ER tað synd at verða sáð/egg gevi? ER tað synd at gera nýstlu av sáð/egg gevarum?
Kanska tú væntar eitt ja ella nei svar til hendan spurningin, men hetta er ein trupul spurningur at svara. Men eg fari at royna mítt besta at svara við hjálp frá eini grein á gotquestions.org. Tey skriva soleiðis:
“Nøkur fólk vildu verið við, at nýstla av givnum sáði at gita eitt egg – ella at geva eins egna egg, soleiðis at ein annar kann gerast við barn – er skeivt, tí hetta er ein roynd at søkja út um Guds vilja. Tankin er hesin, at um Gud ynskti, at ein persónur skuldi havt børn, so var ikki tørvur á sáði frá einum øðrum enn hennara manni. Men um vit strekkja hesa tankagongd út til tað mest víðgongdu, ið vit kunnu ímynda okkum, so kundi ein grundgivið fyri at, ein persónur við blindgarnarbruna skal doyggja, tí lívgevandi skurðviðgerð vildi verið at “søkt út um Guds vilja.” Tílík grundgeving er villeikandi tí læknafrøðilig uppílegging er ikki syndafull í síni náttúru.
Hóast hetta, so er munur ímillum at bjarga einum lívið, ið er í vanda (fremja blindgarnarskurðviðgerð) og nýta eina læknafrøðiliga mannagongd at hjálpa til í Guds skapan av nýggjum lívið. Men hvussu nógv vísindalig stimbran dýrmetir Gud? (!.Kor.6:19-20; 10:31) Ynskir Gud, at hansara børn gera nýstlu av allar tøknifrøði? Í hesum “gráu” økjunum, tørvar einum trúgvandi vísdóm.”
Gud gevur okkum gjarna vísdóm
Eg vil leggja afturat her, at Gud hevur nevniliga givið okkum lyfti um í Ják.1:5, at biður onkur um vísdóm, so skal Gud geva honum tað:
“Men fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki – so skal hann verða honum givin!”
Hvussu eru mannagongdirnar, tá tað kemur til at geva/móttaka sáð/egg?
Tey á GotQuestions.org leggja afturat:
“Tað er einum trúgvandi gagnligt, at hann savnar sær vitan og granskar hesar mannagongdir, ið eru knýttar at at geva og/ella móttaka sáð/egg. Eisini er tað kløkt at ráðføra seg við læknar, felags trúgvandi, og mest av øllum brúka nógv tíð í bøn…” og í orðinum.
At enda, so er skapanin av lívið í Guds hond. (Sálm.139:13-16; Ef.2:10; Sálm.110:3). Vísund kann hjálpa eini kvinnu at gerast við barn, men tøknin er ikki keldan til lívið. Gud kann forða eini kvinnu at gerast við barn, um Hann ikki ynskir hetta. Men samtíðis so loyvir Gud synd, hóast tað býðir honum ímóti. So spurningurin stendur enn: Er tað synd at geva sáð/egg ella at móttaka givið sáð/egg? Tað eru nakrir týdningamiklir spurningar, at grunda á, um ein umhugsar at geva sáð, ið gevur tær vísdóm og fer at hjálpa tær at taka ein avgerð, ið dýrmetir Gud. Fyrstu tveir spurningarnir eru til mannin, ið umhugsar at geva sáð:
Fyrsti er, at verður sáðið býtt út til ókendar mammur? Um so er, so hevur tú ongan møguleika at vita, um títt barn fer at vaska upp í einum kærleiksfullum heimi. Heldur ikki um barnið fer at vaksa upp í trúgv á Gud. Tú veitst heldur ikki um barnið fer at vaksa upp í einum heimi við tveimum foreldrum. Hevði tað, at tú gav sáð til eina misbrúkara familju ært Harran? Um tað er einans ein møguleiki fyri, at títt barn, ikki hevði verið ælt upp í einum trúgvandi heimi, og um hesin møguleikin ikki gevur tær frið, tá tú hugsar um tað, so er tað Harrin, ið vísir tær á, at Hann ikki ynskir at tú skalt vera sáðgevi.
Seinni spurningurin er, hvørja ávirkan fer tín gevan at hava á barið, ið tað er við til at skapa? Um tú ikki fert at ala barnið upp sjálvur, so kann barnið stríðast í ár við spurninginum um, hví tú vart villigur til at “selja” tað og velja ongantíð at gerast partur av teirra lívið. Fleiri bloggar á netinum eru til fyri børnini, ið leita eftir teirra lívfrøðiliga pápa (sáðgeva), har tey royna at skilja teirra óvanliga arvalut.
Tað er ikki loyvt at selja og burturflyta børn
Eg ynski sjálv at leggja afturat, at Barnarættinda sáttmálin verjir børn móti júst hesum, at tað er ikki loyvi at selja, burturflyta ella útseta børn fyri misnýtslu. Vit vita, at Harrin sær fostrini sum menniskju, børn. Eiga vit tá ikki sum trúgvandi at verja hesi lítlu menniskju, nevnd fostur, móti júst hesum:
§35. Tú mást ikki burturflytast ella seljast. Títt land skal tryggja, at hetta ikki kemur fyri.
§36. Tú hevur rætt til verju ímóti øllum slagi av misnýtslu, ið kann skaða teg. (Barnarættindasáttmálin.)
Hevur tú hugsaum etisku og moraslku spurningarnar?
Víðari skriva tey á GotQuestions.org
Síðani er spurningurin til tær giftu kvinnurnar, ið umhugsa at nýta givið sáð: Hava bæði tú og maður tín umhugsa etisku og moralsku spurningarnar, ið verða inndrignir, tá tit bjóða sáðnum hjá einum øðrum manni inn í sítt likam? Gud skapti hjúnabandið at vera ein einleiki millum ein mann og eina konu, og tey bæði – einans tey – skuldu gerast eitt hold. (1.Mós.2:24)
Sum eg umseti hesa grein, verið eg ámint á tað, ið Ábraham og Sára gjørdu, tá tey bíðaðu eftir tí lovaða soninum. Tey vóru “kreativ” og bjóðaðu einum triðja persónið, Hagar, inn í hjúnabandið, tí Sára ikki kundi gerast við barn. Hendan avgerð, ið tey tóku var ein vanlagna fyri teirra hjúnaband, børn og alla ætt teirra. Hví? Jú, tí tey gjørdu ímóti Guds vilja, ið var: ein maður + ein kona = 1 hold.
Tey á GotQuestions.org skriva víðari:
Fyri kvinnur, ið umhugsa at geva egg, so er spurningurin viðvíkjandi barnsins heimið, lívið og kensluligari vælveru líka álvarsamur fyri kvinnuna, sum fyri mannin, ið vit tosaðu um longri uppi. Eisini, hvussu vera eggini nýtt? Verða tey nýtt at hjálpa einum ófruktbarum parið at gerast við varn ella verður tað nýtt til víðgongdar fostur upprunakyknu kanningar?
fosturtøku spurningurin?
GotQuestions.org skrivar víðari:
At enda, ein spurningur, ið øll eiga at hugsa um er hesin: Verður sáðið í sáðbanknaum nýtt at gita meira enn eina eggkyknu (í royndarglasi)? Verða øll tey givnu egginini gitin? Um so er, so verða fleiri fostur skapt, og nøkur verða seinni oyðiløgd/tikin, tí ov nógv vaksa í lívmóðurini. Hini fostrini, ið eru “til yvirs” verða fryst og ongantíð uppí sett. Um tú trýrt, at at fosturtøka er skeivt, so ert tú uttan iva eisini samd/ur í hesum at tílík viðferð av fostrum er eisini skeiv.
Við hesum í huga, hvat geri eg nú?
GotQuestions.org enda við at skriva, at:
Ein trúgvandi eigur at biðja, lesa Guds orð og bíða til Gud gevur eitt greitt svar. (Áp.17:11; 2.Tim.2:15; Kol.1:9-10) Tín avgerð ávirkar mong onnur fólk, og ávirkar eisini, eitt møguligt lív (ella deyða) hjá øðum menniskjum.
Tað nýggjasta á blogginum
Ókeypis – Jólaheilsan og jólafrámerkir
Tak Jólaheilsan og frámerkir niður her: Vers og Jólamerkir
Søgan um páskirnar
Á páskum minnast vit at Jesus reis upp og livir í dag. Hetta er ein sera týdningarmikil dagur fyri okkum. Jóh.15:13 “Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.” Lukas 24:1-6: “Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga, í lýsingini, komu tær...
So var kalendarin 2024 her!
https://www.vakurleiki.fo/product/veggja-kalendarin-2024/ https://www.vakurleiki.fo/product/hond-kalendari-2024/
Fylg við
týsdagar
Prátið podcast kl.8:00
Fríggjadagar
Kreativ video og vlogar kl.8:00