Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, í dag so fara vit at snakka um fyrigeving. Fyrigeving millum teg og Gud, teg og onnur og at fyrigeva sær sjálvum.
Hvat er fyrigeving?
Orðið fyrigeving á føroyskum er ættað frá týska orðinum “forgiefan“, ið er bygt upp av tveimum orðum. “Giefan”, sum merkir geva og “for”, sum merkir fullkomiliga. Tískil kunnu vit siga, at orðið forgiefan merkir at geva fullkomiliga.
Í Bíbliuni hava vit í høvuðsheitum 6 orð fyri fyrigeving á uppruna málunum. 3 á hebraiskum og 3 á griskum. Hesi orð kunnu hjálpa okkum at skilja orðið fyrigeving betur:
- Fyrigeving merkir kapar, at dekka útyvir ella fáa eitt skjól. (1.Mós.6, ørkin)
- Fyrigeving merkir nasa, at ein syndabót verður gjørd. Hetta inniber: at lyfta upp, bera og taka burtur eina byrðu (Es.53).
- Fyrigeving er Salah, sum er guddómlig fyrigeving til syndaran. (4.Mós.14,18; Mika.7,18-19)
- Fyrigeving er charizomai, Charis, sum merkir náði. Náði merkir, at vísa kærleika uttan treytir. (Ef.3,2)
- Fyrigeving er aphiemi, sum merkir at strika út syndaskuld (Róm.4,7😉
- Fyrigeving er apoluo, at verða endurloystur og settur í frælsi frá skuld (Luk.6,37; Matt.18,27).
Sum tit síggja, so er fyrigeving ikki at bera yvir við onkum ella umbering. Fyrigeving er nógv djypri og grundfest.
Hugsa tær t.d., um tú breyt eina lampu hjá grannanum. Tað minsta tú átti at gjørt hevði verið, at keypt honum eina nýggja lampu. Tú átti at bøtt skaðan aftur, tað er ikki annað enn rættvíst. Hevði hann valt, at fyrigivið tær, so hevði hann givið tær skuldina eftir, fullkomiliga (Forgiefan). Tvs., at tú hevði blivið skuldafríur (apolou) og hevði ikki verið noyddur at keypt eina nýggja lampu. Fyrigeving merkir ikki umbering, men tað merkir nevnliga, at ein annar betalur skuldina (nasa). Tvs. hevði grannin hjá tær fyrigivið tær ella givið tær skuldina eftir, so merkir tað, at hann sjálvur hevði goldið skuldina fyri teg (kapar), sum tú av røttum átti at havt goldið.
..
Fyrigeving millum teg og Gud
Vit lesa í Bíbliuni um, hvussu syndin kom inn í heimin. Hvussu ónt og alt tað illa og keðiliga vit kenna til, kom frá syndini. Summi siga, um Gud er góður, og hví koyrir hann ikki syndina bara burtur? Veitst tú hvat, tað ónda rundan um teg, er tað sama ónda, sum er í tær og mær, syndin. So um Gud skuldi gjørt av við alt tað ónda, so hevði hann eisini verið noyddur at gjørt av við teg og meg. Men Gud er so góður, at Hann vildi gera av við tað ónda uttan at gera av við menniskjað. Tíðliga í Gamla Testamentið lesa vit um, hvussu Ísrael ofraði djór, sum var ein ímynd uppá Guds rættvísi og náði. Vit menniskju skapa tað ónda, sum hendir í heiminum, og vit eiga av røttum at vera burturbeint. Men Gud lat lívið hjá hesum djórinum vera burturbeint og symbolsk doyggja ístaðin menniskja. Bíbliska orðið fyri hetta er sáttargerð ella afturbøting. Tað merkir at betala og dekka útyvir skuldina hjá einum øðrum.
Men offring av djórinum var symbol av tí sanna ofrinum, Jesusi (Hebr.10:1,3,10,12). Gud skaparin, Jesus kom niður á jørðina sum tænari, og livdi eitt fullkomið og syndafrítt lív. Hann skuldi ikki doyggja fyri Sínar egnu syndir, og tískil kundi Hann lyfta upp, bera og doyggja fyri syndirnar hjá menniskjum og soleiðis veita fyrigeving (Mark.10,45). Jesusar deyði var loysigjaldi fyri okkum menniskju. Jesusar offur, dekkaði út yvir skuldina, betaldi tað, sum vit skyldaðu Gudi, fyri at taka lut í og gera ónt í hesum heimi. Men søgan endar ikki har. Vit lesa nevniliga, at Jesus reis upp frá teimum deyðu. Jesusar offur breyt styrkina deyðin og tað ónda hevði, sum merkir, at Jesus livdi víðari og kann geva ævigt lív til hvønn tann, sum tekur ímóti. So Jesus er tað fullkomna ofrið, sum hini ofrini peikaðu fram í móti alla tíðina.
Zoom’a vit út, so síggja vit, at fyrigeving er ein partur av tveimum í einum forholdið. Tá ið eitt forhold verður brotið, kann tað ikki gerast heilskapað aftur uttan játtan og fyrigeving. Ein partur er, at brotsmaðurin má angra, játta sína synd, venda við og biðja um fyrigeving. Um hin fyrigevur brotsmanninum, merkir tað, at hann dekkar útyvir og betalir skuldina hjá brotsmanninum. Hetta kann setast upp soleiðis:
Sáttargerð* = játtan + fyrigeving
*At fáa bót fyri sína synd
Hugsa vit um tað, sum Gud gjørdi fyri okkum, so gjørdi Hann okkum ein útveg og ein møguleika at fáa fyrigeving (Hebr.9,22b), meðan vit enn vóru syndarar. (Róm.5,6; Róm.5,8). Gud hevur fullført Sín part. Jesus er deyður fyri syndir alheimsins (Es.1,18; Ef.1,7; 1.Jóh.2,2) Spurningurin er bara um eg og tú, hava játtað okkara synd fyri Gudi og hava takkað fyri tað, sum Jesus gjørdi á krossinum fyri okkum (1.Jóh.1,9; Róm.10,9-10). Sáttargerð er nevnliga ikki bara Guds fyrigeving. Vit mugu persónliga játta okkara synd fyri Gud. Vit mugu síggja okkara støðu og venda við og taka ímóti gávu Guds, fyrigevingini ella frelsuni (Áp.3,19;). 2+nail+ =4given mynd ( Kol.1,13-14; Hebr.10,17; Dán.9,9a; Matt.26,28)
Tað besta við Guds fyrigeving er, at hon er ævig, hon endar ikki, tá vit hava tikið ímóti henni. Allar syndirnar í fortíð, nútíð og framtíð eru goldnar.
.
Fyrigeving millum teg og onnur:
(Kol.3,13; Matt.6,14-15; Mark.11,25; Luk.17,3-4; Ef.4,31-32;
Vit menniskju eru syndig og synda hvønn dag, fyrst móti Gud, tí øll synd er uppreistur móti Gud. Men vit synda eisini móti øðrum menniskjum. Somuleiðis synda onnur menniskju móti okkum.
Tá ein av lærisveinunum spurdi Jesus, hvussu oftani hann skuldi fyrigeva bróður sínum svaraði Jesus:
“Eg sigi tær: Ikki sjey ferðir, men sjeyti ferðir sjey ferðir.”,
sum er 490 ferðir (Matt.18,22). Jesus meinti ikki, at vit skuldu halda tal á hvussu ofta, men at vit skulu fyrigeva menniskjum hvørja ferð, tá tey synda ímóti okkum. Eftir, at hava svarað lærisveininum fortaldi Jesus eitt líknilsi, um ein tænara, sum hevði fingið stóra skuld strikaða frá konginum. Á vegnum heim møtti tænarin einum arbeiðsfelaga, sum skyldaði honum lítið av peningi. Tænarin kravdi peningin frá arbeiðsfelaganum og setti hann í fongsul. Hetta hoyrdi kongurin og bleiv illur og setti gíriga tænaran í fongsul at gjalda skuldina. Hetta er støðan vit eru í. Eru vit trúgvandi, so hevur Gudi strikað alla okkara skuld. Alla okkara synd í fortíð, nútíð og framtíð, og Hann hevur betalt tær við Sínum Egna lívi. Gud vil, at vit skulu fyrigeva menniskjum, tá tey synda ímóti okkum, ja hvørja ferð. Gud vil, at vit siga sum Jesus: “Gud, fyrigev teimum – tey vita ikki, hvat tey gera!” (Luk.23,34).
Besta dømi um at fyrigeva er Jósef. Beiggarnir hataðu Jósef, høvdu ilt í huga í móti honum og ætlaðu at drepa hann. Teir endaðu við at selja hann til Egyptaland og lúgva fyri pápanum, at hann var deyður. Men Gud hevði ikki gloymt Jósef, Hann hevði Sína hond yvir honum, eisini tá tað gekk illa. Tá Jósef møtti brøðum sínum aftur fyrigav hann teimum alt tað illa teir høvdu gjørt ímóti honum og gjørdi væl ímóti teimum:
“Tit høvdu ilt í huga móti mær; men Gud hevði í huga at venda tað til gott – fyri at lata henda tað, ið nú hevur hent, og halda nógvum fólki á lívi. Óttist ikki! Eg skal síggja tykkum og kvinnum og børnum tykkara til góða!” – Soleiðis uggaði hann teir og tosaði blídliga við teir.” (1.Mós.50,20-21)
Men øll av okkum hava staðið hinumegin, har vit eru tey, ið eiga at biðja um fyrigeving frá menniskjum og eiga at bøta aftur. M.a. vísir lógin hjá Ísraelsmonnum á, hvat skal gerast um maður hevur stolið ella dripið neyt ella seyð annars mans. Tá skuldi hann lata fimm neyt fyri tað eina og fýra seyðir fyri tann eina. Vit liva ikki longur undir lógini, men hetta kann vera okkum til lærdóm (Róm.15,4). Hetta brotið vísir á, at Gud ynskir at vit biðja um fyrigeving og bøta aftur í tann mun, sum vit kunnu. Hetta er í tráð við, at vit veruliga av hjarta angra fyri Gudi og menniskjum. Vit síggja, at tollarin Zakeus gjørdi tað:
“…havi eg kravt ov mikið frá nøkrum, lati eg fýra ferðir so mikið aftur!” (Luk.19,8)
Tað er sera áhugavert at lesa um Dávid, tá hann sær sína synd. Hann ikki bara biður Gud og menniskju um fyrigeving, men hann biður Gud broyta hann innan í frá út, soleiðis hann ikki skal fella í somu synd aftur. (Sálm.51)
.
At fyrigeva sær sjálvum:
Eg hugsi at lesa nøkur brot úr einum vøkrum tanka, sum Heidi Thomsen hevur skrivað:
“Hevur tú trupult at fyrigeva tær sjálvum? Sjálvt um persónurin tú syndaði ímóti hevur fyrigivið tær, og tú hevur biðið Gud um fyrigeving? Men tú situr eftir. Tú situr eftir við eini ringari samviksu. Einari tungari byrðu. Hví gjørdi eg tað? Eg visti betur…“
Men, hví berur tú hesa syndabyrðu, tá Jesus sigur, at vit skulu leggja okkara byrðu á Hann (Matt. 11,28-30)? Hví tyngist tú av hesum, tá Harrin hevur fyrigivið tær (Hoseas 14,2-3)? Hví straffar tú teg, tá Jesus tók straffina, við at doyggja á krossinum? Heldur tú ikki, at Jesus var eitt gott nokk offur? Jú, víst var Hann tað, og Gud var nøgdur við verkið á Golgata (Hebr.10,18). Jesus segði: “Tað er fullgjørt!” (Jóh.19,30). Tað vil siga, at Jesus var nokk, Hann tók stafina, og tað skalt tú ikki!
Ein sangur lýsir støðuna væl: “Yesterdays a closing door you don’t live there anymore”. Paulus tosar eisini um hetta at gloyma. Hann hevði sanniliga nakað at plágast av, tí hann hevði pínt kristin menniskju.
Tá tú ert komin til ta niðurstøðu, at hyggja fram eftir, so fer tað ikki at pína sum áður, men tú fert at hugsa “hygg hvat Harrin hevur leitt meg ígjøgnum”.
Tá Harrin megnar at fyrigeva tær the unforgivable, tá megnar tú tað eisini! (Róm. 5,8).”
Eg haldi hetta, sum Heidi hevur skrivað er nakað, vit øll kenna okkum aftur í. Tá vit hava biðið Gud og menniskju um fyrigeving, so mugu vit venda okkum til lyftini í Bíbliuni og trúgva teimum, fram um hvussu vit føla okkum. Sannleikin er, at Satan, faðir lygnarinnar, vil gera alt hann kann til tess at draga okkum niður við høvdinum. Hann peikar okkum á okkara syndir og vísir okkum á, hvussu vánalig, vemmulig, virðisleys og syndafull vit eru. Men tá er tað, at vit skulu peika honum á Jesus, og siga: “Jesus betaldi tað alt. Jah. eisini hasa ræðuligu syndina, sum eg skammist við.” Minn teg á, at Jesus hevur givið tær eitt treytaleyst virði, og at í Honum so ert tú vøkur og ein kongsdóttir ella kongssonur. (Les Róm.8,34). Ein sangur sigur:
“Gud, tín náði er størri, enn orð kundu týtt, Gud, tín náði, hon vísir mær virði mítt, ein ófatandi prís eg kostaði tær. Gud, tín náði er lív hjá mær.” (Blóðið sum rann)
(Sálm.103,12); (Mika 7,18-19); (Fil.3,14-15)
.
Endi:
Takk fyri í dag, um tú dámdi hetta videoið so ert tú vælkomin at deila tað við vinir og kenningar, sum kundu fingið uppmuntran av at hugt eftir hesum. Høvdu tit eisini kunna biðið fyri, at Harrin kann virka gjøgnum hesi video, so hevði eg verið ómetaliga takksom. Um tit vilja fylgja við og síggja fleiri video, so eru tit hjartaliga vælkomin at subscribe’a ella abonnera til mína kanal. Týsdag eru video um ymisk evni í Bíbliuni og annað hvønn fríggjadag eru kreativ ella undirhaldandi video á skránni. Umframt hetta, so kemur ymisk á heimasíðuna Vakurleiki.fo gjøgnum vikuna. Vit síggjast.
At enda so vil eg viðmæla tær at lurta og lesa tekstin í sanginum “Start over” við FLAME og NF, sum er um fyrigeving og at fyrigeva okkum sjálvum. Tit kunnu klikka á hann her.
Fun Fact of the day: Tað verða 50 Bíbliur seldar hvønn minutt. Sjálvt um tú kanst fáa hana gratis, so er hon mest selda og stolna bók í heiminum. Áhugavert ha?