Bloggur/stuttsøga eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Stuttsøga grundað á Markus 5,21-34 (Kvinnan við blóðsótt, ein mynd av hvat synd ger)

.

.
Í tólv ár hevði eg verið sjúk. Í tólv ár hevði eg leitað mær hjálp. Í tólv ár hevði eg verið einsamøll. Veikleiki og skomm høvdu verið míni sereyðkenni.

Í 12 ár hevði eg verið órein og útistoytt frá synagoguni og templinum. Langt burtur frá nærveru Guds, helt eg. 

Summir faresearar søgdu við meg, at eg var bannað av Gudi fyri fjalda synd. Eingin eg kendi vildi koma mær nær ella vildi hava meg inn í hús teirra, tí eg var órein og eg gjørdi øll og alt óreint, sum um meg var. Nam eg mann mín, børn míni, so gjørdust tey órein. Nam eg ein vin ella ein fremmandan gjørdust tey órein. Eingin vildi nærkast mær. Í tólv ár eygleiddi eg børn míni eitt strekki burturfrá, so tey ikki skuldu nærkast mær. Eg sá tey vaksa upp til ungar kvinnur og menn. Sá tey giftast. Sum tað nývdi mammu hjarta ikki at kunna geva teimum eitt klemm. Ikki kunna ugga tey tá tey grótu.

.

.

Frá mær sjálvari leitaði eg mær hjálp til tess at lekja mítt likam. Eg brúkti allar pengarnar, og alt eg átti gav eg fyri at fáa tað minsta slagið av linnan. Mangt útsetti eg mítt likam fyri, fyri fáa grøðing. Alt fyri at nærkast manni og børnum mínum aftur. Alt misti eg, og tað lítla eg hevði av heilsu áðrenn, misti eg eisini. Eg var sum djór og ikki fólk, sum onnur runnu undan. Hjartabrotin, veik og bleik. Eg var sjúkdómur mín, ið skilti meg frá øllum øðrum. Livandi deyð. Eg livdi uttanfyri, atskyld sum tey spidølsku. Í skomm míni, biddaði eg sum tey blindu. Tó eg bæði sá og hoyrdi.

.

..
Ein dagin hoyrdi eg um Jesus frá einum biddara. Hann segði mær, hvussu vinur hansara var vorðin frískur og sá aftur, tí Jesus hevði nomið eygu hansara. Eg kendi frá mínum ungdóms árum í synagoguni søguna um Messias. Frelsaran, ið skuldi koma í heimin.

Eg undraðist á um hettar mundi vera Hann. Var hettar Messias, so var Hann førur fyri at lekja mín sjúkdóm.

.

Eg, eitt óreint útskot


Í trúgv reisti eg meg frá óreinu legu míni. Í trúgv fjaldi eg óreina andlit mítt og fór eg oman móti býnum, breyt lógina, fyri at hitta Jesus, mína einastu vón.Mong fólk vóru savna kring Hann, og eg var noydd at kroysta meg millum tey. Noydd at gera tey órein. Mitt millum øll kroysti eg meg fram. Í dustinum, í hitanum, ikki nóg nógva orku at standa. Við eitt kemur Jesus framvið fólkahópinum og eg leggi meg á knæ. Eg strekki meg út, sníkti meg at nerta við klædnaflad Hansara aftanífrá. Tí eg trúði, at bert hettar var nóg mikið. Eg nam við Hann uttan, at nakar sá. Eg skundaði mær at trekja meg aftur. Men tá var tað, at eg kendi kraftina í fingraspísum mínum. Kraft, ið fleyt yvir í likaminum so blóðkeldan tornaði. Kraft, sum við tað sama lekti veika likam mítt og eg vann styrkina aftur og reisti meg upp. Eg hálaði klæðið frá høvdið mínum og tók um kinnar mínar, sum vóru vornir reyðir og heitir. Frísk var eg vorðin og bannið var burtur, og eg stóð loyst likamliga.

.

.

Gudsótti fylti mítt sinn: “Áh, hvør er hesin maður, at sjúka mín víkjur í nærveru Hansara… Man Hann ikki vera Messias?”

Við eitt steðgaði Enduloysari mín og spurdi: “Hvør nam við meg?”, tí Hann kendi, merkti, føldi kraftina, ið gekk út frá Honum til mín. Eg var ósjónlig og óviðkomandi fyri øllum øðrum, men Hann sá meg. Eg kvakk við, fór at skelva og fall niður fyri Jesusi, Soni Guds, heiløgum Kongi. Eg segði Honum alt meðan øll hoyrdu. Eg segði Honum alt um mína sjúku, mína grøðing, mína synd og mín stóra tørv á náði. Hann var ikki illur við meg ella slóð meg. Hann nam við meg. Hann legði hond sína á herðar mínar og segði: “Dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg! Far í friði og ver frísk av plági tíni!” Hjartabanka mín stillaðist við Hansara vinarligu eygum og eymligu rødd. Eg var frísk og rein og hevði fingið eitt nýtt likamligt lív og ævigt lív. Eg hevði fingið frið likamliga og andaliga. Frið við familju mína, frið við synagoguna, tí Hann grøddi meg.

Men tað besta var, at eg fekk eg frið við Gud, tí Hesin tók mína synd.

.

.

Hesin var av sonnum messias, tí eingin áður hevur gjørt slík undur, ið Hann gjørdi. Eingin annar enn Gud kann fyrigeva syndir. Vissuliga varð Hann endurloysari mín. Messias, Gud, var mær nær, og nýtti mína sjúka at vísa Sín stórleika. Glað kundi eg renna heim og vísa børnum og manni mínum fríska likam mítt og siga teimum frá um Jesus. Eg kundi vísa faresearunum fríska likam mítt. Eg kundi siga teimum, at Gud ynskti ikki at banna meg, men signa meg.

.

.
Seinni var Jesus, sum mítt hjarta elskar, negldur á ein kross. Har tók Hann dómin fyri mína synd. Men Hansara lív endaði ikki har, nei 3 dagar seinni reis Hann upp aftur.

Jesus kom ikki fyri at grøða mítt likam, nei Hann kom til nakað nógv størri, at grøða mína sál.

.

.
Líka atskyld, sum eg hevði verið frá familju mínari og synagoguni av sjúku mínari. Líka so atskyld og meir var eg frá Gudi av synd míni og kundi ikki koma Honum nær. Maðurin, ið nam meg, tók mína óreinsku, tók mína synd við. Hann var gjørdur óreinur av syndini, so eg kundi gerast rein, æviga rein í sál míni. Hann bar alt hettar. Hann varð dømdur, so eg ikki skuldi hava ein ævinleika í fortapilsi, men eitt nýtt lív í Himli tá eg doyggi. Ja líka so andstyggilig, sum eg var í eygum alra, gjørdist Hann tá Hann bar mína synd út á krossin. Eg má sláa meg fyri brósti, sum eg undrist á henda kærleikan hesin Maður vísti mær. Á hesin kærleiki, sum rakk líka út til mín, eitt útskot, eina óverdiga, óreina kvinnu.

Men hann rakk, og rakk í yvirflóð til mín. Tí veit eg, at hann eisini røkkur til tín.

Hansara kærleiki er ómáldur og kann ikki málast í alin ella seklum. Hann er størri, dýrari, virðismiklari enn allur heimurin tilsamans. Í trúgv á verk Hansara fyri meg, grøddi Hann sál mína. Áh, sum eg elski henda Mann, ið nam við hjarta mítt.

 

Skriva viðmerking