Bøn Paulusar fyri teimum kristnu (kalla heiløg): Filip.1:19-26: tí eg veit, at hetta skal verða mær til frelsu við bøn tykkara og hjálp frá Anda Jesu Krists. Tað er tráan og vón mín, at eg í ongum skal verða til skammar, men at Kristus, sum altíð, so nú við, skal við øllum dirvi verða dýrmettur í likami mínum, veri tað nú við lívi ella við deyða. Tí at liva er mær Kristus, og deyðin er vinningur. Men um tað at liva í holdinum gevur mær ávøkst av verki mínum, so veit eg ikki, hvat eg skal velja, men standi ivasamur millum hesi bæði: Eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristusi, tí tað var mangan, mangan betri; men at verða verandi í holdinum er neyðugari fyri tykkara skuld. Og við tað at eg eri vísur í hesum, veit eg, at eg skal liva og verða verandi hjá tykkum øllum, tykkum til frama og gleði í trúnni, fyri at rós tykkara í Kristi Jesusi kann verða í yvirflóð við mær, táið eg komi til tykkara aftur.

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.

 

1:19 – Tær 4 frelsurnar

Framtíðin er ljós. Paulus veit, at alt, sum hendir hann og fer at henda hann fer at leiða til frelsu (bjarging). Orðið frelsa verður nýtt við ymsum týdningum í Nýggja Testamenti. Bókamerkið her.

  1. Fyrst av øllum so vísir Bíblian til frelsu (æviga bjarging) frá straff syndarinnar, sum syndarin móttekur, tá hann setur sítt álit á Harran Jesus Kristus. (Rættvísgerðing)
  2. Frelsa merkir eisini, at hin trúgvandi verður bjargaður dag um dag frá valdi syndarinnar í lívi sínum. (Heilaggering)
  3. Frelsa merkir eisini, at hin trúgvandi verður fríaður í framtíðini frá nærveru syndarinnar, tá ið hann verður tikin heim til himmals (heim í dýrdina). (Dýrdargerðing)
  4. Frelsa verður eisini nýtt um frelsu ella bjarging frá tímligum vandum, sum likamligum skaða, sjúku ella fangilsi. Tað er tann seinasta merkingin sum Paulus sipar til í ørindi 19.

Frelsan í hesum versinum merkir ikki, at sál Paulusar fer at vera frelst, men hann vísir til at hann fer at gerast bjargaður/frelstur úr fangilsi. Miðalin (mediatorurin), sum Gud fer at brúka til leysgeving hansara eru bønirnar, sum tey trúgvandi í Filippi biðja og teirra tænasta. Ella hjálp frá Heilaga Andanum. Kanska vit undrast á týdningin, ið Paulus leggur í bønirnar hjá nøkrum fáum, veikum trúgvandi.  Paulus metir hesar bønir teirra at vera nóg máttmiklar til at forða ætlanum og veldiga máttinum, rómverjarnir høvdu.

Vit eiga tí ongantíð at undirmeta, hvat Gud kann gera, tá vit venda okkum til hann eina løtu í bøn. Eitt orðatak sigur:

Hjálp frá Anda Jesu Krists merkir kraft Heilaga Andans, sum er til taks Hansara vegna – tann kraft sum Andin fer at geva honum. Vanliga vísir tað til:

“tær ótømandi goymslur, sum Andin útvegar fyri at gera hin trúgvandi føran fyri at standa fastur, líka mikið hvussu umstøðurnar kunnu vera.”

  • Skriva tær hesar fýra frelsurnar niður á eitt bókamerki og legg tað í Bíbliuna. Tú kanst eisini taka hetta dokumentið niður sum eg havi gjørt. Hetta fer at hjálpa tær tá tú lesur Bíbliuna at skilja ímillum ymisku frelsurnar. Ein veikleiki hjá mongum er at tey blanda hesar frelsurnar, tí er tað eisini at summi halda at tey kunnu gerast ófrelst aftur. Soleiðis er ikki, Harrin heldur okkum æviga fast í síni hond, tá vit hava tikið ímóti honum. Ein hjálp er tí hetta bókamerkið, so vit læra at skilja ímillum og skilja Bíbliuna sum heild. (Sálm.119:160). Í seinastu viku, so snakkaðu eg og ein onnur á Facebook saman um, LGBTQ, kristin osv. Og tað sum eg vil bara siga við tykkum sum eru kristin, tað er at tað er so týdningarmikið at Bíblian hevur hægsta autoritet í okkara lívið. Bíblian er rødd Guds, alt sum Gud hevur sagt og øllum hesum eiga vit at lurta eftir og fylgja. Ein kristin merkir “kristusar eftirfylgjari”. Eru vit Kristin so fylgja vit Guds orðið fram um okkara kenslur. – Vónandi kann hetta bókamerki hjálpa tykkum.
  •  Hevur tú upplivað tær fýra frelsurnar í tínum lívið? Skriva tær nakrar notur niður fyri nakrar hendingar, tú kanst minnast aftur á. Notera nøkur vers, sum dømi uppá hesar frelsur.
  • Hvussu biði eg? Minnist eg afturá tær bønir, ið eg havi biði? Tað kann vera eitt gott hugskot at skriva sær bønir ella bønarevni niður. Tað ger tað lættari at hyggja aftur á bønir og minnast tey svar, Gud hevur givið okkum. Eg havi eisini gjørt eitt video um tað her.

 

 

1:20 – Hvat er at dýrmeta?

Sum Paulus hugsar um bønirnar hjá teimum Kristnu og hjálp Heilaga Andans orar Paulus inniligu vón og tráan sína, at hann ongantíð skuldi skammast, men fáa dirvi at standa sum eitt greitt, óttaleyst vitni fyri Jesus Kristus. Líkamikið hvat úrslit rættargongdin (dómurin) fór at verða, um hann fór at vera leyslatin ella fekk deyðadóm – so ynskti hann at Jesus Kristus skuldi vera dýrmettur í hansara likami.

“At dýrmeta merkir ikki at gera Kristus størri. Hann er longu stórur, og einki, ið vit royna at gera, kann gera Hann størri. Men at dýrmeta merkir at elva til (at gera) at Kristut verður hávirdur ella prísaður av øðrum.”

Kristus kann verða dýrmettur í likami okkara við lívi.

“Dýrmettur av vørrum, sum bera Honum yndisligan vitnisburð; dýrmettur av hondum, ið virka í góðu tænastu Hansara; dýrmettur av fótum, sum eru eydnusælir at ganga ørindi Hansara; dýrmettur av knøum, ið eyðmýkt boyggja seg í bøn fyri kongadømi Hansara; dýrmettur av herðum, sum við gleði bera hvørs annars byrðar.” – Guy King

Og Krisus kann vera dýrmettur í likami okkara við deyða – likam, sum eru vorðin útslitin í tænastu Hansara; likam, ið eru vorðin gjøgnumstungin av spjótum mannaátara; likam, sum eru vorðin sundurløstað av steinum ella brent á báli.

  • Hvussu kunnu vit vísa dirvi, tá vit óttast? Ber tað til? Eg havi eitt video um dirvi her.
  • Hvussu kann eg dýrmeta ella tilbiðja Jesus við mínum likami í dag? Eg havi eitt video um tilbiðjan her. Eg havi eisini eitt video um, hvussu vit kunnu vera eitt vitni og vitna fyri øðrum menniskjum, her.

 

 

1:21 – Hvat er tín lívsáskoðan?

Í hesum ørindi sigur Paulus okkum frá síni lívsáskoðan (philosophy of life / outlook on life). Hann livdi ikki fyri pengar, mær ella stuttleika. Endamálið við lívi hansara var at elska, tilbiðja og tæna Harranum Jesusi. Hann ynskti, at lív hansara skuldi koma at líkjast lívi Jesusar. Ynski og tráan hansara var, at Frelsarin skuldi liva lív Sítt gjøgnum hann. “Og deyðin er vinningur.”

“At doyggja er at vera saman við Jesusi og verða Honum líkur í ævir. Tað er at tæna Honum við einum hjarta, sum ikki syndar og fótum, sum ikki fara av leið. Vit hugsa ikki vanliga um deyðan sum nakað, ið gevur ágóða (vinning). Harmuligtt at siga, at tað tykist sum, at lívsáskoðanin í dag er: “at liva er tímiligur vinningur, og deyðin ger enda á honum.”

“Fyri ápostulin Paulus var deyðin ikki ein myrk, óhugnalig gjøgnumgongd, har allar ognir hansara spiltust skjótt og rotnaðu burtur. Tað var heldur ein yndislig gjøgnumgongd, ein goymdur vegur, sum leiddi inn í ljós.” – Jowett

  • Hvussu kann okkara lív koma at líkjast Jesusar lívið?
  • Hvat er mín lívsáskoðan: Hvussu er mítt lív? Hvat snýr mítt lív seg um? Hvat er deyðin mær?: “At liva er mær _________, og deyðin er mær _________?”
  • Hvat er mítt lív? Hvat snýr mítt lív seg um? Orðið Kristin var upprunaliga tað, ið tey í ápostlasøguni vóru rópt, sum fylgdu Jesusi eftir. Tað var eitt eyknevni, ið tey fingu, ið valdu at taka tann trupla vegin og fylgja Jesusi eftir. Hetta var eingin lættur teinur fyri tey. Tey máttu fyrst avnokta sína egnu syndaligu lystir, mistu vinir og familju, ið skammaðust við teirra væl. Afturat øllum hesum vóru tey forfylgd. (vers) Hetta var eitt val, ið veruliga kostaði menniskjum nakað. – Í dag halda menniskju, at tey kunnu vera kristin og vera vinir við heiminum, stuðla LGBTQ+ o.ø. men Harrin Jesus sigur, at vinskapur við heimin er fíggindskapur við Gud. (vers) Støðan er einki broytt í dag, tað er enn eitt ógvuliga trupult val at taka at fylgja Jesusi eftir, men avbjóðingin hjá okkum í dag er at læra okkum at skilja ímillum, hvat er næsta kærleiki og at vinna onnur menniskju fyri Jesus, og hvat er vinskapur við heimin. Hetta er nakað sum er ógvuliga týdningarmikið at skilja ímillum, tí vinskapur við heimin er fíggindskapur við Gud. Vit skulu elska onnur menniskju, men vit mugu ikki siga, at nakað er rætt, sum Gud hevur dømt sum skeivt. Vónandi kann Gud geva okkum øllum vísdóm at skilja hetta. (vers)
  • Kostar tað mær nakað at fylgja Jesusi eftir? Eigur tað at gera tað?
  • Hvat er deyðin mær? Um vit spyrja vanliga menniskja í dag, um tey ræðast deyðan, so er rætta svarið ja, at tey ræðast deyðan. Deyðin er ein óvissa, ið kann raka okkum nær og hvar sum helst, og tað er endin av tí sum vit kenna til her. Tað er sum at koyra í einum togi við fleiri kilometra ferð, vitandi at fyri framman er ein bortin brúgv. Togið koyrir við fullari ferð og hvørja løtu, so fer tokið av sporinum. Soleiðis liva mong menniskju lívið í dag. Tey koyra við fullari ferð, vitandi at deyðin er vísur. Deyðin er nevniliga prógv uppá at Gud tekur synd alvorligt. Deyði er straffin fyri okkara synd. Gud gevur okkum deyðadóm fyri syndina og hareftir ein ævinleika í fortapilsi, eldsjógvinum. Júst sum ein rættvísur dómari gevur einum drápsmanni deyðadómin. Gud tekur synd ógvuliga alvorligt, og sum eg nevndi, so er deyðin prógv uppá tað. Samstundis sum Gud er ógvuliga álvarsamur og rættvísur, so er hann eisini náðiríkur. Tí sendi hann Jesus í heimin. Endamálið Jesus kom var at geva sítt lív í okkara stað. Vit hava syndað og forbrotið okkum, Jesus betaldi skuldina á krossinum. Siga vit við Jesus, ja takk, og venda við frá okkara synd, so kunnu vit vera vís í, at endi okkara ikki er deyðin, men eitt ævigt lív í Himli saman við Gudi tá vit doyggja.

 

1:22-23 – Tænasta & Himmalin

Í hesum versinum veit Paulus ikki hvat hann skal velja. Er tað vilji Guds, at hann skal liva eina tíð afturat í holdinum, fer tað at geva honum meiri ávøkst í verkinum, tí hann verður framvegis førur fyri at hjálpa Harrans fólki. Men hetta var ein trupul avgerð fyri hann – at fara at verða saman við Frelsaranum, sum hann elskaði, ella verða verandi á jørðini eina tíð í Harrans tænastu, sum hann eisini var o sera nógv bundin at.

At standa ráðaleysur ímillum tveir lutir, tað er at noyðast at taka eina trupla avgerð millum tveir møguleikar – at fara heim til Harran beinanvegin ella verða verandi eina tíð afturat á jørðini sum ápostul Krist Jesusar. Av heilum huga longdist hann at fara hiðani og vera hjá Kristusi, sum er mangan betur. Hugsaði hann bara um seg sjálvan, so hevði hetta ivaleyst verið avgerðin, hann hevði tikið.

Legg merki til í hesum versinum, at Paulus trúði ikki nakrari læru, um at sálin svevur. Hann trúði, at hin trúgvandi fer at verða saman við Jesusi beinan vegin, hann doyr, og hann verður vitandi um at njóta nærveru Harrans. (2.Kor.5:8) Tað hevði verið látuligt, um hann segði tað, sum nøkur í dag halda, at man ikki fer beinanvegin til himmals: “At liva er mær Kristus, og at sova er mær vinningur.” Ella “At fara hiðani og at sova er mandan betur. “Orðið “sova” verður nýtt í NT um likams hins trúgvandi, táið deyðin kemur (1.Tess.4:14), men ongantíð um sál hansara. Gev eisini gætur, at deyðin má ikki verða blandaður saman við aftur komu Jesusar. Táið Deyðin kemur, fara tey kristnu upp til Jesus, men táið burturrykkingin fer fram, kemur Jesus niður í skýggini eftir teimum Kristnu sum liva og tekur tey heim. Síðani skulu øll tey kristnu, ið hava liva og verða tikin heim tá, verða saman við Jesusi í Himli.

  • Leingist eg at fara heim til Himmals, ella rokni eg tað sum ein framíhjá rætt at tæna Harranum ger niðri?

 

 

1:24-25

Fyri tey í Filippi var tað meira týdningarmikið, at Paulus livdi á jørðini eina tíð afturat. Tað kann ikki annað enn vekja undran, hvussu ósjálvsøkin og stórhjartaður Paulus var. Hann hugsaði ikki um, hvussu hann best kundi gera sær lívið lætt og nemt, men heldur hugsaði hann um, hvussu hann best kundi arbeiða fyri Jesus og vera hansara fólkið til gagn. Paulus var sannførdur um, at tað var enn brúk fyri honum ájørðini at læra, troysta og eggja tey trúgvandi, og tí trúði hann ikki, at tímin var komin enn til at hann fór at vera tikin av døgum. Hvussu visti hann, at tíðin ikki var komin enn? Bíbliugranskarar halda, at Paulis livdi Gudi so nær, at Heilagi Andin var førur fyri at siga honum tað. “Tað loynda kunnger Harrin teimum, ið óttast hann.” (Sálm. 25:14 e.u.) Tey, sum hava eitt inniligt samfelag við Gud og ery still fyri Honum, hoyra tey loyndarmál, ið eru køvd av tí larmi, stáki og skundi, sum eyðkennir lívsháttin í dag. “Tú mást vera nær, um tú hoyra skal.” Paulus var nær. Við at verða verandi í holdinum, kom Paulus at verða førur fyri at stuðla teirra andaligu framgongd og vaksa um gleðina, sum tey áttu við trúnni á Harran.

  • Hava vit okkara egna fyri eyga ella næstans og teirra tørvir? Hvussu kunnu vit tæna okkara næsta? Hvør er okkara næsti í dag? Hvussu kunnu vit hoyra Guds rødd? Eg havi gjørt um eitt video um tað her. VIt hoyra Guds rødd og koma at kenna hana viå at lesa og biða. Guds rødd fer ongantíð at mótsiga Guds orðið, tí eiga vit altíð at fara til Guds orð at ransaka tað vi hoyra, dreymar, tankar og alt. Tí er tað frá Gudi, so mótsigur tað ikki Guds orðið, Bíbliuni.

 

 

1:26

Av tí at hann fekk loyvi til at liva longri í tænastu á jørðini, høvdu tey í Filippi størri orsøk til at gleða seg í Harranum, tá ið hann kom at vitja tey aftur. Kanst tú ikki ímynda tær, hvussu tey fevdu honum og kystu hann og lovaðu og prísaðu Gudi, tá ið hann kom aftur til Filippi. Kanska søgdu tey: “Ja, Paulus, vit bóðu fyri tær, men satt at siga væntaðu vit ikki at síggja teg aftur her. Men nú prísa vit Gudi fyri, at Hann hevur givið teg aftur til okkara einaferð afturat.”

 

 

 

Filip.1.21

 

Myndir

Rættvísgerðing

Gongdin av heilaggeringini

 

Skriva viðmerking