Tað var beint undir jól, og eg gekk og hugdi í sýnisgluggarnar  á handilsgøtuni. Eg hugdi runt og leitaði eftir tí eina, ið eg manglaði, áðrenn jól. Tí eina, ið hevði gjørt mítt lív fylt og undurfult.

Ein sýnisgluggi hugtók meg, og eg fór innar í handilin. Eg hugdi at teimum glitrandi stjørnunum og stóru pakkunum. Mundi tað vera at finna her? Tað eina sum fór at gera míni jól heil, fullkomin?

Áðrenn eg visti av, so var sølumaðurin har. Hann var munnkátur og ósmæðin. Við nissuhúgvu leyp hann fram til mín: “Hohoho! Hvat kann eg bjóða tær ungu damu. Vit selja alt í verðini! Alt títt hjarta tráar eftir, tín muður tystir eftir og tínir lystir leita eftir! Her kanst tú fylgja tínum hjarta og dyrka tínar ungdómslystir. Tú kanst metta sína botnleysu havisjúku við alskyns lutum í handlinum. Umframt leikur og spøl, so selji eg alskyns glitrandi lutir, sum kunnu geva tær framsøknar dygdir. Hesar framsøknu dygdir eru stoltleiki, skammloysi, fávitska, dárskapur og siðloysi. Ja, eg rópi tað ávøkst holdsins. Hygg nú her, eg havi enntá eina deild til hvørja grein. Hvat við at hyggja at stoltleika, tað passar væl einari ungari kvinnu, sum tær, sum veit hvat hon vil. Nú minnist eg eisini, at tað er í løtuni 50% av øllum í deildini, dárskapur! Hvat siga tygum?

Eg hevði ikki fingið orðini upp fyri mælska sølumanninum. “Góði sølumaður. Eg má taka undir við tær, at hesir lystir glitra vakurt og ganga væl niður, og venda hjarta til tað, sum rangvørt er. Hesar lutir kenni eg til. Teir hava blindað hugsanir mínar í mong ár. – Eg eri júst vorðin varug við, hvussu endi mín verður. Eg eri gudleys og fari at ganga til grundar í mykri, tá eg doyggi. – Tí eri eg farin at leita eftir einari jólagávu, sum kann opna mær ein veg. Eg leiti eftir Jesusi. Geva mær 1 stk av Jesusi.” 

Sølumaðurin flenti sindur tápuliga: “hehe… Also, vit hava alt… also alt, sum tú hevur brúk fyri.”  Hann skemtaði við, at Jesus kundi ikki vera lívsneyðugur, tá hann ikki stóð í sýnisglugganum. Eg flenti ósikkur: “Gev mær Jesus.” 

Sølumaðurin fór aftur um dyskin og kroysti strongdur niður á teldutastarnar: “Eingin Jesus her. Men vit hava nógv annað betur, sum tú hevur brúk fyri!” –  “Hugdi tú undir hinum nøvnunum – Eg eri, Sonur Guds, Sonur Dávid, Messias, Kristus…” Spurdi eg. Uttan at svara aftur dróg hann meg yvir til deildina Fávistka, “Eina bók her?” spurdi hann. Tómhent og sorgarbundin fór eg úr handlinum. Eingin Jesus var at finna í búðini “Lystir Holdsins”.

 

Á gongugøtuni møtti eg einum rennara, sum rann eftir tí, ið tómt var, tí henni manglaði vit. Hon var í top-form. Hon segði mær, at hon enntá vandi at uppbyggja vøddarnar í oyrunum og eygunum, so hon betur megnaði at venda sær frá sannleikanum. Í oyrunum lurtaði hon eftir lygn og tí, sum kitlaði hana í oyra. Soleiðis var hon ment at hoyra uttan at fata. Og hava oyru uttan at lurta.

Hon vandi eisini nógv likamliga fyri at leingja um lívið og gloyma alt um, at tað hevði ein enda. Eg tók undir við, at ein sunnur lívsstílur kundi leingja um lívið, men likamliga venjingin var nyttulig til lítið, tí kundi ikki bjarga mær undan deyðanum. Ítróttur kundi ikki geva mær ævigt lív og bjarga mær úr fortapilsi. Tað kundi bara Jesus.

Eg spurdi hana um hon kundi geva mær Jesus. Hon ypti øks. “Hevur tú leita á FinnMakan.fo? Har eru nógvar sniðgøtur, siðloysi og ótrúskapur at finna. Alt tær tørvar til spenta, stutta gleði. Lívið er so stutt, YOLO, hvør hevur tørv á varandi gleði ha?” Hon skumpaði undir meg, gjørdi eitt lop, so var hon farin.  

Nei, har hevði eg ikki leita. Eg fór heim, at leita. Har vóru bæði kvinnur og menn við fáfongdari lívssøgu. Millum mennirnar vóru  Dárskapur, Yvirgangskroppur, Fáfongdur Vakurleiki, Svíkjandi Vænleiki og Ótrúskapur, men eingin Jesus. Kanska var trupulleikin, at Jesus var ikki bara 100% menniskja men eisini 100% Gud. Kanska rúmaði síðan ikki stórleika Jesusar? Eisini hevði verið trupult at tikið nakra Facebook mynd av Jesusi, sum doyði og reis upp aftur fyri 2000 árum síðani. So var tað wingmaður Hansara Heilagi Andin, men hann var andi og tí ósjónligur fyri mannaeygum. Nei, eingin Jesus var at finna á heimasíðuni.

 

Undan jólum var nógv fólk á kavaklæddu gøtunum, so eg fór út aftur at leita. Á gøtuni møtti eg rennaranum aftur. Eg segði henni frá vónloysi mínum. “Kanska tú kundi roynt drykkjuskap, svirr og annað tílíkt, kanska tað riggar fyri teg. Tú veit, vit eru øll so ymisk!” Segði hon yvirfladisk. Øvund kann eisini vera ein drívmegi?” Eg takkaði fyri villeiðingarnar, sum hon kallaði hugskot, og fór víðari.

 

At enda settist eg bara við nøkur trapputrin, og suffaði. Sum eg sat, hendur upp undir kinn kom vælgerari fram við. Kann kitlaði meg í oyruni við at vælgerðir skuldu geva mær eitt fyribils nøgdsemi. Men geva mær Jesus kundi hann ikki.

 

Løtu seinni komu tveir væl klæddir, kálkaðir, menn til gongu. Vakrir og rættvísir at síggja út uttan. Klæðini goymdu væl hykli innan í hjarta teirra. Hetta vóru prestur og pasdorur. Meðan teir tosaðu millum sín, hoyrdi eg at teir nevndu JESUS! Eg leyp upp frá og fór tvísporandi móti teimum. Teir kvukku við. Eg tivaði og mundi ikki fingið orðið upp. “Jesus! (tivar) Gev mær Jesus!” Teir brosaðu hvør uppá annan og søgdu: “Hatta vóru mín sann nøkur søt orð at hoyra, frá einari so ungari gentu. Men hvat meina tigum við at geva tigum Jesus?” Eg greiddi teimum frá, hvussu eg hevði hoyrt um gávuna Jesus, sum gav ævigt lív. Hana vildi eg eiga hesi jólini. Eg spurdi, um teir vistu nakað um gávuna. Teir søgdu frá, at jú, væl vóru teir skriftlærdir, bóðu væl og vóru blindir vegleiðarar. Teir søgdu, at áðrenn at hugsa um Jesus, var neyðugt at velja ein trúarskifting. Síðani skuldi eg lata meg signa, doypa, konfirmera fyri at fáa náði. Eisini var neyðugt at liva væl, biðja kvamvísar, langar bønir og fara til altars fyri at fáa synda fyrigeving. Eg var skuffað, tá eg sá at teir bert sóu meg sum ein vinning til ein trúarskifting. Eg segði við gráturødd: “Havi tit bert hendan heim, men gev mær Jesus.” Andlit teirra gjørdist kalt. Teir trektu uppá smílikullurnar og søgdu: “Vit skulu biðja fyri tær. Forreystin, kom á møti sunnudag!” So vóru teir farnir.

 

Eg var latin einsamøll eftir í kuldanum. Nú var farin at myrkna. Tað tykti mær sum endin var komin á lívinum. Ongan Jesus hevði eg funnið, eg var fortapt í míni synd.

 

Í fjart burtur hoyrdi eg nakrar røddir syngja nýggjan sang. Lagið ljóðaði so kent. Ein sangur, sum mítt hjarta kendi so væl. Vónbrotin av heiminum sat eg og vildi ikki reisa meg. Men hvat hevði eg at missa? Eg reistist fylgdi sanginum. Sum eg nærkaðist hoyrdi eg orðini “Tá á deyðastráð… gev mær Jesus.” Kundi tað passa? “Gev mær Jesus?!” Sungu tey orðini eg hevði tráspurt í allan dag?! Ja víst gjørdu tey tað. Ein eldri maður møttu mær við smíli, einum sanghefti og blíðum orðum: “Eigur tú Jesus?”  – “Nei“, svaraði eg syrgin, “men eg vil so fegin, at onkur gevur mær hann. Um tað so bara er eitt lítið petti, so ivist eg ikki í at tað er ivaleyst hjá mær.”

Maðurin flenti blídliga og segði: “Tú kanst fáa Jesus allan, og Jesus í yvirflóð í títt hjarta.” Eyguni vóru sum pottalok og eg spurdi offarin “Hvussu?!”

Maðurin tók eina bók fram, orð Guds, og leitaði ímillum tey mongu orðini, Gud hevði sagt ígjøgnum fleiri øldir. Hann segði: “Einaferð var tað, ein maður, sum hevði akkurát sama spurning, sum tú. Hann visti hann hevði syndað og var á veg til fortapilsi. Hann visti, at Jesus var einasti vegurin. Hann spurdi, sum tú, hvussu Hann kundi fáa Jesus inn í sítt lív.

So læs hann:

“Harrar! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann verða frelstur?” Teir svaraðu: “Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur…” (Áp.16,30-31)

Hann hugdi milt á meg og spurdi: “Trýrt tú, at Jesus doyði á Golgata fyri at betala tína synd?” – “Ja!” Segði eg, og ein gleði kom yvir mítt sinn.

– “Takkar tú Jesusi fyri tað Hann gjørdi fyri teg og bjóðar honum inn í títt lív, so eigur tú Jesus!”

Tárini trillaðu niður eftir kjálkunum og eg takkaði Jesusi fyri tað Hann gjørdi fyri meg í bøn. Síðani segði eg: “Ja-takk Gud, eg taki ímóti tínari Gávu. Gev mær Jesus. Jesus kom inn í mítt lív.” Friður fylti mítt sinn, nú hevði eg fingið Jesus og ævigt lív!

Maðurin gleddist við mær og segði: “Nú eigur tú eina gávu, sum tú aldri kann missa. Hon gongur aldri út og verður aldri ov gomul. Hendan gávan, Jesusi, ger teg ríkari og ríkari andaliga sum árini ganga. Jesus kann leiða teg, verja teg, syrgja fyri tær og stiga teg í øllum lívsins viðurskiftum. Sum sangurin sigur, so kunnu vit í øllum viðurskiftum finna verd hjá Jesusi. Tí syngja vit “Gev mær Jesus.”

Eg vendi mær at hyggja afturum eftir øllum menniskjunum, eg hevði møtt í dag, sum manglaðu Jesus. Sum eg kendi meg kallaðan at fortelja teimum um Jesus. Maðurin rætti mær Orð Guds. Eg tók bókina, og fór út í myrkri, men hesaferð ikki einsamøll, men við Jesusi í hjartanum:

“Hevur tú Jesus? x3

Gev (tú) upp henda heim og gríp nú Jesus! Gríp nú Jesus x3

… í trúgv

 

Skriva viðmerking