Fyridømi Harrans ber av øllum (Filip.2:5-6): Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi! Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri rán at vera javnlíki Guds;
- Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.
2:5 – Fyridømi Jesusar
Paulus fer nú at peika teimum í Filippi á fyridømi Jesusar. Hvønn hugburð vísti Jesus? Hvat eyðkendi Hansara atburð móti øðrum? Sinnalag (temperament) Jesusar var soleiðis:
- Hann hevði eitt ósjálvsøki sinnalag
- Hann hevði eitt gevandi sinnaglag
- Hann hevði eitt tænandi sinnalag
Harrin Jesus hugsaði bara um onnur:
“Fyri egnum sorgum, ei feldi tár, men sveittadropar eins og blóð fyri vár.”
- Hvønn hugburð havi eg? Hvønn hugburð vísi eg?
- Hvønn atburð havi eg mótvegis øðrum?
- Hvussu kann eg vísa eitt ósjálvsøkjandi sinnalag?
- Hvussu kann eg vísa eitt gevandi sinnalag?
- Hvussu kann eg vísa eitt tænandi sinnalag?
2:6 – Harrin Jesus sá tørv menniskjans
Tá ið vit lesa, at Kristus Jesus var eins og Gud, so merkir tað, at Hann í allar ævir hevur verið sum Gud. Tað merkir ikki, at hann bara líktist Gudi, men at Hann veruliga og sanniliga er Gud. Hann:
“Roknaði tað ikki fyri rán (ella býti) at vera javnlíki Guds.”
Hetta hevur tveir týdningar:
- Eftir ensku týðingini, so kann hetta merkja, at Jesus helt tað ikki vera óhóskandi fyri Hann at vera javnlíki Gudi. Tað var ikki at gera krav uppá æru ella dýrd, sum ikki hoyrdi Honum til.
- Amerikanska umsetingin er nokk sindur meira beinrækin her, tí hon sigur, at “Hann roknaði tað, at vera javnlíki Guds, var nakað at halda fast við.
Óansæð, so var Jesus Gud av sonnum, og frá ævinleikanum var Hann javnlíki Gud Faðirs. Hann búði uttan forstýrilsi í signing og dýrd í Himli, og kundi njóta fræsli frá heimsins synd og misljóma.
Men Harrin Jesus sá tørvin menniskjan hevði á bjarging (frelsu). Av tí Jesus sá hetta, so helt Hann ikki, at Hann kundi halda fast við Himmalsins dýrd. Tí passar hetta væl við, at Jesus helt tað ikki vera hóskandi ella nakað vert athalda fast við, tí menniskjum tørvaði bjarging. Hann segði tað tí frá sær fyri at koma í heimin, og gera ein útveg til menniskju undan fortaping. Jesus var villigur at koma í heimin og bera alla mótsøgn og líðing av syndarum.
Gud Faðirin var ongantíð spýttur á, sligin ella krossfestur. Í hesari merking var Faðirin størri enn Sonurin – ikki sum persónur, men á hann Hann, sum Hann livdi. (Jóh.14:28) Meðan Jesus livdi her á jørð hevði hann lægri umstøður enn Faðirin, og í hesum var Faðirin størri enn Hann, sum Jesus sigur í NT. Men tá Jesus fór aftur til Himmals, kom Hann at vera eins og Faðirin bæði sum persónur og hvat umstøður viðvíkur. Tvs. tað sum verður umrøtt í hesum borinum “ikki nakað at halda fast við” er tilveruhátturin og umstøðurnar. Hetta sama verður umrøtt í 2.Korint.8:9:
“…at Hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, táið Hann var ríkur, fyri at tit við fátækt Hansara skuldu verða rík.”
Her verður eisini tosa um umstøður og tilveruhátt. Táið ein fátækur maður gerst ríkur, er tilveruháttur hansara broyttur, men ikki hansara náttúra sum maður. Soleiðis er tað við Syni Guds. Frá einum ríkum dýrdar tilveruhátti, sum var ein hóskandi og nýtilig opinbering av guddómleika Hansara, kom Hann her niður fyri okkara skuld, hvat mannalívi Hansara viðvíkur, til henda ser lága og fátæka tilveruhátt, sum Hann tók upp á seg saman við náttúru menniskjans.
- Hvussu hugsi eg um Jesus, tá eg veit at Hann frá ævignum hevur verið javnlíki Guds? Og hevur liva í allari dýrd og sælu, og liva í frælsi frá synd?
- Hvat sigur tað mær, um virði Jesus sær í mær og øðrum menniskjum, at Hann segði frá sær alla dýrd og vælveru, fyri at koma til jarðar at gera okkum ein útveg?
- Tá eg hugsi um alt Jesus var og alt Hann ofraði fyri meg og onnur mennsikju? Hvussu eigur hetta at ávirka mín livihátt? Og ynski um at vitna fyri øðrum?