Vit siga og syngja ofta, at “Gud er mín styrki og borg..” Men hvat merkir hetta veruliga, at Gud er okkara styrki, og at “alt eru vit ment í Honum?”
Eitt kvøldið, sum eg sat við songarstokkin, mátti eg suffandi viðurkenna, at eg var so móð. Ikki “sovi-móð” men likamliga og andaliga móð. Eg suffaði til Gud í bøn um, hvussu veika og máttleysa eg kendi meg. Eg hevði nátt til endan av mínari egnu megi. Eg hevði lítið og einki tol við øðrum. Eg var móð av arbeið, skúla og enntá at lesa Bíbliuna, biðja og fara á møti. Eg visti mær ongan annan útveg enn at siga hetta við Gud og biðja Hann geva mær styrki. Tað tyktist so flovisligt, ikki at kunna bera Gudi nakað fram, annað enn suff, byrðar og tár. Men eg hevði einki annað og Gud var mín einasta vón.
– Men tað stendur: “HARRIN er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta, Hann frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda.” (Sálm.34:19) –
Og hetta broytti alt, tí eg royndi ikki longur sjálv at stríðast í mínari egnu megi, nei eg vendi mær til Gud í bøn og byrjaði nú dagin eftir í Hansara styrki…
.
-.*•.- GUDS UMSORGAN -.*•.-
Tá Ísrael fekk hetta lyftið í Es.40:29, so vóru tey útkoyrd av mótgongd. Tey høvdu liva í útlegd (burtur frá teirra heimlandi) í Bábylon í mong, mong ár. Tey hildu, at Gud ikki kundi hjálpa teimum í teirra neyð ella ikki legði í. (Isa. 40:27). Tey vóru móð og tyngd av umstøðunum í lívinum og vóru ikki bara veik andaliga, men likamliga við. Hvussu kundi tey halda á?
Esaias svaraði teimum: “Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað? – at HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er. Hann møðist ikki, Hann verður ikki máttleysur, vit Hansara er órannsakiligt.” (Es. 40:28)
Hetta eru góð orð hjá teimum troyttu at hoyra: “Tú kanst møðast, men Gud møðist ikki. Hann er ein botnleys kelda við styrki og Hann gevur gávumilt frá Sær av Síni styrki.”
Hetta er Gud Ísraels og Gud okkara, sum trúgva. Hann er ævigt sterkur og møðist ongantíð. Hann er ein, sum elskar at hjálpa veikum og troyttum fólkum.
Hetta vísir okkum, at um vit halda, at Gud er ov stórur at hugsa um okkum, so avmarka vit í veruleikanum Gud og trúgva Hann er minni, enn Hann veruliga er. Guds styrki merkir ikki einans, at Hann er sterkur, men at Hann er sterkur fyri okkum. Guds megi og æra er ikki bara í tí, at Hann hevur megi, men at Hann elskar at brúka hana at hjálpa teimum, ið tørva tað. – Gud er ikki for stórir at leggja í, Hann er for stórur ikki at leggja í.
.
-.*•.- GUDS STYRKI -.*•.-
Í okkara máttloysi, hvussu fáa vit hesa styrki? Kanska tú hugsar, at Isaias bað ísrael: hvíla likami væl, sova 8 tímar, venja likami, eta væl osv. Hóast hatta eru alt Gud givnar keldur til likamliga vælveru og styrki, so gevur hetta okkum ikki tí djúpastu styrkina, sum vit hava tørv á. Esaias sigur, “Unglingar møðast og verða máttleysir, ungir menn noyðast at lúta.” (Es. 40:30) Tvs. enntá fólk í bestu árum møðast, og okkum tørvar Ein, sum er sterkari enn vit.
Hvussu fáa vit hesa styrki? Svarið hjá Esaias er: “Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft…” Tvs. Ikki tey, sum arbeiða hart fyri Harran, nei, tey sum bíða eftir Honum. Tað snýr seg ikki um, at vit arbeiða hart fyri Gud og biðja Hann orna reyst. Nei, tað er her vit viðurkenna, at vit hava ikki kraftina okkum tørvar. Vit viðurkenna, at okkum tørvar styrkina, sum bara Hann kann geva, og so bíða vit. Ikki, at vit hyggja at klokkuni og trumla fingrar, men at vit hyggja upp til Gud, sum virkar alt okkum til góða. (Hebr.12)
.
-.*•.- VEND TÍTT EYGA -.*•.-
Sum kristin, so venda vit okkara eygu á Jesus, Hann sum segði: “Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu! (Matt. 11:28)
Hann bar okkara synd og dóm upp á krossin. Hann reis aftur og sendi sín Heilaga Anda at geva okkum megi og styrki í okkara veikleika. Nú eru okkara eygu vend til Hansara, at Hann ger sítt arbeið í okkum. Og í síðsta enda, so síggja vit fram til tann dag, tá Jesus kemur aftur eftir okkum, sum trúgva, at taka okkum heim til Himmals. Har verður eingin nátt, eingin sorg, eingin pína. Vit fara ikki at vera troytt aftur og missa móti, tí tá vera vit har, sum Jesus er og alt, sum troyttar, tyngir og særir er ikki meir.