Umsorgan fyri øðrum (Filip.2:1-4): Er nú nøkur áminning í Kristusi, er nøkur troyst kærleikans, er nakað samfelag Andans, er nøkur hjartans góðska og miskunn,so gerið gleði mína fullkomna – at tit semjast tykkara millum, hava sama kærleika, somu sál, somu tráan, einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv, og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til!

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.

 

2:1 – Einleiki millum kristin

Samkoman í Filippi var eitt fyridømi uppá fleiri mátar, og Paulus hevði av hjarta orsøk til at rósa teimum kristnu í Filippi. Hóast hetta, so var stríð við at taka seg upp. Til dømis síggja vit, at tvær kvinnur vóru ójavnar á máli um okkurt, Evodia og Sýntýke (4:2). Tað er gott at hava hetta í huga, meðan vit granska kapitul 2, tí her viðgerð Paulus beinleiðis orsøkina og grøðingina av klandri og stríð, sum tekur seg upp millum Guds fólk.

Vit eiga her, at royna at skilja orðafellið: “er nú nøkur.” Hetta sipar ikki til nakran iva, men til eina grundgeving. Í hesum versið verða fýra stórmál tikin til umhugsunar, og sum átti at drigið trúgvandi saman í samljóð og til samstarv. Paulus sigur veruliga: “Av tí at Kristus gevur slíka eggjan, og kærleiki Hansara er so ómetaliga sannførandi, við tað at Heilagi Andin bindur okkum øll saman í eitt undurfult samfelag, og av tí at tað er slík eym miskunn og samhugi í tí kristna lívinum, skuldu øll verið før fyri at liva í eydnuríkum samljóði hvør við annan.” F.B. Meyer lýsir hesar fýra grundirnar soleiðis:

  1. Sannføringin um Kristus,
  2. Tann eyma umsorganin, sum kærleikin gevur,
  3. Samfelag í Heilaga Andanum
  4. Menniskjalig samkensla.

Í øllum førum er tað greitt, at ápostulin Paulus gevur eina áheitan um samhuga ella einleika grundað á felags trúfesti móti Kristusi, og vit øll hava fingið Heilaga Andan. “Við øllum hesum, sum er í Kristusi, skuldu limir likams Hansara havt eina felags ætlan, kærleika, samlyndi og samkenslu.”

  • Er tað altíð einleiki millum kristin? Hvat kann skilja hendan einleikan?
  • Er nøkur samkoma fullkomin?
    • Eitt orðatak sigur: “Um tú nakran tíð finnur tí fullkomnu/perfektu samkomuna, so skal tú ikki luttaka har. Tú hevði sjálvur spilt hana.” Hetta vísir á, hvussu ófullkomin vit sjálvi eru, og at eingin samkoma er fullkomin, tí hon er ein samankoma av menniskjum – frelstum syndarum, ið eru á eini fer at vera heilaggjørd og koma at líkjast Jesusi meira og meira.” Tí hevur troystin í kærleikanum, samfelag í heilaga andanum, menniskjalig samkensla og áminningin av hvør Kristus er so nógv at siga. Skjótari vit eru at fyrigeva lættari verður leiðin. Sum eitt hjúnabands orðatak sigur: “Elska nógv, ver skjótur at biða um umbering og skjótari at fyrigeva.” Tað ið eg haldi Paulus ynskir at vísa á, er at liva vit hetta, liva Kristus, so kemur einleikin automatiskt.
  • Hvat minnir Paulus tey á, hvat sameinir tey kristnu? 
    • Sannføðingin um hvør Kristus er, sonur Guds, okkara frelsari.
    • Troystin í kærleikanum
    • Samfelagið í Heilaga Andanum
    • Samkensla: Hjartans góðska og miskunna

 

2:2 – Samsint sum kristin

Hava hesar grundgevingar veruligan týdning fyri tey í Filippi, so bønar Paulus tey um við hesum orðaskifti í huga, at tey skulu gera gleði hansara fullkomna. Higartil høvdu tey í Filippi av sonnum verið Paulusi til stóra gleði. Tað dylir hann ikki yvir eina løtu, men nú biður hann tey um at fylla gleðisbikar hansara, so tað flýtir yvir. Tey kunnu gera tað við at vera samsint, hava sama kærleika og liva av einum huga í sátt og semju.

Merkir hetta, at øll trúgvandi, eiga at hugsa tað sama og gera tað sama? Bíblian, orð Guds, sigur ongantíð hetta. Tað verður væntað av okkum, at vit skulu vera samd í teimum stóru meginreglunum í tí kristnu læruni, men sjálvandi eru tað ymsar áskoðanir um nógvar spurningar, sum ikki hava so nógv at siga. Samlíki og einleiki er ikki tað sama. Tað er møguligt at hava tað seinna og tí ikki tað fyrra. Hóast vit ikki eru samd í smærri lutum, ber væl til at goyma okkara egnu meningar, tá ið tær ikki fevna um veruligar meginreglur, til frama fyri onnur.

“At vera samsint” merkir veruliga at hava sinnalag Kristusar, at duga at døma um viðurskifti, soleiðis sum Hann hevði gjørt tað, og at svara aftur, soleiðis sum Hann hevði svarað aftur. “At hava sama kærleika” merkir at vísa øðrum sama kærleika, sum Harrin hevur víst okkum, ein kærleika, sum ikki roknaði við kostnaðinum. “At hava somu sál og tráan” merkir at virka saman í samljóði móti einum felags máli. Til seinast “at hava sama sinnalag” merkir at virka so sameind, at eingin ivi er um, at tað er ein hugsan, ið stýrir verkum okkara, og tað er sinnalag Harrans Jesusar.

  • Hvar merkir tað at vera samsint? Og hvat merkir tað ikki.  Havi eg uppliva hetta?
    • Tað merkir at hava sama kærleika og liva av einum huga í sátt og semju. Tað merkir ikki at øll trúgvandi skulu hugsa tað sama og gera tað sama, men at vit eru samd um meginreglurnar í tí kristnu læruni grundað á Bíbliuna.
  • Hvussu eru samlíki og einleiki ymiskt? Havi eg uppliva hetta?
    • Tað er møguligt at vera samlík, tað merkir at kunna semjast um eitt hvørt. Men einleiki er øðrvísi á tann hátt at einleiki merkir at vera eitt, “eitt par av hosum”, sum eini hjún eru eitt. Einstaklingar, men eitt saman. Sum einleiki í samkomuni, kunnu vit sum einstaklingar hava persónligar ósemjur um, hvønn lit gardinur og serviettarnir skulu hava, men hetta eru smærri meiningar sum vit kunnu hava sterkar kenslur um, men vit kunnu velja at hava tað fyri okkum sjálvi. Gardinur eru ikki veruligar meginreglur og tað týningarmesta, so vit kunnu halda hesar meiningar fyri okkum sjálvi til frama fyri onnur. Men týdningarmikið er, at vit hava einleika sum Paulus skrivar í Efesus.4:1-6. Hetta hóaskar so væl til hetta brotið í Filippibrævinum:
    • Efesusbr.4:1-6 “Eg áminni tykkum tí, eg, fangin í Harranum, at liva kallinum verdiga, sum tit vórðu kallað við, við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærleika umbera hvørt annað og leggja tykkum eina við at verða verandi í einleika Andans í bandi friðarins: Eitt likam og ein Andi, eins og tit eru kallað til eina vón í kalli tykkara, ein Harri, ein trúgv, ein dópur, ein Gud, Faðir alra, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum.
    • Hugsast kann at Filippimenn hava lisið Efesusbrævið áðrenn hetta, tí tað var skrivað umleið 2 ár áðrenn ella um somu tíð. Vanligt var tá at brøvini vóru avritaði og lisin upp í samkomunum runt um kring til læru, áminning og uppbygging í trúnni hjá øllum teimum kristnu. Tey í Filippi fáa hesa somu áminning sum tey í Efesus høvdu fingið frammanundan teimum, at vera verandi í einleika Andans: Ein trúgv, ein Harri, ein dópur. Hetta eru alt “eitt” og eitt sum vit eiga alt at grundað á Bíbliuna.
  • Hvørjar meginreglur eiga tey kristnu at vera samd um í tí kristnu læruni fyri at kunna hava einleika? Ber til at samstarva tvørkirkjuligt? Havi eg kanna hetta og gjørt mær eina meining um hetta?
    • Eg havi gjørt eitt video her um evnið, ið eitur: Eru vit systkin?
    • Tað er ógvuliga moderna nú á døgum og hevur verið í longri tíð at samstarva tvørkirkjuligt. Summi siga eisini “Vit eru jú øll systkin” – vit hava ein og sama Harra. Men Paulus sigur ikki bara her í versinum til Efesus “ein Harri“, men eisini “Ein trúgv” og “Ein dópur”. Tvs. einleikin kemur ikki bert við at fylgja einum og sama Harra, men vit at hava eina og somu trúgv, og ein og sama dóp. Eg haldi at trý grundleggjandi ting eru fyri at hava eitt ordiligt tvørkirkjuligt ella samkomuligt samstarv, tað er, at vit eru samd um: Hvør Kristus er, hvart dópurin er og hvat frelsan er.

 

2:3 – Rokna hvønn annan hægri

Einki átti at verið gjørt av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, tí hetta eru høvuðsfíggindar av einleika millum fólk Guds. Stríðshugur vísir her til partakenslu ella illstøðu. Hin vegin sipar tráan eftir tómari æru til hugmóð ella at sýna seg sjálvan fram. Byrjanin til klandur og stríð er allastaðni, har fólk, ið hava áhuga fyri at savna bólkar um seg sjálvan ella fremja síni egnu áhugamál. Tú finnur heilivágin í tí seinna partinum av ørindinum: “Men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv.” tað er lætt at lesa eina áheitan sum hesa í orði Guds, men tað er nakað heilt annað at viðurkenna tann veruliga týdningin og síðani fremja hana í egnum royndum. At virða onnur meiri enn seg sjálvan er púra fremmant fyri mannalyndi, og maður er als ikki førur fyri at gera tað í egnari megi. Tað verður bert í tann mun, tú livir í Heilaga Andans kraft, at tú í roynd og veru verður førur fyri at gera tað.

  • Hvat eru høvuðsfíggindarnir av einleikanum millum kristin? Havi eg upplivað hetta?
    • Tað eru stríðshugur, partakensla ella stríð, og tráan eftir tómari æru. Tað er hugmóð ella at ynskja sýna seg sjálvan fram (egoisma) og stevna eftir sínum egnu áhugamálum, fram um tað hjá øðrum.
  • Hvussu byrjar klandur og stríð? Havi eg upplivað hetta?
    • Tað byrjar tá fólk gerast egosentrera og hava bara áhuga fyri at fremja síni egnu áhugamál.
  • Hvat er heilivágurin fyri klandur og stríð?
    • “Men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv.” At elska okkara næsta sum vit elska okkum. Eg hugsi um hetta, at tá ósemja og stríð er, at vit royna at skilja støðuna hjá hvørjum øðrum – sum í einum hjúnabandið.
      • Eg spurdi Evald um eg kundi deila hetta, tí eg haldi hetta er nokkso stuttligt. Eg og Evald dáma ógvuliga væl at innrættað og hugna um hús, vit hava bæði hvør sínar styrki í hesum. Eg dugi væl at gera tað á einari “budget” við at spara. Evald dugir ógvuliga væl at hava ein einklan stíl og at koyra tað burtur ella á endurnýtslu, sum er ov nógv. Eg haldi bæði eru týdningarmikil og tí riggar tað so væl, tá vit samstarva. Vit kunnu spara og duga at beina tað burtur, sum er óneyðugt, og soleiðis at royna at vera góðir húshaldarar av okkara pengum, lutum, hús og heimið, sum Harrin hevur givið okkum. Ein dagin so hevði eg keypt køksrulluhaldara, sum eg helt vera so kulan. Hann var svartur, hevði ein hana á toppinum, men hann var sindur skeivur, so køksrullurnar ikki væl á honum. Evald helt hann vera soo ópraktiskan. Ein dagin fóru vit at rudda og vit samdust um, at vit máttu taka eina støðu til køksrullu haldaran. Eg vildi ikki so gjarna av við hann, men eg visti at Evald hevði rætt, hann var stak ópraktiskur. Evald noyddi meg als ikki av við hann og segði eg mátti gjarna behalda hann, men eg dugdi at síggja hvussu ópraktiskur haldarin var. Eg skundaði mær at blaka hann í skrellispannuna, meðan eg enn var sannførd um at Evald hevði rætt.
      • Hetta er eitt gott dømi um eitt smáting, sum menniskju kunnu gerast ógvuliga ósamd um og fara at klandrast um. T.d. hvønn veg wc rullan skal venda, og um lokið á WC kummuni skal vera uppi ella niðri. Tit hetta er púra óneyðugt, eftir mínari meining. Tí menniskju sum ynskja sannan samleika, royna at síggja sjónarhornið hjá hinum. Onkutíð má eg innrømma, at orsøkin at eg eri ósamd við summum – og Evald eisini – er orskað av mínum stoltleika. Onkutíð má eg siga sum er: “Eg veit tú hevur rætt, men eg havi ikki hug at tú skalt hava rætt.” Tá vit kunnu innrømma okkara stoltleika og kenslur fyri okkara nærmastu, so haldi eg at vit kunnu betur skilja hvønn annan. Tað er absulutt ikki nemt, men eitt frælsi. Men hin vegin – tit – tá tað kemur til persónligar meiningar og sterkar kenslur og ósemjur, so kunnu vit eisini líka meta um, um tað er tað vert at halda fast við ella vera ósamd um. Tað er ein styrki at halda fast við tær týningarmiklu meginreglurnar og um smátingini siga, tað er okey, at vit ikki eru samd um smálutir (gardinur), tá vit eru samd um tey stóru tinigni, ið eisini eru tey týdningarmestu.
  • Tá tað er trupult hjá okkum at rokna onnur hægri enn okkum sjálv, tæna øðrum og vísa næsta kærleika, hvønn kunnu vit tá venda okkum til?
    • Gud í bøn, og hann vil hjálpa okkum gjøgnum Heilaga Andan.

 

2:4 – Hugsa um hini

Viðgerðin at grøða trupulleikar millum fólk Guds er at hava størri áhuga fyri tí, sum øðrum hoyrir til enn sínum egna. Orðið “hini” er lykilin til henda kapittulin á ein sera veruligan hátt. Tað verður í mun til um vit gera lív okkara í halgaðari tænastu fyri hini, at vit hevja okkum upp um sjálvsøkni og stíð manna.

Skriva viðmerking