Áheitan Paulusar (Filip.1:27-30): Bert skulu tit liva lív tykkara, sum hóskandi er evangelii Kristusar, fyri at eg, um eg nú komi og síggi tykkum, ella eg eri fráverandi, kann fáa at hoyra um tykkum, at tit standa fastir í einum anda, so tit við eini sál berjast saman fyri trúnni á evangeliið og í ongum lata tykkum ræða av mótstøðumonnunum – tað er teimum merki um undirgang, men tykkum um frelsu, og tað frá Gudi. Tykkum varð jú givið – fyri Kristusar skuld – ikki bert at trúgva á Hann, men eisini at líða fyri Hansara skuld – tit hava jú sama stríð, sum tit sóu hjá mær og nú hoyra um meg.

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.

 

1:27 – Tey kristnu eiga at líkjast Kristusi

Paulus kemur her í versinum við eini ávaring: “Bert skulu tit liva lív tykkara, sum hóskandi er evangelii Kristusar.” Tey, ið eru kristin, eiga at líkjast Kristusi. Himmalborgarar eiga at liva samsvarandi. Andaliga støða okkara skuldi verið sjónsk í dagliga lívi okkara.

Afturat hesi áminning um at lív og støða eigur at samsvara, so heitir hann á tey um at vera støðuføst (halda/standa fast). Hann ynskir serliga, líkamikið um hann kemur til tierra ella er fráverandi, at frætta góð tíðingi um tey, at tey standa føst í einum anda og stríðast saman fyri trúnni á evangeliið, tað er tann kristna trúgvin. Tey kristnu hava ein felags fígginda, tí eiga tey ikki at berjast við hvønn annan, men skuldu heldur staðið saman ímóti fíggindanum.

  • Hvussu liva vit lív okkara, sum hóskandi er evangeliið kristusar?
  • Hvussu líkjast við Kristusi?
  • Hvussu er tað sjónskt at vit eru himmalborgarar?
  • Hvussu kann okkara andaliga støða sjónsk í dagliga lívið okkara?

 

1:28

Tey skuldu heldur ikki vera bangin fyri fíggindum evangeliums. At vera óttaleysur hóast atsøktur hevur dupultan týdning. Fyrst er tað teimum, sum stríðast ímóti Gudi, ein ávaring um oyðing, og síðani er tað teimum tekin um frelsu, sum óræddir standa ímóti fíggindans vreiði. “Frelsa” er her møguliga sett í framtíð og sipar til endaligu bjarging (4.frelsan, sí pt.6) hins kristna frá øllum royndum, tá ið likamið eins væl og andin og sálin verða endurloyst.

“Tykkara óttaloysi skal verða teimum eitt álítandi tekin um vissan undirgang, men tykkum fer tað at verða eitt vist tekin um frelsu tykkara.” – Weymounth

  • Hevur tú uppliva at verið óttaleysur, meðan tú vart atsøktur?
  • Hví kunnu vit sum kristin vera óttleys fyri teimum, sum stríðast ímóti Gudi? Hvat er okkara vón?
    • (Endurloysingin, Himmalin)
  • Fíggindar okkara, sum seta seg upp móti Gudi? Er tað í veruleikanum okkara fíggindi ella Guds?
    • Ein góð áminning til okkum kristin er at minnast til at tey sum seta seg upp ímóti evangeliinum – og Gudi – seta seg ikki upp móti Gudi. Tað er heldur heldur ikki okkum tey vraka men Gud. Og Gud er tann, ið vit og øll menniskju eiga at óttast, tí tað stendur um í Markus 10:28: “Og óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men fáa ikki dripið sálina! Nei, óttist heldur Hann, sum kann forkoma bæði sál og likami í Helviti!” (Hann sum verður umtalaður her, er Gud.)

 

 

1:29

Tey í Filippi áttu at hava í huga, at tað er ein framíhjárættur at líða fyri Kristus eins væl og trúgva á hann.

Dr. Griffith John skrivar, at tað hann einaferð var kringsettur av eini fíggindligari mannamúgvu av kinverjum og var bukaður, tók hann hondina upp til andlitið, og tá ið hann tók hana aftur, sá hann, at hon var baðað í blóð. “Hann kendi seg vera fyltan av einum hendinga heiløgum eldhuga, og hann gleddist stórliga yvir, at hann varð roknaður verdigur at líða fyri navn Hansara.”

Er tað ikki merkisvert, at sjálvt líðing er hevjað til slíkar hæddir av teimum kristu. Hetta sama síggja vit lærusveinarnir søgdu:

…teir kallaðu ápostlarnar inn aftur og lótu teir húðfleingja og forbuðu teimum at tala í navni Jesusar. So lótu teir teir fara. Teir fóru so burtur frá ráðnum, glaðir um, at teir vóru hildnir verdir at verða vanærdir fyri navnsins skuld.Og teir góvu ikki uppat at læra hvønn dag í templinum og í húsunum og at kunngera evangeliið um Kristus Jesus. (Áp.5:40-42)

Vissuliga, sjálvt tað, “ið vit halda vera smáputl, brennuri ódeyðiligum eldi, táið tað kemur í samband við tað endaleysa.” Krossurin gevur heiður og aðalmerki.

  • Rokni eg tað sum ein framíhjárætt at líða fyri Kristusar skuld? At tað er ein partur av at vera kristin eins væl sum at trúgva á hann?
  • Hvat er mítt lív sum kristin? Hvat snýr mítt lív seg um? Orðið Kristin var upprunaliga tað, ið tey í ápostlasøguni vóru rópt, sum fylgdu Jesusi eftir. Tað var eitt eyknevni, ið tey fingu, ið valdu at taka tann trupla vegin og fylgja Jesusi eftir. Hetta var eingin lættur teinur fyri tey. Tey máttu fyrst avnokta sína egnu syndaligu lystir, mistu vinir og familju, ið skammaðust við teirra væl. Afturat øllum hesum vóru tey forfylgd. (vers) Hetta var eitt val, ið veruliga kostaði menniskjum nakað. – Í dag halda menniskju, at tey kunnu vera kristin og vera vinir við heiminum, stuðla LGBTQ+ o.ø. men Harrin Jesus sigur, at vinskapur við heimin er fíggindskapur við Gud. (vers) Støðan er einki broytt í dag, tað er enn eitt ógvuliga trupult val at taka at fylgja Jesusi eftir, men avbjóðingin hjá okkum í dag er at læra okkum at skilja ímillum, hvat er næsta kærleiki og at vinna onnur menniskju fyri Jesus, og hvat er vinskapur við heimin. Hetta er nakað sum er ógvuliga týdningarmikið at skilja ímillum, tí vinskapur við heimin er fíggindskapur við Gud. Vit skulu elska onnur menniskju, men vit mugu ikki siga, at nakað er rætt, sum Gud hevur dømt sum skeivt. Vónandi kann Gud geva okkum øllum vísdóm at skilja hetta. (vers)
  • Hví eri eg so bangin at líða fyri Kristusar skuld? Hví skammist eg? Hví gleðist eg ikki?

 

1:30

Hetta ørindi kann umskrivast soleiðis:

“Tykkum, er eisini givin framíhjárættin at líða fyri Kristus, tí tit hava sama stríð, sum tit sóu hjá mær, tá ið eg var í Filippi, og sum tit hoyra, at eg eri framvegis í.”

  • Hvat snýr lív hins kristna um?
  • Tá Kristin siga, at lívið sum kristin er fantasiskt og lívið er lættari, siga tey so eina lygn?
    • Tað kann forteljast sum ein søga. Tað er sum at fortelja einum, sum fer umborð á ein flúgvara, at honum tørvar ein fallsskerm. Tað fer at gera flúgvi túrin lættari, bleytari og deiligari. Og so lendur hann eisini væl. Maðurin tekur fallsskermtaksun og koyrir hana á ryggin. Hon er heldur tung og óbelhagili, men hann livir í vónini um at tað verður betur tá hann fer at seta seg niður. Hann gongur innar og má skorða seg millum rekkjuna, tí taskan fyllir so nógv, ein tung byrða at vera. Hann setur seg niður og spennir trygdarbeltið, also hetta er óbehagiligt. Hann sveittar og ryggurin stingur av óbehag. Hini kring hann flenna og spotta hann fyri fallsskermtaskuna. “Hann sær tápiligur út! Hasin har – so løgin! Hví hevur tú hatta, hevur tú ongantíð flogið fyrr?!” At enda orkar maðurin ikki meira og blakar taskuna av sær og biður flogternuna goyma hann burtur. Hann gloymir alt um taskuna og setur seg behagiligt afturá, keypir sær ein bita, etur seg mettan og prátar við hini við síðurnar av – deiligt at vera normal aftur – hugsar hann.  Mitt undir flogtúrinum hendir tað óvæntaða. Flogfarið neyðlendir og einans tey við flasskermið vera bjargað. Maðurin hevði fingið skeiva informatión og lat lív. Hugsa tær, hvussu nógv øðrvísi hann hevði uppliva alt, um maðurin við dyrnar segði honum sannleikan. Hetta er eingin behagili byrða at bera – tvørturímóti – men hon kann bjarga tær lívið.
    • Hetta er tað vit eiga at siga menniskjum. Tað er einki lætt at vera kristin – tvørturímóti – tú fert at vera flentur at, spottaður og fólk fara at royna at freista seg at liva eitt lív í synd og venda Jesusi baki. Men ver vísur í hesum, at at enda er alt spotti, sveitti, stríði tað vert. Tí endin er himmalin. Vrakar tú Jesus, nýtir lívið her, so er deyðin vísur, eldsjógvurin.
    • Hvat er betra alternativi? Ævinleika í Himli og stríð her? Stuttan stuttleika her og ævinleika í eldsjógvi?
    • Nú er løtan, veljið í dag!

 

Filip.1.28,29

Skriva viðmerking