1. Tá tígnandi í undran, Harri Drottur,
mær birtast tíni alheims skaparverk,
tann stjørnufjøld, tann hvølli torusláttur
– í øllum skepnum prógvast hond tín sterk.
Tá syngur sál mín, Frelsari, til tín:
Hvør mikil Gud, tú, Harri ert!
Tá syngur sál mín, Frelsari til tín:
Hvør mikil Gud, tú, Harri, ert!
2. Tá leið mín ber um fløtur, gjøgnum dalar,
og fuglur letur, fjálgt kenst summarfleyr,
á tindahæddum rúmdin til mín talar,
tá løkur tutlar millum stein og eyr.
3. Tá eg so minnist, hesin gud ei spardi
sín Son, men læt hann doyggja fyri meg,
at Frelsarin seg sjálvan ikki eirdi,
men bløddi út – tað skilji ikki eg.
4. Tá jesus kemur, gleði vil uppstíga,
ein slík, sum eg ei áður havi merkt,
í takksemd eyðmjúkt skal eg niður níga
og rópa hátt: Hvør mikil gud tú ert!
B-f. *Carl Boberg.
#Svenskt fólkalag.
(P.W. Háberg føroyskaði).
Skriva viðmerking