Áminningar um atferðina í gerandislívinum (Filip.2:13-16): Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum. Gerið alt uttan at knarra og uttan at ivast, so tit kunnu vera lýtaleys og rein, ólastandi børn Guds, mitt í rangvørgari og øvigari ætt, so tit vísa tykkum millum teirra sum himmalljós í heiminum og halda fram orð lívsins, mær til rós á degi Kristusar – at eg havi ikki runnið til einkis, ei heldur arbeitt til einkis.

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.

2:13

Seinastu partarnar hava vit snakka um fyridømi Jesusar og hvussu Paulu shevur minst tey kristnu í Filippi á at vísa Jesusar sinnalag, tí tað er vaksinan móti stríð og klandri.

Sum kristin er tað ógvuliga týdningarmikið at minnast frelsuverk Jesusar, Gud fullgjørdi verkið, og okkara uppgáva er einans at trúgva og taka ímóti. Men tá vit hava tikið ímóti ynskir Jesus at vit arbeiða uppá okkara andaliga lív, soleiðis at koma at líkjast Jesusi meira og meira.

Í hesum versinum minnir Paulus tey á, at tað er møguligt fyri tey, at vaksa andaliga (heilaggering), soleiðis at tað verður sjónskt, at tey hoyra Jesusi til, tí tað er Gud, sum virkar í teimum: “bæði at vilja og virka, eftir góða vilja Sínum.” Hetta er eitt av mínum yndis versum og altíð eitt eg lesi, tá vilji (motivaitónin) hjá mær er veikur. At Gud virkar í mær ein vilja og eisini møguleikan at virka. Tað vil siga, at stríðist ikki einsamøll í hesum andaliga bardaganum, Jesus stríðist fyri meg og biður eisini fyri mær.

Hetta versið merkir nevniliga, at tað er Gud, sum leggur niður í okkum ynski ella tráan eftir at gera vilja Hansara. Og hetta er stóri munurin á sonnum kristnum og navn-kristnum. Sonn Kristin hava tikið ímóti Jesusi Kristusi, og Hann leggur í tey vilja at gera vilja Hansara. Síðan virkar Jesus eisini í okkum megina ella kraftina at fremja ynskið, Hann gevur okkum.

 

2:14-15

Táið vit gera góða vilja Guds, so eiga vit at gera tað uttan knarr og iva og av heilum huga. Knarr og træta leiðir vanliga til trupulleikar og vanlukkur. Táið vit halda okkum frá gremjan og stríði, kunnu vit “vera ólastandi og meinleys” (rein og uttan svik.) At vera ólastandi merkir, at tað ber ikki til at klaga ein slíkan (Dániel 6:5, og Job). Ein sum er ólastandi er ikki syndaleysur, men hann játtar og biður um fyrigeving og rættar tað aftur, har tað er møguligt. At vera meinaleysur merkir her at vera reinur og uttan svik.

“Børn Gud uttan lýti í eini rangvørgari og øvigari ætt.” liva Guds børn lýtaleyst, verða tey meiri sjónsk samanborin við henda myrka heim. Hetta fær Paulus at hugsa um tey sum ljós á myrku nátt. Jú, myrkari náttin er, jú bjartari sæst ljósið. Tey trúgvandi eru ljós ella kyndlar. Tey kunnu ikki skapa nakað ljós, men tey kunnu kasta ljós aftur á dýrd Harrans, sum eitt endurskyn ella mánina, so onnur kunnu síggja Jesus í teimum.

 

2:16

“Og halda fram orð lívsins.” – Vit sum eru kristin eru ikki bara stjørnur, sum skína, men røddir, sum tala. Tað er hesin dupulti vitnisburður, sum er lív og varrar. Verða tey í Filippi før fyri at fremja hesa uppgávu, so veit Paulus, at hann fer at hava orsøk til at gleðast á degi Kristusar. Hann kennir ábyrgdina av ikki vara at síggja sálir frelsar, men eisini at mennast og vaksa í tí andaliga lívinum. Hansara mál og mið er at kunna leiða hvørt menniskja fram, fullkomið í Kristusi (Kol.1:28). “Dagur Kristusar” sipar í hesum ørindinum til tíðina, tá ið Jesus kemur aftur eftir Sínum og fyri at søma tænastu teirra trúgvand (1:6,19), Eru tey kristnu í Filippi trúføst í arbeiði teirra fyri HArran, so fer tað at vera opinbera (sjónligt) tann dag, at tænasta Paulus hevur ikki verið til einkis.

 

Spurningar

  • Hvør ger tað møguligt at vilja og virka eftir Guds vilja? Biði eg Gud geva mær vilja at vilja og styrki at virka, tá eg stríðist? (v.13)
  • Hvat er at vera ólastandi? Og hví er tað týdningarmikið at eg sum kristin eri lýtaleys? (v.14-15)
  • Hvussu kann eg vera sum ein stjørn, sum lýsir og ein rødd, sum talar sum vitnisburð um Gud? Hvussu kann eg reflektera Gud, so menniskju finna hann?

 

Er tað ikki strævið at vera trúgvandi? Nógvir reglar? Hvussu fær ein kristin motivatión at liva kristna lívið?

 

Skriva viðmerking