1. Blóðið, sum rann,
pínan, sum tú bar,
av monnum svikin varð,
tín gud fór frá tær har,
segðist undan tíni trónu,
Sonur guds við tornakrúnu
hevur goldið alla heimsins skuld.
Gud, tín náði er størri,
enn orð kundu týtt,
Gud, tín náði, hon vísir mær virði mítt,
ein ófatandi prís eg kostaði tær.
Gud, tín náði er lív hjá mær.
2. Tú gavst upp alt
at frelsa meg,
tín stóri kærleiki,
hann toldi deyðans veg,
vildi krossins verk útinna,
lívsins krúnu mær at vinna
– náði tín er mær so dýrabar.
Skriva viðmerking