.❤Frelsuvissa:

Vit hava í undanfarnu videounum snakka um endurføðing ella “frelsuvegin”. Mong av tykkum kenna “vegin til frelsu”, men mong av tykkum ivast um tit veruliga eru frelst.
Við øðrum orðum, tit ivast í frelsuvissuni. Tá vit hava fingið frelsuvissuna, so fáa vit friðin og Frelsugleðina.

.

❤Hvussu kann ein vita við vissu, at hann er frelstur?

Hvussu kann ein vita við vissu, at hann er frelstur? Les aftur og aftur hesar veruleikar, til tú skilir teir til fulnar.

  1. Bíblian er Orð Guds. Hon er fullkomiliga sonn.Tú kanst líta á hana. (Sálm.119,160)
  2. Bíblian sigur, at um tú vendir við frá syndum tínum og trýrt á Harran Jesus Kristus, so ert tú frelstur. (Rómbr.10,9-10; 1.Jóh.1,9)
  3. Spurningurin er tí: “Ert tú nakrantíð komin til Jesus sum ein fortaptur syndari og hevur biðið Hann um frelsa teg? Hevur tú nakrantíð tikið ímóti Honum sum staðgongumanninum, ið bar straffina fyri syndir tínar? (Rómbr.10,9-19)

Tað vil siga, at tú fært frelsuvissu fært tú við at lesa Bíbliuna. Hesin sannleiki er greitt framborin í 1.Jóh.5,13. Hetta versið burdi tú sum trúgvandi lært teg uttanat. Har stendur: (Legg merki til orðið vita)

Hetta havi eg skrivað til tykkum, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar.” 

Menniskju vilja ofta hava versið at ljóðað soleiðis: “Hesar glaðu kenslur havi eg givið tykkum fyri, at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar.”

Legg merki til, at har stendur ikki “glaðar kenslur” , men ‘hettar’ tvs. Bíblian, havi eg skrivað. Veistst tú hvat? Um tú ivast, so ert tú ikki tann einansti. Eftir Jesus var farin til Himmals vóru tað eisini mong menniskju sum ivaðust í frelsuvissuni. Tí skrivaði Jóhannes hettar brævið “1.Jóhannesarbræv”, við íblástur frá Gudi, til teirra, sum høvdu trúð á Jesus, fyri at tey skuldu vita, at tey høvdu ævigt lív. Fyri at tey kundu hava frelsuvissuna. Jóhannes forkláraði teimum, at um tey trúðu so vóru tey frelst. Ert tú komin til trúgv á Kristus, so ert tú frelstur. Tað sigur Bíblian.

Vandin hjá mongum er, at tey líta á kenslur sínar heldur enn at líta á Bíbliuna. Tey siga: “Eg føli meg ikki frelsan.” Tey vænta at fáa eina ávísa góða kenslu, og táið tey ikki fáa hana, fara at ivast, um tey í heila tikið blivu frelst. Tann, ið grundar sína frelsuvissu á kenslur sínar, fer uttan iva at fáa trupulleikar, tí kenslur skifta frá eini løtu til aðra.

At vera trúgvandi/endurføddur er ikki eitt kenslu-lív, men eitt trúðar-lív.

Kenslur broytast, men Guds Orð, Bíblian, broytist aldri. Lít á Bíbliuna og ikki á kenslur tínar. Vilt tú vera vísur í, at tú ert frelstur, so lurta ikki eftir tí, sum rørist innan í tær sjálvum, har er alt so umskiftiligt, men lurta eftir orði Guds, sum er tað vitni, ið aldri fer skeivt:

“Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum: Tann, sum trýr á meg hevur ævigt lív.” (Jóh.6,47, ensk umseting)

Afturat sjálvum Skriftunum, kann ein trúgvandi eisini á annan hátt fáa vissu, ið Bíblian tosar um:

 

3 eyðkenni við einum frelstum menniskja

  1. Tann, ið frelstur er, elskar øll felags trúgvandi (1.Jóh.3,14)
  2. Tann, ið frelstur er, hevur Heilaga Andans vitnisburð í sær (1.Jóh.5,10; Róm.8,16). Andans vitnisburður er hin innara gleði og friður, sum er givin teimum, ið trúgva Orði Guds, tá tað sigur, at øll, ið trúgva á Jesus, eru frelst. Andin vitnar fyri hinum trúgvandi gjøgnum Bíbliuna.
  3. Tann, ið frelstur er, hatar synd og elskar tað, sum rætt er. Hóast ein trúgvandi kann synda – og tíverri syndar, so ræður syndin kortini ikki longur yvir honum (Róm.6,14). Syndalívið eyðkennir hann ikki longur. Hann kann synda og liva í synd, men hann trívist ikki í syndini.

(s.16-s.20) í  Trygd, vissa og gleði

(s.23-28) Frelstur

 

❤Frelsugleðin

Men kanska onkur hevur hug at spyrja: “Eigur ein ikki at kenna seg eydnuríkan ella glaðan, tá hann er frelstur?” Svarið er avgjørt:  “Jú!” Men ein má fyrst vita, at hann er frelstur, fyri at hann kann kenna seg eydnuríkan/glaðan. Vissa kemur fyrst, síðani fylgja kenslurnar eftir. Vit vita, at vit eru frelst, tí Bíblian sigur tað. Og vit kenna okkum lukkulig, tí vit vita, at vit eru frelst. (Sálm.51,14; Es.25,9)

.

❤Vissan

So hvørt sum hin trúgvandi veksur í trúarlívinum, gerst vissa hansara sterkari og sterkari (2.Tim.3,15). Fyri at hetta skal eydnast, má hann í minsta lagi taka trý avgjørd stig:

  1. Les Bíbliuna regluliga og trúgv henni av øllum hjarta tínum. (Matt.4,4)
  2. Bið Harran um at styrkja trúgv tína, táið tú lesur Hansara orð, Bíbliuna. (Fil.4,6)
  3. Sig øðrum frá Honum, ið hevur frelst teg frá syndini. (Matt.28,14; Áp.28;31; 1.Kor.15,1-2)

.

❤Ivast tú?

Seinast vilja vit geva teimum nøkur góð ráð, sum eru óviss um tey nakrantíð eru vorðin frelst, men sum fegin ynskja at verða vís í tí. Tú heldur kanska, at tú møguliga onkutíð fyrr hevur litið á Frelsaran, men tú ert ikki heilt vissur. Tær leingist at vita uttan nakran iva, at tú ert eitt Guds barn.

.

Hetta átti tú at gjørt, um tú ikki er vísur í um tú nakrantíð vart frelstur:

  • Sig Harranum, at tú ikki ert vissur í, um tú nakrantíð vart frelstur, men tú vilt fegin verða frelstur beint nú.
  • Sig Honum, at tú veitst, at tú ert ein fortaptur syndari, og at tú fert at enda í Helviti, um tú doyr í tí støðu, tú ert í nú.
  • Tak so ímóti Harranum Jesusi tínum Frelsara, við at trúgva, at Hann doyði á Golgata krossi fyri at gjalda tína synd, og Hann er bæði førur fyri og villigur til at frelsa teg.
  • Hygg nú í Ápostlasøguni 16,31. Hvat verður sagt, at tær fer at henda, um tú trýrt á Harran Jesus Kristus? Tað stendur: “Tú skalt verða frelstur!” Hetta er Orð Guds. Trúgv tí.
  • Táið Satan kemur til tín og roynir at fáa teg at ivast um frelsu tína, blaða so upp á Áp.16,31Jóh.1,12; Jóh.3,36; Jóh.5,24; Róm.10,9. Vís honum á, at Gud sigur, at tú ert frelstur, tí tú hevur trúð á Kristus. Hann fer ikki at geva tær trupulleikar við iva, um tú vísir honum Skriftirnar.
Skriva viðmerking