Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Eg stóð ein dagin og hugdi gjøgnum rivurnar á brákaða glasinum. Eyguni megnaðu ikki at savna seg út um glasið. Alt eg sá var brotið. Eg var hjartabrotin, sundurbrotin, vónbrotin, skipsbrotin, útbrotin og avbrotin. Eg var nyttuleys, ørindaleys, vónleys, svøvnleys og lívleys. Eg kundi ikki rísa at lýsa fyri vísa sum áður. Hýsa sum áður. Prísa, sum fáur. Eg var løstað.

 

Seinni sama sunnudag kom Pedellurin framvið. Hann legði hond Sína á meg og spurdi, hvat eg vildi Hann skuldi gera fyri meg. Eg ypti øksl, “Harri, eg eri meiðsla. At umvæla meg er ein lívs útreisla.”
– “Lítla ljós, óløstaðum tørva ikki Pedellin, men løstaðum. Eg skal ikki líma, lappa ella loyna brotið. Tú skal fáa eitt nýtt glas, eitt nýtt lív. Hetta er ein prísur Eg fegin vil gjalda. Ljós, hygg, títt virði er nú tvífaldað.”

Varliga skifti Hann glasið, og eg fekk nýggja sjón. Rivurnar vóru burtur, og eg sá klárt. Eg var klødd, grødd, lødd og endurfødd.
Av gleði lýsti eg av allari ljósmegi míni. Eg ynski nú at prísa við at lýsa fyri at vísa, hvat Pedellurin hevði gjørt fyri meg. At loða fyri at boða, hvat Hann kundi gera fyri brotin og brákað.

Brotið ljós

brákað

Skriva viðmerking