Nógv hevur verið tosað um grøðing í síðstuni, serliga í sjónvarpinum. Tí hugsaði eg at taka evni upp. Hvat er grøðing, sambært Bíbliuni og hvar kunnu vit síggja grøðing í dag?

Bíblian tosar nógv um grøðing ígjøgnum Jesus Kristus og trúgv á Gud. Gud er mentur at veita okkum andaliga, sálarliga og likamliga grøðing. Hann ynskir at gera tað fyri teg.

Tá tú ert yvirfloymdur av heilsu trupulleikum, ringum nýggjheitum, trupulleikum í parlagi ella hjúnabandi, so kann Guds orð, Bíblian, vera keldan til hjálp! Ikki geva upp. Guds lyftir eru stór og rík, og tey kunnu vit hvíla í og líta á, fyri okkara framtíð. Eg fari at tosa um grøðing, sum vónandi kann vísa tær á, hvat Gud er mentur at gera. Eisini í tínum lívið, tí Gud er ein persónligur Gud.

.

Orðið grøðing kann tykjast fremmant. Men tað kann eisini umsetast sum heilsubót, lekidómur og ‘at gerast frískur’. Á donskum er orðið “helbredelse” og á enskum er orðið: cure, healing og recovery.

 

Vit fara at tosa um andaliga, sálarliga og likamliga grøðing og um skeptikarar av likamligari grøðing, sum m.a. Derren Brown.

..

Fyrst fari eg at tosa um tað, sum eg trúgvi, Gud leggur størst dent á í Bíbliuni – nevnilig andalig grøðing ella frelsa!

 

 

Andalig grøðing – frelsa:

Jesus gjørdi mong undur, ið vóru sjónlig fyri manna eygum. Tá hann grøddi menniskju likamliga, segði hann ofta hesi orð:

Likamliga grøðingin Jesus gjørdi, var ein mynd av eini størri grøðing, ið hendi innan í, tá hesi menniskjuni valdu at trúgva á Jesus. Jesus vísti, at eins væl, sum hann hevði mátt at grøða, so hevði hann eisini mátt at fyrigeva synd. Líka so væl sum ein grøðing fór fram uttaná (tann sjónliga likamliga), so fór ein grøðing fram innan í (tann ósjónliga andaliga).

Vit lesa nevniliga frá (Es.53:5-6), at Jesus Messias, kom at doyggja fyri okkara synd og geva okkum grøðing frá synd. Ella fyrigeving frá synd.

 

Vit kunnu spyrja: Hví grøddi Jesus mennikju og gjørdi undur? Hví fyrigav Hann teimum ikki bara syndirnar?  Svarið fáa vit í (Jóh.15:22-25, v.24). 

Ein stórur partur av undrunum og grøðingunum. Jesus gjørdi var nevniliga fyri at prógva, at hann var Gud! At hann var Messias! (Es.35:5-6).

..

 

Andalig og sálarlig grøðing

Synd, misbrúk, vanrøkt, avvísing og svik elva øll til stóra kensluliga og andaliga pínu, sum ger líka nógvan skaða og pínu, sum likamlig sjúka. Gud, okkara Lækni, kann fullkomiliga lekja okkara hjørtu og binda um okkara sár og gera okkum heil. Andalig og kenslulig grøðing er ofta ein gongd, ið er bundið at at vit eru virkin. Tvs. at vit opna okkara hjarta fyri Gudi í bøn, og lata Hann arbeiða í okkara lívi ígjøgnum sítt Orð, Bíbliuna.

Har eru nógv góð vers, ið kunnu leiða okkum móti fullkomnari grøðing. Eitt ómetaliga gott, at skriva bønir út frá hesum versunum og læra seg at biðja versini. Her eru nøkur

(Orð.4:22-23; Orð.7:24-26; Præd.3:1-8; Es.33:2 1.Pæt.2:24; Jóh.14:27; Matt.11:28-30; Es.40:29; 1.Kor.10:13)

 

Sálmarnir eru eitt savn av neyðrópum, tárum, bønum og lovprísan. Yrkjarnir av sálmunum upplivdu stríð, hjartasorg og ótta. Hendan samlingin av troystandi versum vil hjálpa tær ímóti einari heilari grøðing. Tað er so gott at lesa, tá man stríðist:

(Sálm.107:19-21; Sálm.30:2; Sálm.34:17-22; Sálm.103:2-4; Sálm.6:2; Sálm.41:2-4; Sálm.147:3; Sálm.23; Sálm.30:10-11; Sálm.73:26)

 

 

Likamlig grøðing:

Hvat siga skeptikarar?

Í stórum samkomum í USA eru nógvar samkomur og kirkjur, ið vinna nógvan pening á grøðingar møtum. Nógv sokalla “grøða”, motiverað av peningakærleika. Her eiga vit trúgvandi at vera ógvuliga varðin, og kanna eftir, hvat bíblian sigur. Har eru nógvir villeiðarar í samkomun, sum Bíblian fer eftir fer ávarðar ímóti. 

Ein skeptikari, ið Heini vísti í Gud signi Føroyar, er Derren Brown. Tit kunnu hyggja at hansara videoum á Youtube. Hann kritiserar tí kendu “bein-vøkstur-grøðingina”, sum eisini var at síggja í Gud signi Føroyar. Her má eg persónliga viðganga, at eg eri ógvuliga skeptiskt viðvíkjandi hesi “bein-vøkstur-grøðing” og teimum, ið nýta hesa metodu. Eg eri samd við Derren Brown. Serliga, tí bíblian ikki tosar um um bein, sum eru for lítil og sum so vaksa. Hetta merkir als ikki at Gud ikki kann grøða. Tí Bíblian tosar um, at okkara skylda er at biðja fyri menniskjum, og gevur lyftið um, at bønin kann hjálpa hinum sjúka. (Ják.5:14-15)

 

Hvat sigur Bíblian?

Tað er eyðsæð bæði í Gamla og Nýggja Testamenti, at Gud hevur kraft at grøða okkara likam.

Likamlig sjúka, hendir vanliga ikki orsakað av okkara syndum (Jóh.9:3). Tað er ongantíð rætt at siga við ein, tú ert sjúkur, orsaka av tíni synd. Hetta gjørdu vinir Jobs, og teir høvdu skeivt. Sjúk og veik fólk tørva troyst, forbøn og orð Guds.

Grøðing hevur einki at gera við, hvussu stóra ella lítla trúgv hin sjúki hevur. Jesus sigur: “Høvdu tit trúgv, sum eitt sinnopskorn…” (Luk.17:6). Tað er tí ongantíð rætt at siga við nakran, at viðkomandi hevur ov lítla trúgv. Gud kann gera undur, eisini tá okkara trúgv er lítil og ivandi. Undur Gud henda ikki av okkara trúgv, men av Hansara vilja, fyriætlan og máttmiklu hond. At siga, at onkur hevur ov lítla trúgv, kann gera ómetaliga stóran skaða í lívinum hjá einum menniskja. Hesin málburður er tí óhóskandi. Sjúk og veik fólk tørva troyst.

 

Tað er eingin ivi, at Gud kann grøða okkara likam enn í dag. Gud kann eisini gera hetta, á ymiskar mátar.

Gud hevur givið okkum vísdóm, vit og læknar til at grøða okkum og hjálpa okkum við sjúku og pínu. Gud kann leiða teir í tí teir gera. Gud kann grøða okkum gjøgnum heilivág, kostætlanir og venjing. Vit lesa nevniliga at “øll góð gáva er frá Gudi” (Ják.1,17). Eg havi sjálv m.a. glutenallergi, og umlegging av kosti, var grøðing fyri mítt likam, og tað pínu eg hevði í búkinum. Hetta er kanska meira tað vit kunnu kalla vanligar ella nátúrligar grøðingar, sum henda í daglig degnum, uttan vit varnast tað. Men tað er líka væl og stór grøðing fyri tað.

Vit lesa nevniliga at, at gerast frískur frá sjúkur er grøðing. Fleiri av okkum hava verið ógvuliga sjúk av virusinum, ið hevur verið og ikki øll blivu frísk, nøkur eldri fólk doyðu. (Es.38:1; Fil.2,26-27)

.

Seinna slagið av grøðing er, tað í vit í dag kalla “undur”. Okkurt, sum hendir, sum ikki annars vildi hent. Fleiri dømi eru um mennsikju í Bíbliuni, nøkur, sum vóru grødd og onnur ikki. Hví, vita vit ikki.

  • Nøkur fólk, sum vóru grødd: Na’aman í Gamla testamenti (2.Kong.5); Jesus grøddi fleiri menniskju í NT.
  • Nøkur fólk, sum ikki vóru likamliga grødd: Paulusí NT (Gal.4:13-14); Timoteus (1.Tim.5:23); Trofimus (2.Tim.4:20)

Nøkur vers, sum tosa um grøðing: (Jer.17:14; Ják.5:14-15; 2.Mós.15:26; 2.mós.23:25; Es.41:10; Es.53:4-5; Jer.30:17; 5.Mós.32:39; 2.Krøn.7:14-15; Es.38:16-17; Es.57:18-19; Jer.33:6; 3.Jóh.1:2; Fil.4:19; Op.21:4)

 

 

 

Tá vit eru likamliga sjúk. So kann Gud grøða okkum uppá tríggjar mátar:

  1. Gud kann grøða okkara sál og anda. Tvs. Lata okkum vaksa andaliga og geva okkum styrki og tol at halda sjúkuna og pínuna út. Hann kanska enntá letur okkum verða Hansara vitni ígjøgnum sjúkuna ella veikleikan. Tá vit hyggja við Guds eygum, so hevur henda grøðingin ella andaligi vøksturin eitt ævigt virði.
  2. Síðani kann Gud grøða okkum likamliga. Á ein hátt er hetta ein fyribils loysn, tí vit kunnu ongantíð vera fullkomiliga grødd her á jørðini. Uppá eitt tíðspunkt koma vit aftur at líða av sjúku, virusum, veikleika ella elli.
  3. Síðani kann Gud grøða okkum fullkomiliga, tvs. taka okkum heim til himmals. Hetta er fullkomin grøðing, tí tá eru vit burtur frá allari pínu, synd, sjúku og sorg. (5.Mós.32:39Job.1:21Op.21:4) Vit kunnu tí siga, at tað versta, sum kann henda einum trúgvandi, at hann doyr, er í veruleikanum tað besta. Paulus sigur nevniliga, deyðin er honum vinningur (Fil.1:21)

 

Tá vit biðja

Sambart Bíbliuni, eiga vit at biðja fyri hvørjum øðrum, tá vit eru sjúk. Men vit eiga eisini at vera opin fyri, at Gud nevniliga kann brúka okkum í okkara veikleikum og sjúkum at vísa Hansara trúfesti. Eg fari at lesa trý vers og síðani biðja eina bøn:

Ják.5:14-15: Vit eiga at biðja fyri felagstrúgvandi sum líða. Vit hava lyfti um at bønin skal hjálpa. Her stendur ikki grøða, men hjálpa. Tvs.  kanska tey vera grødd ella Gud hevur teimum tol og úthaldni.

 2.Kor.12:7-10: Vit síggja her, at Paulus biður ikki bara einaferð, men 3 ferðir um at Gud má taka veikleikan frá honum. Gud ger tað ikki. Men ígjøgnum bøn og rannsakan, sær Paulus, at Gud hevur givið honum henda veikleikan, so Paulus kann vera til størri æru fyri Gud.

 Luk.22:42: Vit síggja her, at Jesus biður Gud um at sleppa undan kalikinum. Sama kunnu vit biðja, men vit eiga eisini at biðja Guds vilja ráða og ikki okkara.

 

Mirjam – grøðing

Fólk hava nógvar ymiskar meiningar um grøðing. Tey, sum ikki kenna Gud, trúgva ofta ikki uppá grøðing, meðan tey, sum kenna Gud og hava uppliva Hann, trúgva at Gud enn í dag er mentur at grøða, tí Hann er tann sami. Og so eru tað nøkur kristin sum trúgva, at øll skulu blíva grødd, og um tey so ikki blíva tað, so er tað bert vegna mangul uppá trúgv. Við øðrum orðum: tað er teirra skyld, at tey ikki blivu grødd.

Eg eri sjúk og havi eina nervasjúku. Eg havi tríggjar ferðir uppliva ringa nervapínu (nervabetændilsi) sum er sera trupult – um ikki ómøguligt – at fáa burtur við pínulindrandi. So havi eg havt dubult sjón í tríggjar mánaðir, havt trupult við at gingið, nervanir til mína urinbløðru eru ávirkaði sum ger, at eg ikki kann tøma hana sum vanlig fólk, og so havi eg í yvir 1 ár til dagligt uppliva rystingar í mínum musklum og niðursetta kraft. Tó klári eg at ganga og fungera uttan trupulleikar, og eg eri byrja í skúla aftur aftaná at verið sjúkramelda í næstan eitt ár.

Tá eg bleiv sjúk, hugsaði eg: ”Hvat havi eg gjørt? straffar Gud meg fyri mínar syndir? hví hendir hetta?”. Fólk hava biðjið fyri mær, og eg havi trúð, at eg var grødd, inntil eg so aftur upplivdi trupulleikar við mínum nervum. Og tá hugsaði eg: ”Hví eri eg ikki grødd? var mín trúgv ov lítil?”.

. . .

Vit menniskir kenna ikki Guds vilja, og vit fara ikki at skilja alt tað sum hendir í lívi okkara. Tað kann sýnast órættvíst, at fólk blíva sjúk og doyggja, men vit mugu minnast til, at Gud er ein góður Gud, hóast ting henda, sum vit ikki halda eru góð. Hann er mentur at hjálpa okkum ígjøgnum okkara pínu og sorg.

Eg trúgvi, at Gud er mentur at grøða meg, og eg trúgvi, at Hann fer at gera tað, um tað er Hansara vilji. Men mítt lív snýr seg ikki um, at eg skal hava tað gott, og at eg skal blíva grødd. Nei, mítt lívsendamál er at vera eitt ljós fyri Gud, og at menniskjir ígjøgnum mítt lív skulu síggja Gud og Hansara góðleika. Um Gud ikki fer at grøða meg, tí Hann ynskir at virka ígjøgnum mínir trupulleikar, so ynski eg heldur ikki at verða grødd. Eg trúgvi, at Gud er førur fyri at brúka tey óperfektu tingini í okkara lívið, og gera tað um til nakað vakurt.

Gud hevur ikki lova okkum eitt perfekt lív uttan sjúku og sorg, men Hann hevur lova at lyfta okkum upp og at skína ígjøgnum okkum, UM vit halda okkum nær til Hann. Ekta lívsgleði kemur ikki av at hava eitt perfekt lív uttan trupulleikar, men eina við at vera nær Gudi. Tískil kunnu vit eisini hava stóra lívsgleði, hóast vit uppliva trupulleikar og pínu – Gud er okkum nóg mikið!

 

Bøn

Harri hjálp okkum í okkara sjúku og veikleikum. Harri vit biðja um at tú mást grøða okkum andaliga, sálarliga ella kensluliga og likamliga. Men Harri veri ikki vilji okkara, men vilji tín. Harri vit biðja, at tú mást taka henda veikleikan ella sjúkuna frá okkum, men veri ikki vilji okkara, men vilji tín. Harri hjálp okkum at seta teg høgt og dýrmeta teg í okkara lívið, eisini í okkara veikleika, sjúku og sváru tíðum. Harri hjálp okkum, at okkara størsta ynski ikki má vera at blíva grødd. Men at okkara størsta ynski skal vera at dýrmeta, æra og liva fyri teg, at seta títt navn høgt. Amen

 

Skriva viðmerking