Gestabloggur eftir Mirjam Kambsskarð. Ester Seward hevur rættlisið.
Ein vinkona hjá mær kom einaferð at vitja meg eftir, at hon hevði fingið eina nýggja parfumu. Eg luktaði perfumuna við tað sama og spurdi vinkonuna, hvat tað var fyri ein parfuma, sum hon hevði á. Eina tíð seinni hevði hon verið úti og ferðast, og hevðikeypt mær hesa parfumuna. Systir mín luktaði mína nýggju parfumu, og henni dámdi hana so væl, at hon sjálv keypti sær hana seinni.
Vit hava næstan øll upplivað at gingið framvið einum persóni og lagt til merkis, at viðkomandi hevði eina sera lekkra parfumu á. Sum eg nevndi, so havi eg einaferð upplivað tað, og tá hugsaði eg at hasa parfumuna, vildi eg hava.
Vit vita, at vit eiga at liva eins og Kristus fyri, at onnur kunnu síggja Hann ígjøgnum okkum. Í 2. Kor. 2:15 lesa vit, at vit eru angi Kristusar.
Hetta versið er ein annar háttur at siga, at vit eiga at vera lík Honum. Tá ið vit royna at líkjast Jesusi, umboða vit Hann, og tá fólk koma okkum nær, kunnu tey upplivað angan av Jesusi. Tey kunnu leggja merki til angan og uppliva, hvør Jesus er. Vónandi kunnu hesi menniskjuni hugsa, eins og eg hugsaði um perfumuna hjá vinkonuni: ”Eg vil hava tað sama, sum hon hevur.”