Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, í dag so fara vit at tosa um “Ávøkst Andans”
Í samband við evnið so havi eg eitt minnisørindi, sum eg fari at eggja tykkum at læra tykkum uttanat. Tað er hetta Gal.5,22-23.
Heftið citerar Henry Drummond: “Tað einasta í heiminum, sum er stríðið vert, er at koma at líkjast Jesusi. Alt annað, ið menniskja tráðar eftir og kann røkka, er einki vert.”
Ein av Heilaga Andans tænastum er at at fáa hin trúgvandi at líkjast Jesusi. Tá Heilagi Andin sleppur at ráða í lívinum hjá hinum trúgvandi, fer hin trúgvandi at vaksa andaliga og búnast. Ella gerast vaksin andaliga, í Jesusi. Sum greinarnar á einum víntræið kunnu vaksa, bera ávøkst, við at fáa lív og føði frá víntrænum, soleiðis ber hin trúgvandi ávøkst við at verða nær Jesusi (Jóh.15,5)
- Kærleiki: Ein hin besta lýsingin av kærleika finna vit í 1.Kor.13. Hendan kærleikan síggja vit perfektan í Jesusar lívi. Setur tú Jesusar navn inn fyri orðið “kærleikin” í vers.4-8, og tú sært Jesus. Tað stendur nevniliga at Gud er kærleiki. Guds ID er kærleiki (1.Jóh.4,8). Hugsa um Golgata, hvussu Jesus doyði fyri heimsins syndirnarar av kærleika. Eingin kærleiki er størri enn tað. (Jóh.15,13)
- Fyri at vita, um títt lív er eyðkent av kærleika, so kanst tú seta títt navn inn fyri “kærleikin” í versunum. Ansa eftir, hvussu tað kemur at ljóða tá… Hvat eigur tú at broyta? Agg/bitturleika?
- Ávøkstur kærleikans var týðiligur í lívið Paulusar, tá hann skrivaði til samkomuna í Korint (2.Kor.12,15).
- Gleði: Hetta er ikki nøkur løtt, grunn og kensluborðin gleði. Nei, hetta er, at tú ert nøgdur innast inni og hevur gott samfelag við Gud og gongur Hansara leiðir (Fil.4,4). Sjálvt um Jesus græt og syrgdi, so var Hann fyltur av sannari gleði (Jóh.11,35). Jesus gleddist bæði um nútíð og framtíð. Jesus segði: “Matur mín er at gera vilja Hansara, sum sendi meg, og fullføra verk Hansara.” (Jóh.4,34; Hebr.12,2). Jesus sá fram ímóti Himli.
- Og Paulus og Silas gjørdu tað sama, tá teir sótu í fangahús í Filippi og sungu lovsong (Áp.16,25). Teir vóru kanska keddir tí teir sótu í fangahúsi, men innast inni vóru teir glaðir. Teir gleddust um Jesus, gleddust um frelsuna, og gleddust um, at fyri framman so stóð Himmalin teimum opin.
- Friður: Andaligur friður merkir at hava róð í sinninum. Hetta fær tann, sum setur sítt álit á Gud. Tvs. at tann trúgvandi trýr, at hvat so enn hendir, so er Gud boss, og hevur kontrol (Fil.4,7)
- Jesus gevur okkum eina vakra mynd av friði í Luk.8,22-25. Lærusveinarnir vóru í einum báti, sum var komin í eitt ødnarveður. Lærusveinarnir vóru bangnir, meðan Jesus lá og svav, Jesus tók tað fullkomiliga “easy” (róðligt). Uppá sama máta kunnu vit njóta frið Guds sjálvt tá lívið leikar á (Kol.3,15).
- Tey trúgvandi hava fingið lyfti um frið, um tey seta sítt álit á Gud (Es.26,3).
- Friður kann eisini merkja frið ímillum hin trúgvandi og tey hann kemur í samband við, serliga hansara systkin í Harranum. (Róm.12,18)
- Langmóð: Langmóð merkir tol, at verða førur fyri at fara gjøgnum svárar tíðir, uttan at grenja, at tola órætt uttan at løna aftur, og at tola ónáðir, uttan at blíva illur (Ef.4,2). Tað var langmóð Jesusar sum gjørdi Hann føran fyri at biðja á krossinum: “Faðir fyrigev teimum, tí teir vita ikki, hvat teir gera.” (Luk.23,34)
- Tolið hjá Job er ein fyrigóð fyrimynd eisini. So les Jobs bók í Gamla Testamenti. (Ják.5,11)
- Mildleiki: Mildleiki minnir okkum um Jesus, tá Jesus bað tey smáu børnini koma til Sín. Hann segði: “Latið hini smáu børn koma til mín, forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til.” (Mark.10,14). Hjá Jesusi vart tú altíð vælkomin. Jesus var lítillátin, fólkaligur og vinaligur. Heimsins menniskju meta ofta slíkar eginleikar at vera tekin uppá veikleika, men fyri hin trúgvandi er hetta eitt eyðkenni fyri stórleika og styrki! (Sálm.18,36; Ef.4,32).
- Góðska: Søgan um hin miskunnsama Samverjan sigur okkum hvat góðska merkir (Luk.10,30-35). Góðska er at vera vinarligur móti øðum fyri Jesus. Tað er at gera væl móti teimum, sum ikki kunnu betala og geva tær aftur. Tað er at liva fyri at tæna øðrum tá tey tørva tað.
- Trúfesti: Hetta orðið hevur ymiskar týdningar. Eg nevni 3 her:
- Trúfesti merkir trúgv á Gud. Eitt avgjørt og fast álit á tín elskandi, himmalska pápa (Mark.11,22)
- Trúfesti merkir at hava álit á onnur. Tað merkir at vera skjótur at gleðast um tað góða og seinur at trúgva tí illa.
- Trúfesti merkir eisini trúskapur. Tað merkir at verða sannorðaður, erligur og álítandi (Tit.2,10).
- Skapføri: Eitt fyridømi uppá skapføri er, tá Jesus vaksaði lærusveinunum um føturnar (Jóh.13,1-17). Jesus, Gud Skapari heimsins, Kongur kongana, boygdi seg niður á knæ at vaksa lærusveinunum um føturnar. Hetta gjørdu bert tænarar og trælir tá í tíðini. Jesus var eyðmjúkur og spakførur. Hann var ikki sjálvráðin ella sjálvsøkin, hann setti Seg Sjálvan lágt (1.Tim.6,11)
- Fráhald: Fráhald merkir at hava tamarhald á sær sjálvum. Tvs. stýra sær. Í holdsligari tráan og øsing. Vit eiga at verða sámilig, fráhaldandi og ikki girnast/vera øvundsjúk, men akta eftir lógunum. Eingin óndur vani skal hava vald á okkum. Vit eiga at stremba eftir at gera sum Jesus: “Jesus livdi tað, sum Hann lærdi.”
Okkara hægsta ynski eigur at vera, at Gud skal sleppa at mynda okkum so vit líkjast honum meir og meir. (Gal.4,19; Kol.1,27)
So tit! “Ávøkstur Andans er _________, _________, _________, _________, _________, _________, _________, _________, _________, – Móti slíkum er ____________.” (Gal.5,23-24)
- Ester Jóh.15,4