Dum sum ein dúva

Hevur tú nakrantíð spasera á strøjnum niðri og undrast á allar dúvurnar, ið samlast kring teir smæstu breyðmolarnar. Til tíðir eru tær eisini at hitta á gongugøtuni í Havn.  

Fuglar eiga eitt eymt punkt í mínum hjarta, og kurrini frá dúvunum fáa meg mangan at blaka teimum ein breyðmola. Tað er nakað so friðsælt, ið at síggja dúvurnar spáka og pikka. Til tíðir stæra tey reyðu eyguni uppá seg so dølsk og spurin. 

"Tú ert so dum sum ein... dúva!"

Einaferð, meðan eg bíðaði eftir bussinum og eygleiddi dúvurnar, komu nakrar ungar gentir spaserandi oman í bussskýlið. Tær kjakast um eitt hvørt. At enda tekur tann myrkhærda orðið og sigur við tí ljóshærdu: “Come on, hví torir tú ikki? Ert tú so dum sum ein… ein…” Hon steðgar á, tóm fyri orðum og hyggur at dúvunum. Hon andar inn og froysir frá sær: “…sum ein dúva!” Hinar smáflenna og tann ljóshærda lúrir uppá meg og rodnar. Hon tegir eina løtu, og svarar: “Ja, kanska eri eg tað.” Tøgnin var pínufull og vardi til tær skiftu evni og fóru at tosa um onkra seriu, tær hugdu eftir. Eg undraðist, hvat í allari víðu verð, tær mundu havt tosa um, sum tær gingu oman. Men eg vildi ikki órógva tær – hóast kanska hetta var júst tað, ið eg burdi havt gjørt.

Tann ljóshærda kom yvir móti mær at tøma lummarnar fyri skrell. Eg smíltist til hennara og teskaði, so bara hon hoyrdi: “Eg haldi dúvur eru hugtakandi og vakrar.” Tann ljóshærda smíltist kúrr, og roðin á kjálkunum lætnaði eitt sindur, sum hon spaseraði aftur til vinkonurnar.

Eg var sindur flov av viðmerkingini og hugsaði eina løtu, um eg ikki kundi havt sagt okkurt betur. Eg fór at dúva uppá um dúgvur vóru so hugtakandi og vakrar? Vóru tær dummar?

Eg eri ein dum dúva til tíðir

Sum eg koyrdi heim í bussinum fór eg, at hugsa um tað, ið eg hevði sæð og hoyrt. Eg fór at hugsa afturá mítt egna lív, serliga sum yngri, tá eg gekk í fólkaskúla og student. Tað var ikki altíð nemt, at standa fast við eitt hvørt, sum trúgvandi. Til tíðir hevði eg ofta kent meg “dumma sum eina dúvu.” Tað geri eg ofta enn, tá eg havi gjørt eitt video, skriva ein blog ella havt ein vitnisburð. Eg kenni meg dumma sum eina dúvu. Klossuta og nervøsa, at vera ein boðskap fram, sum kennist at ganga uppá tvør av tí sum verður boða í okkara samfelag í dag. Sum eg sat og hugsaði, kom eg í tankar um tað, ið Paulus sigur í brøvum sínum um orð krossins.

 Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds. (1.Kor.1:18)

Hann vísir á her, hvussu boðskapurin um Jesus, mangan kann tykjast ørðum sum nakað býtt ella óklókt. Vit kunnu kanska ljóða sum nakrar dummar dúvur. Men júst hesin boðskapurin er tað, sum er menniskjum til frelsu. Tað stendur eisini:

Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda – fyrst – og Grikka. (Róm.1:16)

Boðskapurin um at Jesus doyði á krossinum er tað, ið bjargaði okkum sum trúgva og kann bjarga tær sum lesur.

Gud skapti eisini dummar dúvur...

Gud skapti alt, eisini tær “dummu dúvurnar”, sum onkur vildi rópt tær. Gud skapti meg og teg, og legði í okkum eitt ævigt, óvikiligt virði, sum einki menniskja, orð ella eyðknevni kunnu taka frá tær. (Rómbr. 8)

Eitt áhugavert fakta um “dummar dúvur” er, at tær eru als ikki so dummar. – Sjálvandi ikki, vil eg so leggja afturat, tí Gud skapti tær jú! – So lat ikki tey spurnu eygunu lumpa teg. Dúvur hava tveir serligar eginleikar, ið ger at tær eru altíð førar fyri at finna vegin heim. Tí hava tær verið nýttar sum brævdúvur. Kanningar frá 1970-1980 vístu eisini, at dúvur eru ógvuliga kønar til at finna offur frá skipsvrakum á sjónum. – Minnast tit, hvat djór kom aftur við einum blæði, tá Nóa var í ørkini? Jú, ein dúva.

Tað, ið serliga hugtók meg við hesari granskingini var, hvussu dúvur eru so kønar at finna heim. Líka mikið, hvar tær eru staddar, so kunnu tær finna heim, tí tær hava eina innbygda kumpass.

Sum trúgvandi er tað, eitt vit altíð mugu minnast til, hvar okkara borgaraskapur er. Nevniliga í Himli, og tað eigur altíð at vera okkara stavnhald. (Fil.3:20).

Eins og dúvurnar, sum finna offur fyri skipsvrakum, so eiga vit sum trúgvandi, at finna onnur menniskju, sum eru í neyð og hava tørv á Jesusi. Vit kunnu leiða tey til Jesus. So ger Jesus tað, ið bara Jesus kann gera. Bjarga teimum, betala teirra synd og frelsa tey, soleiðis tey eisini kunnu fáa ein borgaraskap í Himli.

 

So um tú spyrt meg, hvørjum eg vil líkjast meira, – Ja, so hevði eg sagt: “Á dúv, jú, heilt víst eini dúvu!

 

Hvussu við tær, um eg spurdi eg? Hvønn vil tú líkjast meira?

Tað nýggjasta á blogginum

Javnan koma video, bloggar og poddar (ljóðfílur) út. Her er nakað av tí, ið seinast er komið út á síðuna.
So var kalendarin 2024 her!

So var kalendarin 2024 her!

https://www.vakurleiki.fo/product/veggja-kalendarin-2024/   https://www.vakurleiki.fo/product/hond-kalendari-2024/

HVAT ERT TÚ TAKKSOM FYRI?

HVAT ERT TÚ TAKKSOM FYRI?

Hvat ert tú serliga takksamur fyri í dag? Í Jákupsbrævinum 1:17, eggjar hann okkum at hugsa um alt tað góða vit eiga og hava fingið. Eisini eggjar hann okkum at minnast til, at alt hetta er frá Gudi. Kanst tú nevna nakrar gávur: - Hús & heim - Familju & vinir...

✨VERS UM VAKURLEIKA ✨

✨VERS UM VAKURLEIKA ✨

Orðt. 31:30 Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.   Hásong. 1:15 "Sum tú ert vøkur, elskaða mín, sum tú ert vøkur! Eygu tíni eru dúvur."   Kol. 3:16 Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum...

Fylg við

týsdagar

Prátið podcast kl.8:00

Fríggjadagar

Kreativ video og vlogar kl.8:00

Samband

Teldupostur

pp@vakurleiki.fo

Skriva viðmerking