Epafroditus sum eitt fyridømi (Filip.2:25-30): Men eg helt vera neyðugt at senda Epafroditus til tykkara, hann, sum er bróðir mín og virkar og stríðir saman við mær, og sum er sendimaður og tænari tykkara at hjálpa mær í trongd míni. Tí honum longdist eftir tykkum øllum, og hann hevði ongan frið á sær, av tí at tit høvdu hoyrt, at hann var sjúkur. Hann var eisini sjúkur – og deyðsjúkur; men Gud miskunnaði honum – og ikki bert honum, men mær við – so eg skuldi ikki hava sorg oman á sorg. Eg skundi mær tí tess meir at senda hann, fyri at tit aftur kunnu verða glað, táið tit síggja hann, og eg kann fáa lætta í sorg míni. Takið tá ímóti honum í Harranum við allari gleði, og haldið slíkar í æru! Tí fyri Kristusar verks skuld mundi hann doyð, við tað at hann vágaði lívið fyri at bøta um saknin av tykkum í tænastuni móti mær.

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.

 

Í undanfarnu pørtum hava vit tosa tosa um fyridømi Jesusar, fyridømi Paulusar og tey í Filippi, síðandi fyridømi Timoteusar seinast, og í dag fara vit at tosa um fyridømi Epafroditusar.

2:25

Í hesum versunum síggja vit sinnalag Kristusar í Epafroditusi. Hann búði í Filippi og var eitt sendiboð fyri tey kristnu har. Paulus kallar hann

  1. Bróðir sín
  2. samverkamann sín
  3. hermann, ið stríðir saman við sær

Tað fyrsta heitið lýsir kærleika, tað næsta tungt arbeið og tað triðja andaliga bardagan. Hetta sigur okkum, at hann var ein maður, sum kundi virka saman við øðrum, og tað er vissuliga týsningarmikið í lívi og tænastu hins kristna. Tað er altíð torførari at virka saman við øðrum, at góðkenna hansara meiningar og boyggja ynskir og egnu meiningat til gagn fyri bólkin. Eru vit samverkamenn, leggja vit okkafra egna til síðis, fyri at kunna stríðast saman.

Epafroditusi var fúsur/raskur at gera vanligt verk og træla arbeið. Flestu í dag hava bestan hug til tað sum er lætt og hugnaligt og geva upp, tá arbeiðið krevur nakað av okkum. Vit eiga tí at vera takksom fyri tey mennsikju, sum í tí fjalda og stilla bera dagsins byrðu í tænastu. Epafroditus mátti eyðmýkja seg, tá hann gjørdi tunga arbeiði, men Guf lyftir hann upp við at fortelja øðrum og okkum í dag um trúføstu tænastu hansara í hesum versunum.

Í Malakias standa hesi versini, um hvussu Gud minnist tey sum óttast hann og fer at løna teimum fyri tað, ið tey hava liðið fyri hansara skuld.

Tá talaðu tey saman, tey, sum óttast HARRAN, og HARRIN lurtaði eftir og hoyrdi tað; fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara. Og tann dag Eg útinni verk Mítt – sigur HARRIN Gud herskaranna – skulu tey vera ogn Mín, og Eg skal spara tey, eins og maður sparir son sín, ið tænir honum. Tá skulu tit aftur síggja mun á hinum rættvísa og hinum gudleysa, á tí, sum tænir Gudi, og tí, sum ikki tænir Honum. (Mal.3:16-18)

 

2:26

Tey heiløgu høvdu sent Epafroditus at hjálpa Paulusi – í hvussu er eina 700 míla ferð. 1 míl er 7,532 km, tvs. 5.272,4 km (tvs. 75,32 ferðir til havnar). Epafroditus gjørdist sjúkur á ferðini, ja deyðanum nær. Epafroditus gjørdi einki hóvasták av sær sjálvum, og Emmaus Bíbliuskeiðið minni rokkum á, at mong trúgvandi hava ein keðiligan vana at dvøja alt ov leingi við teirra sjúkur og stríð. Og ja hetta er ein fín balansa, at siga frá so onnur kunnu biðja, menikki fvøja á ein hátt soleiðis at tað tyngir onnur trúgvandi. Tí tað var júst hetta at Epafroditus ynskti, at tey ikki skuldu frætta um hansara sjúku, so tað fór at tyngja tey.

  • Geri eg hóvasták burturúr mær sjávum/sjálvari?

 

2:27

Í hesum versinum lesa vit at Epafroditus var deyðssjúkur, men Gud miskunnað honum. Hetta brotið lærir okkum, hvat guddómlig grøðing er. Fyrst av øllum síggja vit, at sjúka er ikki altíð úrslit av synd. Her er ein maður, sum varð sjúkur, tí hann í trúfesti gjørdi skyldir sínar (hygg ørindi 30) “tí fyri Kristusar skuld mundi hann doyð.”

Vit læra eisini, at tað er ikki altíð vilji Guds at grøða beinanvegin við eini kraftargerð. Eftir øllum at døma var sjúka Epafroditusar longd, og grøðingin kom so líðandi (2.Tim.4:20; 3.Jóh.2).

At enda læra vit at grøðing er miskunn frá Gudi, og ikki nakað, ið vit kunu krevja frá Honum sum rætt okkara.

  • Visti tú at grøðing er miskunn frá Gudi, og ikki nakað vit kunnu krevja frá honum?
  • Grøðingar video

 

2:28-29

Tá Epafroditus var frískur aftur, sendi Paulus hann heim aftur at gleða tey í Filippi. Paulus ynskti at tey í Filippi skuldi taka ímóti honum við gleði og av sonnum virðismeta hann og tað tænastu hann gjørdi fyri Harran. Paulus visti at tað er lættast at taka tey fyri givið, sum vit kenna. tí áminnir Paulus tey á hetta at virðismeta Epafroditus.

  • Tekur tú onkutíð samkomutænarar og trúboðarar fyri givið? Hvussu kunnu vit tæna teimum og stuðla teimum?

 

2:30

Sjúka Epafroditusar hevði beinleiðis samband vði ótroyttiligu tænastu hansrara fyri Kristus. Hetta hevði stórt virði í Harrans eygum. Emmaus Bíbliuskeið sigur: “Tað er betur at brenna upp fyri Harran, enn at rusta upp.” Tað er betur at doyggja í tænastu Jesusar, enn bert at verða roknaður sum eitt hagtal millum teirra, ið doyggja av sjúku ella skaðatilburði.

“…at bøta um saknin av tykkum í tænastuni móti mær.” merkir allar helst, at tey í Filippi vóru ikki før fyri at vitja hann persónliga, vegna frástøðu teirra frá Róm. So Paulus takkar fyri at tey hava sent Epafroditus sum umboðsmann teirra, við tað at tey ikki vóru før fyri at gera tað persónliga.

  • Hvat sigur hetta mær: “Tað er betur at brenna upp fyri Harran, enn at rusta upp?”

 

Eftir er bara at ynskja tykkum gleðilig jól og takka fyri tit hava hugt við og granska hesar 2 kapitlarnar saman við mær.

**5.januar fara vit at granska filippibrævið kapitul 3. ❤️

 

pt.17 vers

Skriva viðmerking