Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, í dag so fara vit at tosa um abort ella fosturtøku, sum er eitt evni, sum hevur verið nógv frammi í miðlunum.

 

Fyrst eitt sindur um eitt fostur:

Eitt fostur er eitt egg, sum er gitið av eini sáðkyknu. Hetta er byrjanin og keldan til eitt nýtt lív.

Fyrst tá eggið er gitið, so verður eitt persónligt, serligt DNA skapt. Eitt DNA, sum ongantíð hevur verið og ongantíð fer at verða aftur. Øll tey kropsligu eyðkennini sum fingramerkið, blóðtypa, kyn, hárlitur, húðfarva, eygnalitur og eginleikar liggja í DNA’num. Tað er sum ein uppskrift, sum sigur, soleiðis og soleiðis fer barnið at verða og vaksa til. Vit lesa í Bíbliuni (Job 10,8-12Sálm.139,13-14 og v.16). So tá tú vart skaptur í móðurlívið, tá tú vart eitt gitið egg, so sá Gud teg og hevði eina serliga ætlan fyri teg. Hann ikki bara gjørdi eina DNA uppskrift fyri hvussu hann ætlaði teg at síggja út og vera persónliga, men vit lesa í Bíbliuni, at hann hevði eisini eitt undurfult ynski fyri títt lív, at tú skalt liva í (Jer.29,11; Ef.2,10; 1.Mós.1,27). Bíblian sigur, at vit sum menniskju lítil ella stór ella eitt gitið egg, eru skapt í mynd Guds. Vit eru Hansara smíð, Hansara meistaraverk, masterpiece sigur hann á enskum.

Fantastiska gongdin hjá barninum, gitna egginum er hendan:

  • 22 dagar eftir at eggið er gitið fer hjarta at sláa á barninum. Tá vita flestu kvinnur enn ikki, at tær eru við barn.
  • 4 vikur eftir hevur barnið fingið eygu og oyru.
  • 6 vikur eftir hevur barnið gingið fingrar og bibbur.
  • 11 vikur eftir kann fostri smíla, seta knyklar í brýr, vríggja fingrar og bibburnar og enntá sutta summil.
  • 13 vikur eftir fara oyruni at fanga sveiggj, og barnið uggar seg við hjartaslátturin á mammuni. Ultraljóð vísa eisini, at barnið hevur R.E.M svøvn, sum merkir at barnið droymir longu í móðurlívi.
  • 6 mánaðir eftir, er allur kroppurin í menning og virkin.
  • 38-41 eftir vikur verður barnið føtt.

.

Hvat er fosturtøka?

Fosturtøka ella abort kann merkja tvey ting.

  1. Fyrst kann tað merkja, at ein kona verður uppá vegin, og hon missur barnið ikki við vilja. Spontan abort kallar man tað. Hetta er ikki óvanligt.
  2. Síðani kann tað merkja, at ein kona verður uppá vegin, og ikki ynskir barnið. Hvussu kann man tað?! Ja, eg undrist eisini. Men tá fer nýggja mamman til læknan at “taka barnið” úr búkinum. Tvs. barnið doyr. Í hesum videonum, so fara vit at tosa henda seinna týdningin. Og hvat Bíblian sigur til hetta.

Vit sum trúgvandi eiga altíð at leita til Guds orð, Bíbliuna hvønn dag, men eisini tá vit hava spurningar. Bíblian er gagnlig til lærdóm, sannføring og rættleiðing (2.Tim.3,16). Eg havi altíð havt tað fatan, at Bíblian kann svara flestu, og øllum spurningum, sum eg havi havt. Um fosturtøku, so er Bíblian heldur ikki tigandi. Gud er alvitnandi, uttanfyri tíð, og hevur skriva alt í Bíbliuna, sum er viðkomandi nú og so leingi, sum heimurin er til. Gud eldist ikki, hann er ævigur, og somuleiðis er Orð Hansara ævigt, tað eldist ikki, men er altíð viðkomandi.

.

Áðrenn vit koma til fosturtøku, so fara vit at tosa um, at dekka útyvir synd.

Síðan syndin kom inn í heimin hevur menniskjan altíð roynt at dekka út yvir sína synd. Longu í 1.Mós. kap 3 eftir syndafallið, so goymdu Ádam og Eva seg fyri Gudi. Tey royndu at goyma syndina fyri einum heiløgum Gudi. (1.Mós.3,7-8 og v.10). Sama gjørdi Dávid, tá hann syndaði. Hann hevði verið saman við Batesebu, konu Uria og drivið hor. Bateseba gjørdist við barn. Dávid royndi at dekka út yvir syndina fjala hana fyri menniskjum. (2.Sám.11,5-6, v.15, v.27). So Dávid var villigur at drepa ein mann,  fyri at dekka útyvir synd. Tað stendur (Jer.3,25). Hetta sigur okkum ógvuliga nógv um menniskja, hvussu djúpt syndin liggur í okkara náttúru, og hvussu stóra skomm vit kenna eftir at hava syndað. Tá Dávid angrar so syngur hann: (Sálm.51,7). 

Fosturtøka er nakað, sum hevur verið gjørd næstan síðan syndin kom inn í heimin. Plato og aðrir filosoffar siga frá, hvussu forsturtøka vanliga var framd av jarðarmøðrum 400-500 ár fyri krist. Dokumentatiónir frá abort er at finna í egyptiskum rullum frá 1550 fyri Krist. tvs. Fyri 3500 áðrum síðani. Og tað er uttan iva nógv eldri enn tað. So tey sum siga, at fosturtøka er at hugsa nýtt og hugsa frameftir, siga ósatt og mangla at gera eitt sindur av søgulesnaði. Tað var ikki fyrr enn í nýggjari tíð, at fosturtøka bleiv bannað. Fyrst tí tað var vandamikið fyri mammuna, og seinni, tí man ynskti at verja barnið í móðurlívið.

Í dag vera umleið 40-50 milliónir fosturtøkur framdar hvørt ár. Tað eru 125.000 hvønn dag. Umleið 2 fosturtøkur pr. sekund. 

 

Hvat sigur Bíblian um fosturtøku?

Eftir syndafallið í 1.Mósbók, sigur Bíblian hetta: (1.Mós.4,1). Bíblian ger tað klárt beinanvegin, at tá eitt egg verður gitið í eini kvinnu, so er hon við barn. Tað eitur ikki bara uppá vegin, gravid, “hon hevur eitt fostur”, “okkurt livandi í búkinum”, NEI. Tá eggið var gitið æt tað, at  “hon var við barn”, heilt frá fyrstum av. Bíblian kallar tað ikki eitt fostur ella eitt gitið egg, men barn. (Sálm.139,15)

 

Í 2.Mósebók sigur Gud (2.Mós.21,22). Hetta versið sigur, at um ein maður kemur undir eina konu, so hon føðir ov tíðliga, men barnið í búkinum á mammuni, fær ongan skaða so skal hann betala bót. Børn, sum eru fødd fortíðliga kunnu liva væl, men kunnu hava trupulleikar við at súgva o.a. Men um vanlukka stendst av, tvs. barnið doyr ella mamman eisini, so skal maðurin lata lív. Gud sigur lív fyri lív. Menniskja er skapt í mynd Guds, lítil sum smá, enntá eitt gitið egg. Gud virðismetur menniskja lív fram um alt, og Gud letur okkum vita tað gjøgnum alla Bíbliuna. Tað er tí, at menniskja er ikki bara ein vera sum djórini við sál, men menniskja hevur eisini anda (1.Mós.2,7).

(Jer.1,5; Es.49,1; Gal.1,15; Sálm.22,10-11; Sálm.127,3; Es.44,2; Job.1,21).

Vit lesa eisini tá Maria, mamma Jesus var við barn. (Luk.1,31; Matt.1,20-21

So Gud sær barnið í búkinum á mammuni, sum eitt menniskja. Hann sær ikki bara DNA’ið og hvat tað er nú, men eisini hvat tað kann blíva til og virka til Sína æru. Eitt barn er ein signing og ein gáva frá Gudi. Tað er tí skeivt í øllum umstøðum at taka eina so stóra signing, sum eitt gitið egg, eitt barn.

Bíblian sigur, at sex hoyrir til hjúnabandið (1.kor.6,18). Og livdu vit, sum Gud hevur sagt, so høvdu vit aldri komið at staðið í trupulleikanum at velja millum fosturtøku ella ikki. Høvdu vit verið Honum lýðin, so kundu vit eisini havt fult álit á, at Hann skal syrgja fyri okkum (Fil.4,6-7).

 

Men hvat um barnið ber brek, mamman neyðtikin, mamman er ov ung ella gomul?

Lógin sigur:

“anordning nr. 228 af 20. juni 1959 om ikrafttræden på Færøerne af lov om foranstaltninger i anledning af svangerskab m.m.”

Sambært hesi lóg kann barnið verða tikið um barnið ber brek, mamman er neyðtikin ella mamman er ov ung ella gomul.

Til hetta kunnu vit svara einfalt, at barnið er akkurát líka nógv eitt barn í Guds eygum. Tað hevur sama virði uttan mun til brek og hvørji foreldrini eru ella hvat tey hava gjørt. Harafturat kunnu vit viðmerkja, at barnið ikki er skyldugt í, valinum hjá mammuni ella pápanum. Um pápin hevur neyðtikið mammuna, so er barnið ikki skyldugt í tí. Ein mamma, sum var við barn av neyðtøku segði soleiðis:

“Í einum so ræðuligum sum neyðtøku, so er eitt barn, eitt tað vakrasta og dýrasta, sum kann koma burturúr nøkrum so ræðuligum og ljótum. Eg elski son mín Kaleb. Hann er stjørnan á myrka himmalhvølvinum, sum lýsti mær eitt lítið ljós, tað myrkastu náttina. Hann minnir meg á góðsku Guds, og hvussu Gud kann lekja sundursorðað hjartað.”

Vit, sum trúgvandi eiga at síggja barnið soleiðis, sum Gud sær tað. At fremja fosturtøku í samband við aldur, brek, neyðtøku osv. er als ikki svarið. At fremja fosturtøku, tí vit hava syndað ella onkur hevur syndað ímóti okkum er heldur ikki svarið. Gud ynskir ikki at vit skulu dekka og goyma útyvir okkara sundursorðaða anda og hjarta. Gud ynskir, at vit skulu fara til Hansara, biðja Hann um hjálp og vegleiðing. Um tað so er at geva barnið til adoptión ella ansa tí við hjálp frá øðrum.

Hygg at hesum versinum (1.Pæt.4,8). Hann sigur ikki at fosturtøka fjalir fjøld syndana, ikki at goyma seg ella dekka útyvir ella trýsta á delete, sum vit menniskju so mangan hava hug til, tá vit hava gjørt ein feil ella synda. Nei, Hann sigur kærleiki fjalir fjøld syndanna, umfevnandi kærleiki Guds.

 

(Sálm.34,19; Sálm.51,19; Sálm.147,3; Es.61,1)Vit hava sundursoraðan anda og sundurbrotið hjarta, entin tí vit hava syndað ímóti okkum sjálvum ella tí onkur hevur syndað ímóti okkum. Tann einasti, sum kann fullkomiliga lekja okkum er Gud. So far til Hansara.

.

Endi:

Eg skal nevna áðrenn eg endi, at eg havi als ikki til endamál at døma nakran, tí tað er bara Guds uppgáva. Men eg ynski at upplýsa tykkum um hetta evnið út frá Bíbliuni. Um tit hava framt fosturtøku, so skulu tit vita, at Gud kann fyrigeva tykkum og lekja tykkara sár. Eftir at Dávid hevði dripið Uria. Kom Natan til Dávid. Dávid sá sína synd og bað um fyrigeving. Í somu stund segði Natan, at Dávid var fyrigivin. Sama er við okkum, venda vit okkum til Gud, síggja okkara synd, so skal Gud fyrigeva okkum og lekja sár okkara (2.Sám.12,13).

Er onkur sum hevur gjørt órætt mótvegis tykkum, so skulu tit eisini vita, at Gud kann hjálpa tykkum at fyrigeva og lekja tykkara sundurbrotna hjarta. 

 

Takk fyri tit hugdu við. Um tit hava spurningar so eru tit hjartaliga vælkomin at skriva til mín. Annars um tit vilja síggja fleiri video, minnist til at like’a og subscribe’a.

Fríggjadagin trekkja vit lut millum tey, sum hava luttikið í burturlutanini. Eg gleði meg.

Bei.

 

Skriva viðmerking