Fyridømi Harrans ber av øllum (Filip.2:8-9): Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan. Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er,

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.

 

2:8

Hvør partur av hesum versinum greiðir frá, hvussu elskaði Sonur Guds, Jesus varð meira og meira eyðmýktur. Eitt annað orð fyri eyðmýking er at mannminka, og hetta lýsir væl hvat hendi við Jesusi.

Vit lærdu seinast, at Jesus var villigur at fara frá dýrd Himmalsins, og Hann tømdi seg sjálvan fyri okkara skuld. Hann gjørdi Seg eins og tænara og var menniskjum líkur. Umframt alt hetta, so lesa vit, at Hann setti Seg Sjálvan lágt! Tað var einki myrkurs- ella neyðardýpi, sum Hann ikki vildi boyggja Seg niður til fyri at frelsa okkum, bjarga okkara sálum. At Jesus var lýðin til krossdeyðan merkir, at Jesusu var lýðin líka til endan, sjálvt um tað kostaði Honum lívið. Jesus var sum keypmaðurin í (Matt.13:46), at Hann fór av sonnum og seldi alt fyri at keypa tí dýrabaru perluna.

Krossfesting, sum Jesus leið, var tá og er enn til tann dag í dag, tann mest vanvirðisligi hátturin at taka onkran av døgum. Í dag kenna vit til gálgar, forgifting, elektriska stólin og gasskømur, men einki av tí kann samanberast við hvussu ræðuligur og vanvirðiligur krossdeyðun var – ið einans var ætlaður brotsmonnum. Hesin ræðuligi deyðshátturin var goymdur Himmalsins besta, Jesusi. Hann slapp ikki at doyggja nakran náttúrligan deyða.

 

Hvussu var deyði Jesusar: Tríggir veruleikar um Jesusar krossfesting.

Læknar, søgufrøðingar og fornfrøðingar hava granska avrættingina út í smálutir. Avrættingina, ið Jesus frívilligur fór ígjøgnum. Allir granskarar eru samdir um, at Jesus leið ein av teimum mest óndu og pínufullu háttunum fyri revsing, ið nakrantíð er uppfunnið av menniskjum.

1. Jesus leið av ovurhonds stórari strongd, áðrenn harðskapurin byrjaði

Jesus bar byrðinga av heimsins synd, longu áðrenn krossfestingin byrjaði. Hann bar eyðkenni av øðiligari stongd. Náttina áðrenn krossfestingina, sóðu lærusveinarnir hann í svárari pínu (trongd) á Oljufjallinum. Hann svav ikki alla náttina og hevði sveitta eins og blóðdropar. So stóra strongd hevði hann at smáar blóðæðrar brustu í hansara sveitta kertlum og runnu niður sum stórur blóðsdropar (Lukas 22:44) Hetta slagið av ovurhondsstórari strongd verður kallað hematothidrosis. Jesus var likamliga útkoyrdur og í vanda at fara í skelt. Hetta var maðurin, ið rómverjar píndu.

2. Píndur við at verða húðflongdur við rómverskum píski

Fyrst var Jesus húðflongdur av jødunum, og aftaná tað var hann eisini húðflongdu av rómverjum. Bankanirnar og húðflongingarnar, ið rómverjar gjørdu, eru kendar sum at vera ógvuliga blóðigar, ið elvdu til sundurskræðingar kring allan kroppin. Rómverjar sniðgjørdu pískarnar til at skera húðina á likaminum á teirra ofrum. Teir vóru ætlaðar til at vera ógvuliga, ógvuliga pínufullir. Hetta elvdi eisini til at nógv veska samlaðist runt um lungurnar.

Umframt hetta, so flattaðu teir eina tornakrúnu og pressaðu hana niður á høvður hansara, ið var ætlað til at órógva stórar nervar í høvdinum, ið elvdi til vaksandi og ótolandi pínu (excruciating), sum tímarnir gingu.

Í tí stóru strongdini Jesus var í, kundu tílík sløð lættliga havt dripið Hann. Hansara kroppur var ógvuliga illa meislaður, skorin og hann bløddi. Jesus fekk onga føðslu í fleiri tímar, og av tí hann hevði mist nógv vætu gjøgnum ógvuligan sveitta og at bløða illa, so hevur Jesus nú her liðið tosta (verið dehydreraður). Hansara ræðiliga kvøl (pínsla) kundi lættliga sent hann í tað læknar kalla “skelt” (shock) og shock drepur.

Umframt alt hetta, skuldi Jesus bera ein træ bjálka, har hann skuldi doyggja. Vit kunnu einans ímyndað okkum, hvat tað inniber at bera ein tílíkan tungan bjálka við fullum av flísum í slíkum standi.

3. Krossfestingin

Jesus hekk fullkomiliga nakin frammanfyri einari fjøld. Pínan og løstirnir, ið komu av krossfestingini vóru ætlað at vera so ótolandi pínufull og ónd, at tað fekk mennsikja at leingjast eftir deyða, men kundi hanga í dagar uttan nakran lætta.

Sambært Dr. Fredrick Zugibe, var tað so ófatuliga pínufult at vera nelgdur gjøgnum hendurnar, at í dag hevði morfine ikki hjálpt. Tað var ein øðilig, ótolandi, brennandi pína, sum torusláttur, ið ferast upp gjøgnum armin inn í mønina. Hetta sama hendi tá, teir negldu føturnar og raktu plantar nervina.

Støða krossins var gjørd soleiðis, tað var ómetaliga trupult at anda. Frederick Farrar lýsti tí ætlaðu, pínsluna soleiðis:

“Ein deyði sum krossfesting, sær út til at hava allar tær ræðuligu og øðiligu pínunar, ein kann uppliva, umframt deyða. Tey upplivdu svimbul, krampar, tosta, svongd, svøvnloysi, febur av skelki, stívkrampa, skomm, at vera spotta/skamma, langa áhaldandi pínslu, ræðslu av tí sum var í væntu, eyðmýking av órøktum sárum – alt pínslur, sum vuksu í hvørjum upp til tað punktið, at tey megnaðu at tola tað, men alíkavæl ikki nóg mikið av pínu til at teir kundu pínst, so mikið at teir fingu linna í at fella í óvit.”

Hvørja ferð teir skuldu draga andadráttin, máttu teir hála seg upp við hondum og fótum og draga sáraða ryggin upp eftir óslætta træbjálkanum. Alt, ið elvdi til svára skríggjandi pínu. Og hóast hesa pínu gjørdi Jesus sær ómak at siga nøkur tíðandi orð, sum vit kunnu lesa um í m.a. Markus 15 og Matteus 27. Tað síðsta Jesus segði var “Tað er fullgjørt.” Hví júst hetta? Jú, tí at tað Jesus gjørdi á golgata var fullgjørt. Eingin synd okkara er ov stór, sum Jesusar pínsla og stríð fyri okkum, ikki dekkar. Eingin okkara er fallin ov lágt, so Jesus ikki kann reisa okkum upp. Hann gjørdi tað alt fyri teg!

Tað er einki at ivast í, at Jesusar pínsla og deyði kann ikki lýsast við orðum, Hóast alt hetta, so er tað skilligt út frá Bíbliuni, at Jesus gav sítt lív. Hann gav ikki sítt lív orsaka av pínslu, kensluligari strongd, hjartaslag ella nøkrum øðrum – men bara av sínum egna vilja. Hóast Jesus var fullkomið menniskja, var hann eisini fullkomiliga Gud. Sum Gud kundi eingin taka Hansara lív, men einans geva tað. Jesus valdi at vera í hesi ótolandi pínslu og skomm, ikki tí hann óttaðist, men tí hann hevði ein ófatuligan kærleika til mennsikjuni. Hann leið fyri at gera ein útveg fyri teg og meg.

 

  • Tá eg skilji, hvussu Jesus leið fyri meg, hvussu ávirkar tað mítt sjónarhorn á synd? (Róm.6:1-2)
  • Skilji eg, at tað Jesus gjørdi fullkomiliga og heilt dekkar mín synd? 
  • Tá menniskju siga, at teirr synd er ov stór ella tey eru follin ov lágt fyri at Jesus kann reisa tey upp, hvat sigur hetta um Jesus? Leið Jesus ikki nóg nógv? Ella leyg hann? Als ikki, Jesus píndi, tømdi seg Sjálvan fyri teg. Lat ikki ivan vika tína vissu um, at tað Jesus gjørdi var fult og heilt. Hann tømdi seg Sjálvan fyri teg, og vil nú hava teg at liva fyri Seg.

 

2:9

Í vers 9 kemur ein broyting. Í versunum frammanundan verður sagt frá tí, sum Jesus gjørdi. Jesus gekk eina leið, sum var fullkomiliga ósjálvsøkin og hann gjørdi tað ikki fyri at lyfta seg sjálvan høgt, men fyri at vinna okkum. Jesus eyðmýkti seg sjálvan. Men nú hyggja vit at hvat Gud hevur gjørt. Av tí at Jesus setti Seg Sjálvan lágt, so hevur Gud sett hann ógvuliga høgt. Av tí hann ikki tráðaði eftir einum stórum navnið, hevur Gud givið honum navnið yvir øllum øðrum nøvnum. Ein sangur sigur:

Eitt navn er yvir øllum øðrum nøvnum,

tað, sum Gud til frelsu gav;

tað navnið sungið er um allan heimin,

yvir land og yvir hav.

Niðurlag:
Himmalsk glæma er um navnið Jesus,

tað navnið, sum av øllum ber,

tí einki annað navn kann frelsu geva

einki navn sum Jesus er.

Jesus boygdi Síni knø í tænastu fyri onnur, og tí hevur Gud avgjørt, at hvørt knæ skal boyggja seg fyri Honum.

  • Men hvat sigur hetta teimum kristnu í Filippi? og okkum í dag? Hetta lærir okkum, at vergurin upp eftir, er niður eftir. Vit eiga ikki at hevja okkum sjálv, men vera øðrum til tænastu, so Gud kann lyfta okkum upp á tíð síni.

 

 

 

Filip.2:8-9

Skriva viðmerking