Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

At granska ella studera Bíbliuna, merkir at seta seg inn í Bíbliuna og veruliga hugsa um tað tú lesur. Her snakka vit ikki bara um at lesa, men at seta tíð av at seta okkum inn í Bíbliuna. Góður vani er at seta tíð av at lesa í Bíbliuni hvønn dag. Men eisini er gott at seta sær tíð av at granska Bíbliuna. Kanska einaferð um vikuna ella so ofta sum tað liggur fyri. Sannleikin er, at tað er eingin skjótur og lættur vegur at læra Bíbliuna. Tað krevur hart arbeiði av hvørjum einstøkum. Men betri tú kemur at kenna Bíbliuna, lættari verður tað í hvørjum at læra meira úr henni.

 

Nøkur hent amboð í samband við Bíbliugransking:

  1. Eina blaðbíbliu. Bíbliuappin er fín, men skalt tú veruliga lesa Bíbliuna í longri tíð, so vil eg heilt víst viðmæla tær at keypa tær eina blaðbíbliu.
  2. Sprotin, Bíbliuappina, ella Biblian.fo. Sprotin er ómetaliga góður, um tað er onkur orð tú stríðist við og ikki skilir. Eisini ber til at leita eftir einstaka orðinum í Bíbliuappini og finna fleiri vers við sama orðið, og á tann hátt skilja týdningin á orðinum.
  3. Ein góðan Bíbliukommintar og Ordid.fo. At bara lesa ígjøgnum Bíbliuna er fantasiskt og gevur tær nógvan vísdóm. Men um tú ivast í nøkrum versum ella ynskir at fara í dýbdina í nøkrum versum er gott at eiga ein góðan Bíbliukommintar. Her vil eg viðmæla Beliver’s Bible Commentary eftir William MacDonald, sum kann keypast hjá Logos Bókahandlinum í Havn. Hesin kommintarurin er góður, tí hann er sera trúverdur ímóti Bíbliuni. Eisini er ein góður møguleiki, at lurta eftir videonum um bøkur og evni í Bíbliuni, sum tú kanst gera á Ordid.fo. Har eru nógvir góðir bíbliutímar, sum tú kanst lurta eftir uttan mun til tíð og stað.

 

Hvussu byrji eg?

  1. Fyrsta avbjóðingin er at seta tíð av á degnum. Um morgunin, kvøldið ella mitt á degnum. Set eina løtu av til Harran til at lesa í Bíbliuni. Dagarnir kunnu vera ymiskir, men eg vil viðmæla tær minimum at lesa eitt vers hvønn dag. Hugsa, at alt meira enn tað er vinningur. Við at lesa í minstalagi eitt vers hvønn dag, so gert tú tær tað til ein sunnan, góðan væna at lesa hvønn dag. Til tess at granska, veruliga seta seg inn í teksin, so tekur tað sindur meira tíð, kanska 15 minuttir ella longur.
  2. Hvar skal eg byrja at lesa? Eitt hugskot er at byrja í Matteus, og so lesa ígjøgnum Nýggja Testamentið. Síðani tá tú hevur lisið tað, so kanst tú lesa 1.Mósebók og gjøgnum alla Bíbliuna. Um tú kennir tað trupult at lesa kanska t.d. 3. og 4. Mósebók, so ber til at leypa tær um, ella taka steðg og lesa eina aðra bók í Bíbliuni. Nakar bøkur eru verri at lesa enn aðrar. Men les við tí í huga, at tú ynskir at koma at vita, hvat Bíblian sigur.
  3. Kemur tú á óvanlig orð og orð tú ikki skilir, so kanst tú leita eftir orðinum í Bíbliuappini ella Biblian.fo og síggja fleiri vers við sama orðið ella brúka Sprotan. Tað er eisini í lagið at leypa hesi orðini um, tí meiri tú lesur, meira kemur tú at skilja. Tað kann eisini verða at nøkur orð og vers tú kemur at skilja seinni. Tá eg byrjaði at lesa, so skilti eg ikki øll orðini og versini, men mamma bað meg bara halda á at lesa, og segði at eg kom at skilja tey seinni. Tað passaði. Annars er tað ótrúliga læruríkt at leita orð upp og lesa í Bíbliukommintari, hvat hesi orð og vers merkja, ið tú ikki skilir. Royn eisini at ansa eftir, at tú ikki byggir eina læru á eitt einstakt ørindi, men leita fram, hvat øll Bíblian sigur um evnið. Tað stendur, alt orð Guds samanlagt er sannleiki (Sálm.119,160).
  4. Ein hugskot, tá tú lesur er, at skriva yvirlit til hvønn kapitul og svara t.d. hesum spurningunum:
    1. Hvat havi eg lært um Jesus? Sjálvt í Gamla Testamenti finnur tú Frelsaran í fyrimyndum og skuggamyndum.
    2. Hvør er høvuðsboðskapurin í hesum kapitli?
    3. Hvat sigur mær serliga nógv í hesum kapitli og hví?
    4. Yndis vers í hesum kapitli?
    5. Hvørja synd, vísir hesin kapitulin mær, at eg eigi at leggja av?
    6. Hvør er fyrimyndin her, sum eg eigi at fylgja?
    7. Hvørji vers og orð skilji eg ikki?
  5. Gjøgnum dagin er eitt gott hugskot at tosa við onkran um tað, sum tú hevur lisið. Tí tað hjálpir tær at goyma tað tú lesur í sinni tínum. Og tú kanst signa og verða til uppbygging fyri onkran annan við at deila tað sum tú hevur lært.
  6. Royn og lær teg nøkur vers uttanat. Byrja kanska við nørkum kendum sum Jóh.1,12; Jóh.3,16; Jóh.5,24; Rómbr.9,10 osv. Tú kemur at sanna, at lív títt verður ríkari, og tú verður betur førur fyri at tosa við onnur og svara øðrum.
  7. Hitt stóra endamálið við Bíbliugranskan er sjálvandi at gera tað tú lesur um. Vit eiga at lova Bíbliuni framat í okkara lívið, soleiðis vit gerast meira lík Jesusi.

 

Minst til, at tá tú granskar Bíbliuna, so granskar tú eina æviga, sanna bók. Alt, sum tú lærir her, kemur tær til góðar í ævinleikanum. Fantastiskt ha? So lat Bíbliuna fáa títt allar besta her.

Bíbliugranskan

Skriva viðmerking