.

Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, tað er Dina Bech, sum situr her. Í dag so fara vit at tosa um at fara í bardaga. Ikki hvønn sum helst bardaga, men bardaga á knøunum í bøn. Hava tit sæð filmin “War Room”?  Ja/nei? Um tú ikki hevur sæð hann, so hygg at honum. Og hevur tú sæð hann, so hygg at honum eina ferð enn. Hann inniheldur so ómetaliga, nógvar stórar sannleikar um bøn, og hvussu stór kraftin er í bønini. Og hvussu vit kunnu byrja okkara sigurs bardaga í bøn á knøunum.

Uttan bøn, so er lítil og eingin framgongd í lívinum hjá hinum trúgvandi. Mangul uppá bøn vísir, mangul uppá álit á Guds lyftir í Bíbliuni. Vit biðja, tí vit hava álit á Gud og Hansara lyftir í Bíbliuni (Ef.3,20). 

Tað er ígjøgnum bøn, at vit varnast, hvussu stóra umsorgan Gud hevur fyri okkum, og hvussu stórur Hann er. Bøn eigur at vera oxigeni og andadrátturin hjá hinum trúgvandi. Tað er gjøgnum bøn, at vit samskifta við Gud. Og gjøgnum Bíbliuna, at Gud samskiftir við okkum. Ja, bøn er at tosa við Gud, men bøn er so nógv meira kraftmikið enn bara ein samtala.

.

Hví biðja vit?

Vit biðja av fleiri orsøkum. 

  • Vit biðja, tí bøn er lýdni og ein tænasta (Luk.2,36-38). 
  • Vit biðja, tí vit hava fingið boð um at biðja (Matt.7,71.Tim.2,8; Fil.4,6-7). 
  • Vit biðja, tí bøn er at tilbiðja og æra Gud í takksemi og við áliti á Hann (Sálm.66,4Áp. 4:23-31)
  • Vit biðja, tí Jesus vísti okkum fyridømi í bøn. Jesus var ein bønarmaður (Mark 1:35) Um tað var so týdningarmikið fyri Jesus at seta tíð av til bøn, so eiga vit eisini at biðja. Um Jesus, sum Sonur Guds, hevði tørv á at biðja, fyri at verða í vilja Faðir Síns, hvussu mangan meir hava vit ikki tørv á at biðja? Áp. 1:14; Áp.2:42; Áp.3:1; Áp.6:4Ef.6,18).
  • Vit biðja, tí Gud ætlaði, at bøn skuldi vera ein miðil at útvega Hansara vilja og svar. (1.Tess.5,17-18) Koma vit til Gud við okkara ávísu umbønum, so hava vit Guds lyfti um, at bønir okkara ikki eru til eru til einkis, hóast vit ikki fáa tað vit hava biðið um (Fil.4,6-7Róm.8,26-27
  • Vit biðja, tí í Jákupsbrævinum stendur, at fyri vit skulu fáa, so mugu vit biðja. (Ják.4,2Matt.7,8;). Vit koma aldri at síggja úrslitið av svaraðum bønum uttan at vit biðja. 
  • Vit biðja, tí Gud hevur lovað, at biðja vit um okkurt, sum er samsvarandi við Hansara vilja, so gevur Hann okkum tað (1.John.5,14-15). Vit koma at kenna Hansara vilja við at lesa í Bíbliuni. Søkja vit Gud í Bíbliuni og bøn, og gleða vit okkum í Honum, so gevur Hann okkum Sínar egnu tráarnir í hjarta. Soleiðis, at tá vit biðja, so biðja vit í Hansara vilja. Og tá Hann kann ikki annað enn svara bønunum (Sálm.37,4). Hetta er tað hann meinar við, at bøn biðin av rættvísum manni avrikar nógv (Ják.5,16). Bøn er ikki, at fáa Gud at gera okkara vilja her á jørðini. Bøn er, at fáa Guds vilja gjørdan á jørðini. 

.

Hvussu ofta eiga vit at biðja?

Vit burdu biðið ávísar tíðir hvønn dag og eisini ímillum hesar tíðir. Her hugsi eg um Dániel, sum tríggjar ferðir um dagin bað til Gud, eisini tá hann fekk forboð at biðja. Dániel vágaði lívið og varð deyðadømdur fyri at biðja til Gud (Dán.6,11). Men fyri fyrst, um tú ikki ert vænur at biðja, set minimum 1 minutt av í bøn hvønn dag. Og legg fleiri minuttir afturat, so sum Harrin leggur tær á hjarta.

Tað er ein góður vani at biðja, táið tú kemur upp um morgunin. Hetta setur fokus á Jesus fyri dagin og gevur tol. Tað er ein góður vani at biðja, áðrenn tú fert til songar um kvøldið. Tað endar dagin væl og í hvíld. Tað er ein góður vani, at biðja ígjøgnum dagin, við at leita til Gud, táið freistingar og trupulleikar koma fyri. Ella tá vit hava brúk fyri hjálp ella bara ynskja at takka honum fyri mat og klæði, og alt, sum Hann signar okkum við dagliga (Ef.6,18). At biðja eigur at vera ein líka nátúrligt tørvur, sum tað er hjá okkum at eta ella fara i brús.

..

Hvar kunnu vit biðja?

Dániel fall á knæ í sínum kamari, táið hann bað (Dán.6,11). Jesus fór burturfrá og fall á knæ (Luk.22,41). Nehemias bað meðan hann stóð framman fyri konginum (Neh.2,4). Tað er ein framíhjárættur at tosa við Gud, meðan ein gongur á vegnum, ert til arbeiðis, í skúla, tá tú koyrir bil ella buss ella ert heima. Í “War Room” leggja tey eisini upp til, at tú hevur eitt ávíst stað, rúm, stól ella hjørn, har tú fert í bøn, ja í bardaga. Har tú hevur tínar prayer-strategies ella Bønar-ætlanir og evnir, á lepum. Eg skal vitna, at júst hetta og at skriva bønirnar niður í eitt heftið og lepar, hevur hjálpt mær. Bíblian sigur eisini: (Matt.6,5-6)

.

Hvat kunnu vit biðja um?

Versini, sum svara hesum spurningi, eru t.d. Fil.4,6; 1.Tim.2,1-3. Tað er einki ov smátt og einki ov stórt at biðja um. Tað besta er, at vera fullkomiliga erligur við Gud í tínum bønum, júst sum Dávid í Sálmunum. Les Sálmarnar, teir eru bønir og takkarbønir til Gud.

Her eru nøkur evnir, vit kunnu biðja fyri, sambært Bíbliuni:

  • Vit eiga at biðja tá, vit skulu taka stórar avgerðir, sum Jesus. (Luk.6,12-13Ef.6,18)
  • Vit eiga at biðja fyri at vinna á andaligari mótstøðu. (Matt.17,14-21); Bøn er okkara amboð at vinna á Satan og Hansara heri. (Ef.6,18)
  • Vit eiga at biðja, tá vit eru veik, tí vit eiga lyfti um, at andin skal koma okkum til hjálpar. (Róm.8,26-27)
  • Vit eiga at biðja fyri at fáa styrki, so at vit ikki skulu fella í freisting. (Matt.26,41)
  • Vit eiga at biðja fyri at fáa førleika at styrkja og uppbyggja onnur andaliga (Ef.6,18-19)
  • Vit eiga at berjast fyri onnur í bøn (Kol.4,12). Vit eiga ikki at berjast og stríðast við fólk, vit eiga at berjast og stríðast fyri tey í bøn. Stríðast vit við menniskju, so stríðast vit við skeivan mótstøðumann. Mótstøðumaður okkara er satan. Bøn er okkara fyrsti háttur at síggja Guds verk í lívinum hjá øðrum menniskjum. 
  • Vit eiga at biðja fyri okkara systkjum í Harranum, tá tey eru sjúk ella veik (Ják.5,14-15)
  • Vit eiga at biðja fyri at, Gud má senda menniskju út at boða evangeliið (Luk.10,2Matt.9,38)

Tað er ein hjálp fyri mong trúgvandi, at hava ein bønarlista, sum í “War Room”. Biðjur tú ávíst fyri onkrum, so fert tú eisini at varnast ávíst bønarsvar. Listin kann t.d. verða soleiðis: 

  1. Nøvn á familju, vinum, kenningum ella arbeiðs- og skúlafeløgum, sum ikki eru frelst. (Luk.10,2Matt.9,38)
  2. Nøvn á nøkrum, sum eru sjúk ella í trongd. (Kol.4,12)
  3. Nøvn á nøkrum, sum arbeiða sum trúðboðarar, evangelistar, lærarar o.s.fr. Bønarløtan, sum verður givin út hvønn mánað, inniheldur mong bønarevni fyri trúboðarum og andaligum virksemi. (Kol.4,2-3)

..

Hví fáa vit ikki bønarsvar?

Bíblian lærir greitt nakrar sannleikar, tá okkum væntar ella vit bíða eftir bønarsvari. Sannleikin er, at Gud svarar altíð bøn, men bønarsvarið er bara ikki altíð tað svarið, sum vit vilja hoyra.

  • Tá Gud svarar bøn, so sigur Hann ja, nei ella bíða. 
  • Ver ikki mótfallin, um tú ikki fært svar beinanvegin. Gud svarar ongantíð ov tíðliga fyri at vit ikki skulu missa signingina av at bíða eftir Honum, og heldur ongantíð ov seint, fyri at vit ikki halda alt er til fánýtis.
  • Tá Gud svarar, ja, so minst til at takka.
  • Tá Gud svarar “bíða”, so eiga vit at verða íðin og áhaldani í bønini (Róm.12,12; Kol.4,2Matt.7,7; Luk.18,1-8).
  • Svarar Gud nei, so eiga vit at siga okay og verða vilja Hansara undirgivin, sum Jesus (Luk.22,42). Onkutíð fáa vit ikki tað vit bóðu um, men okkurt annað. Er svar Guds ikki akkurát tað, sum tú baðst um, so minst til: at Gud gevur Sær Sjálvum lov, at geva okkum nakað betur, enn tað vit bóðu um. Vit vita ikki hvat, er best fyri okkum, men Gud veit, og tí gevur Hann okkum meir enn vit nakrantíð duga at biðja um ella skilja (2.Kor.12,8-9). 
  • Tað stendur, at vit hava fingið boð um at takka í øllum førum, bæði tá Gud svara ja, nei og bíða, eisini tá vit ikki skilja bønarsvarið (1.Tess.5,18). Onkutíð skilja vit ikki Guds bønarsvar, tí vit hyggja við menniskja eygum. Minst til Gud er nógv klókari enn vit, og Hann ynskir bara at geva okkum tað allar besta. (Matt.7,8-11; Luk.11,10-13).
  • Vit kunnu taka eitt stuttligt dømi: Hugsa um ein lítil drongur hevði biðið pápa sín, um at fingið ein reyðan lastbil. Kanska pápin hevði svarað ja. Kanska pápin hevði svarað: “bíða til tú verður 18 ár, so skal eg geva tær ein annan betur.” Kanska hevði pápin svarað: “nei, eg ynski tú skalt fáa nakað betur, ein Ferrari.” Hatta var bara eitt banalt dømi, men vit skilja í hasum døminum, at pápin kann svara ja, nei og bíða dreinginum til besta, sjálvt um drongurin ikki skilir svarið. Sama er við Gudi. Hann svarar okkum til besta, eisini tá vit ikki skilja svarið, sum vit fáa.

 

So kunnu tað verða nakrar veruligar grundir fyri, at vit ikki fáa bønarsvar:

  • Fyri at bønir okkara skulu vera svaraðar, so mugu vit verða í Jesusi. (Jóh.15,7). At verða í Jesusi merkir, at halda boð Hansara, tvs. fylgja Jesusi eftir (1.Jóh.3,22-24).
  • Bønir okkara eiga at vera eftir vilja Guds (1.Jóh.5,14). Bønir okkara eiga at verða samberar Bíbliuni. Bið, sum Bíblian tosar.
  • Orsøk okkara í bønini má vera rein. Jákup skrivar, tit biðja og fáa ikki, tí tit biðja illa. Tvs. vit fáa ikki, tí orsøk okkara er syndig og egoistisk (Ják.4,3). Um grundir okkara eru sjálvgóðar og syndigar, kunnu vit ikki vænta bønarsvar (Sálm.66,18).

..

3 ávarðingar í samband við bøn

  1. Minst til, at Gud veit alt, er álvarsamur og letur seg ikki spotta. Bið ikki Gud um at gera nakað fyri teg, sum tú veitst tú kanst gera sjálvur. Eingin skilagóður trúgvandi hevði gingið út á vegin ímóti einum bili og biðið Gud um at flutt seg inn á gongubreytina aftur. Gud gav okkum bein, at ganga við og heila at hugsa við.
  2. Freista ikki Gud. Bið ikki Gud um nakað, sum tú veitst tú ikki skalt hava. Gud svarar ikki slíkum bønum, men “sendir sálini tærandi sjúkur” (Sálm.106,15). So tá tú biðjur, ver umhugsin.
  3. Jesus biðjur okkum lata verða at gera skilaleysar endurtøkur og brúka mong fín orð, sum vit ikki skilja. Gud ynskir, at bønin ekta og biðin av hjarta (Matt.6,7-14; Præd.5,2). Gud skilir øll mál í heiminum. Hann kennir tínar tankar, títt hjarta, og veit eisini hvat tú meinar, eisini tá tú bara orkar at suffa til Gud í bøn. Eg kalli tað at suff-bønir (Róm.8,28). (Les blogg um bønar Suff her….). Les eisini bloggin eg skrivaði um bøn síðsta ár her, sum er um mítt egna stríð og nýggju sjón av bøn: https://vakurleiki.fo/stuttsogur/at-bidja

.

6 uppskot í samband við bøn:

  1. Reika hugsanir tínar higar og hagar, meðan tú biðjur, so kann tað hjálpa at biðja hart ella skriva bønirnar niður í eina bók. Tað geri eg í hesa bókina. Og tad kuula er, at tú kanst lesa bønirnar og leparnar aftur og síggja við egnum eygum, at tú hevur fingið bønarsvar. Mangan halda vit ikki vit hava fingið bønarsvar, tí vit gloyma, hvat vit biðja um. So minst til tínar bønir, so tú kanst minnast Guds mongu bønarsvar.
  2. Í mongum samkomum eru bønarmøti og bønarløtur til trúgvandi at luttaka á. Brother Clifford segði á einum bønarmøti í síðstu viku: “Sunnudag koma vit at tosa um Jesus, men á bønarmøti koma vit at tosa við Jesus, og tað er tað týdningarmesta møtið í vikuni. Gud svarar bønum. Gud hevði ikki lagt okkum á hjarta at biðja, um Hann ikki hevði ætlað at svarað. Vit ivast og eru bangin, og tað síðsta vit mangan gera er at biðja fyri tí.”
  3. Eitt uppskot er eisini at skriva bønir uppá á ein vegg, sum t.d. her. Skriva tær eisini vers og bið eftir hesum versunum.
  4. Mær dámar eisini væl at hanga vers og orðatøk upp, sum áminna meg gjøgnum dagin, hvussu týdningarmikil bøn er. Her eru nøkur:
  5. Her havi eg eisini eitt, sum eitur “Pray the word”, sum eg fari at leggja í sum viðfesti í blogginum, sum hoyrir til hetta videoið. Tað er eitt pappír við versum, sum vit eiga at biðja, tá vit eru í ymiskum umstøðum. M.a. tá vit ivast, eru ill, dovin, kedd, óð, øvundsjúk o.s.fr.
  6. Fær og hygg at filminum “War Room” eina ferð enn ella fyri fyrstu ferð.

Pray the word Pray the word.

Takk fyri í dag. Takk fyri tit, sum biðja fyri mær. Eg kenni ofta, at tað eru menniskju sum berjast fyri mær í bønini, so eg kann halda á at tæna Gudi á henda hátt. Eg takki fyri tykkum øll í bønum mínum og biði fyri tykkum.

Í dag er dagurin, nú er løtan til at senda eina bøn upp til Gud. Byrja nú…

Skriva viðmerking