Bloggur/stuttsøga eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Lotið ruskar í pálmagreinarnar, og tær geva eftir við einum suffi. Heita, sterka sólin stingur í nakan,sum eg siti á torginum millum tiltiknastu sølumennirnar. Eg andi heitu luftina djúpt inn og angi víndrúurnar, hunangin, figurnar og søtu dadlurnar, ið júst koma inn á marknaðin í einum hvínandi vogni. Tað er, sum angin bjóðar hvørjum einstøkum vælkomnum til nýggja Jeriko.

.

Sólin hevjar seg longur upp á luftina. Ein faðir og sonur kjakast um prís longri burtur. Sølumennirnir eru teir eg dagliga umgangist. Fleiri av teimum gera tíðum gjøldur burturúr mær og háða meg í spølni. Eg hoyri ein ganga mótvegis mær. Hann spýtir og gevur mær eitt nevaslag og teskar í oyra: “profitera fyri okkum! Hvør var tað sum sló teg?” Ikki veri eg roknaður sum maður. Nei, tí eg eri blindur.

.

Blindi biddarin Bartimeus

Mynd hevur Dina Bech teknað.

 

Eg hoyri, at blindi vinur mín knýtir nevan og skelvur av øði, men hvat nyttar tað? Eg trilvi við hondum mínum eftir skálini og merki sevjuna av spýtti og dusti. Eg vindi bindið av beinum mínum og turki skálina. Man hon vera rein?

Teir, ið sita í portrunum tosa um meg, og í drykkjuløgum kvøða teir um vanlagnu mína. Eg eri blindur. Tað havi eg verið heilt frá barnsbeini av. Eg havi ongantíð sæð, bara hoyrt, følt og kent.

Eg og mínir líkir eru vanheilagir og ikki roknaðir sum menn, men hundar. Tó Gud man virða ein blindan, sum lógin sigur, so verið eg tó av menniskjum vanvirdur.

.

Fólk teska, sum tey ganga fram við meg. Tey teska, um hvør man hava syndað: eg, Bartimeus, ella Timeus, pápi mín. Tí Gud er ‘rættvísur’ og revsar. Eg kallist sonur Timeus, men eg hoyri ongum til. Eg eri ein vanæra, eitt útskot.

.

Fleiri fólk tuska fram við og støvið stígur upp í nasagluggar mínar. Eg varnist, at her er eitt ferðalag, ið telur fleiri enn vanligt. Eg reisi meg av knøunum og spyrji, hvat er á vási. Ein glað, kvinnu-rødd tekur í hond mína og sigur: “Jesus úr Nazaret kemur framvið.” Sum hon hvørvur frá mær, hoyri eg tað ringja í skál míni, ein denarur! Eg reisi meg á føtur og rópi “Takk og lov. Harrin vælsigni teg!” Eg boyggi høvdi og undrist: “Men Jesus, hvør var tað?

.

Ljóðini hvørva fyri oyrum mínum og minnist aftur á eina samtalu við ein annan biddara í síðstu viku. Hann segði mær, at ikki langt her frá, uppi á bakkanum í bygdini Bethel, fyri bert nøkrum vikum síðan, var ein maður nevndur Lazarus risin upp frá hinum deyðu. Maðurin, ið reisti hann upp, kallast Jesus úr Nazaret. Einki var at ivast í, at ungi Lazarus var deyður áðrenn, tí hann hevði ligið deyður í fýra dagar. Og nú koma hesin Jesus oman í dalin, til býin Jeriko.

.

Trúgv birtist í sál míni! Eg fevni sannleikan í hjarta mínum. Eg vendi mær til vin mín og syngi:

Hasin er Messias! Endurloysarin, Sonur Dávids, salvaður Kongur!

Í hjarta mínum síggi eg ljósið, eg sá Jesus. Stetlandi ganga vit við fjøldini við trilvandi hondum. Ongan stav, ongar sandalur, onga sjón. Eg rópi alt likam mítt er ment: “Sonur Dávids, miskunna mær!” Fólk verða skelka, hvessa at mær og biðja meg tiga. Eg snávi og felli til jarðar. Eg, ein fortaptur syndari. Við gráturødd rungar rødd mín enn harðari til Einastu vón mína: “Sonur Dávids, miskunna mær!

.

Jesus steðgar. Jesus hoyrir hesa rødd í øllum ruðuleikanum, í allari mannamúgvuni. Milda sinni Hansara tekur hjartaliga synd mær. Jesus biðjur, at eg skal verða leiddur til Hansara. Ein mjúk, kend kvinnu-hond tekur í mína, og sigur:

Ver hugreystur, reis teg upp, Jesus rópar teg.”

Eg kasti kappan, mína einastu ogn, legu og skjól, av mær og leypi á føtur, og kvinnan leiðir meg til Hansara. Eg lati alt verða eftir, eisini denarin, og komi til Jesus. Jesus vendir sær til mín og spyr:

“Hvat vilt tú, at Eg skal gera fyri teg?

Messias, Skaparin, Gud vil verða tænari hjá einum útskotið sum mær? Miskunn og náði Hansara ljómar fyri oyrum mínum. Eg felli á knæ fyri Honum og slái meg fyri bróstið:

Ah, Harri, at eg kann fáa sjón mína.”  Jesus sigur einfalt: “Hav sjón tína.”

.

Eg hyggi og myrkri kámast sum mjørki burtur frá eygum mínum. Eg síggi ljós og myrkur, dámlig skap. Eg blunki. Eg síggi… klárt. Eg síggi Jesus. Eg síggi Gud.

Jesus letur upp munni og sigur: “Trúgv tín hevur frelst teg.” Eg prísi Gudi, sum hevur víst mær náði. Eg lati alt vera eftir, vendi við og fylgi í somu løtu Harra mínum.

.-   –   –

Í einari løtu fór eg frá at vera eitt útskot til at verða fylgisveinur Guds! Frá at hoyra ongum til, hoyrdi eg nú Jesusi til. Eg varð taldur millum teir lukkuligu, umvendum syndarnar. Eg hoyrdi til frelsta skaran av biddarum, tollarum, horkallum, skøkjum og lygnarum.

(Luk.18,35-43), (Mark.10,46-52), (Matt.26,67-68), (Sálm.69,13), (3.Mós.21), (Luk.16,21), (2.Sám.7:12), (Matt.20,30-34), (Ef.2,8-9)

Skriva viðmerking