• Hey, hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, tað er Dina Bech, sum situr her.
  • Fyri tykkum sum eru nýggir áskoðarar, so kann eg fortelja, at eg geri video um ymisk evnið. Øll evnini verða viðgjørd út frá, hvat Bíblian sigur um tey.
  • Um tit til tíðir kenna tykkum rakt av videounum, so kann eg bara siga, at tað geri eg eisini. Vit kenna okkum rakt, tí vit síggja, at vit hava tørv á Gudi. 
  • Videoini, sum eg nú havi gjørt um ymisk torfør evnir, sum kyn o.a. eru ætlað sonnum trúgvandi, sum ynskja fylgja Jesusi eftir. Men øll onnur eru sjálvandi hjartaliga vælkomin at hyggja, við einum opnum, forvitnum hjarta.

 

  • Síðstu vikurnar hevur evnið verið kyn. Fyri nøkrum mánaðum síðani fekk eg ein spurning um samkynd.
  • Sum eg setti meg inn í hetta evnið, lærdi eg, at vit liva í einum samfelag og eini tíð, sum hevur vent kynum og kenslum fullkomiliga á høvdið.
  • Tann læran ella hugsanin, sum roynir at bróta niður eyðkennini millum kynini, er eisini við til at bróta niður bíbilska hjúnabandið. Tí byrjaði eg við at greiða frá, hvat Bíblian sigur grundleggjandi um kyn, kenslur, hjúnaband, kærleika osv.

 

  • Vit lærdu, at vit einans hava tvey kyn í parti 2. Kyn, er tað tú ert føddur við. Kynsligu limirnir eru ymiskir millum bæði kynini, ,so vit kunnu nørast og vaksa í talið (1.Mós.1). 
  • Hjúnabandið er millum ymisku kynini. Er ikki kynsligir munur, so er ikki talan um eitt hjúnaband sambært Bíbliuni.

  • Í dag fara vit at tosa um samkynd.
  • Men tá eg nevni samkynd, so hugsi eg eisini um tvíkynd, trans, polygami osv., tí Bíblian tosar um hetta sum ein bunkað samlað. Bíblian hevur tvey heitir, tá tað kemur til samlegu millum kynini hjúnaband og siðloysi. Rætt og skeivt.
  • Hjúnaband er millum ein mann og eina kvinnu. Siðloysi er kynsligur ómoralur, sum fellur uttanfyri hjúnabandið millum ein mann og eina kvinnu.
  • Tað nógv, sum fellur í bunkan siðloysi. Sex uttanfyri hjúnaband, at liva sum samkyndur, tvíkyndur, trans, polygami osv.
  • At liva her merkir ikki kenslur, men at liva út ella vera aktivur sum “samkyndur, trans osv.”
  • Tit kunnu lesa um hesa syndina í

 

 

Samkynd? – Orðið samkynd…

  • Samfelagið í Føroyum og heimurin roynir at gera eina nýggja lýsing av orðinum kyn, sum ikki samsvarar við Bíbliuna.
  • Fólk royna at fáa kenslur at bestemma títt “kyn.” (Ez.28,2).
  •  Soleiðis, at kyn ikki longur merkir likamligir eginleikar.
  • Tey vilja hava kyn at merkja “hvat tínar kenslur siga.” (Ef.4,17-19)
  • Kenslur eru svingandi og í nógvum førum óálítandi.
  •  Men okkara likamliga kyn og DNA broytist ongantíð. 
  • Orðið “samkynd” kemur frá hugsjónini, at tú fært kyn út frá attraktiónini tú hevur. Heimurin heili 63 orð fyri “kyn”.  Vit fáa tí “Trans, tvi-kynd, samkynd  osv.
  • Hesi, LGBT’arar, síggja seg sjálvi grundleggjandi gjøgnum teirra kenslur, attraktión og kynslív. Teirra attraktión er teirra identitetur.
  • Hetta er so syrgiligt at síggja, tí vit eru grundleggjandi so nógv meira enn okkara kenslulív, kynslív og  attraktión. Tí haldi eg persónliga orðið “samakyns-attraktión”. Hetta sigur nakað um attraktiónina ikki identitetin.

 (Mar.7,21-23Jer.17,9)

 

 

Vantrúgvandi við sama kyn attraktión

  • So sama kyns attraktión. Um tú, sum hyggur ikki ert trúgvandi, so havi eg bara eitt at siga við teg! “Evangeliið”. Evangellið er gleðiboð Guds til øll menniskju, uttan mun til kyn, húðarlit, kenslur osv.
  • Jesus sigur, at øll menniskju hava syndað.
  • Myrk, ljós, kvinnur, menn, samkynd, hinkynd, tvíkynd.
  • ØLL  eru á skeivari leið ímóti fortapilsi. ØLL hava brúk fyri bjarging.
  • Og Jesus bjóðar ØLLUM ævigt lív við, at vit venda við og trúgva á Hansara verk á Golgata. 
  • Tú og eg eru einki undantak. Vit hava fingið bjóða hetta við.

 

.

Trúgvandi við sama kyn attraktión

  • Tá vit eru vorðin trúgvandi, nústani tá verður Orð Guds livandi fyri okkum, tí Andi Guds býr í okkum.
  • Tá fer Gud spakuliga at broyta okkara atburð gjøgnum Bíbliuna og bøn.
  • Hetta verður ikki tvungi, men vit fara at gera tað av kærleika til Gud. Tvs. vit broyta ikki okkara atburð fyri at vera frelst. Men vit broyta okkara atburð, tí vit eru frelst.
  • Tú kanska lesur í Bíbliuni og varnast ein veikleika hjá tær. T.d. tú lýgir, stjelur, bannar ella roykir, sum eru atburðir sum vanæra Gud
  • Hetta kann veruliga tykjast ómøguligt at broyta. Men við Guds hjálp, so kunnu vit broyta atburð. Gud er nemliga sterkari enn hvør synd.
  • Tá vit eru børn Guds, so eru vit ikki longur trælir at syndini, men fræls.
  • Nakrar syndir, freistingar og stríð sleppa vit av við sum vit vaksa sum trúgvvi.
  • Men nøkur srtíð sleppa vit ikki av við so leingi vit eru her á jørðini. So leingi vit eru í hesum likaminum, koma vit at stríðast við synd. 

 

  • Øll trúgvandi stríðast við okkurt.
  • Og øll trúgvandi stríðast við kenslur og attraktión.
  • Gift trúgvandi stríðast við at verða trúgv í hjúnabandinum.
  • Ógift stríðast við at halda seg rein og ikki hava samveru áðrenn hjúnaband.
  • Trúgvandi við t.d. samakynsattraktión stríðast við at halda seg rein frá samveru við einum av sama kyni.
  • So øll trúgvandi stríðast við at halda seg rein onkursvegna, og fylgja Jesusi eftir. 
  • Ein góð hjálp er at viðurkenna, hvat tú stríðist við?
  • Hvar stríðist tú við at halda teg reinan?
  • Tá tú veitst, hvar tú stríðist ella kennir teg veikan, so kanst tú gera ein stíðsætlan. Tú kanst royna at umgangast støð, tíðspunkt, heimasíður o.a. har tú lætt kanst fella.
  • Eisini er ótrúliga gott at finna trúgvandi at hjálpa og stuðla sær. Ein eldri mentor. Um tú ert genta, so eina eldri kvinnu at hjálpa tær, biðja fyri tær og geva tær ráð.

 


 

Bíbilsk vitan um samkynd o.a. í dagligdegnum?

Ein spurningur eg fái ofta er, hvat vit skulu gera við okkara Bíblisku vitan í dagligdegnum, í samband við politikk, skúla og vinabond. Brúka hana, sjálvandi, men við stórum vísdómi.

Fyrst, so skulu vit hugsa um, at politikkur og vinabond er als ikki tað sama. 

Politikkur: Nøkur spurdu meg í summar, um tey sum trúgvandi kundu vera ímóti at broyta hjúnabandslógina. Ja, sjálvandi! Læknar hava bøkur, bløð og kanningar, sum teir taka ráð úr. T.d. vísa teir á, at tað er sunt at røra seg. Hesa sannføring taka teir við sær í politikk. Teir ynskja, at fólk skulu røra seg, tí tað er gott fyri fólkini, samfelagið, eisini tey, sum ikki tíma at renna og bara eta pizza. Tí hava vit ítróttargreinar og ítróttardagar í skúlum og arbeiðsplássum.

Fyri okkum sum eru sonn trúgvandi, frelst, so er Bíblian okkara super-science lækna-bók. Vit fáa ráð úr henni. Bíblian sigur okkum, hvat Gud sigur er best fyri okkum og øll menniskju. Hesa sannføring taka vit við okkum í politikk. Vit ynskja, at hava hjúnabandið millum mann og kvinnu, tí tað besta fyri samfelagið. Vit ynskja ikki fosturtøku, tí tað er tað besta fyri samfelagið. Tað er eisini tað besta fyri tey, sum ikki eru samd í tí.

Politikkur snýr seg um at ávirka gongdina í samfelagnum. Tá eru øll við at siga sína hugsjón og ynskir. Eisini trúgvandi, sum eg, sum ynskja at grunda allar sínar meiningar á Bíbliuna. Øll hava rætt at ávirka gongdina í einum demokratiskum samfelag. Eisini tú. Um tú so ert í skúla, í læru, til arbeiðis ella situr í løgtinginum.

 

Skúli: Í skúlunum koma ofta kjak upp. Tú, sum trúgvandi hevur rætt at hava eina meining, sum er grundað á Bíbliuna. Tað er gott at hugsa seg væl um og svara róliga og ikki gerast illur.

Vit, sum eru trúgvandi, eiga at hava eina aðra meining, enn øll hini í heiminum. Tað kann merkja til tíðir, at hava eina aðra meining enn øll hini í samfelagnum, landinum, skúlanum og flokkinum. Eru vit trúgvandi, sum fylgja Gudi eftir, so eru okkara meiningar ikki grundaðar á okkara kenslur, á filosoffar og móta. Okkara meiningar eru grundaðar á Bíbliuna (Róm.12,2; Jóh.10,1; Jóh.15,19; Jóh.17,16; 1.Jóh.4,5-6). Í hesum versunum síggja vit, at Jesus hevði aðrar meiningar enn øll hini. Heimurin hataði Hann fyri tað. Heimurin skilti ikki Jesus. Jesus sigur, at um vit veruliga fylgja Honum eftir, kemur tað sama at henda fyri okkum. Um tú, sum ert trúgvandi, ert samdur við øllum tí, sum fer fram í Føroyum í dag, so burdu tú, tikið Bíbliuna fram aftur. Tí ein trúgvandi kann ikki lesa og fylgja Bíbliuni og verða samdur við rákinum í Føroyum í dag.

 

Vinabond: Vinabond er als ikki tað sama sum politikkur.

Um ein vantrúgvandi vinur sigur tær, at hann er samkyndur. Lurta væl eftir. Persónurin vísir tær stórt álit. Tað kann vera áhugavert at spyrja, hvussu hann kom til hesa niðurstøðu. Takka eisini fyri, at hann vil deila nakað so persónligt við tær.

Um hann spyr teg, hvat tú sigur til tað, sum trúgvandi. So er týdningarmikið at vera opin, erligur og róðligur.

Tú kanst t.d. siga, at Bíblian sigur, tað er ikki rætt at liva út lívsstílin sum samkyndur. Og Gud sigur tað, fyri menniskjans egna besta, tí Hann elskar okkum so nógv.

Tú kanst eisini siga, at Bíblian sigur, at vit menniskju eru nógv meira enn okkara kynslív og hvønn vit eru tiltrekt til. Bíblian sigur, at okkara identitetur liggur í Gudi, sum skapti okkum og doyði fyri okkum.

Vantrúgvandi vinir, hava tørv á umsorgan og at tú vísir teimum Jesus. Fortel teimum evangeliið. Tey hava tørv á sum øll onnur menniskju, at viðurkenna at tey eru syndarar, og taka ímóti Jesusi.

Hugsa tær t.d. um eitt samkynt par kom inn í tína samkomu. Tað hevði verið týdningarmikið at fortalt teimum evangellið. Ikki fyrr enn aftaná, at tey eru vorðin trúgvandi er viðkomandi at tosa um teirra lívsstíl sum samkynd. Í flestu førum koma tey til hesa niðurstøðu sjálv gjøgnum Heilaga Andans leiðslu, um tey lesa Bíbliuna og søkja Gud. Men tað er altíð gott at vísa stuðul sum felags trúgvandi og gjøgnum nógva bøn.

Um ein trúgvandi vinur sigur tær, hann hevur samakyns-attraktión. So er tað sama týdningarmikið. Ver opin, róligur og erligur. Lurta væl eftir og takka fyri at tey vísa tær so stórt álit. Í slíkum førum, um tú ert ungur er gott at finna hesum trúgvandi sum stríðist ein eldri, andaligan vegleiðara. Annars bara hjálpa teimum at halda seg rein við at gera eina stríðstætlan. Bið eisini fyri teimum.

.

Bøkur o.a.

Vilja tit vita meira um hetta evnið, so granskið Bíbliuna. 

Afturat kann eg viðmæla bøkurnar

  • Is God anti-gay
  • Loveology
  • Ætlan Guds við Hjúnabandinum

.

Sig mær tína søgu

Um tit hava uppliva okkurt tílíkt, stríðast við hetta, so eru tit altíð vælkomin at siga mær tykkara søgu. Eg vil fegin lurta og biðja saman við tykkum.

Skriva viðmerking