Ansa eftir sjónarmiðum tínum! (Filip.4:4-9): Gleðist í Harranum, altíð! Aftur sigi eg: Gleðist! Milda sinni tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er nær! Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta! Tað, sum tit eisini hava lært og tikið við og hoyrt og sæð hjá mær – gerið tað, so skal Gud friðarins vera við tykkum!

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.

Í undanfarnu pørtum hava vit tosa um fyridømi, og hvar hins gleði trúgvandi er grundað, munurin millum navnkristin og sonn kristin. Hvat er vón og borgaraskapur hins trúgvandi. Klandur millum trúgvandi. Í dag fara vit at tosa um tað er møguligt fyri ein trúgvandi ikki at stúra, men hava frið og gleði.

 

4:4

Filip.4:4: Gleðist í Harranum, altíð! Aftur sigi eg: Gleðist!

Paulus sigur við hini kristnu í samkomuni í Filippi: “gleðist” ella “tit kunnu gleðast í øllum umstøðum.” Gleði hins trúgvandi er ikki bundin at viðurskiftum okkara í løtuni ella hvussu vit føla okkum. Emmaus Bíbliuskeið skrivar:

“Við hvørt laga viðurskifini seg eins og ein sólskinsdag í juni, og eitt sindur seinni broytast tey, og eru samlík einum skýmligum degi í november. Ein góðan dag eri eg í brúdleyp, og næsta dagin standi eg við eina opna grøv. Ein dag í tænastu Harrans fái eg loyvi til at leiða tíggju sálir til umvending og frelsu, og so gongur long tíð uttan at eg síggi eina sál frelsta. Ja, dagarnir eru líka skiftandi sum veðurlagið, og kortini kann gleði hins trúgvandi vera støðug… Her er loyndarmálið: Jesus segði: “Eg eri við tykkum allar dagar.” Í skiftandi døgum og tíðum, broytist Hann ikki og møðist heldur ikki. Hann fylgist ikki við mær bert í sólskini og rýmir so frá mær, táið daarnir gerast myrkir og kaldir. Hann velur sær ikki ríku høgtíð høgtíðardagar mínar og er ikki at finna, táið dagarnir eru gráir og møðsamir. Hann vísir seg ikki bert, táið eg beri ein sigurkrans og krógvar seg síðan, táið eg beri eina tornakrúnu. Hann er við mær “allar dagar” – bæði í viðgongd og í mótgongd, táið eg syngi sorgarljóð yvir kærar vinir, ella táið eg syngi brúðleypssangir. “Allar dagar.” Dagur lívsins – dagur deyðans…”

 

4:5

Filip.4:5: Milda sinni tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er nær!

Paulus eggjar tey kristnu at vísa milt sinni. Tað er ógvuliga lætt at vera eftirgevandi, hava yndsiligt skynsemi og vera villigur at sleppa egnum ynskjum tá vit hava gestir. Men tað er torførari at vísa hetta milda sinni mótvegis “øllum menniskjum”. Men Harrin er nær, hann kann hjálpa okkum í hesum. Og vit eiga at vísa hetta sinnalag, tí Harrans afturkoma er nær. Tað er skjótt til hann kemur aftur eftir okkum, og tá ynskja vit at vera funnin sum trúfastir tænarar hansara.

 

4:6

Filip.4:6: Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!

Hetta er eitt av yndis versunum. Vit hugsa kanska “er tað veruliga møguligt fyri ein trúgvandi ikki at stúra fyri nøkrum?” Svarið er ja, men tað er bara møguligt, táið vit nýta okkara miðal, sum er bøn við trúgv. Paulus sigur, at vit kunnu sleppa frá okkara óneyðugu stúranum við at fara til Gud í bøn við ØLLUM. Tvs. ALT! Einki er ov stórt ella ov smátt fyri kærleiksfullu umsorgan Hansara. Vit eiga at “stúra fyri ongum, biðja fyri øllum og vera takksom fyri alt!”

 

4:7

Filip.4:7: So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.

Eyðkennir bønin á hendan hátt okkara lív, so eiga vit lyftið um at friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveitir okkara hjørtu og husanir í Kristi Jesusi. Friður Guds er ein kensla av heilagari hvíld og nøgd, sum fyllir sál hins trúgvandi, tá hann stigar seg til Gud. Hesin friður kann vera notin, hóast lívið leikar á. Hesin friður stígur nevniliga upp um alt vit, tvs. heimsins menniskju duga ikki at skilja tað. Sjálvt trúgvandi, ið eiga hendan friðin og hava atgongd til at fáa hann, kunnu njóta hendan friðin, sjálvt um tey ikki skilja hvussu tað er møguligt í lívsins svikaligu umstøðum. Trúgvandi kunnu mangan undrast á, hvussu tey ikki kenna ótta og stúran, tá tey vera rakt av vanlukku ella mótgangi. Hetta er so gott at vita og minna seg á, í eini tíð í dag, sum er eyðkend av tyngd, stress, stúran og sjúku.

– Áhugavert, hvussu Guds orð er viðkomandi til allar tíðir!

 

4:8

Filip.4:8: Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!

Er tað soleiðis, at vit ikki kunnu stýra okkara tankarlívið og tankalívið stýrir okkum? Tað lærir Bíblian ikki. Bíblian lærir her í heusm versinum m.a., at vit eiga at ansa eftir, hvat vit hugsa. Vit eru nevniliga før fyri at hjálpa okkara tankalívið. Lykilin er at ikki fjálga um óndu hugsanirnar, og rúma meira av Jesusi. Tað er trupult at rúma óndar hugsanir, samstundis sum vit hugsa um Jesus. Tá vit koma at hugsa um okkurt ónt ella okkurt vit ikki eiga, so eiga vit at minna okkum á Bíbliuvers ella søgur, um hví hetta er skeivt. Vit kunnu eisini venda okkara tankum á okkurt gott, rætt ella satt.

Tað er ikki altíð tað hjálpir at siga: “ikki hugsa um hetta”, t.d. “mær dámar ikki hasa gentuna, hennara atburður irreterar meg. Nei, ikki hugsa tað. Ikki hugsa so….” So heldur hugsa “Jesus segði: “Elskið enntá fíggindar tykkara.” Tvs. eg velji í hesi løtu at vísa kærleika, hóast eg ikki vil, og hvussu kann eg vísa tað? Okey, eg velji at fara yvir at bjóða henni við at spæla ella til drekkamunn osv. Tvs. skifta fokus frá ikki, og til okkurt annað.

Vers 8 lýsir Harran Jesus Kristus so væl. Alt, sum er satt, sámiligt, rætt, reint, elskuligt, hevur góða umtalu, dygd og heiður, finnur tú í Honum. Latið okkum hava hetta fyri eygað. Satt merkir, at vit ikki eru svikafull ella óálítandi, men ektað og sonn. Sámiligt merkir heiðurligt ella dámligt siðalag. Tað kann eisini merkja at vit lata okkum sámuligt í, og ikki uppá ein máta sum er forførandi ella freistandi, ein fella fyri onnur trúgvandi. Rætt merkir rættvíst móti Gudi og menniskjum. Reint sipar til sinnalag í sinni og atferð, at vit vísa og liva í reinleika tosar Bíblian nógv um. Elskuligt er tað sum er hugtakandi ella vakurt at hyggja at ella hugsa um. Tað, sum væl verður tala um, kann eisini umsetast “væl umhildin” ella “ljóðar vakurt.” Dygd sipar til at hava framúrskarandi siðalag, og heiður merkir nakað heiðurligt ella nakað, sum hevur uppiborið rós. Eg minnist gott at mamma hevur altíð eggja okkum at gjørt heimaarbeið og okkara dagligu skyldir og hetta er av sonnum nakað sum er “væl umhildið” ella nakað sum hevur uppiborið rós. Hóast tað kann tykjast einfalt og møðsamt, so hevur tað ein stóran vitnisburð, at vit gera okkum ómak og gera okkara dagligu skyldir. Tað er nakað sera vakurt og vísir vakran atburð. Vakur málburður og venja seg av við banniorð, er eisini nakað sum er væl umhildið og hevur uppiborið rós. Kanska tú kanst hugsa okkurt av hesum.

 

4:9

Filip.4:9: Tað, sum tit eisini hava lært og tikið við og hoyrt og sæð hjá mær – gerið tað, so skal Gud friðarins vera við tykkum!

Paulus vísir seg sjálvan fram sum fyridømi og vísir á, at rættur lívsháttur er úrslit av røttum hugsunarhátti. Eru hugsanirnar tínar reinar, so fer lív títt at vera reint. Men verður sinni títt ein køstur, fyllir tú tað við øllum óreinum á netinum ella við filmum, so ver vísir í heusm at títt lív fer at fylgja hesum. Hugsar tú ein óndan tanka ov leingi, so kemur tú at enda at gera hann. Sum eitt enskt orðatak sigur: “Sigur tú í einari frisør salong nóg leingi, so fert tú at klippa tær.”

Fylgja vit Gudi eftir, so eiga vit lyftið um, at Hann, Gud friðarins, verður hjá okkum.

Skriva viðmerking