Fyridømi Harrans ber av øllum (Filip.2:7): nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur.
- Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.
2:7
“Hann setti seg sjálvan lágt.” Tann bókstavliga umsetingin av hesum frá uppruna málinum er “:Men tømdi seg sjálvan.” Og her kunnu vit undrast á, hvat tømdi Jesus Seg Sjálvan fyri? Ella fyri hvat setti hann seg sjálvan lágt?
Tá Jesus kom til jarðar, so hevði hann enn sínar guddómligu eginleikar og hann var framvegis alvitandi, tað síggja vit fleiri dømi um, m.a. visti Jesus at Judas lærusveinur hansara fór at svíkja hann (Jóh.13:27). Hann var enn alvaldandi og almáttugur, tað síggja vit, tá Jesus stillaði stormin (Matt.8:27). Jesus hevði sínar eginleikar, men tær vóru fjaldar í einum menniskja likami. Hóast guddómliga dýrdin var fjald, so skein hon, sum t.d. á umbroytingarfjallinum, tá skein hon ógvuliga bjart. Tað var tá Jesus fór við trimum lærusveinum niðan á eitt fjall at tosa við Móses og Elias (Matt.17:1-3).
“Hann fjaldi guddóms eginleikar fleiri,
í mannalíki og í ílæti av leiri
Í hesum búna kærleiksundur ber,
og frelsuverkið, fullkomið Hann ger.”
Orðingin ” Hann tømdi seg sjálvan” merkir, at hann gjørdi seg eins og tænari og varð menniskjum líkur. Hetta gjørdi hann við at lata seg í nakað, Hann ongantíð hevði verið í fyrr – mannahold. Bara ein sum er størri enn mennsikju kann tøma seg við ella seta seg sjálvan lágt við, at gerast menniskja.
“Gjørdi Seg eins og tænara.” Jesus lat seg í hold og lív Hansara her á foldum var lýst við nøkrum yndisligum orðum frá Jóhannes evangelisti: “Hann… legði klæði Síni av Sær og tók línklæði og band upp fyri seg.” Handklæði og fyriklæði (línklæðini) var tá í tíðini eyðkenni tænarans. Tað var brúkt av trælum, ið tæntu. Hetta fór Harrin Jesus í, tí Hann kom:
“ikki at lata onnur tæna Sær, men at tæna Sjálvur og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.” (Matt.20:28)
Vit hava snakka um í undanfarnu pørtunum, at tað var ein tvídráttur millum tey heiløgu í Filippi. Paulus heitir á hesi um at hava sinnalag Jesusar (tað snakkaðu vit um seinast og hvussu tað sá út.) Grundgevingin er í stuttum, sigur Emmaus Bíbliuskeið, at eru tey trúgvandi villig at seta seg sjálv lágt og tæna øðrum og geva lív síni sum offur, so verður einki klandur og stríð. Fólk, ið eru villig at doyggja fyri onnur, stríðast ikki vanliga við tey.
Síðani lesa vit, at Hann “Varð menniskjum líkur,” ella kanska betur, “tók pláss Sítt í mannalíki.” – Darby. Harrin Jesus varð ikki skaptur. Hann var ikki ein skapt vera. Hann var altíð, men kom inn í henda heim í mannalíki. “Menniksjum líkur” merkir “sum ein veruligur maður.” Mannd´mour Harrans er líka veruligur sum guddómur Hansara. Hann er sannur Gud og sannur maður. Men eitt loyndarmál av sonnum. Mannahugsan fer ongantíð at verða før fyri at skilja hetta.
- Tá eg nú skilji, at Jesus setti Seg Sjálvan so lágt, og tømdi Seg sjálvan fyri at gera mær ein frelsu útveg frá einum ævigum eldsjógvi, hvørja støðu taki eg? Taki eg ímóti Jesusi ella vraki eg hann?
- Skilji eg, at tað Jesus gjørdi var fyri meg? Havi eg veruliga tikið ímóti Jesusi sum mínum persónliga frelsara?
- Tá Jesus tænti øðrum á ein slíkan hátt, at tann vísti tað, vit at vaska føtur lærusveinar hansara. Hvussu eggjar tað meg at tæna øðrum? Hvussu kann eg vaska føturnar hjá øðrum (tæna øðrum) í dag?