Gestabloggur eftir Duritu H. Jacobsen
Tá vit hugsa um vakurleika, so hugsa vit ofta um fysiskan vakurleika. Vit kvinnur dáma væl at gera nógv burtur úr okkara ytra. Vit krúlla og slætta hárið, ella tað verður sett upp. Kinnareytt og maskara skal á andlitið og tenninar verða bustaðar. Um tú ert sum eg, so følir tú teg frískari og betri fyri.
Eftir, at andlit og hár er orðnað, so skulu klæðini finnast fram. Hvat hugsar tú um tá?
..
.
Tit kenna sikkurt til kendu orðini, ið siga: ”I dress to impress” (Eg klæði meg fyri at vera hugtakandi). Hetta er nakað, eg sjálv havi stríðst við, inntil fyri heilt stuttum. Eg havi altíð dámað væl, at hugt at filmum og serium. Og eg havi ikki hugsað so nógv um, at tað eg hyggi at, er sera skaðiligt og ávirkandi.
Eg byrji onkursvegna at síggja upp til sjónleikararnar, so mín atburður broytist.
Og tá mín atburður broytist, so broytist eisini mín klædnastílur og útsjónd. Eg havi ikki longur eina sunna mynd av vakurleika. Og eg gloymi skjótt, at Gud hevur eina heilt ávísa ætlan við mær.
..
.
Eg byrji at “dress to impress.” Eg hugsi meira um hvat onnur hugsa mín stíl, og um kroppurin sær penur út í hesum klæðunum.
Eg eri ikki longur áhugað í hvat Orð Guds sigur og hvørja mynd eg sendi til míni næstu.
Paulus sigur í 1. Tim.2:9-10
“Somuleiðis, at kvinnurnar skulu skrýða seg við sámuligum búna, við blúgv og heiður, ikki við flættum, gulli, perlum ella dýrum klæðum, men við góðum verkum – sum kvinnum sømir, ið játta seg undir gudsótta.”
.
.
Paulus áminnir okkum her, at kvinnur skulu skrýða seg við sámiligum búna (klæðum) og ikki við dýrum klæðum, flættum ella nakað, sum setur fokus á okkara ytra. Merkir hetta, at mugu ikki eiga nakað dýrt plagg? Nógv seta ofta fokus á, at Paulus ikki loyvir kvinnum at pynta seg. Og vilja tí vera við til, at Paulus er ein kvinnukúgari. Men Paulus setur fokus á nakað heilt annað her.
Hann setur fokus á tey góðu verkini vit kunnu gera fyri Harran og at vísa gudsótta.
Hetta merkir, at okkara fokus eigur ikki at vera á okkara ytra, og hvat onnur hugsa um okkara kropp, klæðir ella hár. Men hvat Gud kann brúka okkara innara vakurleika til..
.
.
Paulus skrivar eisini í Fil. 4:8, hvat okkara fokus eigur at vera sum trúgvandi. Hann vísir á hvussu okkara hugsanir og okkara atburður eiga at vera sum trúgvandi og sum gudsóttandi børn. Her nevnir Paulus millum annað reinleika og tað at vera sámulig.
Vit sum kvinnur hava ótrúliga stóra ávirkan á alt og øll rundan um okkum. Vit vita tað bara ikki altíð.
.
.
Vit, sum menniskju, kunnu byggja upp ella vit kunnu bróta niður. Og við okkara atburði sum trúgvandi, hava vit kraftina, at byggja ein persón upp og leiða hann til frelsu, ella vit kunnu bróta ein persón niður. Hetta kunnu vit alt gera við, at velja um vit vraka ella fylgja Orði Guds.
..
.
Mín bøn er, at vit kvinnur skulu skrýða okkara innvortis menniskja og soleiðis vera eitt vitni fyri okkara næstu.
At bera sámuligan búna er ikki óhugaligt, men tað er vakurleiki.
“Vit goyma ikki okkara kroppar, tí teir eru skitnir – vit bera sámuligan búna, tí vit avdúka okkara virði.”
.