Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

At lesa í dagbókini hjá einum øðrum persóni er tað ikki “every man’s dream?” – “Hvørs mans dreymur?” – Vel, tað hoyrdi eg einaferð fyri 3 árum síðan, tá eg gekk í miðnámsskúla.

.
Um tit eru sum eg, so kennist tað stuttligt at hyggja gjøgnum gomul ting og við sorgblídni at líta aftur á farna tíð. Umframt lutir, so goymi eg eisini dagbøkur og hugleiðingar, ið eg havi skrivað. Sum eg sat og hugdi afturá farna tíð festa á pappír, so fekk eg eina áminning úr dagbókini hjá 15 ára gomlu Dinu. Tað slóð meg, at eg næstan var vísari fyri 8 árum síðani, tí eg lurtaði einfalt eftir orðum Guds.

dagbókinEg havi altíð fuska í skriftini, serliga í mínar egnu notesbøkur, tí skal eg siga tykkum, hvat stendur niðanfyri. Har stendur:

  1. Rutt fekk ein ríkan, góðan, trúgvandi og rættan mann, besta mann vit kunnu hugsa okkum, (eisini gávumildan). Rutt valdi Gud og Gud gav henni tað besta. Rutt.1,14-18.
  2. Rutt 3,18: “Tá segði hon: “Halt teg nú kvirra dóttir mín…” (Vit kvinnur eiga at STEÐGA á, vera kvirrar og bíða eftir Gudi.)
  3. “Gud gevur mær tað besta og ikki tað næstbesta. 🙂

Hesi orðini á lepunum fóru beint í hjarta: “At velja Gud og Gud gevur okkum tað allar besta.” Hetta kann eg sanniliga taka undir við, at Gud sanniliga hevur givið mær tað allar besta, tá eg havi latið alt yvir til hann. Eg kann av hjarta siga, at hvussu enn umstøðurnar so hava verið, so hevur Hann verið trúfastur.

Um tað er eitt eg angri, so er tað, at eg ikki havi hildið meg kvirra/stilla og bíða eftir Gudi. Bíða við áliti og trúgv á, at Hann arbeiddi fyri mær, hóast eg ikki altíð skilti ella sá, hvussu Hann arbeiddi.

 

 

EITT BROT ÚT MÌNI DAGBÒK

Skriva viðmerking