Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo! Í dag so fara vit at halda á fram við evninum Kyn parti 8!  Vit hava tosa um hvat Bíblian sigur kyn er, kenslur, kærleika, hjúnaband, sex og pornea. Og í dag so fara vit at tosa um vinabond, forlovilsi, “dating” og tað, ið til hoyrir.

 

Vinaband

Í 1. Mósebók kapittul 1 og 2 læra vit, at fyrst hava vit tørv á vinaband við Gud. Gud hevur skapt okkum og gevur okkum lív. Tað er eisini Gud, sum gevur okkum ævigt lív við trúgv á Hann. Uttan Gud, so høvdu vit einki lív og einki ævigt lív aftaná deyðan. At vera vinur Guds er lívsneyðugt fyri hetta lívið og tað komandi. (Sálm.25,14)

Vit tosaðu um í parti 6, um hjúnabandið, at Gud skapti menniskjað við einum tørvi á vinabond ella samfelag. Tørvi á serligum vinabondum við onnur menniskju, sum Gud ikki kann uppfylla. Tí skapti Gud Ádami Evu. Vit hava tørv á vinabond gjøgnum familju, vinir ella maka. Kærleikin vit fáa frá øðrum menniskju er ymiskur alt frá familjukærleika, vinakærleika og til hjúnabandskærleika. 

Sum vinir, kunnu vit vera kensluliga bundin til okkara vin, og elska hann av øllum hjarta okkara. T.d. kunnu vit nevna Jónatan og Dávid. Teir elskaðu hvønn annan við einum vina-kærleika. Hetta er satt um ein vin av sama kyni ella hinum kyninum.

MEN tá talan er um vinaband við ein av hinum kyninum, er skjótt at sterkar vinabandskenslur flyta seg frá einum vinabandskærleika til ein romantiskan kærleika. T.d. kunnu vit nevna Dávid og Abigajil. Tvs. at talan er ikki einans um vinabands-kærleika og vinabands-kenslur, men attraktión. Tvs. romantiskar kenslur, romantiskur kærleiki og at vit eru drigin at hinum kyninum.

 

Attraktión:

Attraktión er nakað, Gud hevur skapt til endamál at leiða eina kvinnu og ein mann saman í hjúnaband. Tað er tí, vit sum ung fáa kenslur og kenna okkum drigin at hinum kyninum. Gud hevur skapt hetta og hevur eitt endamál við hesum. Attraktión er gott og rætt, tá ið vit gera tað eftir Guds ráðum úr Bíbliuni.

Sum tannáringar uppdaga vit hesar kenslur og attraktión til hin kyni. Tað er spennandi og strævið, tí man skal læra seg at handfara alt hettar, sum bobblar inni í einum.

Ikki allir tankar, kenslur og attraktiónir, ið vit merkja eru røtt. Tí mugu vit, sum trúgvandi lesa Bíbliuna, sum verður okkara fyltur, ella checklisti, fyri at kanna eftir, hvat er skeivt og rætt sum vit hugsa og føla. 

Hetta er týdningarmikið at venja og læra seg at stýra ella skilja ímillum tankar, tí okkara tankar verða til kenslur, sum verða til attraktiónir. Duga vit at stýra okkara tonkum betur og verða Gudi lýðin í okkara tonkum, so fara vit eisini at verða Gudi meira lýðin í okkara kenslum og attraktiónum.

 

 

Romantikkur

Romantiskar kenslur eru kenslurnar og attraktión millum eina mann og eina kvinnu. Tað stuttliga við hesum kærleika er, at í byrjanini, tá tvey vera forelska, so verða tey blind fyri feilunum hjá hinum persóninum. Tey vilja gera alt fyri persónin og standa á høvdinum fyri teimum. Tað vísir okkum eitt brot av, hvussu Gud elskar okkum. Hvussu Gud vil gera alt fyri at bjarga okkum úr neyðini vit eru í.

Gud er kærleiki og Gud skapti romantikk millum tvey. Vit eru skapt í Guds mynd, og tí elska vit eisini kærleika og romantikk. Vit lesa nógv um kærleika í Bíbliuni. Í Bíbliuni er eitt ótal av romantiskum, kærleikssøgum. Vit kunnu lesa Hásongin, Rutt, Hoseas, søguna um Ísak og Rebekku. Hetta eru veruligar søgur, um hvussu kærleikin setur menniskju í frælsi og gevur nýtt lív og skapar nýggjar møguleikar. Øll hjúnabond og hesi í Bíbliuni eru kalla til at avspegla Guds kærleika til menniskju. Tey vísa við sínum romantiska kærleika, hvat Guds kærleiki bjóðar og ger við okkum menniskju. 

 

Tann rætti ella tann rætta – (soulmates?)

Mytan um “soul-mates” passar ikki. Gud hevur ikki skapt ein “soul-mate” onkustaðni í heiminum, sum er perfektur til tín. Nei! Øll menniskju eru fallin, hava syndað, eru óperfekt og passa illa til tín. Men kanska ca. 10% passa eitt sindur betur enn illa til tín. Tín “soul-mate”, tann tú hoyrir til, er tín hjúnafelagi. Um tú ikki ert giftur, so tá tú ert giftur, er tín hjúnafelai tann tú hoyrir til. Hann er tín “soul-mate”.

MEN Gud hevur eina leiðbeining til hin trúgvandi at finna tann rætta hjúnafelagin. Sambært Bíbliuni, so er tann rætti hjúnafelagin fyri hin trúgvandi:

  1. Ein annar trúgvandi. Bíblian sigur at tað er ikki rætt at fara undir ójavnt ok. Tað merkir, at ein trúgvandi giftir seg við einum vantrúgvandi. Vit eiga tí heldur ikki at gera tað í forlovilsi tíðini, tí hon tilgongdin til hjúnabandi. Sum trúgvandi, so mugu hava sameining í anda, also at bæði eru trúgvandi. Bæði mugu eiga Jesus, sum Harra og Frelsara í teirra lívið.
  2. Vinur Guds: Bæði eiga at vera búgvin andaliga, tvs. tey hvør sær lesa Bíbliuna og fylgja henni, tvs. vera lærusveinar Jesusar og tæna Honum. Søgan um Ísak og Rebekku er ein góð fyrimynd her. Tænarin hjá Ábraham fann Rebekku við at hon tænti honum, við at geva kamelunum at drekka. Ísakur sá Rebekku fyrstu ferð, tá hann hevði eina stilla stund við Gudi á markini (1.Mós.24,63). So tey møttust við at tey brúktu tíð við Gudi og tæntu Honum. 
  3. Kall Guds: Eisini er vert at kanna eftir, um tit ynskja at tæna Gudi á sama hátt. Kanna eftir, hvat kall Gud hevur givið hvørjum einstøkum av tykkum. Hugsið um, um tit saman í einum hjúnabandið æra og tæna Gudi betur. Ella um tit hvør sær æra og tæna Gudi betur. Tvs. komplementera tit hvønn annan andaliga.

Alt hetta eigur at vera uppá pláss, áðrenn tit gera av at vera forlova. Áðrenn tit siga, vit eru eitt par og gera tað officielt á Facebook. Áðrenn tit klemmast og mussast. Tit eiga at fáa hesi tingini uppá pláss longu sum vinir, tá vit koma at kennast.

 

Forlovilsi

Áðrenn tvey vera forlovað, er rætt, at tey koma at kennast sum vinir, tí endamálið við forlovilsitíðini er hjúnaband. Tvey, sum eru forlovað flyta seg tí antin ímóti hjúnabandi ella frá hjúnabandi. Tað einans tveir møguleikar.

Í forlovilsi tíðini eigur eitt par at koma at kennast sálarliga og andaliga, ikki likamliga soleiðis, at tey kunnu einast um, um tey skulu giftast og gerast eitt í anda, sál og likam, sex. Sex er holdligur kærleiki, sum hoyrir hjúnabandinum til. Holdligur kærleiki er sum lím og kámar trupulleikar í einum forholdið. Hetta er gott í hjúnabandinum, men ein snávisteinur, ringt í forlovilsitíðini.

At halda seg reinan, ikki hava sex í forlovilsi-tíðini, er ómetaliga, ómetaliga svert. Bæði kenna attraktión til hin og eru tiltrekt til hvønn annan seksuelt. Tí er umráðandi at vera vísur, tá man fer í eitt forhold. Tvs. man ger av áðrenn, at man ynskir at goyma sex til hjúnabandið. Harafturat er týdningarmikið at taka greiðar avgerðir, soleiðis at hetta, sum man hevur avgjørt fer at eydnast.

Eg práti til tíðir við nógv pør, sum siga mær, hvat tey gjørdu fyri at halda seg rein. Nøkur eg havi tosað við, hava valt ikki at mussast, áðrenn tey vóru ringforlovað ella gift. Onnur valdu ikki at vera einsamøll í húsi. Nøkur valdu at fylgjast við vinum og familjulimum. Nøkur fingu sær vegleiðarar. Fleiri viðmæla eisini ikki at vera forlovað og ringforlovað ov longi, tí freistingin gerst harðari sum tíðin gongur.

* Hugsið um hetta, at hava sex, áðrenn hjúnaband er ongantíð nakað sum man planleggur, men tað er nakað sum kemur at henda, hugsar man seg ikki um.

.

Ráð:

Her eru nøkur ráð til tykkum, sum hugsa um at gerast eitt par. Kanska tit fylgjast, eru væl, fjasast ella hvat tað nú kallast. Kanska tit eru forlovað og hava tørv at hugsa um, um tit skulu giftast ella gera tað liðugt. 

  1. Ikki fylg tínum hjarta. Hyggur tú í sjónvarp, so kemur tú ikki uttanum orðini “Fylg tínum hjarta,” ella “eg mátti fylgja mínum hjarta.” Hetta at liva í nú’inum og fylgja hjartanum kann vera alvorliga vandamikið. Kenslur og attraktión eru týdningarmikil í einum forholdið, men tað er als ikki tað týdningarmesta. Tá fólk siga “fylg tínum hjarta“, so meina tey veruliga “fylg tínum ungdómslystum ella girnd”. Bíblian sigur okkum nógv um hjartað í Jeremias 17,9. Eitt betur ráð, tá vit vera bjóðað út at eta, til ein date ella vera forlovað er: “Lurta eftir ráðum frá øðrum trúgvandi” ella “tráa eftir at verða vísur í tínum forholdið”. Hetta ljóðar ikki líka kul, sum “fylg tínum hjarta”, men í endanum so fara hesi ráðini at geva tær nógv størri gleði og nøgdsemi. So tak við ráð frá øðrum giftum, trúgvandi pørum, tak ráð frá Bíbliuni. 
  2. Ikki bara ganga hálvan veg í einum forholdið: Heilt frá fyrstum av hava menn og kvinnur roynt at havt eitt “avslappa” forhold. Tvs. forholdið hevur einki endamál og onga kós. Tey taka tað “dag um dag.” Í slíkum forholdum verður altíð onkur í endanum særdur, tí ein persónur invisterar meira í forholdið enn hin. Forlovilsi er ikki skapt til bara at hava onkran at hanga út við ella fríggja við í frítíðini. Forlovilsi er skapti til at stremba ímóti hjúnabandi. Forlovilsi er nakað álvarsamt, sum vit eiga at fara í í øllum eyðmjúkleika, yvirgivni til Gud og í bøn. Tað er als ikki nakað lætt at fara í eitt parlag.      Hvørja ferð hjarta hjá einum øðrum verður lagt í okkara hendur, so hava vit ómetaliga stóra ábyrgd og vit eiga ongantíð at brúka persónin at uppfylla okkara egnu tráanir.
  3. Lat persónin, vinin, tann tú ert væl ella forlovaður við, fara heim aftur meira heilagan, enn tá tú møtti teimum. Hetta er nakað, sum er serliga umráðandi fyri mannin í forholdinum. Sum andaligur leiðari í hjúnabandinum eigur hann longu í vinabands- og forlovilsi-tíðini, at verða vísa andaliga búning.  Hann eigur, at lata teg verða meira heilaga, meira uppbygda sum kvinnu, tá hann koyrir teg heimaftur, enn tá hann kom eftir tær. Endamálið við forlovisli er hjúnaband og tí eigur okkara forlovilsitíð at endurspegla hjúnabandið. Kallið mennirnir fáa í Bíbliuni frá Gudi er at reinsa og halga konur sínar í Bíbliuni, orðinum. Kallið kvinnurnar fáa í hjúnabandinum er at vera monnunum undirgivnar. (Ef.5,26).
  • So menn er hetta tykkara endamál, tá tit bjóða eini gentu ella kvinnu út? At halga hana? Hetta er tað Gud ynskir menn skulu gera, tá teir bjóða eini kvinnu út? Hugsa eisini um, um kvinnan er Gudi undirgivin, tvs. at hon elskar Guds orð og virðismetur at tæna Jesusi. Er hon Gudi undirgivin, tvs. óttast hon veruliga Gud áðrenn hjúnaband, meðan tit eru vinir, so hevur tú einki at óttast fyri í hjúnabandinum, tá tit eru gift.
  • So kvinnur, er hetta tykkara endamál, tá tit verða bjóðar út? At Halga mannin? Hugsa eisini um, um tann, sum bjóðar tær út, halgar hann teg og uppbyggir teg gjøgnum Bíbliuna? Spyr teg sjálva, um tú kanst vera honum undirgivin. Tað merkir, at hava so gott álit á einum persóni, at hann kann taka avgerðir fyri teg. T.d. um tú bleivst blind og lat onkran leiða teg eftir einari holutari brúgv. So hevði tú valt ein, sum tú hevði havt fullkomiliga álit á. Ein sum tú visti frá familju og vinum kundi leiða teg væl og trygt og taka avgerðir, tú ikki sjálv sást og kundi taka. Spyr teg sjálva, um hann kann vera ein andaligur leiðari í tínum hjúnabandi, tínum heimi og ein pápi fyri tíni framtíðar børn?

Hugsið um hetta. Forlovilsi er leiðin til hjúnaband. Forlovilsi er spennandi, men als ikki nøkur løtt tíð. So komi at kenna hitt kyni við eyðmjúkleika, einum endamálið og vísdómi Guds í Bíbliuni. Les m.a. orðtøkini; 1.Kor.7; Ef.5; Rutt; Hásongin; 1.Mós.24 o.s.v.

  • Les eisini bøkur sum hesar, meðan tú enn ert single: Visionary Marriage, Loveology, Guds ætlan við hjúnabandinum, Andaligi ávøkstur hins trúgvandi; 12 ting jeg gerne ville have vidst før vi blev gift.

Takk fyri í dag. Vit síggjast aftur skjótt, um Gud vil.

likea, subscribea, facebook, insta ella snap

Skriva viðmerking