Yvirlit yvir spurningarnar, sum verða svaraðir her:
- Hví eitur heimasíðan Vakurleiki.fo?
- Hvussu kann eg stuðla virkseminum Vakurleiki.fo?
- Hvørja tøkni nýtir tú til videoini og heimasíðuna? Og hví nýtir tú hetta?
- Er møguligt at gera samstarv umvegis heimasíðuna ella videoini?
- Hvussu kann eg vera við í einum “shoutout”?
- Kemur virksemi umvegis heimasíðuna undir samkomulæru?
- Kann ein trúgva uppá dinosaurar, vísind og Bíbliuna?
–
–
–
Hví eitur heimasíðan Vakurleiki.fo?
Heimasíðan eitur Vakurleiki.fo, tí hugsjónin er, at vit saman skulu spegla okkum í Bíbliuni. Vit kanna eftir, hvat Gud sigur er vakurt, og hvussu vakurleikin ber seg at. Eisini hvar Gud sigur vakurleikin kom frá. Hetta eru tríggjir spurningar, ið eg trúgvi verða svaraðir út frá Bíbliuni.
Hvat er vakurleiki? – Hetta er vakurleiki sambært Bíbliuni:
Fil.4,8: “...Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!“
Hvussu er vakurleiki? – Gud ynskir fyrst og fremst, at okkara prýði skal verða okkara atburður. Soleiðis er vakurleiki í atferð og búna:
1.Pæt.3,3-4: “Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði, men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.”
Hvar kemur vakurleiki frá? – Bíblian sigur, at Gud skapti og sniðgav vakurleika. Gud hevur rætt at áseta, hvat er og ikki er vakurleiki. (1.Mós. kap 1-2). Tú ert skaptur í Guds mynd, og tí kemur tín Vakurleiki frá Honum. (1.Mós.1,26-27)
–
–
–
Hvussu kann eg stuðla virkseminum Vakurleiki.fo?
Her eru tríggir bestu hættirnir, har tú kanst hjálpa okkum í tænastuni og samtíðis gerast ein partur av henni.
- BIÐ regluliga fyri tænastuni.
- FYLG okkum á sosialu miðlunum og DEIL tilfarið vit útflýggja.
- GEV til tænastuna.
BØN: Forbøn fyri tænastuni hevur verið og er til ómetaliga stóra signing og vernd. Bønin styrkir, verjir okkum og gevur áhaldni. Vit lesa í Bíbliuni nevniliga, at trúfesti í bøn er ein tænasta í sjálvum sær (Kol.4:12; Ef.6:18).
FYLG & DEIL: Fyri at fáa tilfarið út til fleiri fólk á netinum er ofta neyðugt at gjalda nógvan pening. Eg, Dina, gjaldi javnan 500-1000 kr um mánaðin til tess, at videoini og bloggarnir skulu røkka til fleiri fólk umvegis Facebook, Youtube og Instagram. Tí er tað ein stór hjálp tá fólk fylgja, dáma, viðmerkja og deila tilfarið, sum verður lagt út á. At vera virkin har tilfarið, kemur út, er ein stór tænasta fyri meg og fyri tað verk, sum Harrin ger gjøgnum heimasíðuna. Umframt hetta, so er tað eisini ein tænasta at snakka um og fortelja øðrum um heimasíðuna.
Tað besta við hesi tænastuni er, at hon kostar einki, men ger ómetaliga stóran mun hja mær.
GEV: Triði møguleikin er at geva til tænastuna. Her er sjálvandi fleiri møguleikar, so sum uppbyggjandi brøv, gávur, arbeiðsmegi, teknisk tól o.a.
Nøkur hava vent sær til mín og spurt, um møguleiki er fyri at stuðla tænastuni fíggjaliga. Hetta eru einstaklingar, sum Gud hevur lagt hetta á hjartað. (2.Kor.9:7) Tað innkomna havi eg sett til síðis til gjald fyri heimasíðuna, tøkni og onnur dýrari tól, ið eg nýti í samband við tænastuna á heimasíðuni.
Er hetta nakað Gud leggur tær á hjartað, so skalt tú vera vælkomin at stuðla umvegis umvegis netbankan. Konto í Betri banka: 9181-5126640. Eg vil eisini fegin tosa við teg um hetta umvegis Facebook, teldupost ella telefon.
📩 dinabech@vakurleiki.fo 📞 tlf.276472
–
–
–
Hvørja tøkni nýtir tú til videoini og heimasíðuna? Og hví nýtir tú hetta?
Heimasíðuforriti er WordPress.org, ið eg, Dina, umsitið sjálv út frá UnoEuro. Økisnavnið er keypt frá Nic.fo.
Myndatólið er eitt Nikon 3300D og 50 mm linsa. Myndatólið er eitt eldri, og linsuna havi eg stutt síðan keypt til tænastuna. Hetta tryggjar góða myndagóðsku.
Ljósið er Aputure Amaran AL-528W LED Light. Ljósið er keypt til tænastuna. Hetta ger, at eg kann taka video upp myrku vetrarmánaðirnar ella seinni á kvøldið. Hetta kemur væl við síðani eg gangi í skúla og eri seint heima.
Mikrofonin er Zoom H2n Handy Recorder. Hon, saman við fleiri stativum, er lánt til tænastuna. Hetta tryggjar góða ljóðgóðsku.
Filmsforriti er Final Cut Pro. Hetta er eitt nýtt, dýrari forrit til tænastuna, ið eg havi samla upp til. Framman undan hesum nýtti eg iMovie, ið fylgdi við telduni. Teldan er givin sum gáva til m.a. tænastuna. Góð filmsforrit skapa fleiri møguleikar og tryggja góða video/ljóð góðsku.
Ljóðforrit er Audacity. Til tíðir, tá ljóðgóðskan ikki er góð ella ov nógvur larmur er í bakgrundini, nýti eg Audacity. Hetta er eitt ókeypis forrit, ein kann taka niður av alnótini.
Umframt hetta, nýti eg telefonina og iPadin at taka upp við, deila tilfar, gera live-video við, og koma í samband við hyggjarar.
–
–
–
Er møguligt at gera samstarv umvegis heimasíðuna ella videoini?
Eg vil fegin samstarva, um samstarvið kann vera til æru fyri Gud og til frama fyri føroya fólk. Send eini boð umvegis Facebook, teldupost ella telefon.
📩 dinabech@vakurleiki.fo 📞 tlf.276472
–
–
–
Hvussu kann eg vera við í einum “shoutout”?
Shoutout til ymsar miðlar:
Eitt “shoutout” eru eini boð við lukkuynskjum, stuðul ella tøkk, til hyggjarar ella fylgjarar. Hetta verður nógv nýtt umvegis Youtube.
Tú kanst fáa møguleikan at vera við í einum shoutout á einum hvørjum miðli, við at deila tín vitnisburð ella eitt yndis vers. Send hetta til Vakurleiki.fo umvegis ein sosialan miðil. Viðmerk vitnisburð/vers, navn og hvønn sosialan miðil tú vil fáa eitt shoutout til.
Shoutout til ávísar miðlar:
- Youtube: Tú kanst fáa shoutout á Youtube við at Subscribe’a/abonnera og trýsta á bjøllina, soleiðis tú fært notifikationer/fráboðan, tá vit leggja eitt video út. Viðmerk undir einum video, at tú hevur subscribe’a og at notifikatiónirnar eru frá, so kanst tú fáa shoutout í einum Youtube video.
- Facebook: Tú kanst fáa shoutout á Facebook við at like’a/dáma og trýsta á “fylg” ella “síggj fyrst”, soleiðis tú fært notikatiónir/fráboðan, tá vit leggja eitt video út. Viðmerk undir einum video, at tú hevur subscribe’a og at notifikatiónirnar eru frá, so kanst tú fáa shoutout í einum Facebook video.
–
–
–
Kemur virksemi umvegis heimasíðuna undir samkomulæru?
Hvat sigur Bíblian um at læra?
Nei, hetta meini eg ikki. Samkomulæra er Bíbilsk læra, sum fer fram í samkomuni. Elstar, lærarar og hirðar m.m. hava ábyrgd av at læra samkomuna upp í tí Bíblian lærir um alskyns evni. (Kol.1:28; 1.Tim.4:11) Paulus sigur, at hann gevur ikki kvinnuni loyvi at læra í samkomuni ella hava ræði á manninum í samkomuni. Men at í samkomuni, skal kvinnan hava á høvdinum, tá hon profieterar og biður. (1.Tim.2:11-12; 1.Kor.11:5) Profetera skilji eg, eftir 1.Kor.14,3 at vera tala ella eitt orð, sum kann vera samkomuni til uppbygging, áminning ella troyst – tó ikki læra ella læraraábyrgd.
Hvussu skal hetta skiljast? Orð Guds hevur altíð hægsta myndugleika – framum menniskju. (2.Pæt.1,20-21) Undirgivin Bíbliuni er læran í samkomuni ella læraraábyrgin, mennirnir hava. Undir hesi ábyrgd eru, tey sum profetera, evangelisera, geva, hjálpa osv. – her ímillum kvinnur. (1.Kor.12-13) Kvinnur hava sum menn, fingið fleiri av náðigávunum og kallið sum lærusveinar Jesusar: at fara út í allan heimin og gera øll fólkasløg til Jesusar lærusveinar. Og læra tey at halda/akta alt, ið Jesus hevur boðið. (Matt.28,19-20) Kvinnurnar hava eisini fingið uppgávuna at læra yngri kvinnur og børn/ung eftir og í Bíbliuni (Tit.2,3-5).
Sum tað sæst á myndini, so hevur orð Guds størsta myndugleika. Lærarnir m.m. eiga at vera undirgivnir tí. Síðani eru hini í samkomuni við ymsum náðigávum – har við kvinnur – undirgivin teimum. Tvs. tað, sum verður evangeliserað, profeterað osv. eigur at vera gjørt í undirgivni fyri lærararunum m.m., ið eru ella eiga at vera undirgivnir Bíbliuni. Tó eiga øll at vera varðin og fyrst og fremst undirgivin Bíbliuni, tí Bíblian ávarðar ímóti fals læru og fals lærarum.
Hvussu livi eg, Dina, hetta út sum kvinna?
Eitt er at skilja henda sannleika út frá orðið Guds. Seinna avbjóðingin er at liva hetta út í gerandisdegnum.
Eg havi persónliga, valt bæði at siga nei og ja, til luttøku á ymsum samkomumøtum. Eg sigi vanliga nei til at læra á uppbyggingarmøtum og morgunmøtum. Men ja til deila ein tanka á sunnudagsskúla, familjumøti/evangeliskmøti, kvinnumøti, gentu bíbliutíma og ungdómsmøti, tí eg meti hetta er í samsvar við orðini “uppbygging, áminning og troyst.” (1.Kor.14,3;11.Kor.11:5; Tit.2,3-5) Tá eg fyrireiki meg, royni eg at leggja áherðslu á frelsuna og evangeliið (Matt.28,19-20) og síðani nøkur orð um Bíbliulesna ella annað, sum kann vera til troyst, uppbygging ella áminning.
Afturat hesum havi eg ein gentubíbliubólk, har tað verður lært úr orðið Guds í samsvar við Tit.2,3-5.
Av tí, at læra í samkomuni, undir vanligum umstøðum, ikki er ein uppgáva til kvinnur, so nýti eg alla mína tíð og orku at tæna samkomunum í Føroyum uppá aðrar mátar. Fyrst og fremst gjøgnum gentu Bíbliubólkin, síðani við vitjanum, har eg deili eitt orð, vitnisburð ella sang. (Matt.28,19-20; 1.Kor.14,3;11.Kor.11:5) Síðani havi eg nú stovnað heimasíðuna Vakurleiki.fo, har Gud hevur serliga lagt mær kvinnur og ungar gentur á hjarta. Tað eru tær, eg fyrst og fremst ynski at røkka. Men Orð Guds virkar á tann hátt, at tá Gud signar tað, so hevur tað framgongd og útbreiðist (Áp.12:24). Gud hevur signað virksemi so mikið, at tað er mongum øðrum til andaligan stuðul. Eldri sum yngri, kvinnum og monnum. Her hugsi eg serliga um tey, sum ikki hava møguleika, mót ella heilsu at savnast við felagstrúgvandi. Her mugu vit minnast til, at Gud signar eftir vilja sínum, og at tað er Hansara verk og kraft, og ikki menniskjans.
Hvussu virkar Vakurleiki.fo sum tænasta fyri samkomuna?
Eg havi hugsað um heimasíðuna sum ein stuðul til samkomuna. Nú lesi eg til fólkaskúlalærara, og ein stórur stuðul eru video og net tilfar. Alskyns video til lærugreinar liggja á netinum, sum kunnu vera ein stuðul fyri skúlan, næmingin, foreldrini og lærararan. Hesi video fara ongantíð at taka lærarans pláss í skúlanum, men tey kunnu vera ein dyggur stuðul. – Eg hugsi, at Vakurleiki.fo virkar á sama hátt fyri samkomuna. Net tilfari og videoini eru ein stuðul til samkomuna, hin trúgvandi, foreldur hansara og læraran í samkomuni. Videoini eru eingin samkoma ella skúli. Tey kunnu ongantíð koma ístaðin fyri samfelagið, ein samkoma, bíbliubólkur ella sunnudagssskúli kann veita. Videoini kunnu heldur ongantíð koma ístaðin fyri ein samkomulærara, tí tey eru einans 10 minuttir, við ongari eygnakontakt og ógvuliga avmarkaðum samskifti. Men videoini kunnu vera ein dyggur stuðul fyri mong trúgvandi í Føroyum.
Eg vóni og biði fyri at samkomur, vilja brúka videoini sum ein stuðul. Eisini at tær skulu síggja tørvin á at læra Guds Orð meira miðvíst í samkomuni við viðkomandi evnum. Tey ungu hava fram um alt tørv á einari góðari, rótfestari samkomu.
–
–
–
Kann ein trúgva uppá dinosaurar, vísind og Bíbliuna?
Ja – persónliga, haldi eg vísind vera ógvuliga áhugaverda. Eg vil eisini vera við, at Bíblian tosar um dinosaurar í Job 40 (Livjatan og Behemot). Eg haldi als ikki, at Bíblian og rein vísund er í andstøðu við hvørt annað. Tvørtur ímóti, so er vísund og skapanin ein vitnisburður um stórleika Guds. (Róm.1:20) Tó kunnu ymiskar tulkingar av vísund, sum menningarlæra vera í andstøðu við Bíbliuna (skapanina). Hetta er eitt evni, eg vóni eg kann viðgera meira í framtíðini.