Í hesum videonum verður evnið frelsan. Eisini verður ein burturlutan (GiveAway) av einum gávukorti á 600 kr, ið kann brúkast í øllum SMS handlunum. Fyri at vera við í kappingini, skalt tú einans deila videoið á Instagram, Facebook ella Twitter. Oftari tú deilir videoið, størri møguleika hevur tú at vinna. Minst til tá tú deilir á miðlunum at skriva #Vakurleikifo
Læran um frelsu er tætt knýtt at undanfarna video’inum um endurføðingina.
“Hin nýggja føðingin sigur frá kelduni og hvat slag av andaligum lívi menniskju tørva frá Gudi. Men frelsan fevnir um víddina og úrslitini av okkara útfrían og tí ómetaliga ríkidømi, sum Gud hevur givið okkum í Kristusi.” – (Hvat lærir Bíblian – Emmaus Bíbliuskeið)
Vit skulu nú hugsa um frelsuna á sjey ymsar hættir.
.
1. Hvat orðið ‘frelsa’ merkir:
Orðið frelsa merkir bjarging ella at vera útfríðaður. Orðið “frelsa” verður vanliga nýtt, táið onkur verður bjarðaur úr einum stórum vanda. T.d., kann ein vera frelstur frá at drukna ella úr einum brennandi húsi ella av einum søkkandi skipi. Tvs. tað snýr seg um 3 sannleikar:
- Hann, sum bjargaður varð, var staddur í deyðavanda.
- Onkur sá vandan og fór at bjarga viðkomandi.
- Tað eydnaðist bjargingarmanninum at bjarga og fría persónin úr deyðavanda. Vit siga, “Hann frelsti hann”.
Orðini “frelsa, frelstur, frelsari og frelsan” koman mangan fyri í Bíbliuni og merkja tað sama, sum tey trý punktini eg nevndi.
.
Hví frelsast?
Frelsa Guds er alneyðug av tveimum grundum:
- Vit eru syndarar. Øll menniskju eru fødd inn í henda heim sum syndarar. So við og við gerst okkara syndiga náttúra sjónlig í syndigum hugsanum, orðum og gerðum og við einum sinnalagi, sum er fíggindskapur móti Gudi. Hetta vísir Bíbilian greitt á sera mongum støðum. (Les: Rómbr.5,12; Rómbr.5,18-19; Rómbr.3,23; 1.Mós.6,5; Ef.2,1-3; 2.Kor.4,3; Es.53,6; Jer.17,9; Mark.7,20-23; Rómbr.1,21-23; Rómbr.3,19-23). Skriftbrotini her vísa týðiliga, at menniskjað er:
- Ein syndari, sum tørvar fyrigeving.
- Fortapt (burturmist) og tørvar at verða funnið.
- Dømt og tørvar at verða fríað.
- Sek og tørvar at verða náðað.
- Andaliga deytt og tørvar lív
- Blint og tørvar sjón
- Ein trælur, ið tørvar frælsi
Niðurstøða: Menniskjað er av sonnum fullkomiliga hjálparleyst og als ikki ført at frelsa seg sjálvan.
.
Hvussu útvegaði Gud frelsu?
Evangeliið, gleðiboðini, er at Jesus, Sonur og javnlíki Guds, gjørdist menniskja og varð føddur inn í henda heim fyri at frelsa syndarar. (Jóh.3,16-17; Mark.10,45; Matt.9,12-13; Jóh.10,11; Jóh.10,15-18) Frelsuna útvegaði Jesus okkum gjøgnum deyða og uppreisn Sína, tá Hann sjálvboðin hekk á krossinum, tók á Seg fulla ábyrgd fyri alla okkara skuld og synd. Jesus uppfylti til fulnar øll krøv Guds. Gud vísti, at Hann góðtók Jesu offur við, at reisa Hann upp aftur frá teimum deyðu. Jesus bjóðar tær hesa frelsuna nú. (Les: Jóh.3,16-17; Mark.10,45; Matt.9,12-13; Jóh.10,11; Jóh.10,15-18)
.
Hvørjar eru treytir fyri frelsu?
Spurningurin er so, hvat syndarin skal gera fyri at fáa lut í frelsuni, tá Kristus hevur gjørt alt verkið, ið var neyðugt fyri frelsu okkara.
- Tú mást venda við. At venda við merkir sinnisbroytan og at tú broytir hugburð. At tínar hugsanir og kenslur um synd, teg sjálvan, um Jesus og frelsuna broytast. (Les. Luk.13,3; Áp.3,19; Áp.17,30; Áp.20,21). Fyrst ein innvortis sinnisbroytan og síðan ein útvortis broyting í lívsførslu. Í staðin fyri stoltleika so játtar ein seg sum ein hjálparleysan syndara, ið einki annað hevur uppiborið enn ævigan dóm, Helviti.
- Tú mást trúgva evangeliinum ella vitnisburði Guds um Jesus og verk Hansara fyri teg. (1.Jóh.5,9-10). Tú mást sum ein fortaptur syndari trúgva, at Jesus doyði fyri teg. Tú mást trúgva, at Hann bar syndir tínar, tá Hann tók títt pláss og við deyða sínum fullførdi alt tað, ið neyðugt var at gera til tína frelsu (Rómbr.4,5).
- Tú mást taka ímóti Jesusi av heilum huga sum tínum persónliga frelsara, og síðan mást tú viðurkenna Hann sum einasta Harra í tínum lívið (Les: Jóh.1,12; Jóh.3,16; Jóh.5,24; Jóh.6,47; Rómbr.10,9-10; Ef.1,13). Hetta er tann mest týdningarmikla avgerð, tú nakrantíð kemur at taka. Tú kanst beint nú av heilum huga siga: “Harri Jesus, eg viðgangi, at eg eri ein sekur, fortaptur syndari, men við tað at eg trúgvi, at Tú bar syndir mínar og doyði í mín stað á Golgata, hvíli eg trygt í fullførda frelsuverki Tínum. Eg taki ímóti Tær nú við trúnni í hjarta mínum, hereftir skalt Tú verða Harri og Meistari í lívi mínum!” Ger tú hettar av heilum huga, so kemur tú at sanna, hvat tað veruliga merkir: “Trúgv á Harran Jesus Kristus.” (Áp.16,31).
Vendir tú við og tekur ímóti Jesusi, so ert tú endurføddur og frelstur.
.
Hvussu kanst tú vita, at tú ert frelstur?
Tú veitst tað, tí Gud sigur tað greitt í orði Sínum. Gud sigur, at ein og hvør, sum trýr á Son Hansara, fær syndanna fyrigeving og er frelstur, hevur ævigt lív og er tryggur í allar ævir:
“Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar.” (1.Jóh.5,13)
Hvussu breitt fevnir frelsan?
Frelsan fevnir um tátíð, nútíð og framtíð!
Tátíð: Tú verður frelstur (bjargaður) frá revsing syndarinar ella fylgjum hennara (Fortapilsi, Helviti). Av tí at Jesus til fulnar leið straffina fyri syndir tínar, verður tú bjargaður frá ræðuligu fylgjum syndarinnar
Nútíð: Tú verður eisini frelstur frá megi og ræði syndarinnar. Tí tá ið tú verður frelstur, kemur Heilagi Andin at búgv í tær, og Hann gevur tær guddómliga náttúru. Tí kann hin trúgvandi kenna og njóta frelsu (bjarging) frá valdi syndarinnar í lívi sínum. (1.Kor.6,19; 2.Pæt.1,3-4; Rómbr.6,1-14). Hettar vil tó ikki siga, at hin trúgvandi ikki syndar longur, tí tú hevur framvegis ta gomlu, óndu náttúruna, holdið, at berjast við. Men fylgir tú teimum ráðum, sum Gud hevur givið tær, skal synd ikki valda lívi tínum.
- Les og grunda á (hugsa um) orð Guds (Bíbliuna) og ver tí lýðin (akta) (2.Tim.2,15 og Ják.1,22)
- Bjóða Gudi likam títt til rættvísa og heilaga tænastu (Rómbr.6,13; Rómbr.12,1-2)
- Ver altíð í inniligum samfelag við Gud í bønini (Hebr.4,14-16).
- Játta beinan vegin alla synd, sum tú ert vorðin varigur við og royn við hjálp Guds at sleppa syndini. (1.Jóh.1,8-9; Titus 2,11-15). Tá eg var yngri, so trúði eg at eg mátti blíðka Gud áðrenn eg bað um fyrigeving, soleiðis sum man ofta má gera við foreldur síni. Men veitst tú hvat? Gud er slett ikki soleiðis. Gud ynskir, at vit skulu koma beinanvegin til Hansara. (ikki seinur at fyrigeva)
Framtíðin: Ein dag verður tú frelstur frá nærveru syndarinnar, og hetta hendir, tá ið Jesus kemur aftur. Tá fer Hann at reisa upp frá teim deyðu øll tey trúgvandi, sum doyðu í Jesusi, og umbroyta øll tey trúgvandi, sum tá eru á lívi. Hann fer at geva teimum øllum eitt likam, ið ikki kann synda, forganga ella doyggja. Síðani skulu vit altíð vera saman við Harranum í ævigari gleði í Himli. (1.Tess.4,13-18)
Hvat eru úrslit frelsunar?
- Friður við Gud (Rómbr.5,1). Eingin fíggindskapur longur.
- Vit hava fingið sonarrættindi í familju Guds (Ef.1,5; Jóh.1,12; Gal.4,5-6)
- Gleði í Gudi sum børn Hansara (Rómbr.5,10; Rómbr.5,11; Rómbr.8,14-17; Gal.3,26; Gal.4,7)
- Livandi fyri Gudi (2.Kor.5,14-15; Gal.2,20; 1.Pæt.4,2-5)
- Tænasta fyri Gudi – gera góð verk og vitna um Hann (Ef.2,10; Matt.5,16; Mark.16,15-16).
- Tilbiðjan, tøkk og bøn til Gud (Jóh.4,23-24; Hebr.10,18-22; Hebr.13,15; Hebr.4,14-16).
- Eitt ævigt heim í himli (Jóh.14,1-13; Op.22,1-5).
“Gævi tú ikki gav tær frið, fyrr enn tú ert fullvísur í, við tí myndugleika og sannføring, sum orð Guds gevur, at tú ert vorðin æviga frelstur.” – – (Hvat lærir Bíblian – Emmaus Bíbliuskeið)