Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, í dag so fara vit at tosa um einleikan í hjúnabandinum og sex, ella at fara í song saman.
Hetta videoið er beinleiðis eitt framhald av videoinum um hjúnabandið, so eg vil eggja tykkum at hyggja eftir tí áðrenn ella beint aftaná hetta videoið.
Vit lósu síðst, at Gud segði um Ádam og Evu, og øll hjúnabond, sum er millum ein mann og eina kvinnu:
“og tey bæði skulu verða eitt hold” (1.Mós.2,24; Matt.19,2).
At vera í hjúnaband er ikki sum at vera single. Mong halda at lívið sum giftur er sum at verða single, men tú ert giftur. Soleiðis er als ikki. Alt broytist. Vinabond broytast. Persónlig vinabond við hitt kynið svinna burtur. Frítíðarítriv verða skumpað til útkantin í tínum kalendara. Og, um hetta ikki er nakað tú ert villigur til at ofra, so er betri at verða verandi ógiftur, single. Hvat er tað sum hendir? Jú – tvey verða til eitt, í anda, sál og likami. Hendan einleikan fara vit at hyggja eftir í hesum videoinum.
Hava tit nakrantíð verið til eitt brúdleyp, har tey hava trý ljós? Tey taka eitt brennandi ljós hvør og tendra saman tað triðja. Síðani sløkkja tey sítt egna, soleiðis, at tað bara er eitt ljós eftir, sum brennur. Hetta er ein symbolsk mynd av “tey bæði skulu verða eitt hold.” Tey brenna ikki longur einsamøll, fyri seg sjálvi. Tey hava umbýtt sítt lív sum einstaklingur við eitt lív í felagsskapi við’ ein annan. Tá vit verða gift, so geva vit upp okkara lív sum einstaklingar, tí nú liva vit í felagsskapi (Mark.10,6-8). Eini hjún eru ikki tveir sambúgvar (roommates), sum hava tvør sítt lív og hvør sína ætlan. Tey eru hjún, tey eru eitt, ella tað er tað tey eiga at vera. Tá eini hjún gerast eitt í anda, sál og likam, er at vit fáa ta vakra samstarvi, kærleikan, harmonin og friðin í einum hjúnabandið. Tey seta hvør sítt lív til síðis fyri at tæna makanum, og einki er vakrari enn júst hetta.
Hetta, at fara frá faðir og móðir og halda seg til konu sína, at gerðast eitt, er nakað sum tekur tíð, og krevur røkt og arbeiði. Hetta vistu Ísraelsmenn alt um, so teir settu eitt heilt ár av bara til at fáa hjúnabandið at koyra væl:
Táið maður nýliga hevur tikið sær konu, skal hann ikki fara við í bardaga, og ei heldur skulu aðrar byrðar av nøkrum slagi leggjast á hann; hann skal vera fríur eitt ár, húsi sínum til gagn og konu síni, sum hann hevur tikið sær, til gleði. (5.Mós.24,5)
Nú fara vit at tosa um einleikan av anda, sál og likam, sum er ein tríeind, júst sum Gud er tríeinigur.
.
Andi
Sameining av anda er tað fyrsta og týdningarmesta. Menniskju hava anda. Andin er tað, sum heldur á at liva eftir at vit eru deyð. Tá tey sonnu trúgvandi doyggja, so er andin tann, sum fer upp til Gud (2.Kor.5,8). Sum trúgvandi so eru vit andaliga livandi (1.Kor. 2:11; Hebr. 4:12; Ják. 2:26), ímeðan tey vantrúgvandi eru andaliga deyð/fortapt(Ef. 2:1–5; Kol. 2:13). Andin er tann, sum ger at vit kunnu hava inniligt samband við Gud (Jóh. 4:24).
Gud ger greitt í Bíbliuni, at tað kann ikki henda ein sonn sameining millum ein sannan trúgvandi og ein vantrúgvandi. Millum ein anda, sum Gud hevur gjørt livandi gjøgnum frelsuverkið og ein anda, sum er á veg ímóti fortapilsið. Paulus skrivar í 2.Kor.6 um eitt hjúnaband millum ein trúgvandi og ein vantrúgvandi, og hvussu tey ikki kunnu tosa um og virka fyri tað týdningarmesta av øllum – tað andaliga, Jesus Kristus. (2.Kor.6,14-18) Paulus sigur at eitt hjúnaband millum trúgvandi og ein vantrúgvandi er sum at seta rættvísi og órættvísis saman, ella seta ljós og myrkur saman, ella Kristus og Belial (eitt navn fyri Satan), og so heldur hann á. Tað verður ongantíð semja og friður millum Kristus og Satan, og soleiðis heldur ikki millum ein trúgvandi og ein vantrúgvandi. Tað er týdningarmesta hjá einum trúgvandi, er tí at velja frammanundan, at giftast við einum trúgvandi. Gud sigur hetta, tí Hann ynskir okkum tað allarbesta og vil, at vit skulu hava eitt eydnuríkt hjúnaband fylt við allari gleði og fullkomnari njóting.
Gud vil, at vit andaliga skulu kunna verða eitt amboð í Guds hond, og stimbra, menna og uppbyggja hin hjúnafelagan. Andaliga hevur Gud eisini givið okkum eitt kall, at gera onnur menniskju til Hansara lærusveinar (Matt.28,19). Sum hjún hava tey eisini fingið eitt kall frá Gudi. Kallið er:
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: “Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!”(1.Mós.1,28)
Nørist, tað skulu vit tosa um seinni. Vaksið í talið, skapi eina familju eitt húskið. Hetta kann merkja børn. Ikki øll kunnu gerast við børn, men tey kunnu sáða andalig sáð við at vinna børn, ung og menniskju fyri Harran, og soleiðis fáa Guds ríkið at vaksa og nørast her á jørð. Síðan er tað “ráðið”. Vit kunnu kalla hetta “urtagarðsrøkt”. Tey vóru kalla til at ansa jørðini og fáa hana at vaksa. Jesus kallar tað í dag “verið ljós og salt jarðarinnar” (Matt.5). Salt ger at rot ikki kemur í. Ljós lýsir menniskjum rætta vegin. Á ymsan hátt, kunnu hjún verða salt og ljós, vitni fyri Gud. Hetta krevur einleika í hjúnabandinum. Ein einleika andaliga. Hetta er týdningarmesti einleikin í hjúnabandinum.
Ein stutt viðmerking: – Um tú ert í einum hjúnabandið, har tú ert frelst/ur og hjúnafelagin er ikki, so hevur Gud eisini eini boð til tín. Vilji Guds er, at tú biður fyri hjúnafelaganum og tænir honum við vón um, at hann vendir við til Gud. Les og grunda á 1.Kor.7,12-16.
..
Sál, sinni/hjarta
Sál merkir “lív”. Sálin er kjarni í hvørji vit eru. Í sálini sita kenslur og tráanir. (Job 30:25; Sálm. 43:5; Jer. 13:17). Einleikin í hjúnabandinum er ein samansettur einleiki, har hvørgin missur sín identitet, persónsmesku. Nei, bæði halda á fram at mennast og vaksa í ætlan Guds innan fyri hjúnabandið. Men í hjúnabandinum er talan um eitt samband, sum hevur ein einleika, sum ikki kann upplivast við bert at vera saman ella verða “roommates”. Tað ber til hjá tveimum at verða saman, men bert ein kvinna og maður, sum verða bundin saman í einum hjúnabandi í bíbilskum týdningi, kunnu verða eitt. (1.Mós.2,24)
Tað er eisini týdningarmikið fyri Gudi, at ein hjún stremba eftir at hava sama hjarta og somu tráanir. Hetta merkir, at ein brennandi, trúgvandi finnur sær ein annan brennandi, trúgvandi hjúnafelaga, ið hevur sama ynski um at tæna Gudi.
Vit lesa um trúboðarar, sum funnu sær trúgvandi damu, men sum vóru óhóskandi, tí tey høvdu ikki sama hjarta og somu tráan. Hudson Taylor ynskti at tæna Gudi í Kina, og fyrsta dama hansara ynskti ikki. Tey høvdu ikki sama hjarta og ikki somu tráan, og tí var neyðugt at gera forlovilsi liðug. Tíðin áðrenn tvey trúgvandi verða gift, er fyri at verða vinir, forlovað og koma at kennast. Vit eiga, at kanna, um hesin vit hava ætlan um at giftast við, hevur sama hjarta og somu tráan sum vit. Tí hjúnabandið er fyri lívstíð.
Eitt sunt hjúnaband er nevniliga grundað á eitt kall, um at tæna Harranum. Endamálið við hjúnabandinum er ikki hjúnabandið sjálvt. Er hjúnabandið endamálið við hjúnabandinum, so leggur tað seg sjálvt í oyði. Hjúnabandið er skapt til nakað størri, enn hjúnabandið sjálvt, nevniliga at tæna Gudi og hvørjum øðrum.
.
Likam
“…tey bæði skulu verða eitt hold” (1.Mós.2,24) Upprunaliga orðið “echad”, eitt, her, merkir ein samansett eind. Sama verður nýtt um Gud “HARRIN er ein” (5.Mós.6,4). Á føroyskum hava vit einir skógvar, einar hosur, eini hjún. Tað merkir eitt “par av” ella “eitt sett.” Tað hjálpir okkum at skilja týdningin, men at vera eitt í einum hjúnabandið er so nógv djypri enn bara at vera eitt par. Orðið “echad” á hebraiskum, merkir smeltað saman í eini dýbd sum er djúpari enn vit nakrantíð kunnu koma at skilja.
Echad merkir sameining á tann hátt, at tey skulu hava umsorgan fyri makanum, sum sínum egna likami. (Ef.5,28-29). Harafturat merkir “eitt hold” (echad), at gerast eitt kynsliga (1.Kor.6,15-20). Kynsligt samband, sex, hoyrir nevniliga hjúnabandinum til. Fyrsta boðið Gud gevur í Bíbliuni er “nørist”, havi kynsligt samband sum hjún, njóti hvønn annan. Ikki øll boð í Bíbliuni eru keðilig ella ring at akta.
Men hvat sigur hetta okkum? Jú, tað sigur okkum, at sex er nakað gott, undurfult og ein lovprísan av Gudi. Tað stendur: “…men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.” (1.Tim. 6,17). Gud er góður og Gud hevur skapt okkum so nógv gott at njóta gjøgnum okkara sansir hvønn dag. Vit smakka, nema, lukta, síggja og hoyra. Ísur, mjúk ull, náttúran og tónleikur. Gud segði, eftir hann skapti tað, at tað var sera gott. Gud segði um sex, tá Hann skapti tað, at tað var sera gott. Sex er ein gáva til okkum at njóta, so leingi sum tað er í røttum rammum.
Gud skapti hjúnabandið, sum rammuna fyri kynslívið (1.Mós.2,24; Hebr.13,4). Tað er límið, sum heldur hjúnabandinum saman. Hetta sambandið millum mann og kvinnu kom ikki aftaná syndafallið. Nei, tað var ein partur av ætlan Guds við hjúnabandinum. Tað var Guds vilji, at sex skuldi njótast millum ein mann og eina kvinnu í hjúnabandinum. Hetta er alt undurfult og so vakurt! Hví soleiðis, jú tí tað er bara á henda hátt, at vit kunnu fáa ein fullkomnan einleika og fullkomna njótan av hesum einleika í anda, sál og likami í hjúnabandinum. Gud er fyri njóting, Gud er fyri sex, og Hann vil at vit skulu fáa fullkomna njóting. Tí er hetta neyðugt:
- Sameining av anda: Finn tær ein trúgvandi hjúnafelaga
- Sameining av sál: Kanna áðrenn tit eru gift, um tit hava somu tráanir, og sama hjarta. Við øðrum orðum sama kall.
- Sameining av likami, sex: Bíða við at njóta kynsligt samband, sex, inntil tit eru gift. Tvs. aftaná tit hava sagt “ja” til hvønn annan og undirskrivað ein sáttmála alment. Vit tosaðu meira um almenna sáttmálan í síðsta videoinum um hjúnabandið, so hygg at tí um tú ikki hevur sæð tað, ella hygg einaferð enn, um tær tørvar uppfrísking innan hetta evnið.
Sum tit síggja so er einleiki ein persónligur inniligleiki, sum merkir nógv meira og fer nógv djúpari enn holdslig sameining. Sameiningin í hjúnabandinum er ein mynd av Jesusar sameining við samkomu Sína (Ef.5:23-24,32). Tað stendur:
“…trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.” (Orð.4,12)
Trífaldur tráðurin er mynd av konu, manni og Gudi. Ella sameining av anda, sál og likam. Gud má verða við í hjúnabandinum, tí er andaliga sameiningin so neyðug.
Vilja tit lesa meira um hetta lesið hesar bøkurnar: Ætlan Guds við hjúnabandinum, Loveology, Andaligi ávøkstur hins trúgvandi, Visionary Marriage, 12 ting jeg gerne ville have vidst før vi blev gift.
Hava tit fleiri bøkur og góð ráð, kominteri niðri undir. Minnist til at like’a videoið, subscribe’a og deila videoið. Eg vil eisini eggja ungum, foreldrum og leiðarum at bróta tøgnina og hjálpa hvørjum øðrum, við at snakka um hetta evnið út frá Bíbliuni.
Næstu ferð fara vit at tosa um sex uttanfyri hjúnaband. Hví Gud sigur ja og gevur boð um sex í hjúnabandinum, og sigur nei til og gevur forboð fyri sex uttan fyri hjúnaband.
Bei.