Ein donor er ein donor?

 

Er ein gevari ein gevari, uttan mun til, hvat verður givið?

 

Ein donor er ein donor

Tá eg var niðri í Keypmannahavn fyri kortum, sóu vit hesa lýsingina. Eg hugdi undrandi á hana, tí tað var okkurt við henni, sum tykti mær so mótsignadi. Sum vit gingu heim, so undraðust vit á hesar tveir gevarar. Blóðgevin, sum kann bjarga lívum, styrkja og víðka um lívið hjá tí livandi. Og sáðgevin, sum skapir eitt nýtt lív – pápin.

"Við stórum mátti, kemur stór ábyrgd!"

Men er eitt sáð, bara eitt sáð, ella fylgir ein faðirleiklutur við? Tá lýsingar eru at síggja og tosað verður um hetta evnið, so haldi eg, at gloymt verður at undirstrika týdningin á, at sáðgevarar gerast pápar. 

Eg trúgvi, at Gud gjørdi tað ikki so einfalt, at eitt sáð er eitt sáð, men at ein maður- og faðirleiklutur fylgir við. Í einum kendum Hollywood filmi, sigur ein pápi við sín son: 

“Við stórum mátti, kemur stór ábyrgd.” (Spider-Man, 1793, Stan Lee) 

,Er tað ikki eisini soleiðis við okkum menniskjum? Gud hevur yvirlatið mannaættini ein stóran mátt, ið er, at vit kunnu skapa menniskju, ið eru okkum lík – okkara børn. Við hesum mátti kemur ein stór ábyrgd. Foreldur hava ábyrgd av, at børnini eru trygg, fáa kærleika, útbúgving, læknahjálp og eiga at verja tey frá harðskapi. Bíblian vísir á, at enntá tey, ið ónd eru, kenna teirra foreldra leiklut: 

 Matt. 7:8-11
Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp.
Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum gevur syni sínum stein, táið hann biður hann um breyð,
ella gevur honum orm, táið hann biður hann um fisk!
Vita nú tit, sum ónd eru, at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá ikki Faðir tykkara, sum í Himli er, geva teimum góðar gávur, sum biðja Hann!

Tað er ábyrgdin hjá foreldrunum at verja barnsins rættindi inntil tey eru gomul nokk til at syrgja fyri sær sjálvum. Í Barnarættinda sáttmálanum stendur: 

“§3.  Tá ið tey vaksnu taka avgerðir, ið hava við børn at gera, skulu tey gera tað við støði í barnsins tørvi. Hetta merkir, at tey vaksnu altíð skulu hugsa um, hvat er gott fyri teg (barnið) og hvussu teirra avgerðir koma at ávirka teg. Tú skalt fáa ta trygd og umsorgan tær tørvar. Tað er týdningarmikið, at tey vaksnu hugsa um barnsins tørv… 

Sum pápi ella sáðgevari, so er tað hansara máttur at skapa eitt barn, og hansara ábyrgd at geva tí allar góðar gávur, ið Gud ynskir og samfelagið krevur av foreldrum í dag.

 

  

Hjúnabandið margfaldar... alt

Sáðið er gáva til konu mansins. Bíblian skrivar: 

“…sum mann og kvinnu skapti Hann tey. Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: Nørist, vaksið í tali…” (1.Mós.1:27-28)  

“Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.” (1. Mós. 2:24)

Ein stór gáva ein maður kann geva síni konu er sítt sáð, og í býti fær hann eitt barn. Eitt enskt orðatak sigur:

Hvat tú so gevur eini kvinnu, so ger hon tað stórfingnari. Um tú gevur henni eitt sáð, so gevur hon tær eitt barn. Um tú gevur henni eitt hús, so gevur hon tær eitt heim. Um tú gevur henni matvørur, so gevur hon tær eina máltíð. Um tú gevur henni eitt smíl, so gevur hon tær sítt hjarta. Hon margfalgar og økir um tað, ið verður henni givið…” – Erick S. Gray 

Orðatakið niðanfyri er ikki úr Bíbliuni, men hetta er ein gleðisríkur sannleiki í hesum, at Gud hevur skapt hjúnabandið soleiðis, at alt, ið verður givið fær ein margfaldað aftur. Hetta sama kann sigast um mennirnar, ið ynskja so inniliga at syrgja fyri teirra konum. Vera um tær, verja tær, tað besta teir kunnu, tí krúna mansins er konan. (Orðt.12:4)

 

Men... ER tað synd at verða sáð/egg gevi? ER tað synd at gera nýstlu av sáð/egg gevarum?

Kanska tú væntar eitt ja ella nei svar til hendan spurningin, men hetta er ein trupul spurningur at svara. Men eg fari at royna mítt besta at svara við hjálp frá eini grein á gotquestions.org. Tey skriva soleiðis:   

“Nøkur fólk vildu verið við, at nýstla av givnum sáði at gita eitt egg – ella at geva eins egna egg, soleiðis at ein annar kann gerast við barn – er…” (Les meira her)

Tað nýggjasta á blogginum

Javnan koma video, bloggar og poddar (ljóðfílur) út. Her er nakað av tí, ið seinast er komið út á síðuna.
So var kalendarin 2024 her!

So var kalendarin 2024 her!

https://www.vakurleiki.fo/product/veggja-kalendarin-2024/   https://www.vakurleiki.fo/product/hond-kalendari-2024/

HVAT ERT TÚ TAKKSOM FYRI?

HVAT ERT TÚ TAKKSOM FYRI?

Hvat ert tú serliga takksamur fyri í dag? Í Jákupsbrævinum 1:17, eggjar hann okkum at hugsa um alt tað góða vit eiga og hava fingið. Eisini eggjar hann okkum at minnast til, at alt hetta er frá Gudi. Kanst tú nevna nakrar gávur: - Hús & heim - Familju & vinir...

✨VERS UM VAKURLEIKA ✨

✨VERS UM VAKURLEIKA ✨

Orðt. 31:30 Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.   Hásong. 1:15 "Sum tú ert vøkur, elskaða mín, sum tú ert vøkur! Eygu tíni eru dúvur."   Kol. 3:16 Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum...

Fylg við

týsdagar

Prátið podcast kl.8:00

Fríggjadagar

Kreativ video og vlogar kl.8:00

Samband

Teldupostur

pp@vakurleiki.fo

Skriva viðmerking