Hvat er ein freisting? 

Freisting kemur í øllum formum og skapum. Freisting er lokkan, tølan, at dáran ella forføran. Alt freisting í grundini er er lygn. Flestu fólk seta freisting í samband sexuella freisting, men freisting kemur í øllum skapum.

Tað kann vera alkoholtrupulleikar, stoffir, pornografi. Men tað kann eisini vera at vit vera leidd í egoisma, negativitet, dáratankar, og føla okkum virðisleys, stúran og at vera bangin.

Freisting kann taka skap í peningaligum høpi, at vit hava hug at keypa lutir, vit als ikki hava tørv á. Ja, tað eru freistingar. Og veitst tú hvat, Bíblian sigur, at øll menniskju verða freista. Tað er ikki eitt menniskja, ið hevur livað, ið ongantíð hevur upplivað freisting. Paulus sigur, freisting er menniskjalig:

Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana. (1. Kor. 10,13)

Paulus troystar korintmenn við at siga, at tað teir uppliva er menniskjaligt, nakað øll menniskju stríðast við. So um tú stríðist við freisting, so er tað menniskjaligt, og tú ert ikki einsamallar. Gud lovar ikki at fría teg út frá freisting ella royndum, men Hann lovar at avmarka styrkina í freistingini og gera tær ein útveg, so tú verður førur fyri at bera hana ella tola hana. Men Paulus sigur, at tað er ein útvegur úr freistingini. Og tann útvegurin er hjá Gudi.

Tað er altíð ein freistari, Satan, sum er úti eftir at fáa teg at fella í freisting. Fyrst so vil hann als ikki at vit skulu gerast Guds børn, og tá vit eru vorðin Guds børn, frelst, so vil hann gera alt hann kann til tess at fáa okkum at fella, ivast, vera bangin, føla, storkna, kólna, so vit ikki skulu brenna fyri okkara Harra.

Tit, børn míni, eru av Gudi og hava sigrað teir; tí Hannsum í tykkum er, er størri enn hannsum í heiminum er. (1.Jóh.4,4)

.

Hví verður hin trúgvandi freistaður?

Jú, beinanvegin tá ein verður frelstur, so byrjar ein stórur bardagi. Hin trúgvandi hevur framvegis hina gomlu náttúruna, likami, sum alla tíðina roynir at draga hann út í synd. Men nú hevur hann eisini hina nýggju náttúruna innan í, lív Guds, sum hatar synd, og ynskir at gera tað, sum rætt er. Og hesar tvær náttúrunnar, tær berjast áhaldandi hvør ímóti aðrari.

So hin gamla náttúran er ógrøðandi ónd. Hon kann ikki blíva betur, og hon verður ikki tikin burtur, fyrr enn hin trúgvandi fer heim til Himmals. Gud fordømdi gomlu náttúruna, tá ið Jesus doyði á krossinum, og Gud ynskir, at hin trúgvandi skal viðfara hana, sum um hon var deyð. Lívga hana ikki, ikki hjúkla um hana, gev henni einki rúm og ongan møguleika. (Róm.13,14)

Men hin nýggja náttúran, lív Guds, eggjar hin trúgvandi til at gera tað, sum er gott. Hon eigur at verða lívga, hjúkla um. Hon eigur at fáa fulla rúmd og hvønn møguleika at veksa. 

Ímynda tær hesar báðar náttúruna, sum tveir hestar, ið eru spentir fyri ein vogn. Ein svartur, sum er gamla náttúran, og ein hvítur, sum er nýggja náttúran. Teir draga vognin hvør sín veg. Veitst tú hvør í vinnur? Jú, tann av teimum, sum fær meir at eta. Soleiðis er tað eisini tá tað kemur til freistingar. Føða og lívga vit andaligu náttúruna (hvíti hesturin), so vinnur hon. Gera vit ikki, so vinnur gamla náttúran (svarti hesturin).

.

Kann ein vinna á freisting?

Svarið er ja. Besta fyrimyndin er Jesus. Tað stendur nevniliga, at Jesus varð freistaður:

Tí vit hava ikki høvuðsprest, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit – tó uttan synd. (Hebr.4,15)

Sum vit síggja her, so er freisting í grundini ikki synd. Vit síggja, at Jesus var freistaður, men hann syndaði ongantíð. Eingin tanki slapp at festa rot í hansara sinni. Hjá okkum menniskjum, við einari syndigari náttúru, er ógvuliga skjótt, at ein freisting leiðir til syndigar tankar, og syndigir tankar til fall.

Nei, ein og hvør verður freistaður, táið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd. Síðani, táið girndin er farin at ganga við fostri, føðir hon synd, og táið syndin er fullvaksin, føðir hon deyða. (Ják.1,14-15)

Í staðin fyri at burturvísa skeivum tankum, so hava vit lyndi til at undirhalda, uppmuntra, lívga og njóta hesar skeivu tankar. Tað Jákup sipar til her er hendingin við Dávid og Batsebu í 2.Sám.11,1-27, har ein freisting, førdi til skeivar tankar, og skeivir tankar til fall.

.

Hvussu fellur hin trúgvandi í freisting?

Jú, hann fellur í freistingum við at siga “JA” til holdið ella gomlu náttúruna, og við at lívga freistingina til syndar tankar.

Fara vit til hendingina við Dávid og Batsebu, sum eg nevndi í áni, so síggja hvussu Dávid fellur í freisting: 

So var tað eitt kvøldið, tá reisti Dávid seg av legu síni og fór at ganga uppi á takinum á kongshøllini; hann kom tá at síggja kvinnu, ið baðaði sær, og kvinnan var ógvuliga vøkur. (2.Sám.11,2)

So Dávid fer spaseritúr á takinum og sær eina kvinnu baða sær, ið hann ikki kann hann faktiskt ikki gera við. Men hvat hann ger aftaná er avgerandi. Vit síggja longu í vers trý, at Dávid er fallin í synd í tonkum sínum. Í staðin fyri at siga nei til holdið, so undirheldur hann hesum tankanum. Og í vers 4 er syndin hend. David roynir at dylja syndina, við at senda mann hennara í bardaga at doyggja. So vit síggja her, hvussu ljót hendan syndin verður, sum í grundini í byrjanini var ein freisting og ein lygn.

.

7 hættir at vinna vit á freistingini?

Hvussu kunnu vit vinna á freistingum? Jú vit vinna á freistingum við at siga “NEI” til holdið og við at lívga nýggju náttúruna. Royn ikki at standa ímóti freisting í egnari styrki, tí so skal tú vissuliga fella (1.Kor.10,12)

Tá eg hugsi um at vinna á freistingum, so hugsi eg um tveir persónar Job og Jesus, og mangir aðrir kundu verið nevndir.

Tá kona Job bað hann banna Gudi, svaraði Job við vísdómi: 

“Tú talar sum dári! Skulu vit taka við tí góða frá Gudi, men ikki við tí illa!” – Í øllum hesum syndaði Job ikki við vørrunum. (Job 2,10)

.

1. Les Bíbliuna! Les hana væl og lær nøkur vers uttanat, soleiðis at tú kanst gera, sum Jesus gjørdi í oyðimørkini, tá Hann var freistaður. Tú kanst lesa hesa hendingina í Lukas 4, har Jesus svarar og vinnur á Satani, einans við at brúka vers úr Bíbliuni. (Sálm.119,9; Sálm.119,11; Kol.3,16). Eitt orðatak sigur: 

“Henda bók (Bíblian) fer at halda teg frá synd, ella fer synd at halda teg frá hesi bók (Bíbliuni).”

So næstu ferð mamma tín, beiggi tín, ein arbeiðsfelagi ella tín stjóri hevur hug at traðka teg á tærnar, so hugsa um eitt skriftstað, ið kann hjálpa tær í hesi løtu: (Rómbr.12,19; Ef.4,26-27; Ják.1,19-20; Præd.7,9). Eitt gott er eisini at biðja hesi versini.

.

2. Bið uttan at gevast. Bið Gud um hjálp, hvørja ferð tú verður freistaður (Hebr.2,18; Hebr.5,15-16). Gud vil geva tær kraft at sigra um tú søkir Hann (1.Kor.10,13).

Eitt annað Jesus gjørdi tá hann var freistaður var at biðja. Hann bað nemliga lærusveinarnar biðja, fyri at teir ikki skuldu falla í freisting! (Matt.26,41; Mark.14,38; Luk.11,4; Luk.22,40; Luk.22,46)

Mark.14,38: ver vakin og bið: Tvs. at tú serliga ansar eftir teimum freistingunum, sum tú persónliga er veikur fyri. Hvussu lætt tað er at vinna á einari ávísari freisting, kemur ann uppá hvør og hvussu tú ert. Ein freisting, ið er løtt fyri teg, kann fella einum øðrum svár. At vera vakin og vita, hvar tú ert veikur, kann hjálpa tær at vera fyrireikaður uppá freistingina. T.d. um tað er ein floksfelagi, ið veruliga hevur hug at traðka teg á tærnar, so kanst tú uppá forhond biðja fyri tí, soleiðis, at tú velur uppá forhond, at tú fert at reagera í tolni.

..

3. Leita saman við felags trúgvandi og ikki hinum gudleysu! (Orðt.1,10-16; Hebr.10,24-25). Hettar merkir als ikki, at vit skulu umgangast gudleys. Vit koma at umgangast, arbeiða og ganga í skúla við vantrúgvandi og fyri teimum eiga vit at vitna við vørrum og lívi okkara. Men vit eiga ikki at luttaka í teirra verðsligu njótingum (Ef.4,11; Jóh.17,15).

.

4. Játta syndir tínar beinan vegin! So skjótt sum tú varnast, at tú hevur syndað í hugsan, orði ella gerð, so bið Gud beinanvegin um fyrigeving, so syndin ikki skal sleppa at skapa meira rot og spill (Orðt.28,13).

..

5. Ver upptikin av Gudi, og ver virkin fyri hann. Ein segði, at

“latar hendur eru verksmiðja Djevulsins.”

Og passar tað ikki bara væl? At tá vit hava lítið um at verða og keða okkum, tá er lættast at fella í freisting. Sum tá Dávid fór spaseritúr á takinum, kanska hann keddi seg og hevði ov lítið um at vera fyri Harran. Gev Gudi títt likam og tína orku. Tá vit fara at virka fyri Gud, tá fara vit at varnast, hvussu veruliga nógv tað er at gera í tænastuni hjá Gudi. So nógv menniskju at røkka, so nógv sum eru brotin og fallin í synd. So nógv sum hava tørv á, at tú vísir teimum á Jesus.

.

6. Hungra hina gomlu náttúruna. Minnist tú hestin? Ja, gev tí svarta hestinum einki at eta. Ansa væl eftir hvat tú lesur, hvørjum tú lurtar eftir, hyggur at og hvar tú fert (Kol.3,5-6). Eg veit ikki, um tit hava hugsa um tað, men tónleikur, seriur, filmar í dag eru fylt við niðurbrótandi tilfarið bæði í sjón, men eisini í hvussu tey tosa.

.

7. Føð hina nýggju náttúrana! Ver upptikin av Jesusi og lat Hann vera títt áhugamál. Tá tú hugsar um Jesus, so kanst tú ikki hugsa um synd (Kol.3,10-14).

Hava tit nakrantíð sæð eitt par so forelskað, at tey bara síggja hvønn annan, og alt annað verður bara kámt, akkurát sum alt annað í allari verðini hevur einki at siga? Ja tað er tað Jesus vil hava saman við tær. Hann vil at tú skal hyggja á Hann, so leingi at alt annað verður kámt og ongan týdning hevur.

Veitst tú, at vit koma at líkast okkara idol, tí vit dyrka ella tilbiðja? 2.Kor.3,18 sigur, at vit koma at líkjast Jesusi, um vit hyggja at Honum í Orðsins spegli, Bíblian.

“At hava seg sjálvan sum áhugamál, ber við sær órógv. At hava Jesus sum áhugamál, ber við sær gleði!”

.

At enda:

Sama ger, hvussu gomul vit so verða og hvussu vit so nógv læra um Bíbliuna so fara vit at verða freistað, um vit venda eygum okkara burtur frá Jesusi.

Eg havi sjálv ofta givið eftir í freisting heldur enn at berjast ímóti henni. Men har, kunnu vit vera so takksom fyri Guds tol og hjartalag við okkum.

í sjey ferðir fellur hin rættvísi – og kemur aftur á føtur; men gudleys verða rend umkoll, táið vanlukkan kemur. (Orðt. 24,16)

So lýsingin av einum rættvísum persóni er ein sum fellur, men kemur á føtur aftur. Við øðrum orðum, so er ein rættvísur persónur ikki ein sum aldri fellur. Sum eru góðar nýggjheitir fyri teg og meg. Men sambært Bíbliuni er ein rættvísur persónur ein, sum stendur ímóti freisting tað besta hann kann, og endar við at verða sigrandi. Kanska tað tekur nakrar royndir, men við at ikki geva upp trúgv á Gud og hava álit á Hann, so kann tann trúgvandi vinna á hvørjari freisting. So tey sigrandi grunda á Bíbliuna, biðja og mest av øllum geva ikki upp, tí tey vita, at Gud hevur ikki givið tey upp.

Um tú stríðist við eina synd í dag ella júst nú, so minst til, at Gud er við tína lið og ynskir at hjálpa tær á leiðini og geva tær styrki.

 

Skriva viðmerking