Jensa og Dánjal hjálptu abba at skumpa kava. Tey stuttleikaðu sær og gittu, hvussu nógvar kavaflykrur vóru í kavanum, sum tey skumpaðu.
“Tað er lættari at telja gudarnar, sum skaptu hvørja einastu kavaflykru,” flenti abbin.
Jensa hugdi upp hugsunarsom. “Gudarnar, eg rokni við, at tú meinar Gud … bara ein?”
“Ja, tað er rætt, Jensa. Bíblian sigur greitt, at tað er bara ein sannur Gud. Hann skapti alt í heiminum. Kavin minnir meg um nakað annað, sum eisini er um Gud. Tað hevur nakað at gera við talið trý,” segði hann og bustaði kavan av sær.
“Hvat er tað?” spurdi Dánjal.
“Sært tú, hvussu kavin smeltar í hondum mínum? Kavi er í veruleikanum vatn, ikki so?
Vatn kann eisini verða ísur og dampur. Kavi, ísur og dampur eru ymisk; men øll eru vatn. Vit lesa í Bíbliuni, at Gud er tríggir persónar: Faðirin, Sonurin (tað er Jesus Kristus) og Heilagi Andin. Hesir tríggir persónarnir eru kallaðir Tríeindin. Teir hava allir ymiskan leiklut, men teirra náttúra er tann sama, teir eru ein Gud. Tað er torført at skilja, men hetta er tað, Bíblian sigur, so vit eiga at góðtaka tað og trúgva tí.”Børnini høvdu nógvar spurningar. Hetta eggjaði abbanum til, so hann segði: “Hví koma tit ikki inn at fáa tykkum heitt kakao? Kanska omma hevur bakað bollar.”
“Hvussu gamal er Gud?”
Bíblian sigur okkum, at Gud hevur altíð verið til. Eingin skapti Gud. Hann hevur altíð verið. Bíblian sigur: “Áðrenn fjøllini vórðu til, og Tú skapti jørðina og jarðarríki, ja, frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!” Sálm. 90:2. Hetta merkir, at Gud er ævigur. Hann hevur onga byrjan og ongan enda. Gud skapti alt. Es 40:28 sigur: “HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er.”
“Hvussu er Gud?”
Gud er heilagur. Tað vil siga, Hann er reinur og uttan synd. Hann hevur ongantíð gjørt nakað skeivt ella ónt. Es. 6:3 sigur, “Heilagur, heilagur, heilagur er HARRIN Gud herskaranna.” (Eitt av nøvnum Guds).
Gud er reiðiligur og rættvísur. Hetta merkir, Hann ger altíð tað, ið er rætt. Tí má Gud straffa synd.
Gud veit alt. Hann kann gera alt sum, Hann hevur hug at gera. Tað er einki, ið Hann ikki kann gera. Vit lesa í 1. Krøn. 29:12, at Hann stýrir øllum. “Tú ræður yvir øllum; í hond Tíni er styrki og megi.”
Gud er trúfastur. Hann ger altíð tað, Hann hevur lovað at gera. 1. Tess. 5:24 sigur: “Trúfastur er Hann, sum kallaði tykkum; Hann skal gera tað við.” Gud er kærleiki, tað er náttúra Guds at elska menniskjuni, Hann skapti.
Einaferð Gud talaði til tænara Sín Móses, greiddi Hann frá um Seg sjálvan: “HARRIN! HARRIN! – miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti.” 2. Mós. 34:6
Gud hevur ikki eitt likam eins og vit. Jóhs. 4:24 sigur, “Gud er Andi.” Í Jóhs 1:18 stendur: “Eingin hevur nakrantíð sæð Gud.” Hann sær teg. Hann er altíð nærverandi allastaðni.
Hvat ynskir Gud av mær?
Bíblian sigur: “HARRI, hvør er sum Tú, Tú hin dýri og heilagi, Tú hin øgiligi og hálovaði, undurfullur í verki!” 2. Mós. 15:11. Eingin er eins og Gud, vit eiga at virða og heiðra Hann. Okkara ynski eigur at vera at kenna, at akta og at elska Hann. Mika 6:8 sigur: “Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!”
Minnisvers
“Tí ein Gud er.” 1.Tim. 2:5