Hey hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo. Í dag er tað Dina Bech, sum situr her, og vit at tosa um hin útbrenda trúgvandi.

 

Kennir tú teg útbrendan, sum trúgvandi? Hevur tú mist ímóti? Ert tú steðgaður at lesa Bíbliuna? Kennir tú tað svárt at fara á møti? Kennist tú mótleysur í tænastuni fyri Harran?

Kanska okkurt tú áður hevur gjørt við gleði, nú kennist so tungt. Tú hevur einki stavnhald og kennir teg útbrendan og kølnaðan.

Hetta videoið er til tín, við Guds hjálp, so fara vit saman at byrja umaftur og lívga ljósið, sum í tær býr.

 

Eg kenni ómetaliga væl til hesa útbrendu kensluna. Eg minnist at síðsta summar kendi eg meg troytta og útbrenda, aftaná at eg hevði ferðast í tveir mánaðir. Í jólaferiuni í desember kendi eg meg troytta og útbrendan, tí eg manglaði at seta greiðari grensur í mínum lívi. So eg kenni meg aftur, skilji tykkum ómetaliga væl. Frá persónligari uppliving, kann eg siga at einastu vegurin úr støðuni er vegurin fram. Tískil fari eg at geva tykkum nøkur greið punk at fylgja eftir, sum kann hjálpa tykkum upp aftur úr mótleysisdýkinum.

 

 

  1. Játta tína synd

Hann ljóðar kanska eitt sindur løgið at byrja við, men eg skal greiða betur frá.

 

Tað er ikki synd at verða troyttur ella útbrendur. Tvørtur ímóti er tað eitt teknin um, at vit arbeiða hart, eru virkin, og ikki spilla tíðina burtur. Møgi og máttloysi er ikki synd, tað vísir okkum bara, at vit eru ikki gjørd úti metalli. Vit eru hold og bein, og vit vera tømd fyri orku. Vit hava tørv á einum sabbati, einum hvíludegi, og vit hava tørv á honum hvørja viku. Vit eiga at arbeiða og vera virkin 6 dagar, sova væl og hvíla sunnudag og lada upp til komandi vikuna. Hetta er Guds design, og tað er gott. Gud hevur skapt okkum soleiðis, at vit gerast troytt, máttleys, útbrend og stressa um vit ikki hvíla. Og hetta sigi eg líka nógv til mín sjálvan – sum náttarravn.

 

At kenna seg máttleysan er ikki synd, men, máttloysi kann fylgja við syndafullum hugburði.

 

 

Tá vit eru troytt, kunnu vit vera freista at hugsa, at vit megnaðu ikki at fáa nógv avrika. Vit føla, at vit stekkja ikki til, og vit óttast fyri, at eingin kann ella fer at hjálpa okkum. Vit halda kanska, sum mammur, at arbeiðis er til einkis, og vit mugu gera alt om-igen í morgin. Vit kanska hugsa um og øvunda onnur, sum ferðast, har lívið tykjast so lætt.

 

Vit síggja her, hvussu tankar – bara okkara tankar – gera eitt stórt arbeið í at tyngja okkum.

At vera útbrendur er sum at vera sokkin í eitt runudýki. Niðurbrótandi tankar og at taka synd í sær sjálvum, hjálpa okkum ikki úr dýkinum, tað ger einans at vit søkka longur.

Tí mugu vit arbeiða við okkara syndafulla hugburði fyrst (2.Kor.10,3-6). At taka synd í okkum sjálvum hjálpir okkum ikki ella ger okkum før fyri at gera arbeiði, sum okkum er fyrisett. Men tá vit hava sett synd okkara tilsíðis, við at játta fyri Gudi, so kunnu vit fara at arbeiða við okkara støðu sum útbrend, og spyrja, hvussu vit endaðu her.

 

 

  1. Lær, nær neyðugt er at siga NEI!

Vit kunnu býta okkara skyldur upp í tveir bólkar: kravt og frívillugt. Kravdar skyldur eru tær, sum vit hava fingið beinleiðis frá Gudi.

Um tú ert mamma, og hevur armarnar fullar av børnum, so ert tú kallað at gera eitt gott verk, við at uppfostra børnini í umsorgan og áminning í Gudi. Flestu undirmesta arbeiðið og virðið í at taka sær av heiminum. Hetta er eitt arbeið, og tað eitt gott, týdningarmikið arbeið.

Men tað eru eisini onnur sløg av arbeiði, sum eru kravd. T.d. ein maður, ein ógift kvinna, barnleys kvinna osv., kunnu hava kall at arbeiða uttanfyri heimið fyri at forsyrgja tær og tínari familju. Í hesum førinum, kanst tú ikki bara siga, at hetta arbeiðið for strævið og ikki møta upp til arbeiðis. Arbeiði er ein kravd skylda.

 

Seinni bólkurin av skyldum og ábyrdum, er tað vit kunnu kalla “tað virkaði sum eitt gott hugskot tá.”Mong av okkum taka skyldir og ábyrgdir á okkum, áðrenn vit hugsað okkum um, hvussu tað kostar av okkara orku. Aðrar tíðir kunnu vit føla okkum lokkað, pressað ella skuldarkenslu av, at vit ikki bjóða okkum frívilliga til at gera eitt hvørt. Tað er ongantíð rætt at taka á seg eina frívilliga skyldu, sum kann elva til vanrøkt av okkara kravdu skyldum (Hásong. 1:6). Tað er her, vit mugu læra okkum at ræðfesta rætt ella prioritera rætt. Vit mugu læra okkum at síggja, hvat eru okkara kravdu skyldur, og hvat eru frívilligar skyldur. Tað kann hjálpa at skriva hetta niður á pappír.

Fyri nýgift pør, kann hetta verða ein stór avbjóðing, tí broytingin at fara frá at liva einsamallur til at vera hjún er so stór. Tí er umráðandi at nýggj hjún seta tíð av at tosa um, hvat eru teirra kravdu og frívillugu skyldur, og um broytingar eru neyðugar í frívilligu skyldunum.

 

Eisini mugu vit læra okkum, hvat er okkara ábyrgd, okkara grensur, og hvat hoyrir grannanum til, hansara grensur, hansara ábyrgd. Um tú ikki kennir ella veit, hvat er og ikki er tínar grensur og ábyrgdir, so skal eg viðmæla tær bókina “Boundaries ella grænser” eftir Henry Cloud. Ein orsøk at eg persónliga verið so lætt útbrend, er tí at eg dugi ikki so væl at gera mun á, hvat eru mínar grensur, mín ábyrgd og hvørjar grensur hoyra grannanum til. Tá vit ikki kenna okkara grensur, fara vit at hava ringt við at siga nei. At duga at siga nei og kenna sínar grensur, hevur alt at siga fyri eitt sunt, andaligt lív.

 

 

  1. Eingin kann taka títt stað

Mangan halda vit, at eingin kann taka okkara stað. Vit stressa og pressa okkum sjálvi, og trúgva uppá okkara egnu kraft, heldur enn Guds. Ja, tað er týdningarmikið, altíð at vera til reiðar at hjálpa og uppmuntran onnur við grundleggjandi bíbilskari vitan.  Tað er týdningarmikið at vera trúfastur. Men ikki vera bangin, at spyrja onnur trúgvandi um hjálp. Ikki allar støður hava skund. Kenna vit okkum byrjaði av at hjálpa onkrum, kunnu vit biðja Gud um at senda onkran í okkara stað ella hjálpa okkum í hesum. Vit eru ikki einasmøll, og vit kunnu fáa hjálp.

 

 

 

  1. Náttin verður av

Tað er týdningarmikið at hyggja frameftir. Minst til, at tað sum kennist strævið nú og má vera gjørt, nokk skal hasa av. Við hvørt er nógv at gera, og vit mugu bara halda á. Uppá eitt tíðspunkt, so er náttin av og morgunin kemur aftur. Tá vit kenna tað sum um, at okkara stríð og ábyrgdir eru størri enn vit eru ment at bera, er týdningarmikið at vit fara til Gud at fáa hjálp og styrki (Hebr.12:12-13)

 

 

  1. Ikki bróta lyftir

Tá tú hevur lovað teg til eitt hvørt, er týdningarmikið at halda lyftið. Hevur tú lova at baka kakur, ger tað. Hevur tú lovað at møta upp, ger tað. At baka kakur út á náttina og møta upp í pyjamas, kann hjálpa okkum at hugsa okkum eina eyka ferð um, tá vit lova okkum til ov nógv. Tað er ikki synda at siga nei. Tað er ikki synd, at lata onkran annan bjóða seg fram. Men tað er synd, at lova og ikki at halda lyftir.

Og her, má eg taka í egnan barm. Vit eru ikki fullkomin, men hetta eru einføld dagligdags ting sum eg og tú kunnu arbeiða við. Tað krevur at vit hugsa okkum betur um og ikki eru so skjótt at siga ja, tá vit hava lova okkum til nógv annað.

 

 

  1. Halt fast – við stillu løtuna

Ísraelsfólk var kallað at halda sabbat og hvíla. Tey hildu 7 hvørt ár sabbatsár, tvs. tey dyrkaðu einki. Í 3.Mós.26 lesa vit signingarnar av at fylgja Guds boðum og vanlagnuna av at ikki fylgja Guds boðum. Ein avleiðing av at ikki hildu sabbatsár var, at jørðin bleiv úttard og ikki bargrøði. Tað stendur, at tá Ísrael var í útlegd fekk, jørðin øll sabbatsárini aftur.

Eg hugsi tað sama kann henda við okkara lívið. Hvíla vit ikki, seta avmarkingar og røkta okkara likam og andaliga lív, so vera vit lættliga útbrend. Tað kann tá taka langa tíð, vikur, mánaðir, kanska ár, fyrr enn vit veruliga koma fyri okkum aftur.

Tí er tað so týdningarmikið, at vit hava ein sabbat ella hvíludag hvørja viku. At vit halda fast við at savnast við øðrum trúgvandi og hava eina dagliga stilla løtu við Gudi. Vit mugu dagliga halda fast við at lesa Bíbliuna og biðja til Hansara, eisini tá vit ikki tíma og hava hug. Henda fasta rútman er nevniliga tað, sum hevur borið meg og drigið meg upp út mongum mótloysisdýkjum, sum kundu gjørt at eg bleiv útbrend.

 

Tí havi eg sett mær fyri, at lesa í minsta lagi eitt vers hvønn dag. Líka mikið um eg tími, ikki tími, kann ella ikki kann. Líka mikið um klokkan er 22 ella 5 um náttina. Líka mikið um eg lesi á telefonini ella í blaðbíbliuni, so lesi eg minimum eitt vers.

 

Harafturat vil eg viðmæla ikki einans at lesa mannakorn. Vel tær eina bók í Bíbliuni og lesa gjøgnum hana, eisini um tað er bara eitt vers um dagin. Eitt gott hugskot er Orðatøkini og sálmarnir. Annars Nýggja Testamenti, Ester, Rutt og Jónas.

 

  1. Halt út

So nú tú ert útbrendur, halt út. Vend tær til Gud og spyr hann um hjálp. Og so ikki seta nakað eyka á kalendaran nú eina tíð, men tak tær av tíð sum er neyðugt. Tak tær av tær sjálvari og tínum húsið/kamarið ella likami. Tað kann merkja at sova 9-10 tímar hvørja nátt í 3 vikur ella at skriva dagbók, kanska fara ein avstressandi rennitúr, finna nýggjar vinir osv. Gev tær rúm og tak tær ein sabbat við Gudi.

Skriva viðmerking