Timoteus sum eitt fyridømi (Filip.2:19-24): Eg havi ta vón í Harranum Jesusi, at eg skjótt fái sent Timoteus til tykkara, fyri at eisini eg kann fáa gott mót, táið eg fái at vita, hvussu tykkum veit við. Tí eg havi ongan samsintan, sum av sonnum hjarta vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við; allir søkja teir sítt egna, ikki tað, sum Kristi Jesusi hoyrir til. Men roynda trúskap hansara kenna tit, at eins og barn tænir faðir sínum, hevur hann tænt við mær í evangeliinum. Hann vóni eg tá at fáa sent, við tað sama sum eg fái at síggja, hvussu við mær verður. Og eg havi tað álit á Harranum, at eg eisini sjálvur skal koma skjótt.
- Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.
2:19-21
Í seinastuni hava vit snakka um, hvussu vit sum eru kristin eiga at vera eitt gott fyridømi og hava sinnalag Jesus Kristusar. Paulus ynskir fegin at vera eitt blóðvitni, tí eisini tá hann hann vera eitt vitni fyri Harran Jesus, og sum hann skrivar í Fili.1:21 so er deyðin vinningur fyri Paulus.
Higartil so hevur Paulus nýtt tvey dømi uppá kærleika, sum ofrar seg sjálvan: Fyrra dømi var Harrin Jesus og seinna sømi var hann sjálvur (sum vit snakkaðu um seinast). Báðir vóru villigir at tæna og at geva sítt lív í tænastu. Men nú kemur Paulus við tveimum øðrum dømum afturat, sum eisini góvu lív sítt í ósjálvsøknari tænastu. Hesir vóru Timteus og Epafroditus. Paulus vónar at kunna senda Timeteus til Filipppi heilt skjótt, so hann kann vera troystaður, táið hann frættir, hvussu tey hava tað. Eingin av samverkamonnum Paulusar kundu samanberast við Timteus í hansara ósjálvsøknu umsorgan fyri andaligu vælferð teirra í Filippi. Tað var eingin annar, sum Paulus hevði sama álit á at senda til teirra. Av sonnum eitt frálíkt viðmæli til unda Timteus! Hini vóru innbyrgd í sínum egnum áhugamálum. Tey vóru vorðin so stúrin av umsorgan fyri hesum lívinum, at tey høvdu ikki tíð til tað, sum Jesusi hoyrdi til. Hetta er eisini ein boðskapur til okkum í dag, nú vit hava allar hentleikar og fjølmiðlar o.a.
Tað, sum fall millum tornir, eru tey, ið hava hoyrt og so fara avstað og verða køvd av stúran og ríkidømi og lystum lívsins og bera ikki búnan ávøkst. (Luk.8:14)
2:22-24
TImoteus var andaligi sonur Paulusar, og tað vísti hann í sonnum trúðskapi. Hann hevði staðið royndina fyri teimum, og tey kendu sanna virði hansara, at eins og barn tænir faðir sínum, soleiðis tænti Timoteus saman við Paulusi í kunngeringini av evangeliinum. Av tí at Paulus hevði fult álit á Timoteusi, vónaði hann at kunna senda hann til Filippi so skjótt sum hann visti úrslitið av rættarmálinum, sum var skotið inn fyri keisaran. Hetta er uttan iva tað, ið Paulus meinar við, tá hann sigur: “við tað sama sum eg fái at síggja, hvussu við mær verður.” Hann vónar, at dómurin verður honum til vildar, og at hann verður fríkendur, so hann sleppur at vitja samkomuna í Filippi eina ferð afturat.
Spurningar
- Timoteus var ungur, og eg hugsi kanska fleiri av tykkum sum hyggja við eru ung. Hvussu var Paulus eitt fyridømi og hvussu kann eg vera eitt fyridømi?
- Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika! (1.Tim.4:12)
- Hvussu kunnu vit vísa trúfesti sum Timoteus?