So eru tað hasar næturnar. Tú vendir tær á liðina, letur eyguni saman, tekur ein djúpan andadrátt. Tú andar aftur tungt, geispar og vendir tær á hina liðina. Nú man fara at rigga.

Ah bíða, eg havi kanska gloymt okkurt? Nei, alarmurin er settur, eg havi bustað tenn… einki.

 

Vindurin arbeiðir uttanfyri, og tú undrast um hann nakrantíð man sova? Sum tú liggur í friðinum og myrkrinum fara tankarnir á kók. Tú hugsar, minnast, ynskir og undrast. Um so vindurin svevur, tá stormurin er stillur, so er í øllum førum Ein, ið aldrin svevur. Gud. Eitt lítið smíl sæst á munnklovanum, og tú finnur gleði í, at tú ikki ert einsamallur. Bibburnar rulla undir dýnuni, sum tú hugsar.

.

Varliga byrja tankarnir, ynskini og undranin at gerast til eina bøn til Gud. Gud, sum eisini er vakin eina nátt sum hesa. Bønin er ikki fínt orða, men meira sum ein samtala við ein barndómsvin um minnir, ynskir, um framtíð og fortíð. Tann áður so burturspilti svøvnur, verður so góð løta í bøn. Tú biður fyri vinfólki, familju og morgindegnum ótarnaður í hesum myrkrinum.

Áðrenn tú veitst av, ert tú sovnaður burtur við tonkunum vendum móti Harranum. Hvør betur háttur at sovna, enn við sinnalagnum fest móti Gudi.

 

Nakrir dagar ganga, og tú sovnar sum vanligt. Eftir dagsins strev og stress tekur tú tað fyri givið, at kroppurin finnur hvíld.

Eina náttina, tá vendir tú tær á liðina. Síðani á ryggin, meðan eyguni stara upp í loftið sum tvey pottalok. Tú varnast, at tú hevur andvekur. Tú suffar og hálar dýnuna upp um høkuna so tærnar koma undan.

Við eitt verður tú verður mintur á dýra, ótarnaða bønaløtuna saman við Harranum. Ein glotti sæst um varrar tínar, og tú vendir tær á liðina og leggur hendurnar saman. Innantanna teskar tú:

Her eri eg Harri. Hvør Harri hevur tørv á at verða biðin fyri í kvøld, síðan Tú kallar á Tín tænara?

.

Tú byrjar einfalt og friðarliga í myrkrinum at biðja fyri teimum tær kemur til hugs. Óvitandi um, at bønin er kraftmiklir pílar, ið verða sendir út. Tú biðjur, vegna anvekur, heldur tú. Tó veruleikin er, at tú biður, tí Harrin hevur tørv á, at tænari Sín fer í bardaga í bøn. Brátt eftir bønina dalar tú inn í dreymaland.  Pílarnir eru sendir út. Dagin eftir vaknar tú sum vant, men ávegis til dagsins yrki undrast tú, um Gud kann kalla á Sínar tænarar til bardaga í bøn gjøgnum andvekur.

Andvekur bardagi

 

  • Hevur tú havt andvekur, har tú vendi tær til Gud í bøn?
  • Kann andvekur vera ein góð bønarløta?
  • Stendur illa til hjá tær við at finna ein stilla løtu við Gudi, at tað einans veruliga kemur fyri, tá tú hevur andvekur? Eigur Harrin ikki at hava eina hægri raðfesting í okkara lívi?

.

HARRI! Í neyðini leitaðu tey til Tín; tey sendu upp stillar bønir, táið tykt Tín kom á tey. (Es. 26:16)

.
Epafras letur heilsa tykkum, hann, sum er úr býi tykkara – tænari Krists Jesu, sum altíð stríðir fyri tykkum í bønum sínum, at tit skulu standa fullkomin og fullvís í øllum vilja Guds. (Kol. 4:12)

Skriva viðmerking