Verið glað! Men verið ansin fyri lygilærarum! (Filip.3:1-2): Og síðani, brøður mínir – gleðist í Harranum! At skriva hitt sama til tykkara troyttar ikki meg, og tað er tykkum tryggjandi. Havið eyguni eftir hundunum, havið eyguni eftir hinum óndu arbeiðsmonnum, havið eyguni eftir sundurskeringini!
- Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.
Í undanfarnu pørtum hava vit tosa tosa um fyridømi Jesusar, Paulusar, fyridømi teirra í Filippi, fyridømi Timoteusar og seinanst tosaðu vit um fyridømi Epafroditusar og grøðing.
3:1
Í kapitul trý eggjar hann tey til at “gleðast í Harranum.” Hin trúgvandi kann altíð hava sanna leiði í Harranum, líka mikið hvussu umstøður hansara kunnu ve4ra. “Upprunin til gleði hin trúgvandi kemur omanfrá frá, frá Himli, frá Gudi. Einki kann veruliga ávirka gleði hin trúgvandi, tí hon er grundað á Jesus Kristus, og tað kann eingin ríva frá hinum sanna kristna. Nátúrlig gleði er ávirkað av pínu, sorg, sjúku, fátøkt og vanlukku. Men andalig gleði ferðast omanfyri allar lívsins bylgjur. Prógvið fyri hesum er støða Paulusar. Hann skrivar eina áheitan til tey kristnu í Filippi úr einum FANGAHÚSIÐ og biður tey vera glað í Harranum.
Paulus kennir tað ikki møðsamt at siga teimum í Filippi tað sama og ávarða tey fyri mótstøðu monnunum, tí hann veit at hetta er tryggjandi fyri tey.
3:2
Paulus heitir á tey at hava eyguni eftir (tað merkir ansa eftir) hundunum, teim óndu arbeiðsmonnunum og sundurskeringini. Hetta sipar til lygilærarar, ið royna at fáa tey trúgvandi undir lógir jødanna, og sum læra, at tú kanst vinna tær rættvísi við at halda lógina og siðalæruna.
Fyrst nenvir hann hundar. Í Bíbliuni eru hundar órein djór. Jødarnir brúktu hesa málbering um heidningar. Í eysturlondum vóru hundarnir heimleys djór, ið livdu á gøtuni og kraddaðu sær føði, sum teir best kundu. Her vendir Paulus myndini og brúkar hana at lýsa lygilærarnar, sum royndu at spilla samkomuna. Tað var av sonnum teir, sum búðu uttanfyri og royndu at liva av lóglæru og halgisiðum. Teir “hentaðu molarnar, hóast teir kundu sitið við veitsluborð.”
Síðandi eru lygilærarnir eisini lýstir sum óndir arbeiðamenn, ið søgdu seg vera sonn trúgvandi, men sníktu seg at vera millum tey fyri at spjaða følsku læru sína. Úrslitið av verkið teirra kundi bara blíva óndskapur.
Síðani kallar Paulus hesar lygilærarnar fyri sundurskeringina. Hetta er ein spoysk málbering, sum lýsir teirra støðu mótvegis umskeringini. Umskeringin var nakað jødar gjørdu við dreingjabørnini og var eitt eyðkenni fyri at vera jødi. Hesi lygilærarar lærdu at umskeringin var neyðug fyri at kunna vera frelst. Paulus kallaði tey sundurskeringingin, tí tey meiðslaðu sítt egna likam, og dugdu ikki at skilja ímillum halgisiðin og tann myndaliga týdningin av honum. Myndaligi týdninginurin er tann, at umskeringin avmyndar deyða holdsins, og tað merkir, at vit eiga ikki at eftirlíkna krøvunum frá tí holdsligu náttútruni. Tá vit sum trúgvandi í dag, taka upp krossin og fylgja Jesusi eftir, so velja vit at velja holdsligu náttúruna og tráanirnr hennara frá. Vit kunnu freistast at gera okkurt sum vit ikki skulu og vit kunnu enntá fella í at synda. Men vit eru ikki longur trælir at syndini og kunnu við Guds kraft venda við frá syndum og tær hava ikki longur vald á okkum. Men tað krevur kraft Guds, at hava samfelag við Gud í Bíbliu lesnaði og bøn og eisini disiplin, at vit velja at taka góð væl, júst sum í ítrótti.