(1.Tim.2,4; Jóh.8,32Matt.28,19-20; Áp.1,8; Róm.1,16)

Í dag fara vit at hava um næst síðsta partin úr hesum heftinum: “Lív og atferð hins trúgvandi, sum er eitt Emmaus Bíbliuskeið”. Í dag fara vit at snakka um, hvussu vit fortelja øðrum um Jesus.

At fortelja øðrum um Jesus, er eitt av tí týdningarmesta arbeiðinum í dag (Orð11,30). At Fortelja øðrum um Jesus, er at fortelja teimum um Jesus, og at Hann kom at doyggja fyri okkara syndir, soleiðis, at vit ikki noyðast at fara til Helviti. Men við trúgv á Jesus, kunnu fara til Himmals tá vit doyggja. Okkara uppgáva er at fortelja menniskjum um Jesus, leiða tey til Jesus. Og fortelja teimum, hvussu tey kunnu bjóða Jesusi inn í sítt lív, í sítt hjarta. Men bara Jesus kann frelsa menniskju.

.

At fortelja øðrum um Jesus, verður eisini kallað at vitna. Nú fara vit at tosa um nøkur góð hugskot í samband við at vitna. Men tað er eingin bestemtur máti at gera tað uppá, men tað hava verið nakrir mátar sum hava víst seg at verið góðir at nýta.

  1. Fyrsta meginreglan er “Liv Gudi nær.” (Matt.4,19). Tað er vigtugt, at tann, sum vil fortelja øðrum um Jesus, livir andaliga væl og rætt. Tvs. at hann áhaldandi lesur í Bíbliuni og brúkar tíð í bøn. Hann má vera yvirgivin til Gud, og royna at hava góða samvitsku fyri Gudi. Tvs. Játta syndir og sleppa teimum. Tá ein trúgvandi livir soleiðis, rætt andaliga, so vitnar hann ikki av sær sjálvum, men í kraft Guds.
  2. Onnur meginreglan er “Røkk nøkrur”. Tað eru meira enn 7 milliardir menniskju í øllum heiminum, og eg og tú kunnu ikki røkka øll. Men nøkur, sum Gud leiðir okkum til. Tað er tí gott at byrja hvønn dag við at biðja Gud, um at leiða okkum til teirra, sum Hann ynskir, at vit skulu koma í samband við. Týdningarmikið er eisini at biðja fyri teimum menniskjunum, sum vit ynskja at vitna fyri. Vit mugu minnast, at frelsan er Guds verk. Og at Gud er okkara arbeiðsgevari.
  3. Triðja meginreglan er “Ver djarvur”. Vit eiga at brúka hvørt høvi hvønn dag, at tosa um Jesus. Brot út heftinum: “Tá ið Arbeiðsfelagar brúka navn Harrans vanvirðisliga (tvs. banna). er ofta møguleiki til at vitna á ein høviskan og kærleiksfullan hátt.  Tá religiøs evni koma tíðum frma í samrøðum, og áttu vit at fingið mest møguligt burtur úr. Vit skulu ikki altíð bíða eftir møguleikum. Vit sjálvi kunnu fáa teir í lag. Verðsligir menn tosa frítt um politikk, veður og ítrótt. Hví skulu vit tiga um okkara Frelsara Jesus?
  4. Fjóðra meginreglan er “Brúka svørið.” Endurgev/citera Bíbliuna mest møguligt. Bíblian er livandi Orð (Hebr.4,12). Bíblisk vers hava nátt fleiri sálir, enn orð, sum menniskju duga at siga. (Róm.10,9-10; Róm.1,16; Jóh.3,16; 1.Jóh.4,9-10 og onnur góð minnisvers). Hin vegin er einki skeivt í at forklára menniskjum, hvat hesi vers merkja. Bíblian er Andans svørð, og ein og hvør góður hermaður Jesusar, eigur at brúka hetta vápnið. Menniskju vilja oftani ikki hoyra vers úr Bíbliuni, men tað er einki løgið síðan Bíblian er okkara sterkasta vápn. So halt ikki uppat at endurgeva vers. Her er eitt stuttligt: “Siga tey, at tey trúgva ikki Bíbliuni, so endurgev bara meira av henni.”
  5. Fimta meginreglan er “Halt á.” Mong verða ikki frelst fyrstu ferð, tey hoyra evangeliið. Vanliga er neyðugt at tosa við tey fleiri ferðir. Verð ein góður vinur fyri tey. Tú kanst geva teimum góðan evangeliskan lesna, Bíbliuna og evangeliskar traktatir, emmasbíbliuskeiðir t.d. Bjóða teimum við á møti, har evangellið kemur greitt fram. Fram um alt hetta, so mást tú biðja fyri teimum. Miss ikki móti, um tey siga nei og eru frek við teg. Tí mótstøða er ofta eitt tekin um, at Gud arbeiðir í teimum. Tað er nemliga ein andaligur bardagi, sum fer fram, sum vit ikki síggja við egnu eygum.
  6. Sætta meginreglan er “Bið um dirvi”. Er tað ringt hjá tær at fortelja øðrum um Jesus, so sig tað við Gud og bið Hann gev tær styrki og dirvi, og mest av øllum viljan, at fortelja øðrum um Hann. Um tú veruliga ynskir tað, so fer Hann gera tað.
  7. Sjeynda meginregla er “Gev. “Tað er gott, at hava eitt gott úrvæl av evangeliskum lesnað í tíni tasku ella í bilinum, um tú hevur bil. Her hevur tú møguleika, at geva teimum, tú møtir traktatir og tú kanst leggja tær í bilar, bussar, matstovur, læknastøðir, handlar og næstan øll almenn støð. Her eru nøkur hugskot uppá traktatir.

 

Lønin fyri at fortelja øðrum um Jesus er ómetaliga stór!

  1. Gleðin í løtuni at leiða ein til Jesus er ómetalig.(Luk.15,10).
  2. Og gleðin verður størri, tá vit møta fólki í Himli, sum fara at siga: “Hey! Tað var tú, sum bjóðaði mær at koma higar. Takk fyri.” (Luk.16,9)
  3. Og allar størst verður gleðin, tá Jesus fer at kennast við teg fyri Faðir sínum og tí Himmalska herskara alment, við at siga “Hetta er mín góði og trúgvi tænari.” (Matt.10,32; Matt.25,21)

Við at hugsa um hetta, so latið bøn okkara áhaldandi vera:

“Lær meg fólkið síggja, eins og Frelsarin sá tey,

til eygu av gráti gerast kám og reyð.

Lær meg við samkenslu eygleiða hin burturvilsta seyð,

og við kærleika Jesusar elska tey (Matt.9,36)

Eingin av okkum er fullkomin, men hetta eru nakrar góðar meginreglur, sum vit kunnu halda okkum til. Gud kann og ynskir at brúka teg, um tú hevur tikið ímóti Honum. Fortel øðrum menniskjum um Jesus. Brúka tað lítla sum tú veitst í hesi løtu, so skal Gud signa teg og geva tær meira vísdóm. Líka sum í sanginum “Ein lítil genta gekk í sunnudagsskúla.” Hon leiddi ommuna til Jesus, vit tí lítla og einfalda, sum hon hevði lært í sunnudagsskúlanum. Trúgv, so skalt tú verða frelst. Jesus gjørdi reyst.

Eg haldi ofta, at orsøkin, at eg ikki vitni fyri fólki er, at eg eri sjálvkrittisk, bangin og dovin. Tá eg vitni eri eg stadivekk bangin, nervøs og klossugt, men eg havi álit á Gud. Og tað er tað sum heldur og gevur tað besta avrikið. Kraft Guds. Ikki okkara.

Paulus sigur:

tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur.” (2.Kor.12,10)

Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan. (Fil.4,13)

Skriva viðmerking