UM

Hey! 

Hey! Vælkomin til bloggin Vakurleiki.fo! Eg eiti Dina, eri 31 ár, kona og mamma til trý. Í 2015 byrjaði eg bloggin/heimasíðuna Vakurleiki.fo har, vit byrjaðu at tosa um, hvat Bíblian sigur, at vakurleiki er. Tilfarið á Vakurleiki er øðrvísi bæði í prenti og miðlatilfarið. Sum prent hava vit árskalendarar o.a. Mín bøn er, at alt hetta kann verða ein glotti í gerandisdegnum.

Vælkomin at vitja á Youtube, at síggja alt tilfarið, ið hevur verið framleitt gjøgnum árini.

.

Hvør eri eg

Skal eg siga sindur meira um, hvør eg eri. So eri eg gift við Evaldi, eri kristin og elski kaffi, ís og at framleiða ymiskt uppbyggjandi tilfar. Eg eri útbúgvin lærari, men í seinastuni havi eg verið nógv í barsil, tí eg havi fleiri tøtt børn. Eg elski at vera mamma, tað er ein tann størsta gávan, ið mær er givin.

.

Hvat er endamálið?

Endamálið við heimasíðuni er fyrst og fremst at peika á Jesus, sum er mín Harri og Frelsari. At skapa kristiligt tilfar sum prent og tøkt á netinum. At deila vers og ymiskt úr Bíbliuni, ið eg trúgvi alir fram vakurleikan í okkum. Eg trúgvi nevniliga, at Bíblian er upphav til allan vísdóm, sannleikan og ein vakurleika, sum varðir við.

Mín bøn er, at øll kunnu fáa okkurt burturúr og vera uppbygd.

.

Les Javnan settir spurningar

.Meira

Bloggurin hevur verið  ofta umrøddur á sosialu miðlunum, m.a. her: 

25 Minuts (KVF) with Rebekka, trýst

Røddin við Katrin and Gurðun, trýst

Dagur & Vika, trýst

Credo, trýst

:

:

Sosial media

YouTube, Instagram Vakurleiki.fo, Official Facebook side, Facebook group, Snapchat, Pinterest,

[instagram-feed]