vaska og mála kamarið. Eg fór eisini í kallaran at rudda. Og tað góða við hesum er, at tú kanst brúka orkuna fornuftugt og lurta eftir einari talu, eini bók ella tónleiki. Aftaná, so síggi eg eisini eina framgongd. Eg síggi at kamarið er vorðið penari, reinari og eg kann njóta tað. So við hesum taki eg tað negativu orkuna og skapti nakað positivt, sum ger meg glaða. Og við at rudda kallaran havi eg eisini kunna glett mammu. Og við at rudda, so hava hini í húsinum eisini knappliga fingið hug at rudda. Nú er ein møguleiki bara at rudda ella renna. Men tit kunnu gera okkurt annað, sum gleðir tykkum. Og kanska hetta, um tað er tónleikur, at mála ella okkurt annað, so kunnu tit gev øðrum íblástur. Eitt fantastiskt vit lesa um er Pætur og hinar ápostlarnar. Teir vóru settir í fangahús og vóru loystir aftur. Teir fóru við tað sama í templi at fortelja menniskjum um Jesus. Gjøgnum teirra forfylging vóru teir meira motiveraðir at fortelja menniskjum um Jesus (Áp.5,25-29; 5,40-42).
.
Eg havi lært at flestu menniskju kunnu fara illa við okkum av nøkrum orsøkum.
- Tí tey hata Gud. Tey eru bittur inn á Gud. (2.Tim.3,12; Matt.5,10-14)
- So fara menniskju illa við okkum, tí tey eru øvundsjúk. Tey ynskja at hava frið og eitt nøgdsemi, sum tú hevur. Ístaðin fyri at spyrja um hjálp at fáa frið og nøgdsemi í Gudi, so velja tey heldur at royna at oyða æviga friðin, sum tú hevur. Vit lesa um Saul í ápostlasøguni, sum lá eftir samkomu Guds, men Gud kallaði á hann og hann vendi við og var fullkomiliga broyttur (Áp.9)
- Menniskju kunnu eisini fara ilal við okkum, tí tey duga ikki at skapa vinabond. Einasti mátin nógv duga at fáa vinir uppá er við at gera gjøldur burturúr øðrum og spotta onnur. Tá man ger hetta er man ómetaliga veikur. Hetta er tó ómetaliga menniskjaligt, nógv vaksin fólk gera hetta. Men tað besta man kann gera, er at læra seg at knýta vinabond við at vera vinaligur. Og vera stuttligur við sunnum humørið, sum ikki niðurgerð onnur mennsikju. Tú kanst kanska skemta um teg sjálvan, ella onkra hending. Og tá tú gert hetta, vinnur tú eisini álitið hjá øðrum menniskjum.
So tit menniskju, tey kunnu hata okkum av ymsum orsøkum ella av ongari orsøk. Vit lesa ofta í sálmunum, at menniskju hata okkum uttan grund. Leita tit eftir orðunum “uttan grund” so finna tit nógv vers. (Sálm. 69,5).
.
Men vinir, vit kunnu gera av, hvat vit gera. Vit bestemma ikki hvat onnur siga ella gera, men vit bestemma, hvussu vit reagera. Eg haldi tað týdningarmesta er at festa sína grund á Jesus. Les Bíbliuna, finn troyst hjá Gudi, tá tú ert særd. Les t.d. sálmarnar (Sálm. 74), orðtøkini og Jóhannes 15. Minst til at Gud er sterkari, og at Hann skal hevna Seg, ikki tú (Róm.12,19). So gevið vreiðini rúm, ruddi kamarið, málið, teknið, spælið tónleik, rennið ein túr. Gevið vreiðini rúm og skapi nakað ígjøgnum sorgina, sum tit kunnu glaðast um seinni.
Eisini so haldi eg tað besta, vit kunnu gera er at elska okkara fíggindar við einum apagé kærleika. Um tit ikki hava sæð videoini um ymsu kærleikarnar, so trýsti her: