Bøn Paulusar fyri teimum kristnu (kalla heiløg): Filip.1:12-18: Eg vil, at tit skulu vita, brøður, at tað, sum mær hevur verið fyri, hevur heldur verið evangeliinum til frama; tí harvið er vorðið allari lívvaktini og øllum hinum skilligt, at tað er fyri Kristusar skuld, eg eri í leinkjum; og hinir flestu av brøðrunum hava – við leinkjum mínum – í áliti á Harranum fingið enn meiri dirvi at tala orð Guds óttaleysir. Víst eru eisini nakrir, sum prædika Kristus av øvund og hugi til stríð; men aðrir gera tað tó av góðum vilja. Hesir gera tað av kærleika, vitandi, at eg eri settur at verja evangeliið; men hinir prædika Kristus av trætisjúku, ikki av reinum huga, men í teirri hugsan at leggja trongd aftrat leinkjum mínum. Hvat so! Kristus verður tó prædikaður, ið hvussu er, veri tað nú fyri eitt eiti ella av sonnum, og tað eri eg glaður um. Ja, eg skal eisini framvegis gleða meg;

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum?

 

1:12

Í undanfarna parti, tosaðu vit um undanfarnu versini, har Paulus biður fyri teimum Kristnu. Nú fer Paulus at siga teimum Kristnu í FIlippi frá sínum signingum. Tað eru teir fyrimunir, sum eru úrslit av at hann er í fongsli. Vit kunnu kalla tað “Hepni av óhappi.”

Paulus ápostul vil, at brøðurnir skulu vita, at tað sum hevur verið honum fyri; rættargongd, fongsul, hevur verið evangeliinum til frama, heldur enn forðan, sum ein kundi hildið ella væntað. Hetta er eitt undirfult dømi um, hvussu Gud vinnur á óndu ætlanum Satans og menniskjans, so tað sum sá út sum ein vanlukka, verður til signing, og úr øskuni rísur vakurleiki og vón.

“Menniskjan virkar í óndskapi, men Gud fremur ætlanir sínar.”

  • Hvønn óndskap kunnu menniskju virka ígjøgnum? Nógv prát hevur verið um rasismu og BLM og vit kunnu undrast á so nógva óndskap og hatur, sum verður framdur. So hetta er kanska nakað tú kemur í tankar um. Umframt hetta, hvat við holocaust, og rasismu mótvegis jødum og øðrum menniskjumn. Vit mugu staðfesta at rasisma ella hatur móti ávísum menniskjum hevur altíð verið gjøgnum alla søguna. Í Bíbliuni lesa vit nógv um hatur mótvegis kristnum, og um blóðvitni sum Stefanus. Men Bíblian greiðir frá, at trupulleikin er ikki húðarliturin, men synd sum í okkum býr. Svarið er ikki skrúðgongur og aktivitetur, svarið er evangeliið. Svarið er ikki at elska meira, tað royndu vit í 80’unum “Make love not war”, svarið er at vit mugu fáa eitt nýtt og umbroytt hjarta. Hetta kann einans Gud skapari okkara fremja í okkum, tá vit taka ímóti Jesusi. So hvat skal ein trúgvandi halda um BLM, hyggi við til endan, so snakka vit um tað.
  • Er nakað nakrantíð hent tær har, har Gud vendi einum óhepni til nakað gott? (Róm.8:28) Ella kanst tú koma tankar um nakrað Bíbliusøgu, har menniskja virkaði í óndskapi, men Gud framdi sína ætlan?
    • Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað. (Róm.8:28)
    • Eitt dømi kann vera søgan um Jósef, har beiggjarnir høvdu í huga at drepa Jósef, men Gud spardi lív hansara og reisti hann upp á ein serstakan hátt, ið gjørdi at hann bjargaði Egyptalandi, sínari familju og brøðrum sínum eisini.
    • Eitt annað dømi er søgan um Stefanus, ið lat lív fyri sína trúgv. Saul, tá kallaður Paulus, var hjástaddur, og ein kann undrast á hvør vitnisburður hetta hevur verið fyri mongum.
    • Um tit hava eina søgu, sum tit ynskja at deila, so eru tit vælkomin at senda eina heilsan inn ella viðmerkja niðri undir her.
    • Eitt nýtt minni, eg kann koma í tankar um var brúdleypið okkara í korona tíðini. (Sí video fyri meira)

1:13

Paulus ápostul greiðir frá, soleiðs at øll skilja, at tað er fyri Kristusar skuld at hann er í leinkjum (fongsul). Við hesum sigur hann, at tað er kent víða um, at hann situr í fongsli ikki sum ein brotsmaður, men tí hann hevur vitna um Harran Jesus Kristus. Tvs. eisini tey á keistaraborgini og  alla staðni kring var tað almenn vitan millum fólk, at Paulus sat í fongsul ikki sum brotsmaður, men tí hann var kristin (ein sannur kristin). Orðini sum eru umsett “lívvaktin” merkir ivaleyst teir rómversku hermenninir, sum vardu borgina, har keisarin búði ella alt tað økið. “Lívvaktin og øllum hinum” merkir øll tey, sum búðu har. Í øllum førum sigur Paulus, at hansara fangilsi hevur verið ein vitnisburður fyri umboðini av tí rómverska keisaraveldinum í sjálvum miðøkinum.

“Júst leinkjurnar, sum hervaldið klinkaði um arm fangans, vissaði honum ein áhoyrara, bundin at síðu hansara, sum kundi siga øðrum frá líðingum í tolni fyri Kristusar skuld: og onkur av hesum kom møguliga dagin eftir at ganga sjálvum Nero til handa.” – T. W. Drury

  •  Hvat er eitt dømi um, har vit kunnu líða ilt fyri at gera rætt? Í føroyum er hetta oftast í spottan og viðmerkingum at vit líða ilt fyri at gera tað rætta. Typist er hetta okkara meiningar, hugburður og atburður, ið vera álopin. T.d. at vit velja ikki at drekka, velja ikki at hava sex áðrenn hjúnaband. Vit trúgva at Guds kapti heimin, og ikki evolutión ella bigbang. At vit velja frá at baktala osv.
  • Hvørja reaktión hava fólk tá? Hvussu svara vit? Skulu vit svara nakað? Er neyðugt at hava tey bestu orðini ella meira bara at standa fast?
  • Tá vit vera spotta ella atsøkt fyri okkara málburð, atburð og trúgv, hvat sigur hetta øðrum?

 

1:14

Fangalega hansara var eisini til frama á aðrar mátar. Tey flestu trúgvandi í Róm fingu av Paulusar fyridømi enn meiri mót (dirvi) at vitna óttaleyst um Harran Jesus. Atsókn hevur ofta ta ávirkan, at hon broytir hin tigandi og smædna trúgvandi til eitt óttaleyst vitni.

  •  Hvat er dirvi? Er tað ikki at vera bangin ella vera djarvur, hóast ein er bangin?
  • Hvussu kunnu vit vera djørv sum trúgvandi og vitna fyri øðrum?
  • Eri eg ein tigandi, smæðin trúgvandi? Kann Gud broyta tað?

 

  • Video um dirvi
  • Sangur: Summi fólk so fegin ganga
  • Sangur: Asleep in the light
    • [Verse 1]
      Do you see? Do you see?
      All the people sinking down?
      Don’t you care? Don’t you care?
      Are you gonna let them drown?
      How can you be so numb?
      Not to care if they come
      You close your eyes and pretend the job’s done
    • [Verse 2]
      “Oh, bless me, Lord! Bless me, Lord!”
      You know, it’s all I ever hear
      No one aches, no one hurts
      No one even sheds one tear
      But, He cries, He weeps, He bleeds
      And He cares for your needs
      And you just lay back and keep soaking it in
    • [Chorus 1]
      Oh, can’t you see it’s such sin?
      ‘Cause He brings people to your door
      And you turn them away
      As you smile and say:
      “God bless you, be at peace!”
      And all Heaven just weeps
      ‘Cause Jesus came to your door
      You’ve left Him out on the streets
    • [Verse 3]
      Open up, open up
      And give yourself away
      You see the need, you hear the cries
      So how can you delay?
      God’s calling
      And you’re the one
      But like Jonah, you run
      He’s told you to speak but you keep holding it in
    • [Chorus 2]
      Oh, can’t you see it’s such sin?
      The world is sleeping in the dark
      That the church just can’t fight ’cause it’s asleep in the light
      How can you be so dead when you’ve been so well fed?
      Jesus rose from the grave
      And you, you can’t even getta out of bed
      Oh, Jesus rose from the dead
      Come on, get out of your bed
    • [Bridge]
      How can you be so numb, not to care if they come?
      You close your eyes and pretend the job’s done
      You close your eyes and pretend the job’s done
      Don’t close your eyes, don’t pretend the job’s done
    • [Outro]
      Come away, come away
      Come away with Me, My love
      Come away from this mess
      Come away with Me, My lo-o-ove
      Come away from this mess
      Come away with Me, My love
      Come away
      Come away with Me, My love

 

1:15-16

Hjá nøkrum var orsøkin at tey vitnaðu um Jesus bara øvund og hug til stríð. Teir prædikaðu av trætisjúku og kappingarhugi. Men aðrir gjørdu  tað av heilum huga og við reinum grundum; teir vitnaðu um *Jesus av góðum vilja og ynsktu at hjálpa Paulusi at spreiða gleðiboðini um Frelsu við trúgv. Evangeliið er hetta, at vit høvdu uppiborðið rættvísan dóm fyri okkara synd, men Harrin Jesus trakaði inn í okkara stað. Við at taka ímóti tí, gerast vit skuldarfrí og skulu ikki líða fyri okkara dóm tá vit doyggja.

Teir sum fortaldu um Jesus av øvund, royndu at gera fangaleguna hjá Paulusi meiri beiska. Boðskapurin var góður, men sinnalag teirra var ringt.

“Hin kristna boðberanin er soleiðis háttað, at nógv kann verða framt av grundum, sum ikki eru góðar, til dømis vreiði, øvund, ærusjúkur, býttur errinskapur og girnd.” – Tozer

Hetta sigur okkum, hvussu týdningarmikið tað er at ansa eftir at okkara orsøk at tæna Harranum er rætt. Vit eiga ikki at gera tað, fyri at vísa okkum sjálvi fram. Heldur ikki fyri at ein trúarbólkur skal hava framgongd ella fyri at kappast ella vinna á øðrum trúgvandi. Hetta versið er eitt gott dømi um, tað sum vit tosaðu um í undanfarna parti um vers 9. Hetta er nevniliga eitt gott dømi um, hvussu týdningarmikið tað er, at kærleikin verður framdur í kunnskapi og skili.

  • Hví er tað so týdningarmikið at evangeliið verður boðað? (At menniskju hoyra um Jesus)
  • Tá vit tæna Jesusi og vitna fyri øðrum menniskjum, hvussu eiga vit at bera okkum at?
  • Hvussu fremja vit kærleika í kunnskapi og skili, soleiðis vit kunnu bera okkum rætt at og døma um hvat er rætt og skeivt? Tað hevur alstóran týdning av vit kenna Guds orð.

 

1:17-18

Aðrir menn fortelja menniskjum evnageliið við rættari motivatión, heilum huga og vistu, at Paulus var kallaður og settur at verja evangeliið. Tað var ikki egoisma (sjálvsókni) ella aðrar vánaligar grundir til tænastu teirra. Tey vistu, at Paulus var settur í fongsul, tí hann óræddur vardi evangeliið. Tí setti hendan samkoman í Filippi sær fyri, at halda á í verkinum, meðan Paulus sat í fongsul. Paulus ynskir ikki at gerast mótfallin, sjálvt um nakrir menn prædika við skeivum sinnalagi. Hann heldur at, tað er at gleðast um, at Kristus verður prædikaður, tá hugsað verður um, at hann situr í fongsli, forðaður at gera arbeiðið sum hann elskar.

Sjálvt um menn prædika evnageliið av øvund og stríðshugi, so er hann so glaður, at tað flýtir yvir og hansara gleði fyllir onnur.

  • Hava vit sett okkum fyri at halda fram í verkinum fyri Harran, tá vit ella systkin okkra í Harranum møta mótgongd? 
  • Ger mótgongd at vit aftra okkum ella at vit fáa enn meira dirvi, sum samkoman í Filippi? Tá lógin um samkyndhjúnalag kom ígjøgnum, so vóru fleiri sum høvdu hug at bukka undir og kanska skammast við at tey vóru trúgvandi. Sum trúgvandi, so eiga vit ikki at bukka undir, tá vit fáa mótgongd, men við enn meiri dirvi fortelja øðrum um evangeliið, sum sangurin hjá Keith Green sigur; so eiga vit ikki at sova í ljósinum, tá kærleiki okkara er vorðin upplýstur. Harrin hevur kunngjørt okkum sítt orð, at vit kunnu við fullari vissu og dirvi fylgja honum eftir.

 

Hvat skal ein trúgvandi halda um BLM?

Ein kristin eigur at verja lív, og taka undir við at svørt lív hava týdning? Jú sjálvandi. Tað verið eitt fostur, ein trælur, ein myrkur, ein jødi osv., hesi lív hava týdning. Ein trúgvandi trýr, at lívið er heilagt og ynskir tí at verja lív. Vit vísa á at hvørt menniskja hevur týdning, tá vit vitna fyri teimum.

Rættferð er eisini nakað, ið er ógvuliga grundleggjandi og kemur frá kristindómi (GT og NT). Tað sum hendi her fyri at ein myrkur maður var myrdur, er nakað at syrgja um, tað er ikki rætt. Soleiðis er tað.

Men eitt sum er vert at býta merki í er at BLM er ein organatión, ið hevur eitt endamál. Tvs. Black lives matter er ikki einans eitt slagorð ella meining. Sum trúgvandi eiga vit at kann eftir, um endamálið er í tráð við tað Bíblian lærir. Er tað tað, so kunnu vit við góðari samvitsku stuðla hesi felagsskapi, um ikki, so eiga vit ikki at stuðla hesum felagsskapi.

Á heimasíðuni hjá Black Lives Matter stendur:

We disrupt the Western-prescribed nuclear family structure requirement by supporting each other as extended families and “villages” that collectively care for one another, especially our children, to the degree that mothers, parents, and children are comfortable.

Umseting: Vit forstýra tí vesturlensku fyriskrivaðu kjarn familju-bygnaðarkrøvini við at stuðla hvørjum øðrum, sum víðkaðar familjur og “býir/bygdir” ið í samfelag taka sær av hvørjum øðrum, serliga okkara børnum, soleiðis at mammur, foreldur og børn hava tað gott.

Einans henda orðingin eigur, at gera kristin óróðlig. Ein kjarnu familju, sum er mamma, pápi og barn/børn er eingin vesturlendsk yvirlýsing. Hetta er nakað, ið var ásett av Gudi. Ein og hvør felagsskapur, ið setur sær fyri at forstýra kjarni familjuna, setur seg upp ímóti Skapara heimsins.

 

Her er ein annar setningur av teirra virðum og stevnumálum:

We foster a queer‐affirming network. When we gather, we do so with the intention of freeing ourselves from the tight grip of heteronormative thinking, or rather, the belief that all in the world are heterosexual (unless s/he or they disclose otherwise).

Umseting: Vit uppæla eitt samkynd-viðurkennandi netverk. Tá vit samlast, so gera vit tað við einum endamálið at fría okkum frá tí stramma hugtakinum um hetronormativa hugsjón, ella rættari sagt. Trúgvin at øll í heiminum eru hinkynd (uttan at hon/hann sigur annað).

So er síggja tit júst hvat tey standa fyri. Tey eru viðurkenna ikki einans samkynd, men eru ímóti at hinkynd hugsjón er tað vanliga.

Sum Kristin mugu vit tí spyrja okkum, samsvarar tað, ið Black Lives Matter stendur fyri við Bíbilska standardin, ið vit sum trúgvandi eiga at fylgja.

Sjálvandi skulu vit, sum eru kristin, elska tey, ið eru samkynd. Vit eiga at vera góð við tey og virða tey. Men vit kunnu ikki stuðla ella viðurkenna ella umskylda ein atburð sum setur seg upp í móti Guds orðið, og tí mugu vit deila sannleikan og evangeliið við teimum í kærleika og umsorgan. Sum vit høvdu um seinast so er sannur kærleiki upplýstur – tvs hann verður vístur við øllum skili og vísdómi.

Tá ta kemur til at hugsa um okkara seksualitet sum Kristin og hvussu vit eiga at liva, so eiga vit spyrja okkum sjálvi: Hvussu okkara tankagond ávirkar okkara atburð og lív? Gud hevur jú designað’ og skapt okkum og givið okkum sítt orð, sum vegleiðing fyri hvussu vit eiga at hugsa og livað.

Hava tit fleiri spurningar ella áhuga fyri hesum, hyggi at hesum videonum um BLM og tann Kristna, her og her.

So eg vil vísa aftur til byrjanina:

Bíblian greiðir frá, at trupulleikin er ikki húðarliturin, men synd sum í okkum býr. Svarið er ikki skrúðgongur og aktivitetur, svarið er evangeliið. Svarið er ikki at elska meira, tað royndu vit í 80’unum “Make love not war”, svarið er at vit mugu fáa eitt nýtt og umbroytt hjarta. Hetta kann einans Gud skapari okkara fremja í okkum, tá vit taka ímóti Jesusi.

 

Næstu ferð

Næstu ferð fara vit at gjøgnum ganga vers 19-26, og tað verður um útlit ella líkindi Paulusar. Hvussu framtíð hansara sær út.

Filip.1.12-14

Skriva viðmerking