Dópur?! Ja, tað er mest umrødda evnið nakrantíð í kristindóminum í Føroyum. Samtíðis er tað eisini tað evnið fólk hava so kontroversiuellar meiningar um. Hvussu ber tað til?

Eg hoyrdi eitt brot ein dagin, frá einari ungari muslimskari kvinnu. Hon segði:

“We can both be wrong, but we can’t both be right… So we sort of resolved we wanted to figure out what truth is…”

“Vit kunnu bæði hava skeivt, men vit kunnu ikki bæði hava rætt. So vit avgjørdu at kanna hvør sannleikin var…”

Og sum eg hoyrdi hetta, kom eg beinanvegin í tankar um dóp. Fólk eru í tvístøðu um dóp. “Barnadóm” og “vaksinmannadóp”, bæði kunnu vera feil, men bæði kunnu ikki vera rætt.

..

So hvat sigur Bíblian?

Leita vit eftir orðinum “dópur” í Bíbliuni, so finna vit ikki orðið “barnadópur” ella “vaksinmannadópur”. Nei, vit finna einans orðið dópur og hetta er dópur hins trúgvandi. Her er bara ein vatn-dópur umrøddur: Ef.4,5. Orðið ‘dópur’ finna vit umleið 100 ferðir í Bíbliuni. So dópur er heilt klárt eitt nógv umrøtt evnið og tískil eisini eitt týdningarmikið evni fyri Gudi. Tá Gud brúkar so nógv tíð uppá eitt evnið í Bíbliuni, so kann tað als ikki missforstandast. Tað eru evnir, sum eru nógv minni umrødd, sum vit als ikki seta spurning við.

..

Hvat sigur Bíblian um dóp?

Tá tú sjálvur fert at lesa versini Bíblian nevnir um dóp, so hav í huga, at Bíblian tosar um tveir dópar, sum eru nær samanknýttir. At hava hettar í huga ger tað nógv lættari at lesa. Fyrsti dópurin er dópur Heilaga Andans, ið fer fram tá ið ein verður frelstur. Í tí løtu ein verður frelstur kemur Heilagi Andin og tekur búðstað í honum. Tað kallast dópur Heilaga Andans. Seinni dópurin, er vatn-dópurin, og hann er ein ímynd uppá tann fyrra dópin, har hin frelsti vísir, at Jesus hevur longu tikið bústað í okkum. Kuul ha? Tvs. tað sama sum, at persónurin, ið letur seg doypa má hava skil og vera búgvin nokk til at taka ímóti Jesusi.

.

Vit lesa um fyrra dópin, dóp heilaga andans í t.d.: (Luk.3,16Kol.2,121.Kor.12,13)

  • Luk.3,16Jóhannes sipar her til teir tveir vegirnar: dóp Heilaga Andans, sum er frelsan, og eldin, sum er dómurin fyri tey vantrúgvandi. Jóh.3,18 sigur: “…tann, ið ikki trýr á Hann er longu dømdur…”
  • Kol.2,12; Í kontekst tosar hann her um dóp Heilaga Andans. At í deyða Jesusar, er hin trúgvandi “grivin” og reistur upp við trúnni á Jesus.
  • 1.Kor.12,13: Aftur eitt dømi um dóp Heilaga Andans. At vit eru eitt likam í trúnni á Jesus.

Seinna dópin, vatn dópin, sum er ímynd uppá tann fyrra, lesa vit um í m.a.: (Markus 16,16Áp.10,47-48Áp.8,36-391.Pæt.3,21Gal.3,26-27;)

  • Markus 16,16: Vatn dópur hevur onga kraft í sjálvum sær. Men, tað sum frelsir er trúgv á Harran Jesus.
  • Áp.10,47-48: Vit síggja her tey hava fingið Heilaga Andan, og tískil kunnu tey verða doypt. Vit síggja eisini, at so skjótt sum tey i ápostlasøguni verða frelst, so lata tey seg doypa við lýdni yvir fyri Gudi.
  • Áp.8,36-39: Vit síggja at treytin fyri vatn-dóp her, er at Dópur Heilaga andans longu er farin fram. Tvs. treytin fyri at hirðmaðurin kundi verða doyptur, var at hann longu var frelstur. Av tí, at hann var tað, so kundi Filip doypa hann. v.39 síggja vit, at Hirðmaðurin er hevur góða samvitsku sum 1.Pæt.3,21 snakkar um.
  • 1.Pæt.3,21Eg haldi tað er sera týðiligt í hesum versinum, at vit verða ikki reinsa frá synd í vatndópinum: ” ikki at óreinska holdins verður tikin burtur“, men er “sáttmáli einar góðar samvitsku við Gud“, við øðrum orðum, so er hetta ein lýdnisgerð fyri Gud. Ella ein vitnisburður um, at hin trúgvandi hoyrir Gudi til. At hin trúgvandi hevur valt at fylgja Jesusi, sum sínum Harra. Hetta er ikki bara ein vitnisburður yvir fyri menniskjum, men eisini tignum, veldum og andaheri óndskaparins, sum (Ef.6,12) tosar um. Tá vit vita, at bardagi okkara ikki er bara við tað sjónliga, men kanska serliga tað ósjónliga er skilligt, at hetta, at lata seg doypa, er ein tung avgerð. Satan vil fyri alt í verðini ikki at vit skulu blíva frelst. Og tá vit eru frelst, so vil hann gera alt hann kann fyri, at vit ikki skulu verða Gudi lýðin og fyri at vit ikki skulu fortelja øðrum menniskjum um Jesus. Satan vil so slett ikki, at vit skulu lata okkum doypa, sum er nemliga ein lýdnisgerð fyri Harran, sum vit lósu. So hann vil gera alt, hann kann til tess at skapa forvirring um júst hetta evnið. Ikki so snedugt ha? Vit kunnu eisini lesa um samkomunnar fyrstu tíð, at mong trúgvandi vóru atsøkt og dripin fyri, at lata seg doypa eftir, at tey vóru blivin frelst. Hetta er ein veruleiki í mongum londum enn tann dag í dag. Munurin at játta Jesus við vørrunum og í dópinum er, at í dópinum játtar tú Hann alment. Líka sum at giftast er ein almenn játtan. Og tann almenna játtan er júst tað, Satan hatar.
  • Gal.3,26-27: Tey eru frelst við trúgv, men í dópinum lata tey seg í kristus. Tað orðið sum verður nýtt her, hevur sama týdning sum tá ein hermaður fer í ein herbúna. Herbúnin ger hann ikki til ein hermann, tað ger skúlin og venjingin, men við búnanum vísir hann øðrum hvør hann er. Sama er við dópinum. Vatn-dópurin frelsir okkum als ikki, sum vit síggja týðiliga her í Bíbliuni. Dópurin er sum herklæðini, vit lata okkum í Kristus og vísa øðrum hvørjum vit hoyra til. Og hvør Hann er sum eigur okkum. Vit taka upp “krossin” (Luk.9,23). Tað er lætt nokk at siga ein er ein hermaður/trúgvandi, men verri er at fara í ein herbúnað/lata seg doypa og av sonnum vísa hvør ein er og hvørjum ein tilhoyrir. 
  • Rómbr.6,3-6: Hesi versini vísa okkum, at vatndópurin er ein mynd av dópi Heilaga Andans, frelsuni.
    • a) Vatnið er ein mynd av dómi og deyða.
    • b) Tá ið Jesus doyði, so fór Hann gjøgnum dómsins vøtn og deyða fyri at taka okkara synd burtur (Sálm.42,8).
    • c) Við tað, at Jesus doyði í staðin fyri hin trúgvandi, er tað líka satt, at hin trúgvandi doyði við Jesusi. Við øðrum orðum, tá ið Jesus doyði, so doyði eg. Tá ið Hann varð gravlagdur, varð eg gravlagdur. Tá ið Hann reis upp, reis eg upp.
    • d) Hin trúgvandi er deyður frá syndini, frá heiminum, og ja frá sjálvum lívinum. Hann er deyður frá øllum, ið hann var av náttúru, og frá hesi stund sær Gud hann ikki longur í syndum sínum, men sær hann í Jesusi, upprisnan frá teim deyðu og við Jesusi uppreisnarlívi í ogn (Gal.2,20).
    • e) Tá ein trúgvandi letur seg doypa, játtar hann alment, at hann hevur tikið støðu við Kristusi í deyða og gravlegging, og frá hesi stund skal hann royna at vísa fyri øllum, at hann eigur lív Kristusar. (Kol.2,12; Kol.3,1-2)

.

Ynski Jesusar?

Í Matt.28,19-20 lesa vit um ynski Jesusar. Ynski Jesusar er hetta:

1) At fólk skulu koma til trúgv (vera doypt í Heilaga Andanum), also frelst

2) doypt við vatni í lýdni fyri Gudi

3) Læra boðini/Orð Guds at kenna og fylgja Jesusi eftir, tað dagliga lýdni.

.

Tað er ikki alt tað eg ikki skilji í Bíbliuni, sum gevur mær trupulleikar, men tað eg skilji. Tí tað eg skilji eigi, má at fylgja og verða djørv nokk at vera lýðin fyri.”

.

Sangur:

Skriva viðmerking