http://www.youtube.com/watch?v=gJKDJxWeZvE

 

Bíblian lærir, at í byrjanini var bara Gud. Ongar urtir, eingi djór, ella menniskju. Eingin jørð, máni ella sól. Eingir aðrir gudar. Einki. Í byrjanini var bert Gud.
(Sálm.90:2Es.45:5Esaias 43:10)

 

Bíblian roynir ikki at prógva, at Gud er til. Tilvera Hansara er ein veruleiki, sum er sjálvsagt sambært Bíbliuni (Sálm.14,1). Fyrsta versið í Bíbliuni er eitt dømi um hettar: 

“Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.” (1.Mós.1,1).

Tilvera Guds er sett fram sum ein veruleiki. Hóast hettar so, finna vit tó ávís sannførandi prógv uttanfyri Bíbliuna um tilveru Guds.

  • Menniskja hevur ein tørv at trúgva uppá eina hægri/mætari veru.
  • Skapanin má hava ein Skapara. Tí tað, sum er til, er ikki vorðið til av ongum.
  • Tað undrunarverda handaverk, sum vit síggja í tí sum er til, sigur frá einum guddómligum byggimeistara.
  • Við tað, at menniskjað er ein hugsandi, siðmentur skapningur, má Skapari menniskjans vera ein nógv hægri Vera. Hetta er sjálvsagt. (Hvat lærir Bíblian – Emmaus Bíbliuskeið).

.

Vit lesa í Sálmi 8, um hvussu Dávid undrast á veru Guds. Bíblian lærir, at Gud skapti alt tað, vit síggja, og alt tað, vit ikki síggja. Eitt tað fyrsta Gud skapti var einglar. Vit síggja ikki einglar, eins og vit heldur ikki síggja Gud. Gud og einglar eru andar. Andar eru sum menniskju, men hava ikki likam við vøddum og beinagrind. Einglarnir vóru skaptir at vera serligu boðberar Guds. Men hóast Gud er andi, so kann Hann opinbera seg fyri menniskjum í sjónligum líki. Í Jesusi kom Gud inn í heimin í likami. (Jóh.4:24Hebr.1:14Sálm.103:20-21; Jóh.1:14-18Kol.1:15Hebr.1:13)

.

Gud, sum er andi, er ein persónur. Hann hevur persónligar eginleikar (2.Mós.3,14 og Matt.11,25), so sum

.

Gud er ein gud (1.Tim.2,5). Samtíðis er Gud sum tríggir persónar (Tríeindin). Bíblian lærir at tað eru tríggir persónar í guddóminum – Faðir, Sonur og Heilagi Andi. Hetta kunnu vit ikki fata. Mær dámar at hugsa um tað sum soleiðis, at Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin, fyri at skilja tað, allir eru fótbóltsleikarar á einum ávísum liði. Teir eru 3, men 1 lið, við einum endamálið, einum arbeiði, einum hjarta. Men hettar lýsir ikki stórleika Guds. Tískil er “rúmd” ein betur mynd at taka. Rúmd er býtt upp í longd, breidd og hædd. Tekur tú eitt av hesum trimum liðunum frá so smellur tað sama. Hevur tú eitt hús uttan hædd, so smellir tað saman. Soleiðis er eisini við Gudi. Hann er Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin. Allir eru saman, allir eru bundnir at hvørjum øðrum. Allir eru ein eind. (Matt.3,16-17Matt.28:192.Kor.13:13Róm.1:7Hebr.1:8Áp.5,3-4)

.

Vit lesa nógv meira um GUD í Bíbliuni og undir nógvum ymiskum nøvnum. Tá vit lesa um Hann sum Skapara verður Hann kallaður Elohim á hebraiskum. Hini nøvnini eru:

  • EL Roi – Sum sær
  • Jehova – Rættvísi
  • Adon – HARRI
  • El – Gud
  • El Sjaddaj – Hin Alvaldi
  • Jah – Hann er
  • Jehova Roi – Harrin er hirði mín (Sálm.23,1)

Í føroysku Bíbliunum verður hetta oftast umsett til Gud ella HARRIN. Hesi nøvn lýsa ymiskar síður av Gudi – hvør Hann er, og hvussu Hann virkar. T.d. so hevur pápi tín eitt navn, kanska Jens, men tú kallar hann eisini pápi.

.

Tað er torført at definera Gud. Hin besti hátturin er at vísa á hvussu Gud er á lyndi ella eyðkenni Guds. Nøvnini í Bíbliuni boða eisini frá eginleikum Guds.

Hann hevur hesar eginleikarnar:

  1. Gud er allastaðni. Tað vil siga, at Gud kann vera allastaðni samstundis. (Jer.23,24)
  2. Gud veit alt (alvísur). Hann kennir hvørja hugsan og gerð menniskjans. Hann veit alt, sum fer fram í nátúruni, sjálvt táið ein spurvur doyr og hvussu nógv hár tú hevur á høvdinum júst nú. (Orð.15:3Matt.10:29-30)
  3. Gud kann alt (almáttugur). Hann hevur alla makt. Tað er einki Honum ómøguligt. Hann skapti universið og stjørnurnar. Hann skapti matin, luftina vit anda, vatnið vit drekka. Gud kundi havt gjørt blómurnar svartar og hvítar, men Hann valdi at gera tær við alskyns litum til okkum at njóta. Gud skapti alt, og Hann eigur alt, Hann hevur gjørt. Og tá Gud skapti, so skapti Hann alt fullkomið. Tá vit siga okkurt er fullkomið, meina vit, at einki er í ólagið og alt er gott. (Matt.19,26; Luk.1,371.Mós.18:141.Tim.6:17)
  4. Gud er ævigur. Hann hevði onga byrjan og fær ongan enda. Akkurát sum ein gull-gifti-ringur, har tú ikki finnur endan ella byrjanina. (Sálm.90,22.Mós.3,14)
  5. Gud broytist ikki. Gud er uttanfyri tíð, støð og umstøður og broytist tí ikki. Hvør tryggleiki! (Mal.3.6Ják.1:17)
  6. Gud er heilagur. Hann er fullkomiliga reinur og uttan synd. Gud hatar synd og elskar hitt góða. Hann má halda seg atskildan frá syndarum og straffa synd. (Orð.15:9Orð.15:26Es.59:1-2)
  7. Gud er rættvísur. Alt, ið Hann ger, er rætt og rættvíst. Hann uppfyllir og heldur øll lyfti síni. (Sálm.119:137)
  8. Gud er kærleiki. Hóast Gud hatar synd, elskar Hann tó syndaran. (Jóh.3:16)

Hvat er tað gott at hava ein GUD, sum er ævigur og broytist ikki. Ein Gud sum hevur skapt okkum og gleðist um tað. Ein Gud, sum veit alt, og sum tí kann døma rættvíst. Ein Gud, sum kann alt, eisini bjarga okkum úr ringastu neyð. Ein Gud, sum er allastaðni og tí ongantíð langt burtur, tá ið vit venda okkum til Hansara. Ein Gud sum kennir teg 100%, og veit hví og hvat tú hugsar og følir. Hann skilir teg sjálvt, tá tú ikki skilir teg sjálvan.

Skriva viðmerking