Gestabloggur eftir Ragnhild Andreasen.

Esaias kap 55 vers 1-3

Hetta eru trý vers, sum eg í seinastuni havi verið nokkso hugtikin av, og sum mær dámar ræðuliga væl. Versini handla um innbjóðing Guds.

Har stendur – í Esaias 55 vers.1-3:

  1. Nú, øll tit, ið tysta – komið til vøtnini! Og tit, sum ongan pening hava, komið, keypið og etið, ja, komið, keypið fyri ongan pening og gjaldsleyst vín og mjólk!
  2. Hví lata tit pening fyri tað, sum ikki er breyð, og dagløn tykkara fyri tað, sum ikki mettar? – Lurtið eftir Mær! So skulu tit fáa gott at eta, so skal sál tykkara gleða seg í tí, sum feitt er.
  3. Boyggið oyra tykkara og komið til Mín – hoyrið! So skal sál tykkara liva, og Eg skal gera ævigan sáttmála við tykkum, geva tykkum alla hina trúføstu náði, ið Eg havi lovað Dávidi

 *

Í fyrsta og í øðrum versi bjóðar Gud tveimum menniskjasløgum til sín;

  • Fyrst tey tystu, ið ongan pening hava at gjalda við
  • Síðani tey tyrstu, sum halda seg kunna betala og arbeiða teirra veg upp til Gud.

Í fyrsta versi bjóðar Hann okkum 3 ting, sum eru: vatn, mjólk og vín. Vatnið myndar tað lívsneyðuga, mjólkina, myndar styrkina og vínið, ið myndar stuttleikan.

Í øðrum versi greiðir Hann frá kvalitetinum og kvantitetinum av hesum trimum tingunum; Hann gevur okkum altíð tað, sum best er, og tað tømist aldrin.

 

Tað er ikki fyrr enn í triðja versi, at Gud kemur inn í myndina, har hann sigur: Komið til mín. Her fa vit innlit í, at tað lívsneyðuga, styrkin og stuttleikin liggur alt í Honum – í tí livandi vatninum.

 

Tað sum mær dámar so væl við hesum versinum er, at síggja hvussu høgt Gud gongur upp í, at vit koma til Hansara. At vit síggja, hvussu vinarligur og innbjóðandi Hann er. Og síggja alt tað Hann ynskir at gera fyri hvønn einstakan av okkum. Innbjóðingin er ikki einans fyri nøkur fá, ikki einans fyri tey, ið hava pening at bjóða. Innbjóðingin er fyri hvønn einstakan av okkum.

 

Vit menniskju hava ofta lætt við at halda, at vit noyðast at gera okkurt stórt fyri Gud fyri at blíva góðtikin. Men Hann sigur her, í triðja versi, at tað einasta Hann krevur av okkum, er at vit lurta eftir Honum og koma til Hansara. Hetta uttan nakran prís, tí óðansæð hvat, so kunnu vit ikki meta tað vit gera fyri Hann, við tað Hann gjørdi og enn ger fyri okkum.

Yndis vers

 

Skriva viðmerking