Warning: include_once(/var/www/vakurleiki.fo/public_html/wp-content/plugins/instagram-feed/inc/class-sb-instagram-gdpr-integrations.php) [function.include-once]: failed to open stream: No such file or directory in /var/www/vakurleiki.fo/public_html/wp-content/plugins/instagram-feed/instagram-feed.php on line 100

Warning: include_once() [function.include]: Failed opening '/var/www/vakurleiki.fo/public_html/wp-content/plugins/instagram-feed/inc/class-sb-instagram-gdpr-integrations.php' for inclusion (include_path='.') in /var/www/vakurleiki.fo/public_html/wp-content/plugins/instagram-feed/instagram-feed.php on line 100
ABBI – EIN ENDURMINNING | Vakurleiki

 

Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

“Abbi er mær ein stór fyrimynd. Hvørs fótafet eg kann fylgja, men hansara skógvar kann eg ongantíð fylla. (sí mynd)” ❤

 

ABBI – EIN ENDURMINNING

 

Andlitið var dæmt av sólini, eyguni vóru blá og livandi sum havið, full av vísdómi. Smílið og eyðkendi láturin vísti á hansara kærleiksfulla, umsorganarfulla hjarta.

 

Míni fyrstu minni av abba, var tá hann kom at vera dadda. Hann var so stoltur av mær, og var altíð klárur at fara trillitúr. Eg minnist, hvussu vit hentaðu litfagrar blómur: sóljur, akkuleygur og mjúkar mýrufípur. Her spretti uttan iva mítt yndi til at henta blómur.

Tað var altíð læruríkt at ferðast á bygdavegnum við abba. Hann sá tað onnur ikki sóu. Blómur, fuglar, seyð og steinar. Í steinunum sá hann litir og skap, ja dýrgripir. Hann sá ikki bara dýrgripir í steinunum, men í menniskjum við. Tað var eingin ivi um, hvussu dýrabør familjan var honum. Vit lógu honum á hjarta hvønn dag, í hvørji bøn.

 

Abbi átti seyð, sum kendi hansara rødd. Tá hann rópti “tirr, tirr” flokkaðist hann um hann. Abbi var kvikur á fótum. Hann fangaði lættliga eitt smálamb, so vit kundu sleppa at klemma og kína tí eina stund.

Eg minnist einaferð, tá eg fekk eitt heimalamb, sum var treiskari enn eg. Tað rýmdi, og abbi mátti koma heilt úr Leirvík at fanga tað. Abbi var jú so kvikur. Eg minnist, at hóast eg var kedd, so hevði eg álit á, at abbi skuldi leiða lambið heim í øllum góðum. Løtu seinni, kom hann við heimalambinum í føvninginum. Lukkulig var eg, tí abbi hevði bjargað degnum!

 

Abbi dugdi væl at siga frá. Sjálvt tá kroppurin og eyguni viknaðu, so yngdist hann onkursvegna tær løturnar, tá hann segði frá sínum ungdóms árum. Mín yndis søga, var tá abbi fann ommu. Hann segði frá við gleði, ímeðan omma rodnaði upp um bæði oyruni. Søgan endaði altíð við: “Vit gingu oman eftir gøtuni. So hálaði eg ommu afturum ein stein og kysti hana!”

Ja, abbi var betur og betur við ommu fyri hvønn dag sum fór. Teirra størsta gleði í 62 ár saman var einfalt: ‘bara at vera saman’.

 

Abbi var ein djarvur, íðin Harrans maður. Hann nýtt hvørt høvi, ið hann fekk, at vitna um Jesus. Hann fortaldi, las og sang og segði okkum frá um kærleika Jesusar. Hann eggjaði meg altíð at tæna Jesusi. 

Tá eg byrjaði tænastuna á netinum, vísti hann í orði og gerð, hvussu nógv hann virðismetti hesa tænastu. Rørdur segði hann: “Eg havi ikki hoyrt so gott!” 

 

At enda viknaði likamið og eyguni nógv.

Síðstu ferð eg vitjaði abba, áðrenn hann lá til tað síðsta, sungu vit saman. Eftir sangin um Himmalin, segði abbi: “Tað verður gott… tað verður so gott!” Hóast veik eygu, so sá hann tað, ið onnur ikki sóu – hesaferð í andanum. Hann sá fram ímóti sigurslønini, sum bíðaði honum í Himli (Hebr.11,26; Fil.3,14). Hann sá Jesus hava gjørt honum bústað til reiðar. – Og nú er hann har.

 

Tað verður gott, so gott, at hitta abba aftur uppi har, og saman kunna gleðast um okkara Harra og Frelsara, sum keypti okkum við sínum dýrabara blóði.

 

Abbadóttir Trónd Levi Eysturstein,

Dina Bech

Skriva viðmerking